leygardagur 1. apríl 1995síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 65 — í. APRÍL 1995
tíðindablaðið 057
11
Sum bál í stormi skulvu allar rúmdir
við Jahves veldisferð,
og burðarbúnar stundu ytstu skýmdir
tå føddist foldin, ljós og verð.
Og skuggi Jahves, tímin, var at skoða
sum sól og stjørnugongd á himnaboga —
tå settist mark imillum var og er
»Jahves veldisferð<. Og seinni: »skuggi
Jahves«. Hevdi tað ikki verið frægast at
slept hesi lítið fruktagóðu toganini og
samansjóðað hesi bæði sjónarmiðini. Ein
leyslig roynd at seta upp eina regluskipan
kundi ljóðað nakað soleiðis
1. Í einum vanligum bókmentaligum
teksti hóskar best at seta hvørsfallid
fyrst. Tad øvugta ber kortini til. Kanska
er best at skifta millum bæði snidini,
men kortini brúka tað fyrra oftast
2. Í skaldabornum ella tignarligum máli
ber væl til at seta hversfallið aftaná.
3. Har talan er um nøvn á feløgum og
stovnum eru báðir møguleikar til staðar.
4. Í ávísum førum — eitt nú tá hversfallið
er ein samanseting av tveimum ella fleiri
orðum — kann hversfallið standa aftast.
Jú, jú. Men hvat hevði so Rikard sagt?
Rikard? Hann var ein skilamadur. Men
hann var eingin gudur. Og vit eru ikki smá-
børn, men — vónandi — vaksin, búgvin fólk.
Tað ber til at víðka sjónarmiðini hjá
Rikardi. Nýansera og útgreina tey. Við-
hvert tykist tað, sum summir menn eru
meira longistiskir enn Long. Tað er loyvt at
hugsa sjålvstødugt og kreativt
VII
Sokoma vit ul hasa undarligu greinina, sum
stóð í Sosialinum nr. 10 í ár. >Rúturin< æt
hon. Eg skal siga tær eitt Eg fekk so ilt, táeg
las hana. Har varð gor oyst niður yvir so
mong hjartagóð og edilig fólk, sum nú
liggja undir flag. Míni foreldur. Abba og
ommu. Alt teirra ættarlið. Øll tey, sum
yngdust upp og rættu ryggin og fóru til
verka, tá ið Fríðrikur Mikli og Jóannes
Doyparin og Andrias ápostul og Maria
Moy høvdu blåst liv og anda í sína slekt
Hvi skuldi André siga Osatt um tey? Hvi
skuldi hann dálka tað arbeiði, tey gjørdu
fyri at seta málið aftur í sin ærustól? Tað var
illa gjørt
Eg orki so illa at gera nakað við hetta
Men eg noyðist. Hesi fólk vóru ikki, sum
André sigur, nationalistar. Tey vóru
»national«, tjóðskaparlig. Og tað er nakað
heilt annað. Hesi fólk vóru góð við sítt mál
og sína mentan, og vildu fjálga um hesi
virðir. Tað var einki óekta við teimum, og
imperialismu ella fólkahatur kendu tey ikki
til. André hevur heldur ikki rætt, tå hann vil
gera hesa rørslu til luksusitriv hjá nøkrum
fáum ónyttum. Rasmus Effersøe og Maria í
Dalólastovu vóru ikki letingar. Heldur ikki
Fríðrikur Petersen. Og teirra arbeiði fekk
undintøku frá ungum føroyingum úr øllum
pørtum av fólkinum, á sjógv og landi. Hvi
skal André nú hundrað ár aftaná sláa ein
villeiðandi kíla inn ímillum >fólkið< og tær
»romantisku« ónytturnar?
Og so var tað eisini hetta: at síggja tingini
verða vend á høvdid. At síggja fyribrigdini
»hjålandaveldi« og »andsvarid móti tf«
verða vend um. Svarið verða gjørt til »arva-
syndina« og hjålandastøduna — sum er ein
søguligur veruleiki — burturtagda. Hevur
nakar sæð makan til newspeak?
Tann føroyska tjóðskaparrerslan var á
ongan hátt nakað óvanligt. Hendarersla, og
tann málreising hon bar við sær, var eitt
natúrligt søguligt stig. Av sama slag, sum
aðrar tjóðir hava farið ígjøgnum. Hetta —
við hógv sjálvandi — at sleppa sær av við
målsligar leivdir eftir eina tíð við hjå-
landaveldi. At mýrkja málið til nútíðar av-
bjóðingar. At finna eina hóskandi javnvåg
millum egið og innflutt orðatilfar. Vit finna
tað aftur í søguni hjá ødrum tjóðum, t.d.
bæði tí týsku og tí donsku.
VIII
Arvasyndin. Eitt åhugavert hugtak. Hesin
tankin um »rétin til alt ilt«. Ein religiøs og
fundamentalistisk hugmynd. Ein dagin,
meðan útvarpið var frå, setti eg meg við
einum kúlupenni at vita, hvussu nógv orð
eru ein partur av arvasyndini. Orð, sum í
dag eru ein natúrligur partur av skrivaðum
og talaðum máli. Eftir fáum minuttum
hevði eg fingið henda listan
stovnur, fyritøka, tíðindastova, mentan,
miðdepil, skrivstova, ætlan, frælsi,
felagsskapur, sjálvstýri, partabræv, ráð-
gevi, herseta, búskapur, samband, fløga,
menning, felag, trygdarråd, vidtøka, al-
tjóða, avgerð, umboð, trupulleiki, fund-
ur, viðgera, broyta, kanningar, dags-
skrá, vinna, avgjald, varðveita, viku-
skifti, næmingur, áherðsla, uppskot,
uppgerð. útbúgva, lærdur háskúli,
grein, tíðarrit, heimsbanki, kreppa,
varabispur, meginfelag, virdisløn, soga,
kapping, lýsa, kunngerð, útvarp, dráttur,
vinningur, eyka, streymveiting, ognar-
uppgerð
Øll ella at kalla øll hesi orðini eru úrslit av
»målklombri« sum nasadjarvir »målbekl-
arar« hava trokað inn á eitt verjuleyst fólk.
Oghvussu hevði málið sæð út, um tað eydn-
aðist at lúka arvasyndina og alt hennara
vesin burtur? Drag andan spakuliga, mín
vinur, tf nå koma vit fram at tf leskiligu
keldu, har eingin synd er til, og har rótin til
alt ilt er burturbeind. Tí tað hevði itid >be-
slutningur, hensikt, í yvireinsstemmilsi við,
sikkurheitsráð, forandra, erverv, krisa,
landsforeining, annonsera, vilkárligt, be-
skaffinheit<. At sagt t.d. »ein søgulig hend-
ing« hevði borið prógv um ótolandi mál-
beklan. Tú átti at sagt, sum Janus á sinni,
sein verðinshistórisk begivinheit<. Orðið
»yrking« er eisini partur av arvasyndini. Á
Janusar døgum æt tað »dikt«. Og hví hava
vit stolið orðið »bekvemmiligheitsflagg«
frá fólkinum?
IX
Nú má eg tala at. Rætt skal vera rætt. Træ-
menninir hava ein part av skyldini. Hetta
evindaliga: tú mást ikki. Ikki >spenna
bein«, tí tað eitur >seta fóta. Ikki »seta fót<,
tí tað eitur >leggja fóta. Einki er nóg gott
Og hálvoyggj verður til nes. Og trikantur til
uíhyrning. Og Hetland til Hjaltland. Er tað
legið, at summi missa tolið? Minnist tú ikki
seguna um lambið, ið endaði sum >træ
vetursseyður<. Trýss ørkymlandi rættingar
á tnmum síðum. So skúlabókaforleg hava
ein part av skyldini. Vit vita ikki alt. Men
nakað vita vit. Og eitt stendur fast: Bólturin
fer >við síðuna av< málinum. Alt annað er
tvætl
Kanska kann hetta fåa forløg og teirra råd-
gevarar til hereftir at virða tekst og stil. Tey
hava verið við til at skapa henda vitleysa
bakslåtturin. Vóru tey ikki, var hann ikki
Ert tú vísur í tí? Nei. Vidhvørt ivist eg
X
Eg meini tað. Nú fari eg at siga tær eina
søgu. Tað var ein vakran augustdag í árinum
1900. Í havanum uttan fyri prestagarðin í
Hasle á Bornholm stóðu tveir unglingar og
prátaðu. Tað vóru Janus Djurhuus og Jákup
Dahl. Gudmund Bruun, sum tá var smá-
drongur, eygleiddi teir, meðan teir tosaðu.
Teir tosadu um okkurt, ið hevði tydning
Eyguni vóru so blonk, og teir vóru so
mælskir. Jákup mundi helst tosa føroyskt.
Janus tosaði eitt mál, sum var bæði út-
lendskt og danskt. Gudmund spurdi hann
tá, hví hann ikki tosadi føroyskt. Janus segði
tá »hart og títt okkurt, sum eg ikki fataði <.
Nógv ár seinni spurdi Gudmund Janus, hvat
hann hevði sagt henda dagin. >Á, kannst tú
minnast tann dagin<, svaraði Janus. So
legði hann aftrat:
Jú, eg segði, at tað, sum vit tosaðu um, lá
so høgt, at tað kundi ikki sigast á okkara
bondska víkingamáli, men var mær lív
lagað, so skuldi tann dagur koma, tá ið
mál okkara var eins vakurt og bleytt,
mjúkt og liduligt og Homers og Sokra-
tesar móðurmál
Tíðin gekk. Janus brúkt ein part av sínum
lívi ul at víðka um føroyskt. Væl bar til at
málbera seg um grind, torv, fisk og annað
ftøkiligt. Men málið skuldi eisini kunna
brúkast sum plagg um hugtøk úr søgu, vís-
ind, heimspeki og skaldskapi. Nakar ókrit-
iskur málvíðkari var Janus kortini ikki. Tá
ið Yrkingar, 1914, skuldu koma út, og út-
gevararnir vildu rætta »sang« til >song<,
talaði hann at. Hann vildi heldur ikki ganga
undir tað stranga kravið um eina ar-ending
hjá navnorðum í hvørsfalli kvennkyni. So-
statt yrkti hann >Blíð byrjar lívsins
siglingsferd«. Í hansara málfatan lá ein
samansjóðan av bragdligari nýhugsan og
trúskapi móti talumálinum. Hesa somu
búnu málfatan umboðaðu A. C. Evensen og
Rikard Long.
Ta mjúku millumloysnina
XI
Springvatnið kann vera ein ímynd av tí stað,
har málið lættir sær á, blomstrar, flýgur,
gjøgnumlyst av sólskininum, kínt av gentu-
låtn og vårliga flákrandi bløðum. Vegirnir
fram at hesum stað eru fleiri. Í fleirleikan-
um, í javnvágini millum ymiskar rein-
meintar mátar, liggur kanska byrjanin til
eina loysn. Tað natúrliga talumálið er
hjartatátturin í tí amboð, vit brúka til sam-
skifti — í skrift sum munnliga. Samstundis
kunnu vit ikki vera nyskapanina fyriuttan.
Viðhvert má fólkið tala at, og tess dómi
mugu vit boyggja okkum fyri. »B6kment-
ir« fingu innivist í føroyskum fyrst í øldini,
kanska fyrr. Orðið er nú partur av talu-
málinum. Men »åsttikin« — nei, vælsignað,
har seta vit markið, vit »forelska« okkum
enn sum áður. Hvat fremmandaorðunum
viðvíkir, liggur aftur her lykilin í saman-
sjóðan og fleirleika. Vit halda tað vera na-
túrligt at troyta okkara føroyska og norrøna
orðatilfar og finna smidlig og bendilig snið
til nýggj hugtøk og fyribrigdi. Vit gera tað
av ymiskum grundum. Bæði tí at vit halda
summi av hesum orðum vera snøgg — telda,
tyrla, flogbóltur. Og tí at vit hava eina
kenslu av, at okkara lítla og viðbrekna mál
ikki tolir eina ov eintáttaða innrás av
fremmandorðum. Men — eisini her biðja vit
konsekvensin ríða og renna! Tí lata vit av og
á fremmandaorðini sleppa framat, sum
kryddaríið, ið skal minna okkum á, at Hellas
og Rom, Paris og Firenze eru til.
Men vit venda okkum ikki ímóti nýhugs-
an. Vit vilja ikki læsa fyri hugflog og skap-
an. Vit vilja íkki vera illir, geldir oldingar
XII
Nei, eg loysi ikki henda knútin. Teir hava
bundið mær hann ov íastan. Bæði teir
gomlu stívrendu og teir nýggju stívrendu.
Tað má vera antin-ella. Ongantíð bæði-og
Komið mær til hjálpar hægri maktir og
brosandi holistar.
Eftir er bara at siga: Gud signi mítt fødi-
land Føroyar. Takk fyri børnini, sum lakka
paradis í skýmingini. Takk fyri musikkin
hjá Kristian Blak og orðabækurnar hjá
Zakariasi Wang. Takk fyri at tað toyar úti
hjá Jóhan Hendriki og Hjalmari og hinum
Bið teir fjálga um brand og bruna, klombur
og parantes, blómu og blomstur. Bið teir
ikki forfjóna >lítla jólaaftan<, tí minst til: vit
keypa jólagávur lítla jólaaftan, men fara á
flot tollaksmessudag. Takk fyri øll góð ráð,
eisini frá Dan og André. Lat samstundis títt
toybil røra teirra hjørtu, so teir aftra seg við
at smoyggja hesa nýggju spennitroyggjuna
niður yvir okkum.
Tí spell hevdi verið, um hesin gripur, sum
vit nú hava pussað so blankan, aftur varð
rikin úr sínum ærustóli
Hanus Andreassen
| Leygarkvoldið 1. apríl verður
— HUGNAKVOLD á
Í
Orkestrini
TWILIGHT
PAULI &
VINMENN
og DRIV spæla
Kostnaður:
Altkvoldið = kr.200,-
Degurði kr. 150,-
Dansur kr. 80,-
Bussur koyrir kring
býin eftir dansin
Vinarliga bíleggið borð
+ Hotellið við útsýninum
ORKESTUR TREFF
við undirhaldi & dansi
Vit bjóða:
* Heita fiskaragout við sjógæti
og heimabakaðum breyði.
* Búff Bernaise við bakaðum
epli, salati og grønmeti.
x Omaná — borðiskur við
kransakøku, marcipankonfekt
og fruktum.
HILMAR JAN undirheldir
DOGURÐATILBOÐIÐ er eisini
galdandi fríggjakveldið 31. mars
Altíð
vælkomin á
Tlf. 17500
undir borðhaldinum
……
rD
tel Fø
Tit í