hósdagur 31. juli 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 31. juli 2003
27
27
26
Nr. 141 - 31. juli 2003
Eftir at 70 ára gamli
Suðuroyingurin vann
old boys róðurin á
Ólavsøku kyknaði
tosið um luttøku úr
Suðuroy í kappingini
millum 10–mannafør
av nýggjum
SUÐUROYINGAR OG
10–MANNAFØRINI
Jóannes Hansen
Tað var ikki sørt av
nostalagi uppi í, tá ið tað
ólavsøkuaftan varð skipað
fyri kapping millum 10-
mannafør við old boys
manning. Sum vit søgdu
fyri Ólavsøku, so vóru í ár
70 ár síðani Suðuroying-
urin fyrstu ferð tók lut í
ólavsøkuróðrinum. Hetta
vildu teir á Tvøroyri vera
við til at markera, og teir
høvdu fleiri í fylgi við sær
úr Suðuroy og á Ólavsøku.
Sumbingur og Vágbingur
luttóku eisini í kappingini
saman við Havnarbátinum,
Kjøli og gamla Nólsoying-
inum.
Við borgarstjóranum á
Tvøroyri, Kristini Michel-
sen, á odda vann Suður-
oyingurin. Hann var meiri
enn tvær bátslongdir undan
Sumbinginum, sum vann
tætta kapping við Vág-
bingin um næstfremsta
lássið.
Hannis Joensen, for-
maður, í Róðrarsamband-
inum, hevur fleiri ferðir
fyrr í summar sagt seg
vóna, at suðuroyingar fara
at koma afturíaftur í kapp-
ingini millum 10–manna-
førini, har teir áður vóru
stinnir og drúgvir.
Víst hevur verið á, at
menninir umborð á Smyrli
tvey tey seinastu árini so
staðiliga hava prógvað, at
tað ber til at manna kapp-
róðrarbát í Suðuroy og at
vera við í kappingini mill-
um teir fremstu.
Fyri heilt fáum árum
síðani fingu teir í Vági
nýggjan Vágbing, og teir á
Tvøroyri fingu nýggjan
Tvørábát, sum teir nevndu
nýggja
10–mannafarið.
Báðir bátarnir royndu seg í
eitt ár ella tvey, men tað
hilnaðist ikki nakað serligt,
og nú hevur einki verið at
sæð til teir í fleiri ár.
Tá ið Smyril ólavsøku-
aftan hevði vunnið FM
heitið, var bátsformaðurin,
Jóhan Sofus Müller, ikki so
vísur í, um teir, sum tvey
tey seinastu árini hava
vunnið FM við Smyrli,
næsta ár fara at vera við til
at manna 10–mannafarið.
– Tað fáa vit at síggja í
januar. Tað hevur fleiri
ferðir verið tosað um
møguleikan, men einki er
avgjørt, og tað valdast,
hvussu tað verður statt við
fólki og við huginum at
leggja so nógv fyri, tá ið tað
skal farast undir fyrstu
fyrireikingarnar til róðrar-
árið. Tær vera eftir nýggjár,
segði bátsformaðurin um-
borð á Smyrli.
Síðani tað fyri tredivu
árum síðani varð farið
undir ta slagið av FM kapp-
ing, sum síðani hevur verið
galdandi, hevur bara ein
bátur úr Suðuroy vunnið
FM í kappingini millum
10–mannafør. Vágbingurin
var meistari í 1980.
Undir gomlu skipanini,
har FM varð avgjørt í
einum róðri aftaná Ólav-
søku, vunnu suðuroyingar
eisini eina ferð. Skipanin
var galdandi frá 1964 og til
og við 1972. Sumbingur
vann róðurin í 1964.
Toppskjúttin í fjør
doyði, tá ið hann
sunnudagin í BMW
bili rendi inn í ein
garð
EUROPA CUP
MÓTSTØÐULIÐ
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið var Kaun-
as mótstøðulið hjá Glas-
gow Celtic. Tað var Cel-
tic, sum HB og allir fót-
bóltshugaðir føroyingar
droymdu um í hesi
vikuni skuldi verða mót-
støðulið hjá HB. Men
HB tapti, sum kunnugt,
báðar uppgerðirnar í-
móti Kaunas úr Litava,
og harvið varð einki av
Celtic vitjanini í Føroy-
um á hesum sinni.
Sunnudagin varð li-
taviski fótbóltsheimurin
og serliga tey í Kaunas
rættuliga skelkað av
stórum
sorgarleiki.
Álopsspælarin
hjá
Kaunas, Andrius Slekys,
sum síðsta kappingarár
var toppskjútti í litav-
isku kappingini, koyrdi í
BMW bili sínum inn í
ein garð, og hann doyði
av samanbrestinum.
So vítt, sum tað hevur
borið til at staðfest, so
var Andrius Slekys ikki
við í dystunum ímóti
HB í Føroyum fyri
tveimum vikum síðani
og í Litava fyri einari
viku síðani.
Sigrid Svartá slapp
við skursli og gulum
og bláum merkjum,
tá ið hon kom undir
ein motor katamaran
HM RÓGVARAR
Jóannes Hansen
Tað kundi havt vitað heilt
illa við, men tíbetur spældi
tað bara væl av. Sigrid
Svartá og Katrin Olsen
hava áður roynt seg í
rógving í Føroyum, og tær
vita alt um at fyrireika seg
til og rógva á Ólavsøku. Í ár
vóru tær ikki við í ólav-
søkuróðrinum. Sum nevnt í
síðstu viku, so fyrireika tær
seg nú til HM kappingina í
rógving, sum verður í
Milano í Italia í næstan
mánað. Og tað var í sam-
bandi við fyrireikingarnar
til HM, at tað kundi havt
vitað heilt illa við.
Leygardagin í síðstu viku
vandi dupulta fýra manna-
farið ella dame dobble fir-
eren á Bagsværd vatninum
norðan fyri Keypmanna-
havn. Tað er henda bátin,
sum Sigrid Svartá og
Katrin Olsen eru við til at
manna.
Undir venjingini rendi
ein katamaranur á róð-
rarbátin. Hann fór upp um
bátin, og Sigrid Svartá var
undir, har báturin fór oman-
fyri. Hon slapp við dyggum
slagi í ryggin, skursli og
bláum og gulum merkjum,
og tað var so at siga eitt
undur, at ikki størri skaði
stóðst av. Sigrid fekk ikki
størri mein, enn at hon
longu fleiri ferðir aftur
hevur verið og vant til HM
kappingina, men, sum sagt,
so kundi tað havt vitað
nógv verri við.
Tað var mannligi venj-
arin í felagnum, sum var
róðursmaður á katamaran-
inum. Hann hevði gloymt
alt um reglurnar fyri fjar-
støðu og trygd annars í
sambandi
við
rógving.
Hetta var ikki fyrsta ferðin,
at hann hevur verið orsøk
til sovorðnan samanstoyt.
Fyri tveimum árum síðani
rendi hann á gull fýraran,
sum mannfólkabáturin, ið
hesi seinnu árini hevur
staðið seg so væl, verður
nevndur. Eisini ta ferðina
slapp manningin við smá-
vegis snuddum.
Kaunas spælari
doyði
Føroyskir HM rógvarar
ásigldir í Danmark
Í RSF leingjast teir eftir
suðuroyingum
C
M
Y
K
26
Føroyameistarar
Drekin
Sílið
Smyril
Gongu-
rólvur
Ørvur
Eystur-
oyingur