Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 1995síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 6. APRÍL 1995 Gordon Machenzie, havnafúti í Scrabster: Føroyingar landaðu tíðindablaðið +) 1700 tons av hvitum fiski hjá okkum í fjør — Føroysk skip landaðu í fjór 1727 tons í fjór. Miðalprísurin lá um 10 krónur fyri kiloið selt var fyri góðar 17 milliónir krónur Føroysk fiskiskip roynast ógvuliga væl hjá havna- myndugleikunum í Scrab- ster. landingarnar hjá før- oyskum skipum, serliga trolbátum eru øktar munandi og í fjør var eitt satt metár. Tá vóru 100 før- oyskar landingar í Scrab- ster Sosialurin hitt vara- havnameistarin í Scrabster á fiskimessuni í Aberdeen herfyri. Havnamyndugleik- arnir í Scrabster høvdu ein bás á fiskimessuni og teir høvdu áhuga at koma í sam- band við skip og meguliga ' við fólk innan oljuvinnuna, nú leiðirnar vestanfyri ger ast alt meira áhugaverdar Føroysk skip, eru tey sum landa nógv mest i Scrabster. Tey landa fleiri ferðir so nógv sum skip úr øðrum londum. Í fjør vóru 100 føroyskar avreiðingar í Scrabster. Her er mest talan um smærri trolbåtar, men eisini onnur skip hava landað. Eitt nú garnaskipið Gordon Macenzie, varahavnameistari i Scrabster Grani. Føroysku landingar nar hava astóran tydning fyri inntøkurnar hjá havnini í Scrabster og eisini hjá handilslívinum í Thurso, sigur Gordon Macenzie, varahavnameistari í Scrab- ster Eg haldi eisini at sam starvið er sera gott millum okkum og føroyingarnar, vit kenna hvønn annan eftir hondini, og føroyingar eru sera góðir kundar, sigur hann Føroyingar keypa nógv rúsdrekka í Scrabster Sjálvt um rúsdrekka nú kann keypast í Føroyum, so er tad enn væl biligari i Skotlandi. Fyrr hevdi sam- bandið vid Smyrli stóran tydning fyri Scrabster og Thurso, og vit havaenn ikki slept vónini um at ein ferja aftur fer at sigla millum Føroyar og Scrabster, sigur Gordon Macenzie, varafúti Vit hava stórar ætlanir við havninif Scrabster. Æt- lanin er at víðka hana norðureftir og um stutta tíð fara smærri virkir undir at virka fisk í Scrabster. Tey eru í gerð og um einar tveir mánaðar fara tey undir framleiðslu, sigur hann Føroyiskir bátar hava regluliga selt fisk í Scrab ster síðan 1987. Tá vóru 16 landingar í Scrabster. Síðan eru landingarnar øktar so líðandi og í fjør var metår við 100 landingum Havnin í Srabster er rættuliga gomul. Heilt aftur í vikingaøld hevur verið vanligt at ankra í víkini, sum er náttúruhavn. Í 1841 var farið undir at gera at løgubryggju og í 1856 var farið undir fast ferjusam- band millum Stromness í Orkneyoyggjunum og Scrabster. Seks ár seinni varð vitin á Holborn Head bygdur. I 1897 varð havnin víðkað viðeini ferjulegu og ein nýggj bryggja vid høli til uppboðsselu varð eisini bygd. Undir báðum heims bardøgunum var Scrabster ein týdningarmiklil havn millum bretska meginland ið og flotastødina Scapa Flow í Orkneyoyggjunum jóstinus Havnin í Scrabster. Her vóru 100 føroyskar land ingar í fjór Viðingar siggja trol- bátar langt innan mark Trolbátarnir eru nógv innari, nú føroysku vaktarskipini liggja »Når katterer ude, spiller musene på bordet< sigur eitt gamalt danskt orða felli. Viðingar hava lagt ul merkis, at trolbåtar sum royna í Greianum norður úr Viðoynni síggjast nógv týðuligari nú, enn tá vaktarskipini eru fulltald Ein maður sigur fyri Sosialinum, at trolbát arnir eru so innalaga, at teir síggjast týðuliga. teir liggja heilt inni á sjey fjórðingum í løtum Geirin er ein leið norð- ur úr Viðoynni millum 6.32 stig og 5.58 stig longd. Her hava trol bátarnir loyvi at royna millum 12 og 15 fjórð ingar Tað frættist at trol bátarnir hava fingið fisk og at onkur siglir niður til Scrabster við last Utróðrarmenn á Norð- havinum eru forfardir yvir, at manningarnar á føroysku vaktarskipun- um skulu verða limir í einum fakfelag á landi Teir meta at tað er alt ov vágið fyri trygdina á sjónum, um eitt fakfelag á landi kann leggja vakt- arskipini Eg hoyrdi frá einum útróðrarbáti á Norðhav- inum, at hann hevði fing- ið motorskada. Hann ringdi ul Tjaldrið, men har fekk hann tey boð, at Tjaldrið lá í Havn og kundi ikki koma til hjálpar, tí tað var í verk- falli. Báturin fekk ein annan bát at sleipa seg til hús. hetta er heilt ótrú- ligt, sigur Frist Olsen, formaður í Klaksvíkar Utróðrarfelag Utróðrarmenn undrast eisini á, at danska sjó verjuskipið kann tillåta sær at liggja inni, nú bæði føroysku vaktar- skipini eru bundin av verkfalli jústinus