leygardagur 2. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 143 - 2. august 2003
Nr. 143 - 2. august 2003
3
Maningin á línuskip-
inum, Jákup B úr
Klaksvík, kann gleða
seg til, at umstøður-
nar umborð verða
munandi betur, tá
klárt verður at fara til
fiskiskap einaferð í
heyst
UMVÆLING
Rúna Siverten
Tá Skipasýnið kravdi ábøt-
ur í galluni á Jákup B,
gjørdi reiðarí’ið av, at gera
størri umbyggingar um-
borð, eitt nú at gera nýggja
brúgv.
Beint eftir norðoyastevnu
varð skipið lagt, og nú,
tveir mánaðar seinni, er
nýggj brúgv komin á bátin.
Brúgvin er í tveimum
hæddum. Á niðaru hæddini
er nýtt baðiverlisi, skipara-
og stýrimanskamar.
Undir dekkinum er nýggj
galla, messa og gongd.
Messan er dupult so stór,
sum hin gamla, og er skaff-
ingarrúm og sjónvarpsstova
í einum.
Grímur Lassen, reiðari,
sigur, at tá skipið er so
gamalt, er ikki nóg mikið
við ábótum.
- Tað, sum verður gjørt
av umvælingum umborð,
verður gjørt av nýggjum, so
hvørt sum fíggjarligu um-
støðurnar loyva tí, sigur
hann.
Umvælingarnar hesaferð
kosta um 5 til 6 milliónir
krónur.
Tað er Kjartan Hansen,
skipsbyggjari, sum eigur
fyritøkuna,
Mekanor
í
Klaksvík, ið hevur bygt
nýggju brúnna.
Við Jákup B eru 14
mans, skipari er Sámal
Jákup Olsen úr Klaksvík.
Jákup B
nýggja brúgv
Tað er fyritøkan,
Mekanor í Klaksvík,
við Kjartani Hansen,
sum hevur gjørt
nýggju brúnna á 43
ára gamla
línubátinum, Jákup
B
Myndir: Poul Eiden Müller
Kunngjørt verður at kæra mamma, systir,
vermamma, omma og langomma
HILDA ABRAHAMSEN
ættað úr Mykinesi, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 31. juli,
85 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin kl. 14.00
Familjunnar vegna
Kirstin og Steingrím
Alt bendir nú á, at
eykajáttanin, sum
Landsverkfrøðinguri
n gjøgnum Vinnu-
málaráðið hevur søkt
um til Norðoyatunn-
ilin, er á veg. Karsten
Hansen, fíggjarmála-
ráðharri, vísir tó á, at
Landsverkfrøðinguri
n og Vinnumálastýrið
eru sera seinir í vend-
ingini
NORÐOYATUNNILIN
Heini í Skorini
Í Sosialinum í gjár vísti
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn
Jacobsen,
á
ónøgdsemi sítt við gongd-
ina í málinum við ognan av
jørð til vegagerð í Klaksvík
í sambandi við Norðoya-
tunnilin. Landsverkfrøð-
ingurin, Oyvindur Brim-
nes, vísti á, at bíðað verður
eftir játtanini, teir hava søkt
eftir gjøgnum Vinnumála-
ráðið.
Peningur játtaður í
næstum
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, vísir í við-
merking til hetta á, at
Fíggjarmálaráðið fer at
ganga fyrispurninginum á
møti um meiri pening til
verkætlanina.
- Í næstu viku verður
landsstýrisfundur, og tá
verður m.a. arbeiðið við
Norðoyatunnlinum
á
skránni. Fleiri onnur øki
verða eisini við á eyka-
játtanini, men Landsverk-
frøðingurin fær játtað nak-
að niðanfyri eini hálvari
millión, sigur Karsten Han-
sen.
Henda eykajáttan fer so-
statt væntandi at seta gongd
á arbeiðið við keypi ella
ognartøku av jørð, sum
Landsverkfrøðingurin, Oy-
vindur Brimnes, vísti á í
Sosialinum í gjár.
Jørðeigarar skuldu
langt síðani fingið boð
Karsten Hansen vísir víðari
á, at eykajáttanin eigur ikki
vera nøkur undanførsla til
ikki at vera komin longri
við arbeiðnum við ognar-
jørðini.
- Teir, sum hava við hetta
arbeiði at gera, skuldu langt
síðani fingið samband við
eigararnar av jørðini, tí teir
hava vita alt í meiri enn eitt
ár, sigur fíggjarmálaráð-
harrin. Karsten Hansen
heldur fram og sigur, at í
mars mánaði var ein kunn-
andi fundur um verkætlan-
ina, og tá reisti ein av pri-
vatu jørðeigarunum seg
upp og spurdi, hví eigarar-
nir ikki høvdu fingið nakað
at vita enn. Svarið frá P/F
Norðoyatunnilin var, at
eigararnir fingu brøv her og
nú.
Umbøn um pening
kom seint
Karsten Hansen fílist eisini
at útsøgnirnar hjá Lands-
verkfrøðinginum um, at
bíða verður eftir peningi.
Hann vísir á, at umbønin
frá Vinnumálaráðnum kom
sera seint til Fíggjarmála-
ráðið.
- Vit fingu fyrispurning
um eykajáttan so seint sum
beint áðrenn Tingið fór í
summarfrítíð, og eftir mín-
um tykki skuldi hon verið
komin fyrr, sigur Karsten
Hansen.
Hann leggur afturat, at
Vinnumálaráðið visti, nær
evstamark var til eykajátt-
an, og um teir høvdu søkt
fyrr, høvdu teir eisini havt
peningin tøkan til arbeiðið
nú.
Enn ein eykajáttan
Hóast viðurskiftini sam-
bært fíggjarmálaráðharran-
um skudli verið komin
uppá pláss fyrr, fær Vinnu-
málaráðið og harvið Lands-
verkfrøðingurin
sostatt
pening játtaðan at halda á
við arbeiðnum við ognar-
jørðini í Klaksvík, og talan
er sostatt um enn eina eyka-
játtan, hóast tað fleiri ferðir
hevur verið frammi, at
haldast skal til fíggjarlóg-
ina uttan nakrar eyka-
játtanir.
- Sjálvsagt er málið altíð,
at fíggjarlógin skal halda
árið út, men onkuntíð
broytast viðurskiftini, um-
framt at ætlanir ikki ganga,
sum tær skulu. Tá er neyð-
ugt við eykajáttanum, sigur
Karsten Hansen.
Spurdur, hvar sparingar
so vera, nú peningur verður
fluttur til hetta økið, sigur
Karsten, at tað er ikki
møguligt at siga heilt ná-
greiniliga í løtuni.
- Talan er í hesum høpi
um eina umraðfesting, har
fleiri peningur verður játt-
aður til hetta arbeiði, og so
skal minni peningur nýtast
á øðrum økjum. Hvørji
økini eru, er ikki møguligt
at siga nú.
Sostatt verður tað ynski
gingið á møti, sum bæði
Landsverkfrøðingurin,
Vinnumálastýrið,
P/F
Norðoyatunnilin og ikki
minst Klaksvíkar Komm-
una hava vónað skuldi
koma. Í næstu viku verður
landstýrisfundur um hesi
viðurskifti, og við hesi
eykajáttan kemur væntandi
meiri ferð á arbeiðið at
útvega ognarjørðina til
vegagerð í Klaksvík.
Eyka-
játtanin til
Norðoya-
tunnilin
á veg
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, sigur, at í
nærmastu framtíð verður
peningur játtaður til fram-
haldandi arbeiðið við
Norðoyatunnlinum
C
M
Y
K
3
2