leygardagur 13. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 92 - 13. mai 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 92 – 13. mai 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Tue 2.May. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: justinus@t-online.de
Reply to: justinus@t-online.de
Ted Turner
ynskir eina
sjónvarpsstøð
FJØLMIÐLAR. Stovnarin av
CNN, sum var fyrsta veruliga tíð-
indarásin í heiminum, hevur hug
at selja síni partabrøv í fyritøkuni
AOL-Time Warner og ístaðin
keypa sjónvarpsstøðina NBS.
Hetta sigur ein av stjórunum í
CNN í eini nýggjari bók, sum
New York Times endurgav brot
úr í vikuni.
Ted Turner, sum høvdingin í
CNN eitur, hevur greitt leiðsluni í
CNN frá síni ætlan.
Ein talsmaður fyri Ted Turner
sigur við blaðið, at tað er einki
nýtt í tí, at Ted Turner hevur hug
at keypa sær eina sjónvarpsstøð,
men at tað er burturvið at siga, at
hann sjálvur fer at keypa eina líka,
eftir at AOL og Time Warner
løgdu saman.
Spilla pengar
upp á eftirlit
av matvørum
MATVØRUR. Ein trísiffrað
milliónaupphædd verður brúkt til
óneyðugar kanningar av matvøru,
sigur ein nýggj kanning hjá Tekn-
iske Videnskaber í Danmark.
Hóast víðfevnandi eftirlit við
matvørum í Danmark seinastu ár-
ini, heldur frágreiðingin, at mat-
vørueftirlitið er vánaligt.
Tað var milliónir í hópatali
brúktar til óneyðugt eftirlit, sum í
besta falli onga ávirkan hava í
ringasta fall skapa eina falska
trygd um matvørurnar.
Í Danmark verða hvørt ár gjørd-
ar 3,5 milliónir mikrobiologiskar
kanningar av matvørum. Kostn-
aðurin fyri hesar kanningarnar er
450 milliónir krónur, og teir peng-
arnir kundu verið nýttir nógv bet-
ur, sigur Mogens Jakobsen, sum
er professari á Landbohøjskolen.
HEIÐUR. Danska sjónvarpssendingin, Floks-
veitslan, sum hevur føroyskan framleiðsluleiðara,
hevur vunnið silvurrósuna við sjónvarpskapping-
ina Rose D’Or í Montreux.
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyingur
vinnur stóran altjóða heiður, men í vikuni fekk
Per Zachariassen hendan heiðurin
Rose D’Or verður hildin eina ferð um árið, og
allar tær stóru rásirnar eru við í kappngini. Floks-
veitslan, sum Per Zachariassen er framleiðslu-
Per Zachariasen heiðraður
leiðari á, vann kappingina í bólkinum ”Light
Entertainment” – lættari undirhald.
Sendingin, sum eisini er at síggja í føroyskum
sjónvarpi, hevur verið ein av teimum best umtóktu
í Danmark í longri tíð.
Fríggjakvøldið fer seinasta sendingin í hesum
umfari av barkastokki og tá verða gestirnir films-
leikstjórin Susanne Bier og fíggjarmaðurin Klaus
Riskær Pedersen. Henda sending verður væntandi
at síggja í føroyskum sjónvarpi seinni í summar.
Skruppforvirraður av fullveldistosinum
Eg eri skruppforvirraður av tjakinum um fram-
tíðarstøðu Føroya. Hetta tjak, sum fyll-ir nógv í
bløðunum. Og tað er ikki bara eg, sum eri ør-
kymlaður. Føroyingar heima eru eisini ørkyml-
aðir. Danir hava givið grønt ljós, vit kunnu loysa
um vit vilja. Hetta var ikki akkurát sum vit før-
oyingar høvdu rokn-að við. Danir hava lagt
harðar treytir við, serliga viðvíkjandi skiftistíðini
við blokk-inum og tað er eitt klokkureint tekin
um, at danir als ikki eru so fegnir yvir at føroy-
ingar loysa. Teir eru stoltir av okkum. Teir eru
góðir við okkum føroy-ingar og 600 ára samband
er ikki so lætt at slíta.
Eg havi eina fullkomiliga greiða støðu til Ko-
sovu, Groznyy, hungurin í Sudan, kubanska
drongin í USA, dygdirnar hjá Monicu Lewinsky
o.s.v. Alt hetta liggur so deiliga langt burturi.
Men frælsisstøða Før-oya fær meg at kenna meg
lítlan, tí eg veit hvørki út ella inn.
Føroyingar eru ørkymlaðir og okkara støða
kann lættliga flytast inn í eitt vanligt hjúnalag,
har alt ikki gongur eftir vild. Sigur annar í hjún-
alagnum við hin: „Broytir tú ikki atburð, so fari
eg,“ so er støðan álvar-slig. Svarar mótparturin
aftur: „Jamen, far bara, eg eri líkaglað/ur,“ so er
støðan upp-aftur álvarsligari. So kemur spurn-
ingurin snýkjandi aftur. „Júmen, eri eg ikki betri
enn so, at hann/hon vil lata meg fara, so-leiðis
uttan víðari?“
Tá ið tú fær slíkt svar frá tí sum tú hevur hótt
við at fara frá, í vón um at fáa viður-skiftini
betraði, so gerst tú ørkymlaður. Og tað er just
tað eg kenni, at føroyingurin, eg sjálvur írokn-
aður, er í tjakinum um fram-tíðarstøðu Føroya.
Tjakið snýr seg slett ikki um hvat før-oyingar
sjálvir vilja. Tað snýr seg um hvat hendir, um vit
loysa og hvussu okkara fram-tíð verður við ella
uttan loysing. Brennandi spurningurin um føroy-
ingar vilja loysa verður slett ikki tikin upp á
tunguna. Vilja føroyingar loysa, vil ein stórur
meiriluti av føroyingum loysa, so er talan um
eitt val og so er tað líka mikið hvussu samfelagið
sær út aftaná loysingina. Tað mugu vit sku sjálvir
klára. Tað er í hvussu er ikki prob-lemið hjá
dønum. Fólkið vil vera frælst, so einfalt er tað.
Og eitt fólk, sum vil verða frælst, spyr ikki eftir
pengunum fyrst. Tað er ikki nokk heima, at
byggja ynski før-oyinga um frælsi á seinasta løg-
tingsval. Vit eru von við protestval í Føroyum
við jøvn-um millumbilum.
At vera føroyingur úti í heimi er rættuliga
eyðmýkjandi í dag, júst tí fullveldismálið er beint
heilt av leið. Frá at verða ynskið hjá eini lítlari
tjóð at ráða í egnum landi við teim evnun sum
skaparin gav, til at snúgva seg um hvussu nógv
móðurlandið skyldar okkum fyri aldargamlar
syndir og hvussu nógv móðurlandið skal gjalda.
Tað snýr seg als ikki um frælsi, tað snýr seg um
hvussu nógv breyð vit kunnu kradda frá móður-
landinum, breyð, breyð og aftur breyð og bara
breyð.
Eg sigi slett ikki danir ringar fyri at halda
føroyingar vera ótrúliga beroknandi og smáligar
mótvegis dønum. Hvørt orð før-oyingar siga í
donskum fjølmiðlum kann vendast soleiðis, at
vit verða roknaðir sum smáligir og beroknandi,
júst tí at okkara frælsisstríð ikki snýr seg um
frælsi, men hvussu vit í fyrstu atløgu skulu fáa
onnur at rinda fyri, at vit skulu ráða í egnum
húsi. Tú sær ongar útronkingar, har fullveldið
bara byggir á tað einasta vit kunnu rokna við
vissu í Føroyum, nevniliga fiski-vinn-una. Allar-
helst tí, at hendan klárar ikki at breyðføða før-
oyingum. Tú sær útrokningar um hvussu danir
skulu gjalda fyri okkara frælsi, til oljuvinnan
einaferð tekur yvir. Men oljan er ikki komin enn
og tað verður roknað sum vánaligur siður úti í
heimi at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin.
Tað er ikki somikið av olju vunnið úr undir-
grundini, at tað er nóg mikið til at smyrja Singer
seymimaskinuna hjá frú Olsen norð-uri í Vík,
tíansheldur at leggja frælsi tjóð-arinnar á.
Ikki ein einasti ein núlivandi danskari hevur
ábyrgdina av, at føroyingar hanga upp í Danmark.
Vit fylgdu við, uttan nakað serligt brennandi
ynski frá dønum, í einum sáttmála fyri langari
tíð síðan. Danir hava eisini uppført seg um hjá-
landamegi mót-vegis føroyingum, men í tí tíðini
var tað hildið at vera rætt kring allan heim. Í
hesum 600 ára hjúnarlagi er ringt hjá nútíðar
danskaranum at skilja, at hann soleiðis skyldar
føroyingum nakað. Hetta er næstan sum hjá unga
týskaranum í dag, sum ongan-tíð hevur verið í
kríggi. Hann spyr: „Hvussu leingi skulu vit gjalda
fyri syndirnar hjá okkara forfedrum, okkara abb-
um.“
Tá eg gekk á Danmarks Journalisthøj-skole
fyri 20 árum síðan minnist eg, at ein skrivstovu-
stjóri í Danska Uttanríkisráðnum var á skúlanum
og helt ein fyrilestur um fiskivinnusamráðingar.
Eg havi tíverri gloymt navnið, men hann er kend-
ur millum føroyskar politikarar. Hann hevði fleiri
ferðir tingast saman við føroyingum. Hann
greiddi frá hvussu tey ymisku londini vóru at
tingast við og at enda segði hann: „Før-oyingar
vil eg næstan ikki taka upp á tung-una. Teir bara
krevja og krevja og teir vilja einki geva ístaðin.“
Sum ungur komandi journalistur var eg ótrúliga
særdur av hesum orðum. Í dag síggi eg, at hesin
vitugi maður hevði rætt. Tað er tað eg siti eftir
við, meðan eg fylgi við í føroyska fullveldis-
tjakinum.
Tjakið eigur at vendast burtur frá hvussu onnur
skulu gjalda fyri okkara frælsi. Tjakið má koma
inn aftur á ta rás sum førir til um føroyingar
vilja verða frælsir ella ikki. Nógv frælsisstríð
vórðu strídd í farnu øld og hesi stríð endaðu
mangan við, at frælsi varð bygt á toftirnar á
einum sindraðum samfelag. Ynskja føroyingar
frælsi, so er tað ikki so umráðandi, um okkara
livifótur lækkar. Loysingin kostar, siga kønir full-
veldismenn, men tað hevur ikki so stóran týdn-
ing, ynskir fólkið at verða frælst, ein stórur meir-
iluti av føroyingum. Tað kann vera, at føroying-
urin heldur at tað er meira virðiligt, at vera ein
heldur fátækur fríbóndi, heldur enn enn ríkur
trælur. Um sjálvt frælsisynskið, heldur enn ynski
føroyinga at fáa danir at rinda fyri okkara fíggj-
arligu vannstýring, var tað berandi i samráðing-
unum, so var lítil ivi um, at vit fingu meira
goodwill frá dønum. Vit mugu koma burtur frá
hesi biddaragongd, sum vekir so nógvan illvilja
í danska fólkinum. Tað er heldur ikki virðiligt
fyri okkum. Frælsisynskið hjá einum fólki eigur
at byggja á frælsi fyri ein og hvønn prís. Nyrup
hevur rætt, loysing kostar. Er hetta ynskið ikki í
føroyinginum, so hava vit heldur ikki uppiborið
frælsi. Og svar upp á hendan spurning fáa vit
bara við eini fólkaatkvøðu við einfalda spurn-
inginum. „Skulu vit loysa ella ikki, ja ella nei.“
Og í meðan veit eg sjálvur hvørki út ella inn.
Eg kenni meg sum ein part av The United King-
dom of Denmark. Danska sam-felagið hevur hýst
mær i mong ár, meðan eg læs. Í dag hýsir tað
soni mínum og gevur honum øll rættindi á jøvn-
um føti við allar aðrar 11 ára gamlar danskar
dreingir. Tá fólk gerast ordiliga sjúk í míni fam-
ilju, so fáa tey hjálp á danska ríkissjúkrahúsinum.
Ein stórur partur av mínum vinum búgva í Dan-
mark og nógv familja eisini. Megin-parturin av
tí eg havi lisið er á donskum máli og eg veit slett
ikki, um eg vil melda meg burtur úr hesum 600
ára gamla hjúna-lagi. Fyri mær er sambandið
við Danmark so øgiliga nógv annað enn blokkur,
krónur og oyrur. Tað er ein partur av mínum
lívi, eg eri ein partur av einum minniluta í danska
kongaríkinum og eg kenni ikki, at tað ger meg
minni ella verri enn nakar annar í heiminum. Og
føroying vil eg kenna meg allar dagar, um vit
stýra sjálvir, ella í felag við Danmark. Og eg
kenni ikki bara sum føroying, men eisini sum
norðing. Eg var 12 ára gamal fyrstu ferð eg var
í Havn.
Jústinus Leivsonur Eidesgaard
justinus@t-online.de
8. apríl fingu Hildigunn Olsen,
Runavík og Bárður Bærentsen,
Kaldbak eina dóttir. Hon var 50
cm long og vigaði 3320 gr.
24. apríl fingu Kristbjørg og Per
Christensen, Fuglafjørður, eina
dóttir. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3725 gr.
2. mai fingu Maria Mørkøre og
Kristian Hansen, Klaksvík, bús.
í Vanløse, eina dóttir. Hon var
51 cm. long og vigaði 3500 gr.
3. mai fingu Birgit og Hans
Christian Isaksen, Klaksvík, ein
son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3500 gr.
4. mai fingu Atli og Elly Jen-
sen, Sandur, eina dóttir. Hon var
55 cm. long og vigaði 4450 gr.
4. mai fingu Beinta Karbech
Hansen, Funningsfjørður og
Kristian Johannesen, Funning-
ur, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 4000 gr.
4. mai fingu Leila S. Dalabrúgv
og Bárður Klakkstein, Klaks-
vík, eina dóttir. Hon var 53 cm.
long og vigaði 3750 gr.
4. mai fingu Fríðbjørg og Harry
Abrahamsen, Streymnes, eina
dóttir. Hon var 50 cm. long og
vigaði 3325 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Gudstænastur 3. sunnudag eftir páskir
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen (Talvan gongur fyri
Blákross í Føroyum)
Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein. (Talvan gongur fyri
Blákross í Føroyum)
Argir: kl. 11, Kjartan Mørkøre
Kaldbak: kl. 12, Sverri Steinhólm, altargangur
Kollafjørður: kl. 11, konfirmatión, Marjun Bæk
Miðvágur: kl. 11, altarg., deyvagudstænasta, Jónsvein Bech.
(Talvan gongur fyri deyvameinigheitina)
Haldarsvík: kl. 11,
Tjørnuvík: kl. 12, Martin Restorff Jacobsen
Sjóvar kirkja: kl. 11, Jógvan Fríðriksson
Gjógv: kl. 11 messa (útvarpað)
Funningur: kl. 12.30, messa, Emil Olsen
Hov: kl. 11,
Porkeri: kl. 12.30, Elsa Funding
Vágur: kl. 11, Bergur D. Joensen
Hvalba: kl. 12.30, Ólavur Rasmussen
Skúvoy: kl. 12, Jákup R. Hansen
Fuglafjørður: kl. 11, Uni Næs
Christianskirkjan: kl. 11, Niels Pauli Danielsen
Mikladalur: kl. 12, altarg., Hans Eiler Hammer
Viðareiði: kl. 11,
Kirkja: kl. 17,
Hattarvík: kl. 19, Meinhard Bjartalíð
Ebenezer
Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti
og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti.
Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond
Morgunmøti kl. 11, kl. 12.15 sunnudagsskúli, kl. 18 evan-
geliskt møti.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn.
Sunnudagin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta
við Egon Falk, kl. 16 samkomufundur, kl. 22 útimøti (um
viðrar).
Mánadagin kl. 06, kl. 10.30 og kl. 16 bøn.
Týsdagin kl. 06 morgunbøn.
Frelsunarherurin í Havn
Sunnudagin kl. 11 møti, Major Inger Sofie Tjåland talar,
kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Inger
Hansen talar.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli, vitjandi úr
Danmark luttaka.
Mánadag til fríggjadag kl. 06 morgunbøn.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18
møti. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Mánakvøldið kl. 20 verður ungdómsmøti við Sólbjørg
Símunarsson. Evni verður: Etisk lívsáskoðan.
Ungdómstiltak
Í dag 13. mai kl. 15: Seminar fyri ungdómsleiðarar og
onnur áhugaði í Filadelfia, tilm. á tlf. 214088, 217733,
222131 og 313492 ella á mail: tpo@gospel.fo
Kl. 21 Live í Lindini FM101, kl. 23 ungdóms-praise-
møti í Evangeliihúsinum. Náttar-evangelisering aftaná.
Sunnudagin kl. 11 møti í Rhema á Hálsi, kl. 18 møti í
Evangeliihúsinum, kl. 22 Filadelfia útimøti á Vaglinum.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin 15. mai kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við
Jákup Magnussen presti, bíbliutími.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Sunnukvøldið kl. 18 møti við Niklas Mikkelsen og Petur
Magnusson.
Sunnudagsskúlin og Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14 við trúboðaran-
um Elsu Jakobsen og etiopearanum Jákup og Jóhannus.
Kl. 18 møti við Petur Nolsø. Innsavnan til ytrimissión.
1000-ára haldið
Fríggjadagin kl. 20 letur framsýningin um kirkjurnar í
Føroyum upp í Leguhúsinum í Nesvík. J. P. Gregoriussen,
arkitektur hevur skipað fyri og greiðir frá.
Fríggjadagin kl. 19 heldur Heini F. Petersen fyrilestur
um Mikkjal á Ryggi í Listaskálanum. Kórið Glymur syng-
ur.
Sunnudagin kl. 16 heldur Magnus Jørgensen fyrilestur
um Kaj Munk í kirkjuni í Saksun. Vestmanna Sangkór
syngur.
Sunnudagin kl. 15 heldur Jákup R. Hansen, prestur,
fyrilestur í skúlanum í Skúvoy.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 18 møti, vitjan úr Filadelfia, Vágar.
Zion, Kollafjørður
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Øll eru vælkomin.
Ársmøti hjá Heimamissiónini
Ársmøti hjá Heimamissiónini verður í Nesvík dagarnar
18.-21. mai. Á skránni eru møtir, gudstænastur, ungdóms-
tiltøk, barnatiltøk, orðaskifti um arbeiði o.a. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Kirkjan, Norðskála
Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin í kirkjuni. Víst
verður á tiltakið í ítróttarhøllini í Runavík kl. 15 sunnu-
dagin.
Eydnan, Oyrarbakka
Møtirøðin við trúboðaraparinum Hanne og Egon Falk
verður hósd-, fríggjad.- og leygardagin kl. 20 og sunnu-
dagin kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Leirvík
Ungdómsmøti verður í Missiónshúsinum í Leirvík, leygar-
dagin 13.5. kl. 20 við Árna Jacobsen.
Ítróttarhøllin í Runavík
Tiltakið sum Heimamissiónin skipar fyri: sunnudagsskúlin
ár 2000 »Eingin er ov lítil til Jesus«, verður sunnudagin
14. mai kl. 15. Tiltakið er fyri alla Eysturoynna. Øll eru
hjartaliga vælkomin!
Missións- og ungdómshúsið, Glyvrar
Sunnukvøldið kl. 19 møti við John Myllhamar, trúboðara.
Innsavning til missiónsarbeiðið.
Ørkin, Saltangará
Møti verður sunnudagin kl. 17 við Vagn í Geil, Tórshavn.
Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Jonnu og Palla, Gerðis-
vegur, Saltangará.
Hósdagin kl. 20 bønarmøti.
Morgunbøn er mána-, miku- og fríggjamorgun frá kl. 6-
7.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 20 møti v/Jens Vestergaard og øðrum.
Sunnudagin kl. 17 møti við Jens Vestergaard og øðrum.
http://kort.olivant.fo/˜keldan/
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við John
og Tove Hammer. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Missiónshúsið í Vági
Í kvøld kl. 20 møti við Bergi D. Joensen. Magni Christi-
ansen syngur. Innsavning. Sunnudagin kl. 14 familjumøti
og kl. 18 møti við Bergi Debes Joensen. Magni Christian-
sen syngur. Drekkamuður verður bæði kvøldini. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli,
kl. 18 evangel. fundur, kl. 21 útifundur.
Mánadagin kl. 20 bønarfundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
ANDLÁT
4. mai
Frits Olsen, Klaksvík, 73 ár
Jóhann Wenningsted, vanliga nevndur Venne, ættaður úr
Skopun, búsitandi í Esbjerg, 89 ár
Maria Fossdalsá, Á Nesi, 79 ár
6. mai
Dánjal Christiansen, ættaður úr Toftum í Vági, 88 ár
Birita Mohr, hjá Leivi Mohr og Onnu Rúnu Jacobsen í
Kollafirði, 10 ár
Elvar Højgaard, Vopnafjørður í Íslandi, sonur Elly Højgaard
av Sandi, 40 ár
7. mai
Sigga Malena Rasmussen, fødd Poulsen, úr Søldarfirði, ættað
úr Frammistovu í Hvannasundi, 89 ár
8. mai
Poula Sørensen, Øravíkarlíð Tvøroyri, 64 ár
Herna Heinesen, fødd Niclasen, ættað úr Sørvági, búsitandi í
Åmot, Skien í Norra, 54 ár
Julia Sylvesta Højgaard, á Toftum, 67 ár
10. mai
Hilmar Jacobsen, Víkarbyrgi, 75 ár
Napoleon Olsen, Poli, búsitandi í Havn, ættaður úr Hósvík,
79 ár
Karl Høj, Strendur, 79 ár
Helga Hansen, Eiði, 76 ár
Páskaboð – 3. leygardag eftir páskir
»Men eftir hetta opinberaðist hann í einum øðrum líki fyri tveimum
av teimum, meðan teir vóru á gongd út á bygd. Og hesir fóru og
boðaðu hinum hetta. Men heldur ikki teimum trúðu teir«. (Markus
16,12–13).
Hin tóma grøvin páskamorgun er trúnni ein ríkur vitnisburður. Hendan
útsøgnin er enn ríkari vegna tess, at Jesus sum hin upprisni opinberaði
seg fyri kvinnum og monnum. Maria Magdalena sá hin upprisna, og
nú lósu vit um teir báðar lærusveinarnar, ið vóru ávegis út á bygd.
Lukas evangelistur veit frá at siga, at hesir báðir ferðamennirnir
eru ávegis til Emmaus, ið liggur seks fjórðingar frá Jerúsalem. Á
ferðini tosa teir um tað, ið hent var hesar seinastu dagarnar. Meðan
teir soleiðis ganga og práta, fáa teir ferðalag av einum ókendum.
Hesin fremmandi kemur væl inn í samtaluna, og teir báðir ferða-
mennirnir til Emmaus greiða frá Jesu lagnu, hvussu høvuðsprestarnir
og ráðsharrar fólksins góvu hann inn undir deyðadóm og krossfestu
Eitt ljós á
gøtu míni
hann.
Venda vit aftur til Markus stendur at lesa, at lærusveinarnir heldur
ikki trúðu frásøgnini frá hesum báðum ferðandi. Jesus opinberaði seg
og sýndi seg fyri teimum, men hetta gav ikki endurljóð í lærusveina
hópinum so við tað sama. Tað var heldur tungt hjá trúnni at vakna til
lívs.
Og líkasum uppreisn Jesu Krist frá deyða og grøv er eitt undur, á
sama hátt er við trúnni. Uppreisn Jesu Krist er Guðs verk. Guð grípur
inn í heimssøguna, Miðeystur verður ein partur av frelsisøgu Guðs.
Eisini trúgvin er eitt undur. Hjá Lukasi fáa vit at vita, at Jesus og
hesir báðir ferðamennirnir koma ásamt um at vera saman, tí kvøldið
er komið og náttin stundar til. Tá teir settust til borðs, tók hesin
ókunnugi maðurin breiðið, vælsignaði og breyt tað og gav teimum.
Trúgvin er ein Guðs gerningur í einum mannahjarta. Guð føðir
trúnna til lívs við sínum gerningi. Skrivað stendur í sambandi við
breyðbrótingina hendan dagin í Emmaus: »Tá opnaðust eygu teirra,
og teir kendu hann«.
Og júst soleiðis gjørdist tann tóma grøvin eini gleðiboð burturav, tí
tann tóma grøvin var staðfest við opinbering Jesu Krist, tá hann sýndi
seg livandi og upprisnan millum lærusveinarnar.
Og tess vegna verður prædikað enn í dag, tí eisini vit eru komin til
trúgv og hava sæð dýrd Jesu, dýrd sum einborin sonur hevur frá faðir
sínum, fulla av náði og sannleika. Amen.
5. mai fingu Jacoba og Tórhall-
ur Staksá, Viðareiði, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vig-
aði 3800 gr.
6. mai fingu Poul Laksáfoss og
Kára Zachariassen, Klaksvík,
ein son. Hann var 51 cm. lang-
ur og vigaði 3300 gr.
8. mai fingu Anita og Súni S.
Jaocbsen, Argir, eina dóttir.
Hon var 56 cm. long og vigaði
3600 gr.
8. mai fingu Ruth og Jens Gle-
rup, Tórshavn, ein son. Hann
var 53 cm. langur og vigaði
3380 gr.
8. mai fingu Irena Nolsø og
Bjarni Poulsen, Keypmanna-
havn, eina dóttir. Hon var 53
cm. long og vigaði 3900 gr.
9. mai fingu Sigga M.S. Jør-
gensen og René J. Laursen, År-
hus, eina dóttir. Hon var 51 cm.
long og vigaði 3100 gr.
10. mai fingu Nadine Jacobsen
og Jón Egil Glyvradal, búsit-
andi í Lemvig, ein son. Hann
var 54 cm. langur og vigaði
3800 gr.
11. mai fingu Ragnfríð og
Høgni Petersen, Rituvík, ein
son. Hann var 56 cm. langur
og vigaði 4025 gr.