Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 142 - 1. august 2003 Nr. 142 - 1. august 2003 5 Trotið er stórt á lækn- um, ásannar lands- stýrismaðurin við heilsumálum. Hann hevur tí játtað, at tveir kommunulækn- ar vera settir afturat í høvuðsstaðarøkinum, um játtan fæst á fíggjarlógini. Har- afturat skal ein loysn finnast á læknaloys- inum í Sandoynni. Samstundis verður miðvíst farið undir at fyribyrgja sjúkum frá ungum árum HEILSA Ingi Rasmussen Trot er á kommunulæknum í Føroyum, og fleiri av teimum, sum eru í starvi, nærkast pensjónsaldrinum. Hetta er ein av álvarsligu trupulleikunum, sum før- oyska heilsuverkið fær at dragast við næstu árini. Í ólavsøkurøðuni nam løg- maður við spurningin, og í fylgiskjølunum sæst, hvørj- ar loysnir, Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsu- málum, arbeiðir við. Í løtuni eru fimm av 30 kommunulæknastørvum ósett, hóast javnan verður lýst eftir læknum at manna størvini. Trupulleikin er á ongan hátt serføroyskur, tí læknatørvur er í øllum Norðurlondum, og soleiðis hevur verið leingi, men í Føroyum eru færri læknar fyri hvønn íbúgva enn aðra- staðni. Í 2002 vórðu stig tikin til at loysa kommunulækna- tørvin við at skipa fyri at útbúgva kommunulæknar í Føroyum. Í besta føri merk- ir hetta, at tørvurin og trotið ikki verður størri, nú nógvir av teimum gomlu komm- unulæknunum fara frá. Tveir afturat í Havn Serliga í høvuðsstaðarøki- num hevur trýstið verið stórt á kommunulæknarnar, tí fólkavøksturin hevur ver- ið so stórur. Bill Justinus- sen hevur tí gjørt av at játta einari umsókn frá Tórs- havnar kommunu um at skipa tvey kommunulækna- størv afturat í Tórshavn við teirri treyt, at neyðug játtan fæst á komandi fíggjarlóg. Vera størvini lýst leys, er neyvan trupult at manna tey, tí tað vísir seg, at lækn- ar helst vilja arbeiða í høvuðsstaðnum. Hinvegin hava læknaviðurskiftini í Sandoynni í áravís ligið í skeljasori. Í løtuni er eingin fastur kommunulækni í Sandoy. Í frágreiðingini hjá løg- manni á ólavsøku stendur at lesa, at arbeitt verður í løtuni saman við kommun- um í hesum læknadømi til tess at fáa eina varandi loysn, sum sandoyingar og skúvingar kunnu vera nøgdir við. Ein vaktarmiðstøð Avgjørt er at raðfesta so- leiðis á kommunulækna- økinum, at orka fyrst verð- ur løgd í at bøta um ar- beiðsviðurskiftini hjá kom- munulæknunum. Fyrsta stigið er at lætta um tær mongu vaktirnar við at gera eina nýggja vaktarskipan fyri meginøkið og Sand- oynna, ið verður løgd á eina læknamiðstøð í nýggja bygninginum á Lands- sjúkrahúsinum. Nýggja vaktarskipanin skal veita teimum, ið tørva læknahjálp fyri og eftir vanliga arbeiðstíð, betri tænastu og kommunulækn- unum betri arbeiðsumstøð- ur. Miðað verður eftir, at vaktarskipanin verður sett í verk, tá nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu. Bert ein skúlalækni Ein annað læknamál, sum hevur ligið óloyst í áravís, er skipanin við skúlalækna. Tað er ein stórur trupul- leiki, at skúlalækni ikki er á nógvum av landsins skúl- um, ásannar landsstýris- maðurin. Nú er eitt uppskot til nýggja skúlalæknalóg loks- ins sent til ummælis, og áhugin vísir seg at vera stórur fyri skúlalæknaskip- anini, tí nógvar viðmerk- ingar eru innkomnar. Sambært uppskotinum, ið sent var til ummælis, skal bara vera ein skúla- lækni í Føroyum. Skúla- læknin skal so koma runt í allar skúlar, og tað skal gera, at skúlalæknin fær serkunnleika á økinum. Í hesum sambandi skal skúlalæknin millum annað samstarva við heilsuverkið og fakbólkar, so sum heilsusystrar lærara og onn- ur. Uppskotið skal virka fyri, at fyribyrgjandi arbeiðið verður betri á skúlunum við heilsukanningum, ráðgev- ing og verkætlanum. Fyribyrging fyrst Fólkaheilsa og heilsufremj- andi tiltøk verða raðfest ógvuliga ovarlaga, stendur í frágreiðingini hjá løg- manni. Yvirhøvur er fyri- byrging eitt mál, sum Bill Justinussen hevur sett í há- sæti. Ætlanin er, at tiltøkini hava fasta stevnu, so tey í fyrstu atløgu venda sær til og fata um børn og ung. Økini, sum verða raðfest, eru kostur, rørsla, rúsevni og harðskapur. Í hesum sambandi varð skipað fyri evnisdegi, sum hevði til endamáls at geva íblástur til fyribyrgingararbeiðið. Ein arbeiðsbólkur er settur undir Fyribyrgingarráð- num. Uppgáva teirra verður at arbeiða við heilsufremj- andi tiltøkum til frama fyri fólkaheilsuna. Somuleiðis er peningur settur av á fíggjarlógini í ár til at gera trivnaðarkanningar. Læknatrotið vindur upp á seg Sjúkrahús verða samskipað Bíðilistarnir skulu minkast, færri skulu viðgerðast uttanlands, og virksemið á teim- um trimum sjúkra- húsunum skal samskipast betur. Tað hevur Bill Justinussen, lands- stýrismaður við heilsumálum, sett sær fyri HEILSA Ingi Rasmussen Stóra menningin í tøkni ger, at alsamt fleiri við- gerðartilboð eru til fólk. Tað viðførir samstundis, at Føroyum tørvar fleiri læknar og heilsustarvs- fólk. Bill Justinussen hevur sett ein arbeiðsbólk við tí endamáli at fáa sam- skipað virksemið á teimum trimum sjúkra- húsunum, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa nøktandi heilsutænastur á so nógvum økjum sum møguligt. Ætlanin er, hetta ar- beiðið skal enda við, at latið verður landsstýris- manninum eitt álit eina- ferð í heyst, sum hevur uppskot til, hvussu heilsuverkið kann endur- skipast. Arbeitt verður eisini við at minka bíðilistar- nar, serliga til tær løttu skurðviðgerðirnar. Í tí sambandi er framvegis ætlanin at føra neyv hagtøl yvir bíðilistar til tær ymisku viðgerðirnar. Upplýsingarnar skulu vera almenn fyri øll. Landsstýrismaðurin hevur eisini sett sær fyri at minka um útreiðslur- nar til viðgerð uttan- lands. Í 2002 vóru 1480 sjúklingar sendir uttan- lands til viðgerðar. Nú verður kannað, um tey trý sjúkrahúsini kunnu gera nakrar av hesum viðgerðum í Føroyum. Samstundis er farið undir eitt miðvíst ar- beiði at fáa greiði á, um tann tænasta, sum sjúkra- húsini keypa, og tann viðgerð, sum verður veitt á útlendskum sjúkra- húsum, kann verða skip- að øðrvísi, so tað gagnar sjúklinginum best. Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur eina trupla og umfatandi uppgávu, tí trot er á bæði kommunu- og sjúkrahúslæknum Mynd: Jens K. Vang Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaks- vík, er ónøgdur við- víkjandi gongdini í málinum um ognan av lendi til vegagerð klaksvíksmegin tunnilin. - Vit hava einki fingið at vita frá hvørki Landsverk- frøðinginum ella Vinnumálastýrinum, og slíkt skapar ótryggleika og óvissu fyri Klaksvíkar Kommunu NORÐOYATUNNILIN Heini í Skorini Í Klaksvíkar Kommunu hevur rættiligur ivi tikið seg upp um lendi í Klaksvík, har vegagerð í næstum er á skránni. Steinbjørn Jacob- sen, borgarstjóri, vísir á, at teir í longri tíð hava væntað at fingið boð ella upp- lýsingar frá antin Lands- verkfrøðinginum ella Vinnumálastýrinum, men enn er einki hent í málinum Alt er ógreitt Steinbjørn Jacobsen vísir á, at lendi, har vegir skulu gerast, er privat ognarjørð, og talan er um umleið 120 persónar, sum eiga partar í lendinum. Enn hevur eing- in fingið bræv, ongar sam- ráðingar eru farnar í gongd, og Klaksvíkar Kommuna veit ikki, hví teir enn ikki hava fingið nakra ábending um, hvat fer fram. – Vit mugu tíverri siga, at vit eru rættiliga misnøgdir við higartil einki at hava frætt. Í løtuni er alt viðvíkj- andi vegagerð ógreitt, og tí- skil kunnu vit ikki fyrireika okkum til tað megnarar- beiði, kommunan hevur ábyrgd av og sum liggur fyri framman, sigur Stein- bjørn Jacobsen. Borgarstjórin vísir víðari á, at í flestu førum er talan um eina langa prosess, tá samráðingar og semjur skulu finnast um ognarjørð, og gerst talan um ognar- tøku, kann málið veruliga gerast langdrigið. Vegur skal gerast frá tunnilsmunnanum klaks- víksmegin og til lands- vegin, og rundkoyring skal vera við Tekniska Skúla. Vegastrekkið er umleið 400 metrar, og tískil er talan um eitt stórarbeiði, sum í løtuni skuldi verið greiðari fyri Klaksvíkar Kommunu. Steinbjørn Jacobsen ynskir ítøkiligar upplýsing- ar, og hann metir, at málið hevur verið alt ov stilt sein- astu tíðina. – Eg undrist á, at viður- skiftini ikki eru greiðari. Vit hava havt gott samskifti og samarbeiði við P/F Norðoyatunnilin, men hetta málið viðvíkjandi vegagerð hevur Landsverkfrøðing- urin undir Vinnumálastýr- inum ábyrgdina av, og vit vita ikki, nær og hvat fer fram, sigur borgarstjórin. Hann undrast eisini á, at bert Heini O. Heinesen hevur verið frammi og víst á ov ógreið viðurskifti í sambandi við verkætlanina. Steinbjørn sigur, at uttan uppýsingar fara gitingar í gongd, og søgur um, at eingin peningur fyriliggur til verkætlanina, eru eisini farnar í gongd, tó uttan nakra staðfesting. Borgarin hildin fyri gjøldur Steinbjørn vísir á, at teir ikki hava áhuga at blanda seg í politisku viðurskiftini, tí tað eru landspolitikarar til, men kommunalu mynd- ugleikarnir eiga at hava ítøkiligari upplýsingar at arbeiða við. Talan er um alt ov lítla upplýsing til bæði komm- ununa og fólkið. Við ov lítl- ari vitan skapast leysasøgur og ógrundaðir pástandir, og spurdur um hetta er borgar- stjórin avgjørdur. – Í Klaksvík veit eingin, hvat fer fram, og við ein verkætlan á 3-400 mió. krónur hevur borgarin rætt til støðugar upplýsingar frá teimum, sum hava ábyrgd- ina. Borgarin verður í løt- uni hildin fyri gjøldur í løtuni, staðfestir Steinbjørn Jacobsen at enda. Borgarstjórin í Klaksvík um Norðoyatunnilin: Alt ov ógreitt Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, vísir í viðmerking til Steinbjørn Jacobsen á, at eingin peningur fyriliggur enn til lendið í Klaksvík, har landsvegur og rundkoyring skal gerast. – Vit bíða framvegis eftir eyka- játtanini á 4-500.000 krónur NORÐOYATUNNILIN Heini í Skorini Landsverkfrøðingurin Oyvindur Brimnes stað- festir tað, Steinbjørn Jacob- sen spyr um viðvíkandi peningi hjá Landsverkfrøð- inginum, at eingin peningur enn fyriliggur hjá teimum at fara í holt við keyp ella ognartøku av lendi í Klaksvík, har landsvegur skal gerast. Men neyðugu upphæddirnar skuldu sam- bært Oyvind Brimnes verið játtaðar í nærmastu framtíð. – Vit hava søkt um eyka- játtan á 4-500.000 krónur gjøgnum Vinnumálastýrið, og vit vóna sjálvsagt, at peningurin verður játtaður, tí uttan hann kunnu vit ikki fara í gongd við ognartøku. Brøvini farin út Tá talan er um so nógvar privatpersónar, sum eiga jørð, verða brøv send til allar eigarar í staðin fyri vanligar samráðingar, tí tað hevði tikið ov langa tíð. Ein partur av brøvunum verður sendur frá Landsverkfrøð- inginum, meðan hin part- urin verður sendur frá P/F Norðoytunnilin. Lands- verkfrøðingurin váttar, at brøvini til tað jørðina, teir skulu ogna sær, eru send til eigarar beint undan ólav- søku. Sostatt eru brøvini farin út, og freistin er fýra vikur. Landsverkfrøðingurin vísir á, at teir hava gjørt tað, teir skulu, og í løtuni verður sostatt enn bíða eftir pen- inginum, sum enn ikki er játtaður, og sum sambært borgarstjóranum Steinbjørn Jacobsen hevur skapt óvissu í Klaksvík. Viðmerkjast skal, at undirritaði royndi til fánýtis at fáa eina viðmerking frá Karsten Hansen áðrenn evstamark á blaðnum, men vónandi hava vit eina við- merking frá honum um eykajáttanina til næstu útgávu. Steinbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við verandi viður- skifti í tunnilsverkætlanini um Leirvíksfjørð. – Viður- skiftini eru alt ov ógreið, og vit fáa ov lítið at vita Landsverkfrøðingurin: Eingin peningur fyriliggur enn Oyvind Brimnes, Landsverkfrøðingur, bíðar eftir eykajáttan, sum Vinnumálastýrið hevur søkt um. - Nú bíða vit bert eftir eykajáttanini, tí áðrenn peningur fyriliggur kunnu vit ikki fara í holt við ognartøku C M Y K 5 4