leygardagur 13. mai 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 92 - 13. mai 2000
18
Nr. 92 - 13. mai 2000
Dagfinn Olsen
Nevndi ein Scillyoyggjar-
nar fyri nøkrum árum síð-
ani, so vistu óivað ikki
nógvir føroyingar, hvar hes-
ar vóru at finna.
Kanska er frægari statt í
dag, eftir at føroyingar í 3
ár hava luttikið í kappróðri
har. Men enn eru óivað
nógv, ið høvdu verið noydd
at kaga í kort, um tey fingu
spurningin í Náttarravnun-
um, um hvar Scillyoyggj-
arnar eru.
Men hetta er einki at ger-
ast illa við av. Tí oyggjarnar
fylla ikki nógv, har tær
liggja útfyri suðurendan av
Onglandi, nevndur Lands-
endi. Og heldur ikki eru tað
allir onglendingar, ið vita,
hvar hesar vøkru oyggjar
liggja Tær eru ikki lætt
atkomiligar. Ferjusamband
er, og bert lítil flogfør
flúgva út á oyggjarnar.
Paradís á jørð
Vakrar eru tær og heldur
enn ikki eksotiskar. Ikki
nakað, vit beinleiðis seta í
Tornini við Landsenda (I)
Umframt mongu vitarnar, ið stinga seg upp, sum vælmeintar ávaringar, um ein heldur kós í vestan úr suðurenda Ong-
lands, so stinga eisini nakrar oyggjar seg upp millum boðar og sker. Ókendar, ikki lætt atkomiligar, og í farnum tíðum
- eins og nú - til ampa fyri bátar og skip. Scillyoyggjarnar, har einans 1700 fólk búðleikast undir veður- og
fruktagóðum umstøðum
samband við Ongland. Før-
oyingar hava altíð kent
Ongland frá samstarvinum
sjóvegis. Føroyingar hava
keypt sluppir og skip í norð-
ara partinum og hava eisini
landað har.
Men í 3 ár hava føroy-
ingar luttikið í stórhending
í sunnasta partinum av Ong-
landi, nevniliga kappróðri.
Tann 27. apríl í ár fór
ferðalag úr Føroyum, um-
boðandi oljufeløg, ítróttar-
sambond og fjølmiðlar. Fyri
framman lógu oyggjarnar,
ið vóru púra ókendir fyri
teimum, ið ikki hava verið
við undanfarin ár. Fyri
framman lá eisini ein ferð
við nógvari flúgving. Úr
Vágunum til Keypmanna-
havnar. Síðani til Gatwick
nærhendis London og síð-
ani til Newquay, har gistast
skuldi eina nátt, áðrenn
ferðin gekk við lítlum flog-
fari út á Scillyoyggjarnar,
sum í føroyskum heims-
atlasi hava heitið Sillingar-
oyggjar.
Og vakurt er at flúgva og
síggja hesa tropiskt kendu
sjón daga undan havns-
brúnni.
Ferðamaðurin heldur seg
ikki vera í enskum øki, men
heldur fjarskotnari ella í
onkrari lýsing fyri sukur-
látusneisar.
Hjá einum, ið ikki dagliga
ferðast undir pálmum og
hevur sand millum tærnar,
er sálarbót at trína á land :
sól og summar, pálmar og
grót, har lotið tó ger tað livi-
ligt og har landslagið og
húsini tó halda einum kjøl-
festum, so ein ikki sveimar
burt í suðurlendskum bam-
busdreymum.
Líkt paradís á jørð, so
sum mong á okkara leiðum
óivað hugsað sær tað.
Vrak
Tað eru 3 ár síðani, at olju-
felagið Amerada Hess fekk
hugskotið at geva føroysk-
um rógvarum gig at rógva
í. Gig er bátaslagið, ið verð-
ur nýtt á Scillyoyggjunum.
Í dag er tað The Faroese
Partnership, ið er stuðul hjá
rógvarunum.
Richard Hardmann frá fe-
lagnum hevur frá barnsbeini
ferðast nógv á Scillyoyggj-
unum. Har hevur hann sæð
kappróður í gig.
Tá hann upplivdi før-
oyskan kappróður á ólav-
søku, legði hann tvey og
tvey saman og fekk burt-
urúr, at tað sjálvsagt var frá-
líkt huskot at lata føroyingar
luttaka í heimsmeistara-
skapinum í kappróðri í gig.
Soleiðis fingu føroyingar
Brendan at venja í. Vinnarin
hjá 10 mannaførum við
dreingjum sleppur at lut-
taka. Fyrsta árið luttóku
vestmenningar og síðani
hava tað verið eysturoying-
ar.
Lætt var ikki fyrsta árið,
tí róð verður øðrvísi, enn í
Føroyum. Maðurin situr
ikki í somu síðu, sum árin
er, og hann skal ikki takka
hanna inn at sær, men koyra
hana framvið sær.
Í ár høvdu kvinnurnar á
Jarnbardi megnað at skava
saman til ferðina, soleiðis
at tær eisini kundu taka lut
í heimsmeistaraskapinum.
Og tað vóru tær, ið fingu
besta føroyska úrslitið í ár.
Tær gjørdust nummar 5
samanlagt.
Í farnum tíðum, tá skip
fóru um Landsenda, var
hetta vandamikil farleið, tí
Scillyoyggjarnar eru ikki
bert oyggjar, men eisini
boðar og sker.
Tískil er hópurin av
skipsvrakum kring oyggj-
arnar.
Menn á Oygjunum høvdu
tí sum vinnuveg at vera los-
ar og leiða skipini trygt
framvið.
Men tá ráddi um at verða
fyrstur hjá skipunum og
tískil kom kapprógving í gig
inn í myndina. Hetta er søg-
an aftanfyri róðurin, sum
føroyingar í dag eru partur
av.
Soleiðis er eisini hópur av
vitum at síggja kring
oyggjarnar.
Í dag liva tey 1700 fólk-
ini mest av ferðavinnu og
smávegis fiskiskapi.
Bát og ikki bil
Samfelagið tykist tó ikki
merkt í stóran mun av ferða-
vinnuni.
Sum í gomlum døgum í
Føroyum, eru húsini úr
gróti. Soleiðis verður enn
bygt.
Samfelagið er lítið og bil-
ar eru ikki nógvir. Hinvegin
tykist, sum hevur hvør mað-
ur við virðing fyri sær sjálv-
um bát. Og skal ein frá
oyggj til oyggj, so er bilurin
„
Ferðamaðurin heldur seg ikki vera í
enskum øki, men heldur fjarskotnari
ella í onkrari lýsing fyri sukurlátu-
sneisar
heldur ikki til stóra hjálp.
Tá summarið er uppá tað
hægsta, er virksemi á oyggj-
unum. Og tá heimsmeist-
araskapurin í kappróðri í gig
fer fram, eru sanniliga nógv
fólk á oyggjunum. Mann-
ingar, fjepparar, stuðlar og
fjølmiðlar.
Umframt at luttaka og
verða spentir eygleiðarar
undir kappróðrinum, so
nýtti føroyska ferðalagið
eisini tíðina til at hyggja seg
um. Fleiri forvitnislig støð
eru at vitja og bara tað, at
ganga í vakra landslagnum
er nakað fyri seg.
Søgan er tó merkt av, at
sjógvurin
hevur
verið
vinnuvegur á so mangan
hátt. Eins og í Føroyum, so
eru minnsplátur og varðar
yvir sjólatnar. Tann eina av
oyggjunum
misti
allar
menninar, tá skip skuldi
bjargast, júst sum vit í Før-
oyum kenna bygdir, ið
mistu mannfólkini eftir ein-
um degi, t.d. bygdin Skarð.
Í dag býr einki fólk á oynni,
eins og Skarð er avtoftað.
Róðurin
Føroysku fjeppararnir nýttu
morgnarnar til at njóta
landslag og sólina.
Róðurin var eftir døgurða
leygardag og sunnudag. Tað
vísti seg tó, at sólin fjaldi
seg handan skýggini, tá far-
ið varð um middagsleitið.
Tó skuldi ein ansa sær, tí
hon var har hóast alt og før-
oyska ferðalagið býtti seg í
tvey og var í tveimum bát-
um. Á sjónum er sólin sterk,
so tað ráddi um at nýta sól-
krem, hóast sólin bert so
dánt var frammi.
Róðurin er nakað fyri seg,
tá ein sum føroyingur er
vanur við sera nærlagdar
dómarar. Serliga var hetta
galdandi fyrsta róðurin, har
allir 68 bátarnir skuldu
flokkast í bólkar.
Vónleyst er sjálvsagt at
fáa 68 bátar at liggja beint,
so tá tað sá nøkulunda út,
fór flaggið niður. Soleiðis
gera tey har, so útvarps-
maðurin Helgi Jacobsen, ið
sendi beinleiðis frá róðrin-
um heim til Føroya, slapp
ikki at siga at „nú skeyt
hann“, men at „nú fór flagg-
ið niður“..
Føroysku
drongirnir
megnaðu ikki at koma í
bólk A og samanlagt end-
aðu teir á einum 16. plássi.Í
fjør gjørdist tað til eitt 8.
pláss.
Føroysku
genturnar
komu longu í fyrsta róðrin-
um á 2. pláss, tá tær hildu
aftan á heimsmeistarunum
frá í fjør. Tíverri sigldu hesir
báðir bátarnir innanskers,
og vórðu koldømdir og end-
aðu í bólki B. Teir megnaðu
tó at koma uppaftur á bólk
A og samanlagt fingu før-
oysku genturnar eitt 5.
pláss.
Væl
avstaðfarið
hjá
manning, ið luttekur fyrstu
ferð og tað var ikki sørt, at
túnatosið gekk um føroysku
gentumanningina.
( Framhald.)
Ein tyrla setir seg á The Bishop Rock Lighthouse, ið
við sínum umleið 60 metrum er hægsti viti í enska
oyggjahavinum
Skiparin og
skipshundurin
Útvarpsmaðurin
Helgi Jacobsen
varpar beinleiðis til
føroysku lurtararnar
Partur av føroyska ferðalagnum búði á Harbourside
Hotel, ið liggur á einum mola. Útsýnið úr hotell-
vindeyganum
Sera stórur munur er á flóð og fjøru
Eisini á Scillyoyggjunum verður Sosialurin lisin