leygardagur 13. mai 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 92 - 13. mai 2000
20
Nr. 92 - 13. mai 2000
Høgni Mohr
Kaos.
Hetta var fyrsta orðið, ið fall
blaðmanninum til hugs, tá ið hann
hoyrdi um familjuna, Absalonsen,
á Viðareiði, sum eftir øllum at
døma ikki fekk afturhald, tá ið
hon umsíðir fór til verka. Bónda-
hjúnini settu sjey børn í heimin
eftir rættiliga stuttum áramáli.
Blaðmaðurin eigur sjálvur tveir
dreingir, og hesi bæði vælsignil-
sini hava í hvussu so er elvt til, at
kaos er eitt skemtiligt orð, ið
javnan verður havt á munni í
heimi hansara. Órudd í kømru-
num, barnabøkur og lego-kubbar
á vesinum, ólýsandi slóðir av
skitnum klæðum, sum teir hava
tveitt av sær ávegis úr ganginum
og upp á loft. Róp og geyl. Skot-
bardagar við leysum krúti og
stynjandi laserljóði.
Kaos.
Men kortini eitt vælsignað og
meinaleyst kaos, sum tær óivað
fer at leingjast illani eftir, tá ið
synirnir eru vorðnir vaksnir og
grovmæltir; tá ið lego-kubbarnir
eru burturgoymdir, klædnarípan
horvin úr ganginum og leikabyrs-
urnar tagnaðar og settar til viks til
næsta ættarlið.
Næstan gomul genta
Gitingarnar um fullkomið kaos
hjá bóndahúskinum á Heygum á
Viðareiði vóru ikki heilt rættar.
Áræði og ivaloysi
GITNAÐARFØRI. »Sjey...«. Soleiðis svara
bóndahjúnini í Heimistovu á Viðareiði,
Malvina og Nils J. Absalonsen, tá ið tey vera
spurd, hvussu nógv børn tey eiga. Hóast
hvørki teirra var blaðungt, tá ið farið varð til
verka, stúra tey ikki fyri framtíðini.
Sámal Michael, Dánjal, Krist-
ina, Gunnvá, Katrin, Jóhan, »eftir-
nølarabeiggin«; og foreldrini
bæði, Malvina og Nils; liva í
góðum samljóði hvørt við annað,
uttan stórvegis ósemjur. Og tað er
helst eisini neyðugt, skal gerand-
isdagurin ganga væl í so stórum
barnahópi.
Malvina og Nils J. Absalonsen
á Viðareiði hava ikki ligið sjóvar-
fallið av sær, tá ið talan er um at
seta arvingar í heimin.
Malvina, sum er ættað úr
Klaksvík, var annars eldri enn
vanligt, tá ið hon átti fyrsta barn-
ið. Í roynd og veru nærkaðist hon
av álvara markinum til gamla
gentu. Hon hevði arbeitt á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi í tólv ár; sum
gongsgenta og skrivstovukona.
Og onkur av starvsfeløgunum
helt, at ongin vón fór at vera fyri
Malvinu.
Í uppisetri við nøvnum
Men so hitti hon bóndan á Viðar-
eiði, sum longu var gamal drong-
ur. Tá ið tey fingu fyrsta sonin,
Sámal Michael, var Malvina 29.
Nils Jákup var 34. Og síðani
fingu tey bæði bóndahjúnini á
Viðareiði nærum ikki afturhald,
samanborið við onnur hjún og pør
her á landi. Eftir 8 árum fingu tey
6 børn, og fýra ár seinni, »eftir-
nølaran«, sum varð føddur 12.
január í ár. Ein kona, sum Sosi-
alurin tosaði við á Viðareiði,
segði, at tá ið barnakonur vórðu
talda í bygdini, varð Malvina tald
við hvørjaferð – tað var jú at kalla
púra vist, at hon var við barn.
- Eg kann ikki greiða frá, hví
vit hava fingið so nógv børn. Vit
hava í hvussu so er ikki lagt nakr-
ar ætlanir, vil Malvina vera við,
meðan hon kínir tí lítla og enn
ónevnda beiggjanum um mjúka
ennið.
- Hann hevur ikki fingið navn
enn. Vit eru í uppisetri við nøvn-
um, sigur Malvina brosandi, og
staðfestir, at hon og maðurin eru
líka góð við øll børnini. Einki
teirra verður tikið fram um annað.
Megna tað neyðuga
Blaðmaðurin sleppur at halda tí
fitta navnaleysa alvanum, meðan
Malvina ger kaffi til gestirnar frá
Sosialinum.
- Eg vænti, at summi fólk tosa
meira um okkara stóra barna-
flokk, enn vit sjálvi. Vit hava so
verið líka spent og glað, hvørja
ferð eitt hevur verið á veg, sigur
Malvina, sum kennir seg sum
konuna í einari púra vanligari
familju.
Men tað er strævið at vera
momma sjey børn. Strævnastu
løturnar kundi Malvina væl hugsa
sær, at samdøgrið var eitt sindur
longur enn 24 tímar.
- Men tú megnar tað, sum tú
noyðist at gera. Tað er bara so,
staðfestir Malvina.
Svøvnur er ikki nógvur, tí tá ið
øll sjey børnini eru farin niður, vil
Malvina hava eina løtu fyri seg
sjálva ella saman við manninum.
Og niðurfaringartíðirnar hjá børn-
unum eru at kalla óvikandi. Tað
ber snøgt sagt ikki til at flyta
songartíðir, skal skil vera á.
Heimið - tilverunnar karmur
Pápi stóra riðilin, Nils Jákup, er
stórbóndi. Á garðinum í Heimi-
stovu eru 24 mjólkneyt og 250
áseyðir. So hann hevur, sum vera
man, úr at gera í fjósi og í haga.
Tískil er tað í størsta mun fallið í
lut Malvinu at halda hús og ansa
børnunum.
Men tey størru børnini eru kort-
ini við í arbeiðinum; bæði í húsar-
haldinum og á garðinum. At
rudda og fáa skil á mongu
skógvapørini í gongini er púra
náttúrligur partur av arbeiðinum
hjá elsta soninum. Og næstelsti
sonurin er raskur at geva seyði-
num og nana teimum smærru
óvitunum. Báðir brøðurnir hjálpa
eisini væl til í fjósinum. Men
einki av systkjunum á Heygum
verður noytt til arbeiðis.
Tvey tey elstu børnini ganga í
skúla, og tvey onnur eru í dagrøkt
tíggju dagar um mánaðin. Annars
er heimið karmurin um tilveruna
hjá systkjunum. Dagrøktin lættir
um hjá Malvinu og teimum.
- So kann eg gera okkurt annað,
meðan tey bæði eru í røkt, sigur
Malvina, áðrenn hon aftur tekur
lítla beiggjan úr føvninginum á
blaðmanninum og setir seg við
borðið.
Ein søga og sjey børn
Tá ið náttverðin verður etin, eru
øll níggju vanliga savnað við
borðið. Og tað gongur vanliga
upp á stás at fáa allar barna-
munnarnar mettaðar uttan stór-
vegis ófrið.
Um niðurfaringartíð savnast øll
børnini. Fýra kømur eru á lofti-
num. Í onkrum teirra sova tvey
børn, í øðrum trý, meðan elsti
sonurin, Sámal Michael, er ein-
asta húsfólkið, ið hevur egið kam-
ar. Tá ið farið verður til songar er
serliga neyðugt, at skipanin við
tannabusting og søgulestri riggar
eftir ætlan. Sum nú er, ber til at
lesa eina søgu fyri øllum sjey
børnunum á loftinum í senn; ofta
okkurt um dýrini í Valbakka-
skóginum.
Sum frá líður og børnini gerasta
størri, væntar Malvina kortini, at
hald verður lagt á kjallaran, ið
síðani verður innrættaður til størru
børnini.
Avmarkingar
Hóast bóndahjúnini bæði gleðast
um stóra barnahópin, eru summar
avmarkingar kortini við uppi í
leikinum. Tað ber t.d. ikki til at
fara inn í ein leikuhandil við øll-
um riðlinum. Júst tað hevði óivað
elvt til fyrr nevnda skemtiliga
kaos. Og hugtakið »føðingardag-
ur« er heldur ikki sum í varnum
familjum við tveimum, ella
kanska trimum børnum. Onki av
børnunum hjá Malvinu og Nils
hevur føðingardag sama mánaða.
Tískil eru barnaføðingardagar í
január og mai, og síðani hvønn
mánaða frá august til árslok.
Ekkaleys hjún
Kynsbýtið í barnahópinum á
Heygum er heilt hampuligt. Hig-
artil eru tríggjar gentur og fýra
dreingir. Um Malvina og Nils
Jákup fara at royna at fáa full-
komuliga javnvág í við einum
áttanda barni, vita tey ikki at siga.
Men tey siga heldur ikki, at sein-
asta barnið verður evsti alvi teirra.
- Einasta, eg kann siga um tað,
er, at eg ikki veit, hvussu eg skal
fáa tíðina at ganga, tá ið børnini
eru vaksin, er einasta viðmerking
frá Malvinu, sum annars als ikki
stúrir fyri framtíðini.
Tað ger Nils, bóndi, heldur ikki.
Og tá ið framtíðin verður havd
á lofti, ger Nils púra greitt, hvar
hann stendur í spurninginum um
tjóðarfrælsi føroyinga.
Fullveldi - fyri børnini
- Eg havi verið eldhugaður loys-
ingarmaður síðani eg var smá-
drongur. Og eg vóni, at vit fáa
fullveldi. Ikki fyri mína skuld;
men fyri børnini, sigur sinniligi
bóndin í Heimistovu og leggur
dent á, at tey bæði hjúnini royna
at leggja niður í børn síni, at tey
eisini kunnu trúgva upp á seg
sjálvi - sum føroyingar.
Á Heygum á Viðareiði var ong-
in ómegd og ongin stúran at finna
hjá blaðmanninum.
Á gangsgólvinum standa seks
pør av smáum løriftsskóm, fýra
pør av litríkum gummistilvum og
einir pinkulítlir hvítbotnaðir
gummiskógvar. Og á bróstinum
við úthurðina hanga fimm slag-
vognar at koyra børnini í.
Her valdar áræði og ektað iva-
loysi, tá ið talan er um framtíðina.
Onki veruligt kaos.
Grafikkur Sosialurin
Hvat er tað ikki
vælsignað at kunna
taka sær av løttum
nøkur sekund.
Bóndin í Heimi-
stovu, Nils J. Absa-
lonsen, hevur ikki
nógvar fríløtur,
hvørki í fjósi, á bøi
ella í heiminum á
Heygum.
Mynd: Jens
Kristian Vang
Tá ið náttverðin
verður etin, eru
øll níggju vanliga
savnað við borðið.
Og tað gongur
vanliga upp á stás
at fáa allar barna-
munnarnar
mettaðar uttan
stórvegis ófrið.
Mynd: Jens Kr.
Vang
Momman, Malvina (41), og pápin, Nils J.
Absalonsen, (47) á Viðareiði við sínum sjey
børnum.Mynd: Jens Kristian Vang