mikudagur 12. apríl 1995síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
. 72 — 12. APRÍL 1995
Nr 9 - ——————
viðmerking
Trolbátarnir hava
ikki brotið logina
Eg má siga, at eg varð sera
bilsin at lesa blað tykkara
leygardagin. har tit so
dyggiliga leypa á meg og
kundar mínar. Tað skal ikki
fara óátalað aftur við borð
inum. Lat meg fyrst taka
Heina O. Heinesen. Heini
var á keiini mikudagin, tå 10
vit byrjadu at landa. Vit
stóðu nógvir og tosaðu sam
an, og tað var sera hugaligt
at síggja allan fiskin, ið bát
arnir høvdu fingið. Heini
helt tað eisini vera hugaligt
at síggja og segði: >Hatta er
í fínasta ordan«. Sjálvandi
segði hann tað tí tað vóru
bert trolmenn ul staðar
hesuferð. Hinvegin prógvar
tað bert, hvussu Heimi O
Heinesen veruliga er, tá ið
hann í grein tveir dagar
aftan á ákærir teir menn,
hann hósdagin gav eitt
herðaklapp fyri at fiska
innan fyri og citera teir fyr
at hava sagt mangt og hvat,
sum alt hevur samband við
at bróta lógina. Tað vísir
seg, at Heini er vid at
»spreingjast« av spenningi,
tí nú hevur hann ein sera
góðan møguleika fyri at
agitera fyri linu-stemmum,
sum eru fleiri í tali
Trolbátarnir hava ikki
brotið nakra lóg. Teir hava
allir roynt á einum øki, sum
læt upp fyri troling 1. apríl
og tær ákærir, sum Heini og
blaðmaður tykkara føra
fram, kunnu afturvísast við
at vísa á úttalilsið frá Fær
øernes Kommando
Eisini verður fleiri ferðir
sagt, at trolbátarnir snýta í
kvotu. Vit hava fleiri ferðir
havt fiskiveidieftirlit og
mær vitandi hevur alt verið
rætt uppgivið, og alt hevur
verið í fínasta ordan. Eisini
hava vit havt tolleftirlit og
har hevur mær vitandi alt
eisini verið í ordan
Persónliga haldi eg at vit í
Føroyum eru komnir til eitt
vegamót og standa til at
veljahvat vit skulu gera. Vit
havaeitt samfelag, sum skal
hava eftirlitsfólk til at hava
eftirlit við fólki, sum aftur
skulu hava eftirlit við at eft
irlitið er í ordan o.s.fr. Hetta
er sama system, sum hevur
verið við til at skapa ruðu
leika í løndunum eystan fyrr
og sum føroyskir politikarar
saman vid embætismonn
um nú innføra í Føroyum
Tad stendur sólarklárt, at
føroyingar kunnu ikki hava
eina kvotuskipan. Fiski
vinnutjóðin Feroyar kann
ikki nokta fiskimonnum at
fiska, tí so steðgar alt upp
Halda bureaukratarnir í
Havn tað vera eina sjálv-
fylgju, at lønir teirra koma
singlandi úr landskassan
um hvønn mánað? Spyr
tykkum sjálvi, hvar hon
veruliga stavar frå! Halda tit
veruliga at fiskivinnan er at-
voldin til kreppuna í Fer-
oyum?
Nei, sannleikin er tann, tit
hava eina almenna nýtslu
uppá uml. 3,5 mia. árliga og
eitt útflutningsvirði uppá
2,3 mia. og tað dugir ein og
hver at rokna út, at tað gev-
ur eitt hall uppá 1,2 mia. um
árið. Hvat gera tit so? Jú, tit
senda boð til Danmarkar
fyri at fáa køn fíggjarfólk til
Føroya at hjálpa okkum úr
kreppuni. Urslitid er, at vit
skulu avmarka fiskivinn-
una, tad hevur vid sær eina
automatiska lækking í út
flutningsvirðinum og sam-
stundis hava mein eftirlit og
umsiting, sum hinvegin
gevur eina hækking í tí al-
mennu nýtsluni, so at úrslit
tíðindablaðið + -- ["
ið gerst innan stutta tíð ein
almenn nytsla uppá 4 mia
og eitt útflutningsvirði uppá
1,8 mia., t.v.s. at vit koyra
vid fullarið ferð móti øko-
nomiskum undirgangi
Nei, eg haldi at tað er tíð
hjá tí veruliga føroyska sjó-
manninum og skipaeigara
num at gera upp við skriv
stovuveldid Føroyar og siga
»hertil og ikki longur«. Tað
er hóast alt eitt mark fyri
hvat fólk tímir
Tað besta var tá ið eg
blaðaði um í Sosialinum og
las grein eftir John Smith
Nú kenni eg væl John og eg
haldi hann er sera evnarík
ur, so alt gott um hann. Men
hvussu í víðu verð kunnu
føroyingar yvirhøvur
droyma um at endurnýggja
sin skip vid verandi skipan?
Nei, eg haldi tað er tíð at
fiskimenn og skipaeigarar
seta seg saman fyri at gera
seg galdandi, tí tað eru í
grundini teir, sum fíggja alt,
og eg meini alt tað føroyska
samfelagið
Trol er komið fyri at
verða og húkur er komin
fyri at verða. Trolmenn og
húkamenn kunnu tosa sam-
an. Tað, sum elvir trupul-
leikar eru politikararnir,
sum elva stríð, og fólk í um-
siting, sum hava »gloymt«,
at tey bert umsita fiskivinnu
og ikki eiga og reka hana
eftir persónligum ynski
Sera skuffaður
Símun Gullaksen,
Klaksvík
—W.
Sannleiki og rættvísi
Vanlig fólk í Føroyum hava
einki at skula hava sagt. Penga-
maktin hevur alt valdið — og
flestu týðandi avgerðir verða
tiknar í duldum undir serligum
fyritreytum; vit kalla tað van
liga rossahandlar. Jóhann
Mortensen tosar um id:otar og
nassarar, og Trygvi F. Gutte
sen roynir at rættleiða hann, at
tað almenna og tann pnvata
vinnan skuldu heldur sam
starva enn at:illteinkja hvønn
annan
Sannleikin um ymsu viður
skiftini í Føroyum er nngur at
finna. Hægstu myndugleikar
bæði her á landi og í Danmark
stríðast um, hvussu sannleikin
um bankamálið kann fáast
fram. Vit vanligu borgarar
vænta ikki longur, at sannleik-
in trívist í Føroyum millum
lygn og fananskap, — vit skulu
eita víða um, áðrenn vit finna
eitt sokallað kristið land við so
ókristiligum gerðum, sum vit
Ler á oyggjunum eru vitni til
Shell-stødin í Getudali skifu
eigara hósdagin í farnu viku.
og stødin heldur fram, sum um
einki var hent. — Um vit læra
okkum at vera køld og kenslu
leys — og at vera glad, so leingi
ólukkan ikki rakar okkum
sjålvi, so kunnu vit hava tað
gott!
Men hver kann tað!
Søgan um stødina í Getudali
er í stuttum tann, at har hava
Jákup og Mildrið skapað eitt
lívsgrundarlag frá grundini av
og hesi árini lagt alla orku í
fyri at geva viðskiftafólkum
teirra bestu tænastu. Tá ið
kreppan kom, fór sølan so nógv
niður, at ikki bar til áhaldandi at
svara hvørjum sítt, og at enda
varð avgjørt at koyra støðina í
sjålvbodna likvidation. Men
tað lætnaði hjá Jåkupi, tå tað
var Sheli og ikki eitt annað
felag, ið keypti, tí vænt-andi
kundi ein avtala fáast við Shell,
so at tey kundu halda fram
Men gakk! Seinnapartin sama
dag komu umboð fyri Shell
norður og góvu boð um, at nú
var bert at gera vørugoymsluna
upp — og so út! — Onnur fólk
skuldu nú til at reka støðina
Shell er í sínum fulla rætti at
avgera, hver skal reka støðina
framyvir. — Og Føroya ban! er í
sínum fulla rætti at reka fólk úr
teirra húsum og av landinum
Men hver er hesin rættur — og
hvønn rætt hava fólk, sum gera
sítt arbeiði til lítar hvønn Guds
skapta dag? Vit spyrja, men fáa
einki svar, mugu bert staðfesta,
at sannleikin og rættvísið er
eisini rikið á dyr!
Vit eru nógv her í Eystur-
oynni, ið vilja takka tykkum,
Jákupi og Mildrið, fyri sera
góða tænastu, tit við tykkara ar-
beiðsorku og verumáta hava
veitt okkum. Og vit fara at hava
tykkum í huganum, hverja ferð
vit koyra fram við stødini. Og
nærri enn at koyra fram við úti á
landsvegnum koma vit ikki, so
leingi fremmant fólk verður
har
Eysturoyingar
VERKFALLID E
pr
RA
GA SG ILL
rmmar BINGO
— sum mátti utsetast
BYRJAR UM FÁAR DAGAR
fo: FRÁLÍKUM VINNINGUM
Tit, sum vegna verkfallið ikki kundu gjalda rættstundis —
og oll tit, ið vilja vissa tykkum ØLL BINGOBLOÐINI...
GERIST HALDARAR
og fáið blaðið frá bingobyrjan
EISINI TAÐ VIÐ PLATUNI
RINGIÐ BEINANVEGIN 1 18 20
ella sendið haldaralepan (Vit rinda postgjaldið).
Eg gerist haldari av Tíðinda-
blaðnum Sosialinum og fáið
JA J blaðið 5 ferðir um vikuna.
225 kr./ársfj. (haldarar í Føroyum) O
425 kr./ársfj. (haldarar í Danmark) Q
340 kr./ársfj. (haldarar í Danmark, 5 bl. í sem). O
Onnur lond/Ymiskir prísir
Til ber altíð at gerast haldari og goldið
verður bert fyri blødini, ið eftir eru av
ársfjórðinginum.
Bústaður: ...........
Bygdbýur: ...................---..........
ss USS
Kannað postverkinum
Ókeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
Postboks 76,
FR-110 Tórshavn