Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 142 - 1. august 2003 Nr. 142 - 1. august 2003 7 Heimasíðan kemur Borgarstjórin í Klaksvík vísir á, at ov lítlar upplýsing- ar eru til fjøldina í Klaksvík og sum heild. Í viðmerking til hetta sigur stjór- in í P/F Norðoya- tunnilin, Dávur Reinert Hansen, at ein heimasíða á al- nótini verður tøk í framtíðini NORÐOYA- TUNNILIN Heini í Skorini Tá verkætlanin við vágatunnlinum var í gongd, var ein heima- síða hjá partafelagnum eisini at finna á alnótini, og var hon dagførd eina- ferð um vikuna við nýggjastu upplýsingum, so fólk høvdu møgu- leikan at fylgja við gongdini. Norðoyatunnilin onga heimasíðu Í verkætlanini við Norð- oyatunnlinum hevur nakað av ónøgdsemi staðist av vantandi upp- lýsingum, og m.a. verð- ur víst á, at eingin heimasíða er til taks at lesa fyri almenningin og myndugleikarnar. Heimasíðan kemur Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoya- tunnilin, vísir í hesum høpi á, at heimasíðan er ein tænasta, sum avgjørt er neyðug, og hon verð- ur eisini gjørd í næstum. - Heimasíðan kemur, so fólk kunnu fylgja við, men eg dugi tíverri ikki at siga heilt ávíst, nær hetta verður, sigur Dáv- ur Reinert Hansen. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir aðra- staðni á síðuni á, at klaksvíkingar og fólk annars hava rætt til at vera upplýst um eina so kostnaðarmikla ætlan, og enntá verður sagt, borgarin verður hildin fyri gjøldur. Ein heima- síða hevði uttan iva bøtt um viðurskiftini á hes- um øki, so sleppast kann undan ógreiðum viður- skiftum, gitingum og leysasøgum. Fáir kvinnuligir leið- arar eru í Føroyum, og tað kann tí vera einsligt at vera kvinna og leiðari her heima, tá hugsað verður um netverk. Nú fáa tær tó møguleika fyri at menna sítt netverk – millum annað við onnur lond ARBEIÐS- MARKNAÐUR Marjun Dalsgaard Føroyskir kvinnuligir leið- arar hava nú møguleika fyri at menna sítt netverk ikki bara her á oyggjunum, men eisini í samband við út- jaðarøkir í øðrum londum eitt nú Finlandi, Russland og Svøriki. Menningarstovan stendur fyri eini ES-verkætlan, PROFILE, sum hevur til endamál, at skapa samband millum kvinnuligar leiðarar millum lond. - Netverk er størsta styrk- in hjá einum leiðara, sigur Kjartan Christiansen, leið- ari á Menningarstovuni. Av tí at tað eru fáar kvinnur í leiðarastørvum í Føroyum, heldur hann, at tað er av týdningi at føroyskar kvinnur menna sítt netverk. - Menn brúka netverk á ein annan hátt enn kvinnur og hava ofta størri netverk enn tær í mun til sítt starv. Fyrimunurin, við einum tiltakið, sum skapar sam- band við onnur lond, er, at tú fær møguleika at læra nakað av øðrum londum, sum á ein hátt líkjast okk- ara, men tó hava aðarar um- støður og møguleikar, sum vit ikki kenna til. - Í mun til tey londini, sum vit skapa samband við, hevur føroyska samfelagið tann fyrimun, at vit búgva tættari, men vit kunnu lære nógv av til dømis útjaðar- økjum í Russlandi, Finn- landi og Svøríki, av tí at har eru fleri fólk, sigur Kjartan Christiansen, sum heldur, at alt ov fáir kvinnuligir leiðarar eru í Føroyum. Skulu vera helvt um helvt - Vit eru helvt um helvt kvinnur og menn, og tí eigur tað at verða helvt um helvt - eisini í leiðarastørv- um. Tað manglar nakað í lívførinum, um býtið ikki er helvt um helvt, og tað er eisini galdandi innan leiðslu. Vit hava brúk fyri kvinnum í leiðarastørvum, tí tær ofta hava eina aðra tilgongd til leiðarastarvið, sigur hann. Eftir hvørja kreppu er talið av kvinnuligum leið- arum minkað, tí menn hava lættari við at fáa leiðara- størv – ofta vegna sítt net- verk. - Tað er av stórum týdn- ingi, at kvinnur, ið hava førleika og hug til at umsita leiðarastørv í Føroyum eis- ini hava møguleika fyri at royna seg her. Um tær hava eitt gott starv aðrastaðni, og ikki kunnu fáa somu av- bjóðingar í Føroyum, tíma tær sjálvsagt ikki heim, sigur Kjartan Christiansen. - Hetta er bert rætt um ætlanin er, at kvinnur og menn skulu búgva í hvør sínum landi, leggur hann aftrat. Einki líknandi tiltak hevur verið fyri føroyingar áður, og hann veit tí ikki at siga, hvat kann væntast av undirtøkuni. Annika Joensen Ward- um, forkvinna í Javnstøðu- nevndini heldur, at hetta er ein góður møguleiki fyri at styrkja kvinnuligir leiðarar, men at tað í hesum føri er serliga týdningarmikið, at kvinnuligir leiðarar eru sjónligir, til dømis í fjøl- miðlum og vísa, at tað kann lata seg gera. Allar kvinnur í leiðara- størvum kunnu luttaka í verkætlanini – einasta treyt er sum so, at tær tosa enskt. Umsøknir skulu latast Menningarstovuni innan 12. august – har fleiri upp- lýsingar eisini kunnu fást um verkætlinia. Hon byrjar í august í ár heldur fram til november 2004. Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoyatun nilin, sigur, at ein upp- lýsandi heimasíða á alnótini er á veg Kvinnuligir leiðarar skulu styrkjast - Tað er av stórum týdningi, at kvinnur, ið hava førleika og hug til at umsita leiðarastørv í Føroyum eisini hava møguleika fyri at royna seg her, sigr Kjartan Christiansen, leiðari á Menningarstovuni Tað var bæði rúm fyri tí søguliga við ólav- søkuni, og tekstum hjá Heðini Brú og Ernest Hemmingway í ólavsøkuprædikuni hjá Ingu Poulsen Dam í ár ÓLAVSØKUPRÆDIKA Páll Holm Johannesen Eftir eitt sindur av rumbli hevði stungið seg upp undan ólavsøku um, hvør skuldi halda ólavsøku- prædikuna, gjørdist greitt, at varamaðurin hjá Ólavi Rasmussen, Inga Poulsen Dam, endaliga fekk heið- urin at halda prædikuna í ár. Undan prædikuni segði hon seg vænta, at hon fór at taka tað søguliga við í prædikuni, og so var eisini. Hon heldur, at tað søguliga í ólavsøkusiðinum bæði er spennandi og avbjóðandi, og hóskar væl til eina prædiku á tjóðarhátíð hjá føroyingum. – Eg haldi tað er gott at síggja arv, fólk og tjóðina í ljósinum av evangeliunum, og tí valdi eg tey høvuðs- evnini í prædikuni, sigur Inga Poulsen Dam Sum vanligt er á ólav- søku, so var Dómkirkjan fullsett týsdagin. Teksturin ólavsøkudag var úr Matteus 16. Tingið og kirkja knýtt Inga Poulsen Dam segði í prædikuni, at ólavsøkan altíð hevur verið ein kirkju- lig høgtíð. Hon nevndi, at ting og kirkja hava gjøgnum tíðina verið tætt knýtt. Tað er ein gamal siður, at gudstæn- astan opnar tingsetuna á ólavsøku, og at siðurin hev- ur djúpar søguligar røtur. Inga metir, at siðurin við gudstænastu undan tingset- uni gevur landsins politikk- arum nakað at hugsa um. Teir eru valdir av fólkinum, og teirra uppgáva er at bera so í bandi, at fólk hava tað gott, og tað er sama Guds vilji. - Hetta hava vit av og lyndi til at gloyma, og tí metti eg tað vera sera hóskandi at samantvinna tingsetuna og kirkjuna, sigur Inga Poulsen Dam Brú og Hemmingway Stórur partur av prædikuni hjá Ingu ólavsøkudag var bygdur um kantaduna hjá Heðini Brú, Fedranna tala. Inga sigur, at hon fyri lang- ari tíð síðan gjørdi av, at dagurin, hon skuldi halda ólavsøkuprædikuna, ætlaði hon sær at nýta kantaduna hjá Heðini Brú. – Teksturin hjá Matteus er rættiliga relevantur til Fedranna talu, og vit kenna okkum aftur í tí Heðin Brú skrivar um, og tí valdi eg at nevna Fedranna talu í præ- dikuni, sigur Inga Poulsen Dam. Umframt Heðin Brú, nýtti Inga eisini Ernest Hemmingway í prædikuni. Í søguni "Gamli maðurin og havið" skrivar Hemm- ingway um fátæka mannin, sum fær tann stóra fongin. Dømið við Hemmingway er nýtt til at vísa á, at menn- iskja ikki skal binda seg til lívið og menniskju, tá veru- ligi vinningurin er, tá vit siga farvæl her á foldum. – Lívið fáa vit frá for- eldrum okkara og okkara medmenniskjum, men einaferð missa vit lívið, og júst tað verður lýst væl í tekstunum hjá Heðini Brú og Hemmingway, og tí hóskaðu teir væl inn í prædikuna, greiðir Inga Poulsen Dam frá. Alt byrjar og endar í Gudi Inga Poulsen Dam róð eis- ini nógv framundir í præ- dikuni um søguliga við kristnidóminum. Hon nevndi, at nógv er skrivað og sagt um kristnidómin, men tað undrunarverda er ikki tað, sum í liggur mannahondum, vilja og tanka. Loynidómurin liggur hinvegin í Gudssøgu, har tað ikki eru vit, sum lesa søguna, men søgan sum lesur okkum. – Tað er bara Gud, sum kann fortelja søguna um seg, tí alt byrjar og endar í Gudi, og í kristnidóminum hava vit tað fullkomnu søg- una greiðir, Inga Poulsen Dam at enda frá. Søgulig ólavsøku prædika C M Y K 7 6