leygardagur 13. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 92 - 13. mai 2000
16
Nr. 92 - 13. mai 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Óla Jákup Rólantsson,
útvarpsmaður
Lítið mundi australski bushmaðurin gruna, har hann allogin
og framyvirboygdur við einum vocabulari uppá nøkur fá
einstavilsisorð kom dragsandi konuna eftir hárunum, at
nøkur ártúsund seinni skuldi kvøldarítriv hansara heima í
holuni eftir at eldurin var uppfunnin gerast eitt altjóða
multimillióna bussiness. Og lítið mundi hann gruna, at pr.
24. mars ár 2000 eftir Kristi føðing vóru ikki færri enn
17.563 útbjóðarar á Alnetinum, sum livdu av at forkoma og
reinsa burtur eftiraping eftirkomaranna eftir júst hansara
kvøldarítrivi.
Grafitti kom hvørki við litkritinum ella málingaspray-
dósini. Sambært nøkrum serfrøðingum á økinum var holu-
búgvin meira framkomin í sínum speiandi karikaturum av
sínum umhvørvi, enn hip-hop-kultururin er tað í dag í gráu
smogum New Yorks.
Men grafitti gjørdist ikki alheims kent fyrrenn í okkara
tíð. Kanska tað byrjaði við nátthúsfilosoffunum, sum kroystu
onkur hissini veingjaði orð úr sær afturvið eini óflýggjaligari
tekning, meðan teir nú kortini gjørdu burturav sær. Kanska
var tað Kilroy, sum ongantíð gloymdi at skriva “Kilroy was
here” – og fekk øll onnur at gera tað sama – sum var
upprunin.
Grafitti varð ikki viðurkend list. Tað var ungdómsins
mótmæli. Tað var ljótt, dálkandi og altíð málað har, sum tað
ikki skuldi málast, ella har, sum málað var frammanundan.
Fólk endaðu í samfelagstænastu og í fongsli fyri grafitti.
Ameriskar kvinnur stovnaðu mammufeløg móti grafitti.
Californisku fongslini vóru á tremur av ungdómi á høgum
listarligum støði, sum bert tørvaði eitt lørift og ein sýnis-
glugga.
Samfeløg høvdu ørandi útreiðslur av grafitti. Sápuverk-
smiðjurnar blómaðu, ameriskir dómarar settu smákriminellar
útaftur á gøturnar at arbeiða fyri kommunurnar sum vaski-
konur, ið royndu framkomna tøkni, til tess at vaska ivasomu
listina burtur avaftur býnum. Ein heilur sjálvfóðrandi ídnaður
tók seg upp — ungdómurin málaði grafitti, varð fongslaður,
onnur fingu samfelagstænastu at reinska býirnar, og sápu-
og málingaframleiðarar gnýggjaðu sær lógvarnar.
Sumstaðni eystanfyri sóu býirnir í fjarstøðu út sum ab-
straktir málningar, í onkrum muslimskum landi var effek-
tivasti stopparin settur fyri ólevnaðinum, tá onkur hevði
dittað sær at svansa ein annars halgan húsavegg til við
spraymáling. Hondin varð høgd av! Bardagin móti grafitti
gjørdist ein multimilliónaforrætning — men so var tað onkur
flutti mottoið hjá læknunum um at fyribyrgja, heldur enn at
viðgera, yvir á grafitti. Hví ikki bara viðurkenna grafitti
sum list og leggja eina miðvísa útbúgving inn í skúlarnar?
Knappliga arbeiddu óargadýrini fyri kommunurnar, deko-
reraðu tokstøðir, tunnlar, barnagarðar og ó- ella illa málaðar
býarpartar. Og fingu teir løn fyri tað sama, teir høvdu sitið
í fongsli fyri!
Men bardagin er ikki av. Ídnaðurin, hvørs endamál var at
forkoma grafitti, er ein sjálvmótsøgn í sjálvum sær — tí er
einki grafitti, so hevur hesin ídnaður onga inntøku. So
mammufeløgini arbeiða víðari, sápan blívur alt meira avan-
serað, og tíggjutúsundatals listarverk verða dagliga vaskað
niður í kloakkir stórbýanna. Men grafitti er nú viðurkend
list, einamest borin uppi av sínum egna kulturi — hip-hop-
kulturinum. Nútíðar bushmaðurin í New York hevur fingið
sínar egnu holur at mála. Hvørja viku útlisiterar býurin
garðar og veggir til listarmennirnar. Onkunstaðni er reglan,
at “the public decides” — er listarverkið vælumtókt, verður
tað standandi — er tað ikki, so fær næsti bushmaðurin høvi
at mála útyvir eftir næstu kommunalu útbjóðing. Akkurát
sum tá australski bushmaðurin onkuntíð slepti hestahalanum
hjá konuni og málaði ein dingo útyvir eina kenguru — tí
dingoin var hægri í metum akkurát tann dagin, hann hevði
sligið ein til deyðis til døgverða.
Ein fyrrverandi føroyskur fiskimálaráðharri hugsaði helst
ikki um grafitti, tá hann einaferð tosaði um hømiliu. Hann
hevði roynt øll gomul heimaráð og alla nútímans tøkni —
men hømiliurnar vuksu treiskt uppaftur á hvørjum ári. Hann
segði: “Tá einki bítur á hesum ókrútinum, hví kunnu vit so
ikki bara alment viðurkenna hømiliuna sum eina prýðis-
plantu?” Í yvirførdum týdningi skuldi hetta kanska givið
onkrum nakað at hugsa um.
Kom bara soleiðis hissini at hugsa um hetta, nú ein av
próvgrundunum fyri ikki at gera tunnil undir R.C. Effer-
søesgøtu við SMS var, at ungdómurin fór at svansa tunnilin
til við grafitti.
Grafitti
GEISLAVIRKNI. Útlátið av geislavirknum evnum frá Sellafield-verkinum í
Englandi, kann mátast í føroyskum sjógvi Danski umhvørvismálaráðharrin er í
øðini um, at útlátið frá Sellafield kann geva fólki grund til at seta spurning við
fiskavørur úr Norðurlondum
Hóttanin
úr Sellafield
Svend Auken er firtin um, at geislavirkni frá Sellafield-verkinum í Englandi kann gerast ein hóttan móti
fiskavørum úr Norðurlondum
Eyðun Klakstein
– Vit kunnu góðtaka, at
geislavirkið útlát frá
Sellafield-verkinum í
Englandi kann fáa fólk at
seta spurnartekin við
góðskuna av til dømis
fiskavørum úr Norður-
londum.
Hetta skrivar danski
umhvørvis- og orkumála-
ráðharrin, Svend Auken, í
eini kronikk í danska
blaðnum Aktuelt.
Svend Auken er sera
firtin um útlátið frá Sella-
field, sum kann mátast
heilt norður í Arktis.
Eisini í føroyskum og
grønlendskum sjógvi ber
til at máta geislavirkni,
sum stavar frá Sellafield.
Seinastu tíðina hevur
nóg rok verður um Sella-
field í Englandi. Bretska
kjarnorkueftirlitið hevur
almannagjørt tríggjar
frágreiðingar, sum funnist
harðliga at trygdini og
arbeiðsgondini á Sellafield
Tað hevur rættiliga fing-
ið gongd í kjakið um verk-
ið, og higartil hevur tað
havt við sær, at stjórin á
Sellafield og nógv starvs-
fólk hava fingið sekkin.
Felags norður-
lendsk áheitan
Í Írlandi er eisini stór øsing
um Sellafield, sum liggur
90 kilometrar frá írsku
strondini.
Tað eru serliga írar, sum
hava verið raktir av útláti-
num frá Sellafield-verki-
num, men tað er ikki bara í
Írlandshavinum, at geisla-
virknið kann mátast.
Norðurlendsku um-
hvørvismálaráðharrarnir
høvdu í februar mánaði
fund um Sellafield-verkið.
Eisini føroyski landsstýris-
maðurin, Eyðun Elttør, var
við á hesum fundi.
Tá avgjørdu ráðharrarnir,
at teir skuldu senda eina
felags norðurlendska áheit-
an til bretsku myndug-
leikarnar. Teir kravdu, at
viðurskiftini á Sellafield
verða fingin í rættlag, og
teir vístu á óttan fyri, at
útlátini kunnu gera stóra
skaða – bæði fyri um-
hvørvi og útflutning hjá
norðurlondum.
– Danmark hevur verið
við í arbeiðnum at fáa skil
á eystureuropisku kjarn-
orkuverkini, men upp-
lýsingarnar um støðuna á
Sellafield vísa, at trupul-
leikin ikki bara finst í
eystureuropa, skrivar
Svend Auken í kronikkini.
Danskt uppskot
Danmark hevur nú tikið
stig til, at eitt uppskot
verður lagt fyri sokallaðu
OSPAR-kommisiónina,
har øll lond við strond til
Norðuratlantshavið sam-
starva um at verja hav-
umhvørvi.
Í hesum uppskoti verður
mælt til, at minkað verður
um geislavirknað útlátið í
havið.
Svend Auken hevur
talað fyri uppskotinum hjá
enska orkumálaráðharr-
anum, og hann hevur sagt
honum, at uppskotið ikki
skal takast sum kritikkur
av ensku myndugleik-
unum, men sum eitt úrslit
av ótta fyri umstøðunum á
Sellafield-verkinum.
Ætlanin er, at minkingin
av geislavirknum útlátið í
havið skal minka støðugt
næstu 20 árini, so tað
verður so at siga burtur til
ta tíð.
Enn hevur føroyskur
útflutningur ikki kent
sviðan av útlátinum frá
Sellafield, men norður-
lendsku ráðharrarniar ætla
ikki, at hetta skal gerast
aktuelt. Tí hava teir tikið
eitt felags tak fyri at fáa
skil á viðurskiftunum á
Sellafield-verkinum.
Aftur í fortíðina at grópa
KALT KRÍGGJ. Nú verður aftur sett gongd í kanningarnar av leikluti-
num hjá Føroyum undir kalda krígnum. Nú skulu leitast eftir skjølum
eystanfyri, so greiða kann fáast á sovjetisku ávirkanini í Føroyum
Eyðun Klakstein
Nú verður farið í holt við at leita
eftir skjølum í eystureuropeisk-
um goymslum, og tey skulu vera
við til at lýsa føroysku støðuna
undir kalda krígnum.
Frammanundan er longu ein
kanning gjørd í skjalagoymslum
í Føroyum, Danmark og USA,
men tann lýsingin skal ikki
standa einsamøll, og tí verður
eisini farið eystur um tað horvn-
að jarntjaldið at leita eftir
upplýsingum um føroysk viður-
skifti.
Løgtingið játtaði í vikuni
400.000 krónur til framhald av
hernaðarkanningini, og løg-
maður segði við Sosialin miku-
dagin, at farið verður í gongd
við kanningina beinanvegin.
Ætlanin var annars, at arbeiðið
at kanna hernaðarligu støðu
Føroya undir kalda krígnum
ongantíð skuldi steðga, men
ætlaða játtanin til kanningina
mátti avlýsast, tí løgtingið skar
játtanina til Løgmansskrivstov-
una (sum stendur fyri kanning-
ini) við hálvari millión.
Einasta ætlanin, sum kundi
steðgast, var hernaðarkanningin,
sigur løgmaður.
Arbeiðið hjá útoyggjanevndini
varð tikið fram um hernaðar-
kanningina, men nú hevur løg-
tingið játtað løgmansskrivstov-
uni eina eykajáttan, so farast
kann undir at finna skjøl eystan-
fyri.
400.000 krónur eru tøkar til
arbeiðið í ár, og tað er nóg mik-
ið til at seta arbeiðið í gongd.
Men tað skulu fleiri pengar úr
almennu pengamappuni, áðrenn
kanningin verður liðug. Løg-
maður sigur, at søkt verður aftur
um eina játtan á fíggjarlógini
næsta ár.
Løgmansskrivstovan skal nú
gera eitt uppskot til, hvussu
kanningin skal skipast fram yvir.
– Stýrisbólkurin, sum stóð fyri
Svørtubók, er ikki til longur, og
eingin arbeiðssetningur er fyri
framhaldið av kanningini. Tað er
hetta, sum vit skulu fáa upp á
pláss næstu dagarnar, sigur Sig-
mund Isfeldt, fulltrúi á Løg-
mansskrivstovuni.
Hann sigur, at farið verður í
gongd við kanningararbeiðið, so
skjótt sum arbeiðssetningurin er
gjørdur og fólk eru funnin at
standa fyri arbeiðnum.
Í næstu viku verður vónandi
uppskot til arbeiðssetning og
annað latið løgmanni, sum varð-
ar av kanningini.
Mæltu til framhald
Løgtingið samtykti í apríl 1996,
at kanningar skuldu gerast í
amerikanskum skjalagoymslum,
fyri at lýsa føroysku støðuna
undir kalda krígnum.
Løgmaður setti ein stýrisbólk
at standa fyri hesum arbeiði. Í
bólkinum sótu Rúni Joensen,
sum var formaður, Jóannes
Dalsgaard, Jóan Pauli Joensen
og Jákup Thorsteinsson.
Sámal Tróndur F. Johansen
gjørdi kanningar í USA, og hann
skrivaði ein frágreiðing út frá
skjølunum, hann fann har. Hend-
an frágreiðing var helvtin av
Svørtubók, meðan Jákup Thors-
teinsson stóð fyri hinari helvtini,
sum var bygd á kanningar í
Ríkisskjalasavninum í Keyp-
mannahavn.
Í Svørtubók verður dentur
lagdur á, at talan er um eina
ávegisfrágreiðing, og stýris-
bólkurin mælir í Svørtubók til,
at kanningararbeiðið heldur
fram.
Stýrisbólkurin helt, at um tað
gekk væl við kanningararbeið-
inum og játtan fekst til vega,
kundi løgmaður hava eina enda-
liga frágreiðing á heysti í ár.
Men hetta verður ikki veruleiki.
Væntandi er, at kanningar-
arbeiðið heldur fram langt inn í
næsta ár.
Ivasamt við russiska
opinleikanum
Jákup Thorsteinsson sigur í
samandráttinum av kanningini
»Hernaðarmál og politikkur«, at
frágreiðingin skal lesast við
fyrivarni, tí støðan er ikki lýst
frá øllum sjónarhornum.
– Mangt av tí, sum er skrivað
í hesi frágreiðing (»Hernaðarmál
og politikkur, blðm.) kann seinni
verða – um ikki beinleiðis broytt
– so tó sæð og skilt í víðari sam-
anhangi og úr fleiri sjónarhorn-
um, skrivar Jákup Thorsteins-
son.
Vit ætlaðu at tosa við Jákup
Thorsteinsson um Svørtubók og
framhaldið av kanningar-
arbeiðnum, sum millum annað
hann higartil hevur staðið fyri,
men hann ynskti ikki at tosa við
okkum um hetta. Hann vísti til
Løgmansskrivstovuna, sum
umsitir kanningina.
Svartabók vísti, at NATO
hevði stóran áhuga fyri føroysk-
um viðurskiftum, og illgrunin
um, at Føroyar høvdu ein leiklut
í kalda krígnum, varð staðfestur.
Svartabók sigur, at í skjølunum,
sum eru funnin í Danmark og
USA, sæst aftur, at Sovjetts-
amveldið eisini hevði áhuga fyri
føroyskum viðurskiftum.
Fyri at fáa javnvág í frágreið-
ingina og at sleppa undan eini
einvegis frágreiðing úr vestur-
europeiskum skjølum, skal
kanningararbeiðið halda fram,
so eisini skjøl úr Russlandi og
eystureuropa annars verða
funnin fram.
– Vit vita ikki, hvørjum skjøl-
um vit sleppa fram at í
Russlandi, tí har er ikki sami
opinleiki, sum í til dømis USA.
Tí vita vit ikki, hvussu um-
fatandi kanningararbeiðið verð-
ur, og hvussu langt vit kunnu
koma, sigur Sigmund Isfeldt,
fulltrúi á Løgmansskrivstovuni.
Men gongst sum ætlað, kemur
størri javnvág í lýsingina av
føroysku støðuni undir kalda
krígnum, tá kanningararbeiðið
eystanfyri er liðugt.
Svartabók vísti, at stórveldini høvdu áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Nú skulu kanningar eystanfyri gevafleiri upplýsingar um tað,
sum fór fram í og kring Føroyar undir kalda krígnum