Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 Leygardagur 13. mai 2000 Sjey børn Bóndahjúnini í Heimistovu á Viðareiði hava ikki ligið sjóvarfallið av sær, tá ið talan er um at seta arvingar í verðina. Eftir átta árum fingu tey seks børn, og fyri kortum kom eftir- nølarin, sum ikki hevur fingið navn enn. – Vit eru í uppisetri við nøvnum, sigur mamman brosandi. Lesið miðsíðurnar Tey sjey børnini hjá Malvinu og Nils J. Absalonsen á Viðareiði í kronologiskari røð. Aftanífrá: Sámal Michael, Dánjal, Kristina, Gunnvá, Katrin, Jóhan og lítli beiggi... Mynd: Jens Kristian Vang Javnvág í søguna Nú skal leitast eftir skjølum í eystureuropiskum skjala- goymslum. Støðan hjá Før- oyum undir kalda krígnum skal lýsast frá báðum síðum. Lesið á síðu 19 Steingjan av R. C. Effersøesgøta við SMS Vegna vegabeiði verður R. C. Effersøesgøta, frá Egholmstrøð til Húsagøta, stongd fyri allari ferðslu frá leygardegnum 13.05.2000 kl. 14.00, til mánamorgun 29.05.2000 kl. 06.00. Broyting í Bussleiðini: Leið 1: Koyrir úr Steinatúni , eftir R. C. Effersøesgøta, Gripsvegi, Hoyvíksvegi og Tjaldursvegi til Gundadalsveg, sum síðani koyrir sum vanligt. Leið 2: Koyrir úr Hoyvík, eftir Staravegi, Heykavegi, Tjaldursvegi, Hoyvíksvegi og Gripsvegi, sum síðani koyrir sum vanligt. Leið 3: Koyrir úr Steinatúni, eftir R. C. Effersøesgøta, Gripsvegi, Hoyvíksvegi, Tjaldursvegi og Heykavegi, sum síðani koyrir sum vanligt. Øll óneyðug tung ferðsla verður víst til at koyra eftir ringvegnum, meðan R. C. Effersøesgøta er stongd.