Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 B36 kann draga meira frá B36 tykist vera mest upplagdi favoritturin um vikuskiftið, og um úrslitini laga seg eftir teirra vilja, kunnu teir møguliga toyggja leiðsluna longur enn tey bæði stigini, sum nú eru á muni JÁKUP MØRK/ JÓANNES HANSEN Ikki kann sigast annað, enn at fleiri heldur óvæntað úr- slit hava verið í landskapp- ingini higartil, hóast tað enn bert eru leikt trý umfør. Mest óvæntað er helst, at føroyameistararnir úr Klaksvík bert hava fingið eitt stig higartil. Eisini er rættuliga óvænt- að, at tey bæði fremstu lið- ini eru tey bæði havnarlið- ini, B36 og HB. Undan kappingini tóktust annars júst hesi liðini at vera tey, sum vóru harðast rakt av frágongd, men higartil hava tey prógvað, at breiddin í leikaratilfarinum er í sam- svari við fólkagrundarlagið í høvuðsstaðnum. Um henda gongdin fer at halda sær restina av árinum tykist kanska heldur óvist, men kanska fæst ein ábend- ing um hetta longu hetta vikuskiftið. Í hvussu so er má nú sigast at vera seinasta útkall hjá klaksvíkingum. Komandi trý vikuskiftini skulu spæla móti ávíkavist GÍ, B68 og B36, og megna teir at fáa nakað, sum líkist, fullari úrtøku úr hesum dystum, hava teir helst fingið samband við toppin aftur. Hinvegin merkir ein ván- alig úrtøka í hesum dystum helst, at klaksvíkingarnir er- u fullkomuliga afturúrsigl- dir í hesum kappingarár- inum. Skerdir havnarmenn Tað verður eitt skert HB lið, sum sunnudagin leggur leiðina vestur um, har teir fyri aðru ferð í ár skulu royna seg móti vágamonn- um. Serliga álopsparturin tyk- ist tunnur hjá havnarmonn- unum, sum noyðast at vera bæði Gigi og Jón Róa Ja- cobsen fyri uttan. Harum- framt er ivasamt, um Bárður Mortannson verður til reið- ar at spæla. Hósdagin vandi hann tó fyri fyrstu ferð í hesu vikuni. Vágamenn hava so at siga alt fólkið tókt, nú teir á øðrum sinni skulu royna seg á heimavøllinum í Sørvági. Í gjár tóktist einasta ivamálið at vera, um Bakus fór at verða klárur. Hann noyddist at gevast í hálvleikinum móti B36 seinast, og alla hesa vikuna hevur hann ligið sjúkur í seingini. Vágamenn ásanna eisini, at teir nú mugu skava sær nøkur stig saman, áðrenn gloppið til niðastu liðini verður ov stórt, og tí fara teir eisini á vøllin eftir øllum trimum stigunum hesa ferð. Tætt millum árstalsfeløgini Hvørki B68 ella B71 halda seg hava breiðan hóp, og báðum feløgum hava teir skaðar at stríðast við. Skulu vit meta út frá hag- tølunum, so talar alt fyri, at tað verður javnt og tætt, tá B71 í morgin fer á Svanga- sakarð. Síðani sandoyingar í 1989 fyri fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini, hevur tað veri tætt, tá teir hava stríðst móti toftamonnum. B68 og B71 hava spæl átjan landskappingardystir. Sand- oyingar hava vunnið átta, toftamenn seks og fýra ferð hevur verið javnleikur. Mál- munurin er 25-22 til fyri- munar fyri B71. B71 var í 2. deild í 1991. Síðani teir komu aftur í 1. deild í 1992, teir hava verið í aðru deild eitt ár hetta tíð- arskeiðið - hevur málmun- urin móti toftamonnum ver- ið 19-19.. Stóri málskjúttin hjá B71 hevur verið Eli Hentze. Síðani 1992 hann skorað níggju av átjan mál- um. Hóast hann hevur skor- að tey flestu á heimavølli, so er tað sjálvsagt, at tofta- menn hava eitt vakið eyga við veteraninum í morgin. Hjá heimaliðnum er Jan Petersen farin at venja aftur, men í gjár var sera ivasamt, um hann verður tøkur í mor- gin. Kristian Poulsen er framvegis plágaður av vøddaskaða í lærinum. Hjá B71 er ivasamt, um tveir av fremmandu monn- unum verða tøkir í morgin. Felags fyri Alex Nielsen og Julian Florescu er, at teir móti GÍ seinasta sunnudag fingu løstir í fótablaðið. Jul- ian varð skaddur í 1. hálv- leiki, men hann spældi kort- ini allan dystin. Alex varð skaddur fimm minuttir inn í 2. hálvleik, og hann út beinanvegin. Hvørgin teirra hevur vant í vikuni, en Páll á Reynatúgvu hevur arbeitt upp á teir, og so fæst at síggja, hvussu tað verður í morgin. Bjørn Thorsteinsson er framvegis skaddur siga teir av Sandi. Toppur móti botni Á pappírinum er einki at taka seg aftur í, at B36 eru stórfavorittar, tá teir sunnu- dagin taka ímóti gestunum úr Sumba. Heimaliðið hevur higartil fingið fulla úrtøku burtur úr sínum dystum, meðan gest- irnir enn eiga fyrsta stigið til góðar. Hjá oddaliðinum verður roknað við, at allir mans eru tøkir. Egil Zachariasen noyddist út seinast, og hev- ur ikki vant hesa vikuna, men í Havn vænta teir, at sweeparin verður til reiðar at taka eitt tørn afturat sunnudagin. Sumbingar hava enn ongantíð megnað at vunnið stig frá B36, tá liðini hava hitst í 1. deild, og teir á- sanna eisini, at teir hava ein- a sera trupla uppgávu fyri framman sunnudagin. Mótstøðuliðið er sum sagt núverandi oddaliðið, men harumframt eru eisini fleiri aðrir lutir, sum viðføra at talan verður um eina sera trupla uppgávu. Áðrenn kappingin byrjað- i, var greitt at Baja, sum í fjør varð toppskjútti hjá sumbingum, ikki verður við fyrru helvt av kappingarár- inum, vegna skaða í knæ- num. Nú er Páll Magnar Kjær- bæk eisini skurðviðgjørdur í knænum, og harumframt hevur Tummas Pauli Nón- fjall eisini skaða í knænum. Marlon Kjærbo, sum annars hevur røkt sweepara plássið hjá Páll Magnari, varð skaddur mikukvøldið og eisini er Dánjal Johan Joen- sen farin aftur til Danmark- ar, so alt í alt eru sumbingar rættuliga skerdir undan dystinum. Milan Cimburovic, sum er venjari hjá sumbingum, sigur seg tí hava sera ringar vónir til dystin sunnudagin. Teir ætla sær tó norður fyri at spæla ein góðan og undir- haldandi dyst, og vóna so tað besta. Mest týdningarmikið metir hann tó vera, at teir ikki fáa nakrar skaðar ella leikbann sunnudagin, tí fyri framman standa tveir sera týdningarmiklir dystir, sum í stóran mun verða avger- andi fyri lagnuni hjá sum- bingum. Komandi viku- skiftið fáa teir vitjan av FS Vágar, og síðani koma sandoyingar suður, og uttan at niðurgera nakran, er tað einamest í hesum dystum, at sumbingar skulu vinna sær neyðugu stigini til at verða verandi í fremstu deildini. Nýklassiskari stendur í skugganum Føroyameistararnir úr Klaksvík eru í trongum skóm, tá teir í morgin fara um Leirvíksfjørð. Í trimum dystum hava teir bara fingið eitt stig, og fyribils siga teir seg hugsa lítið um at endur- vinna FM-heitið. Skulu teir ikki í fleiri vikur spæla við rygginum móti vegginum, er helst neyðugt at vinna nú, men hetta tykist vera lættari sagt enn gjørt. Gøtumenn, sum hava gjørt nógv við at undirspæla sín leiklut í ár, plaga at hava gott tak á KÍ í sarpigerðir. Í fjør spældi KÍ væl í gott korter og kom á odda, men so datt alt saman, go GÍ vann 2-1. Vit skulu aftur til 1996 fyri at finna seinasta KÍ sigurin í Gøtu. Ta ferðina vann KÍ 2-1. Úr Gøtu frætta vit, at har stendur væl til við fólki- num, sum teir rokna fyri at hoyra til 1. deild. Teir hava fjúrtan 1. deildarspælarar, men Johan Nielsen fer ney- van at broyta stórvegis upp á liðið, sjálvt um teir bert fingu eitt stig á Sandi. Tá vóru teir væl nøgdir við spælið, men trupulleikin var, at teir ikki fingu nóg góðar úrtøku úr møguleik- unum. Teir halda tó, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Óli Hansen fer at fáa gongd á málskjóting- ina. Óli var ikki við á Sandi, men hann er nú tøkur aftur. Í síðstu viku stóð illa til við fólki hjá KÍ, sum í ár hevur staðið seg betur á úti- vølli enn heima. Støðan er ikki heilt góð enn, men mið- verjarnir báðir, Jan Andre- asen og Pazek, og unglinga- spælarin, Símun Joensen, hava verið til venjingar aft- ur hesa vikuna. John Ryan er framvegis skaddur, og Marek, sum stóð sterkastur í myndini móti VB, er farin til hús. Tað er langt síðani, at tað varð avrátt, at hann skuldi vera við til familju- hátíð hetta vikuskiftið. Nú eru meira enn tveir mánaðir síðani, at tað fór at ljóða, at tveir jugoslavar skulu koma til Klaksvíkar. Nógv hevur verið fregnast og spurt, men enn eru eingir jugoslavar í Klaksvík - burt- ursæð frá Tomislav Sivic, sum ivaleyst fer at brúka seg sjálvan á vøllinum í morgin. Eftir trimum stigum Bæði liðini fara á liðnum eftir trimum stigum, tá VB og NSÍ hittast á Eiðinum, suðuri í Vági sunnudagin. Venjarin hjá VB, Kryztof Popzynzki, sigur seg hava alt fólkið tókt til henda dyst- in. Janus Kjærbo fekk reyða kortið fyri viku síðani, men hann sat bannið av sær, tá VB leikti móti Sumba mikukvøldið. Víðari sigur VB venjarin, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at teir fara á vøllin í dag við trimum stigum í huga, og at tað áskoðararnir tískil kunnu vænta sær á- lopssinnaðan fótbólt frá hansara monnum. Hann ásannar tó eisini, at talan kann gerast um ein sera torføran dyst móti ungu runavíkingunum. Trýgvi Mortensen, sum er venjari hjá Runavíkingu- num ásannar eisini, at talan verður um ein torføran dyst, sum eisini kann gerast sera spennandi. Hann sigur, eins og starvsfelagin í Vági, at runa- víkingingarnir fara á vøllin eftir øllum trimum stigu- num. Higartil eru runavík- ingarnir ósigraðir, men við trý stiga skipanini eru javn- leikir kostnaðarmiklir, og longu nú hava runavíkingar leikt tveir slíkar. Einasti leikari, sum ikki er tøkur hjá Trygvi sunnu- dagin, tykist vera Christian Høgni Jacobsen, sum dreg- ist við skaða í knænum. Enn er ikki greitt, hvussu álvar- samt hetta er, men runavík- ingar vóna, at tað ikki gong- ur alt ov long tíð, áðrenn hann aftur er til reiðar at spæla. Í steypakappingini vóru VB og NSÍ í sama bólki, og í innanhýsis uppgerðunum vunnu liðini bæði hvør sín útidyst. Dystirnir um vikuskiftið 1. deild menn, 3. umfar 14.05 FS Vágar-HB Niklas á Líðarenda 14.05 B68-B71 Lassin Isaksen 14.05 B36-Sumba Petur Reinert 14.05 GÍ-KÍ Jens Petur Brattalíð 14.05 VB-NSÍ Kim Ejdesgaard 2. deild menn, 2. umfar 13.05 B36-TB Tummas P. Olsen 13.05 ÍF-GÍ Eiler Rasmussen 13.05 NSÍ-KÍ Petur Hansen 13.05 Royn-LÍF Jákup Martin Kjeld 13.05 EB/Streymur-HB Regin Egholm 3. deild menn, 3. umfar 14.05 FS Vágar-AB Suni Johansen 14.05 B68-B71 Jákup Martin Kjeld 14.05 B36-TB Erling Eysturoy 14.05 ÍF-KÍ Dagfinn Olsen 14.05 VB-Skála Frits Poulsen Kvinnudeildin 13.05 VB-GÍ Frits Poulsen 13.05 HB-AB Johan Krogh 13.05 Skála-Sumba Eiler Rasmussen vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 3 3 - 0 - 0 12 3 9 9 2 HB 3 2 - 1 - 0 3 1 2 7 3 B68 3 2 - 0 - 1 7 4 3 6 4 NSÍ 3 1 - 2 - 0 5 4 1 5 5 GÍ 3 1 - 1 - 1 5 5 0 4 6 VB 3 1 - 1 - 1 4 4 0 4 7 B71 3 1 - 1 - 1 3 3 0 4 8 KÍ 3 0 - 1 - 2 2 4 -2 1 9 FS Vágar 3 0 - 1 - 2 4 11 -7 1 10 Sumba 3 0 - 0 - 3 2 8 -6 0 Støðan, 1. deild menn TIPS 13 Vika 19. • 13.-14. mei. Magni Jarnskor Seinasta freist leygard. kl. 14.50 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 Dalum B93 Danmark, 1. deild FC Aarhuus Fremad Amager Danmark, 1. deild Aalborg Cgang B 1913 Danmark, 1. deild Brønshøj Hjørring Danmark, 1. deild Bielefeld Bayern München Týskland, Bundesliga Dortmund Schalke 04 Týskland, Bundesliga Freiberug Kaiserslautern Týskland, Bundesliga Hamburger SSV Unterchaching Týskland, Bundesliga Hansa Rostock VfB Stuttgart Týskland, Bundesliga Leverkusen Frankfurt Týskland, Bundesliga Ulm Wolfsburg Týskland, Bundesliga Werder Bremen Duisburg Týskland, Bundesliga 1860 München Hertha Berlin Týskland, Bundesliga 2 1 X 2 1 X 2 1 X 2 1 X 2 X 2 1 X 1 2 1 X 2 1 X 1 X 2 Magni tippar Veddingarmaðurin hesa vikuna er Magni Jarnskor úr GÍ. Seinast hann royndi seg, hevði hann heili 8 røtt U- tekn Veddingarseðilin Soleiðis skal veddingarseðilin lesast Nýtta skipanin er U-4-6-100. Hetta merkir, at 4 dystir eru heilgarderaðir og 6 eru hálvgarderaðir. Hinir tríggir eru sonevndir sikrir. Umframt at gera av, hvussu ymsu dystirnir skulu garderast, skal eisini sonevnt U-tekn setast við teir dystir, har garderingar verða nýttar. Hetta verðru sett við úrslitið, sum verður roknað at vera mest sannlíkt í einstøku dystunum. Á veddingarseðlinum á hesi síðu, eru U-teknini gjørd størri enn hini teknini. JÁKUP MØRK Orsakað av at allir dystirnir í ensku Premier League verða leiktir sunnudagin hetta seinasta leikumfarið, eru eingir enskir dystir á veddingarseðlinum hesa- ferð. Hinvegin er dentur lagdur á týsku bundesliguna, har9 av teimum 13 dystunum eru tiknir. Eisini 1-2 Magni Jarnskor, sum fyri trimum vikum síðani gitti 11 av teimum 13 dystunum rættar, hevur valt sær ein dyst úr donsku kappingini, sum sikran, og er hetta dystur 1, har hann hevur B93 sum favoritt móti Da- lum. Harumframt roknar hann við sigrum til tey bæði oddaliðini í Týsklandi, Bay- ern München og Bayer Le- verkusen, sum bæði skulu royna seg móti liðum, sum á pappírinum eru væl veik- ari. Eins og Jan Joensen gjør- di í seinastu viku, so hevur Jan eisini gjørt nýtslu av so- nevndu 1-2 garderingunum. Hesa hevur hann nýtt í dyst- inum millum Hansa Rostock og VfB Stuttgart. 8 U-tekn seinast Tá Magnir fyri trimum vikum síðani royndi seg á hesum síðum, fekk hann eitt rættuliga gott úrslit. Ikki tí, tveir av sikru dyst- unum kiksaðu, men hinveg- in hevði hann heili 8 U-tekn røtt, og er hetta hægsta talið, sum higartil er rakt av vedd- ingarmonnum okkara. Megnar Magni aftur at kollgita eins nógv av hes- um, samstundis sum teir sikru dystirnir verða trygg- ari hesaferð, er einki at ivast í, at úrslitið verður meira enn tað eina raðið við 10, sum hann hevði seinast. Um tað so verður nóg mikið til 13 røtt og heilt stóra vinningin er óvist, men sum áður skrivað so eru betri møguleikar fyri hesum, tá meginparturin av U-teknunum eru røtt. EYÐUN KLAKSTEIN Spælarar hjá FC Keyp- mannahavn verða vænt- andi settir í samband við ólóglig evni í eini sjón- varpssending, sum TV2 fer at senda mánakvøldið. Hetta skrivar danska Ekstrablaðið í gjár. Blaðið hevur fingið frænir av innihaldinum í sendingini, og í FCK eru tey bæði skelkað og í øð- ini um dopingslaturin. - Spælararnir eru skelk- aðir, og eg brýggi meg ikki um arbeiðslagið hjá TV2, sigur ein østur Niels Christian Holmstrøm, sum er ítróttarstjóri í FCK. Sendingin hjá TV2, sum kallast „Det Magiske Vand“, fer at seta evni sum anabolskar steroidir og amfetamin í samband við fleiri spælarar í einum stórum superligafelagi, og fleiri onnur felag verða sett í samband við evni amfetamin. TV2 hevur keldur í um- hvørvinum, sum selir slík evni. Á fundi við TV2 Ekstrablaðið sigur, at tveir FCK-spælarar í síð- stu viku biðin um at koma FCK skelkað av dopingslatri Ein sjónvarpssending, sum verður send á TV2 mánadagin, fer eftir øllum at døma at seta spælarar hjá FCK í samband við ólóglig stimbrandi evni á fund við tveir TV2 jour- nalistarnar. Tá spælarar- nir komu aftur frá fund- inum, greiddu teir ítrótt- arstjóranum í FCK frá um hendingina. Niels Christian Holm- strøm savnaði mánadagin allar spælararnar á fundi, har hann og teir báðir spælararnir greiddu frá um tað, teir høvdu verið úti fyri. Síðani hevur ítróttar- stjórin forða fyri, at tveir aðrir spælarar gjørdu samrøður við TV2. Niels Christian Holm- strøm sigur við Ekstra- blaðið, at hann brýggjar seg ikki um, at FCK verð- ur nevnt í slíkum saman- hangi, og tá ítróttarstjórin fer at hyggja eftir TV2- sendingini mánakvøldið, verður tað helst saman við einum advokati. Eingi nøvn eru enn sett á teir FCK-spælararnar, sum eftir øllum at døma verða settir í samband við ólógligu evnini. Ikki er óhugsandi, at felagið hjá Toda verður stóra samrøðuevnið í donskum fótbólti komandi dagarnar Hetta vikuskiftið veddar Magni Jarnskor saman við Sosialinum og Horninum í SMS