Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 143 - 2. august 2003 Nr. 143 - 2. august 2003 5 Verður uppskotið hjá Vinnumálaráðnum samtykt av løgting- inum, verður talan um eina nýggja skip- an á arbeiðsmarknað- inum. Uppskotið um fastan gerðarrætt leggur seg tætt at ein- um arbeiðsrætti, sum vit kenna í londunum rundan um okkum. ÓSEMJUR Á ARBEIÐS- MARKNAÐINUM Páll Holm Johannesen Seinastu viku sendi Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum, feløg- unum á føroyska arbeiðs- marknaðinum eitt uppskot til hoyringar um skipan til loysn á ósemjum á arbeiðs- marknaðinum. Í rúgvumikla uppskot- inum verður millum annað lagt upp til at seta ein fastan gerðarrætt á stovn. Verður uppskotið til løgtingslóg samtykt, verður talan eina fullkomiliga nýggja skipan um loysn á trætum á ar- beiðsmarknaðinum. Minnir nógv um arbeiðsrætt Flestu avtalur á føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar fevna um ein gerðarrætt. Skipanin við gerðarrætti hevur verið nýtt til stríðsmál, sum fata um tulkingar av sáttmála- innihaldi. Gerðarrætturin er ikki nakar formellur stovnur, men ein rættur, sum verður settur á stovn, so hvørt sum stríðsmálini taka seg upp. Seinnu árini hevur gerðar- rættur verður nýttur nakrar ferðir, og hava tað verið fakfeløgini og arbeiðsgev- ararnar, sum bæði hava valt umboð í gerðarrættin. Í Føroyum hava vit aldrin havt ein arbeiðsrætt, sum vit kenna í londunum rund- an um okkum. Arbeiðsrætt- ur hevur verið nýttur at taka sær av sáttmálabrotum, og kann tí ikki samanberast við tað, sum føroyingar kenna sum gerðarrætt, ið hevur uppgávu at loysa trætur um tulking av sátt- málum. Nýggja uppskotið um fastan gerðarrætt hjá Bjarna Djurholm leggur seg nógv at arbeiðsrætt- inum. Í uppskotinum, sum er sent til hoyringar hjá feløgunum á arbeiðsmarkn- aðinum, verður lagt upp til ein stovn, sum bæði skal taka sær av brotum og tulk- ingum av sáttmálum. Ein kann tí kalla nýggja stovnin eina samanrenning av ar- beiðsrætti og gerðarrætti. Fasti gerðarrætturin fevn- ir um ein varandi stovn. Gerðarrætturin, vit kenna í dag, verður bert settur á stovn, tá trætur á arbeiðs- marknaðinum hava tikið seg upp, og tí er talan um eina nýggja skipan. Í uppskotinum úr Vinnu- málaráðnum verður lagt upp til, at fasti gerðarrætt- urin skal hava 13 fastar lim- ir og 26 varalimir. Umfatar bara sáttmálaskeiðið Fasti gerðarrætturin kann bert taka støðu til ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, so leingi sáttmáli er millum stríðandi partarnar. Seinnu árini hava fleiri av drúgvu verkføllunum verið eftir, at sáttmálaskeiðið millum partarnar er gingið út. So seint sum í vár varð havt á tunguni, at høvdu vit havt ein fastan gerðarrætt, so var sloppið undan drúgva verkfallinum, men hetta er mistulking, tí fasti gerðar- rætturin kann ikki gera skera ígjøgnum, so leingi eingin sáttmáli er millum partarnar. Nýggja løgtingsuppskotið um ósemjur á arbeiðsmarknaðinum: Fullkomiliga nýggj skipan Uppskotið frá Vinnumálaráðnum, ið er sent til hoyringar hjá feløgunum á arbeiðsmarknaðinum, fevnir um at seta ein fastan gerðarrætt á stovn. Verður uppskotið endaliga samtykt, verður talan um fullkomuliga nýggja skipan til loysn á trætum á føroyska arbeiðsmarknaðinum Mynd: savnsmynd Tá partarnar á ar- beiðsmarknaðinum sjálvir hava so torført við at semjast um ein fastan gerðarrætt, má tað almenna gera sítt til, at ferð kemur á málið við einum stovni, ið skjótt og greitt kann avgreiða ósemjur á arbeiðs- marknaðinum, sigur Bjarni Djurholm ÓSEMJUR Á ARBEIÐS- MARKNAÐINUM Páll Holm Johannesen Landsstýrismaðurin í vinnu- málum er ikki í iva um, at nýggja uppskotið um loysn á ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum er eitt stig rætta vegin. – Út frá øllum ósemjum, sum hava eyðkent bæði privata og kanska serliga almenna arbeiðsmarknaðin seinastu árini, eri eg sann- førdur um, at nýggja upp- skotið avgjørt er eitt stig rætta vegin, sigur Bjarni Djurholm. Spurdur, um tað er rætti hátturin at lóggeva fyri ein- um føstum gerðarrætti, heldur enn at lata feløgini sjálvi á arbeiðsmarknað- inum koma til sættis um at seta ein fastan gerðarrætt á stovn, svarar Bjarni Djur- holm, at tíðin hevur víst, at partarnar hava havt sera ilt við at semjast um ein fastan gerðarrætt, og tískil má tað almenna ger sítt til, at ferð kemur á málið við at seta ein stovn, ið skjótt og greitt kann avgreiða ósemjur á ar- beiðsmarknaðinum. Arbeitt leingi við málinum Landsstýrismaðurin sigur, at arbeiðið, við einum føst- um gerðarrætti, hevur leingi verið í umbúna. – Vit høvdu av fyrstani tíð eina nevnd við umboð- um fyri báðar partar á ar- beiðsmarknaðinum, men tað arbeiðið datt niðurfyri, og síðan hevur umsitingin arbeitt víðari við málinum, greiðir Bjarni Djurholm frá. Fyrsta uppskotið um loysn á trætum varð fyri tveimum árum síðani sent feløg- unum á arbeiðsmarknað- inum, men tá fekk tað kalda móttøku, og tí varð ikki far- ið víðari við málinum. Nú verður so roynt aftur, og landsstýrismaðurin vónar, at meira spyrt burturúr hesaferð. – Vit hava seinnu árini havt fleiri mál, eitt nú Brimlamálið, sum átti at sannført partarnar, at neyð- ugt er við einari regulering á arbeiðsmarknaðinum, og tí er tað mín vón, at upp- skotið fær betri móttøku hesaferð, sigur Bjarni Djur- holm Spurdur, um hann vænt- ar, at fakfeløgini fara at geva ilt av sær, nú ein part- ur av verkfalsrættinum møguliga verður tikin frá teimum, svarar landsstýris- maðurin, at tað er ringt at siga, men bæði partarnir á privata og almenna arbeiðs- marknaðinum áttu at sæð, at fasti gerðarrætturin er eitt positivt aktiv fyri part- arnar. – Spyrt tú umboð fyri ar- beiðsgevarar og arbeiðstak- arar í Norðanlondum, so svara tey bæði, at arbeiðs- rætturin hevur verið eitt positivt aktiv hjá teimum, og tá arbeiðsmarknaðurin í norðurlondum er ein tann best skipaði í heiminum, dugi eg ikki at síggja, at vit ikki skulu flyta okkum sama veg. greiðir Bjarni Djurholm at enda frá. Bjarni Djurholm: – Uppskotið er eitt stig rætta vegin Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm er sannførdur um at nyggja uppskotið um fastan gerðarrætt er eitt stig rætta vegin Mynd Savnsmynd Soleiðis sigur for- kvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag um nýggju lógaruppskot- ini hjá Bjarna Djur- holm, sum snúgva seg um viðurskiftini á ar- beiðsmarknaðinum og innihalda undan- tøk í verkfallsrætt- inum og lógarfestan arbeiðs ella gerðar- rætt og víðkaðar heimildir til semings- menninar. Ingeborg Vinther finnur valla orð og henni koma til hugs diktatorisk viðurskifti. Fakfeløg- ini hava verið lagalig við alivinnuna undir verkføllum, meðan vinnan eftir øllum at døma hinvegin útflyt- ur sjálvdeyðan fisk, sigur Ingeborg Vinth- er ARBEIÐSMARKNAÐUR Dagfinn Olsen – Hetta er ræðuligt, eg finni ikki orð fyri tí. Hetta er óhugsandi í einum demo- kratiskum landi, har vit hava verkfallsrætt og sam- ráðinagrrætt. Teir skerja fakfeløgini og demokrat- isku rættindini, sigur for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, Ingeborg Vinther, sum heldur, at myndugleik- arnir gloyma, at tað eru tveir partar á arbeiðs- marknaðinum. – Teir leggja eftir fak- feløgunum, men gloyma, at tað eru tveir partar, nevni- liga eisini arbeiðsgevara- síðan, sigur forkvinnan í FA um uppskotini frá Vinnumálastýrinum um lógarfestan arbeiðsrætt og undantøk í lógini um tøku av sjúkum djórum, fiski, har tað slepst undan vek- falli. – Teir leggjast eftir fak- feløgunum, hóast vit hava verið sera lagalig undir verkfallinum herfyri, með- an teir, arbeiðsgevararnir, eftir øllum at døma hinveg- in hava útflutt sjálvdeyðan fisk, sigur Ingberog Vinth- er, sum vísur á, at tað er ikki fakfelagsrørslan, sum hevur skuldina av vána støðuni í alivinnuni. – Og at siga, at vit eru meint rakt av verkføllum seinnu mongu árini, tað passar ikki. Í 1985 t.d. vardi verkfallið í einar 5 dagar, í 1987 var verk- fall/lock out í 3 vikur og í 1991 tað sama í einar 5 dagar, sigur Ingeborg Vinther. – Uppskotini eru hol í høvdið og har er alt við í undantøkunum, flutningur og útflutningur. Teir skerja fakfeløgini og tað er at taka demokratisk rættindi, verk- fallsrættin, og tað er ófatu- ligt, at teir leggjast eftir fakfeløgunum, eftir at tey hava verið lagalig undir verkføllum, sigur forkvinn- an í FA. – Og vert er at minnast, at kreppan í alivinnui er ikki orsakað av fakfeløg- unum, men tí einki eftirlit er við alivinnuni og fiskur- in er strongdur, sigur for- kvinnan í FA. Valt gott tíðspunkt Uppskotini um lógarbroyt- ingar hava við sær lógar- festan arbeiðsrætt, víðkan av heimildum hjá semings- stovninum og broytingar, so tað slepst undan verkfalli, tá talan er um tøku av sjúk- um fiski. Uppskotini eru løgd til hoyringar og viðmerkingar skulu vera inni tann 25. august. – Vinnumálaráðið og Bjarni Djurholm hava valt sær eina lagaliga løtu, mitt í hægstu summarfrítðini, tá flest øll eru burturstødd og skrivstovur eru stongdar. Og so skulu viðmerkingar- nar vera teimum í hendi aftur longu 25. august, sig- ur Ingeborg Vinther, sum sjálv hevur úr at gera og er burturstødd í arbeiðsørind- um komandi mongu dagar- nar. – Tað er ófatuligt, at Fólkaflokkurin fær aðrar flokkar við uppá hetta. Hetta eru tiltøk, ið skerja demokratsiku rættindini og fakfeløgini, men tiltøkini bøta ikki ringu støðuna í alivinnuni. Bert verða fak- felagsrættindini skerd með- an sáttmálaloysi er, sigur Ingeborg Vinther, sum heldur, at slíkt hendir ann- ars bert í londum, ið hava diktaturstýri. – Teir bjarga ikki alivinn- uni við hesum, men venda bert fakfeløgunum og fólki mótvegis slíkum tiltøkum. Tað hjálpir ikki bert at leggja eftir fakfeløgunum, tí samfelagið er í kreppu, har skal annað til, viðmerk- ir Ingeborg Vinther. Sita ikki hendir í favn – Vit fara ikki at sita hendur í favn, men sera óheppið er tað, at hetta hendir í hægstu summarfrítiðini, nú politik- arar eru komnir aftur til ar- beiðis, eftir frítíð síðani maimánað, sigur Ingeborg Vinther. – Eg vil síggja teir flokk- ar, ið skerja fakfelags- og demokratisku rættindi. Teir leggjast altíð eftir fakfeløg- unum og gloyma, at tað eru tveir partar. Flokkarnir skulu eisini liva aftaná, at teir hava skert demokrat- isku rættindini. Og trekkja teir tenninar úr fakfeløg- unum, so tey ikki virka meir, hvat hendir so?, spyr Ingeborg Vinther, sum spyr, hvar andstøðan er í hesum og t.d. ein flokkur sum Javnaðarflokkurin, sum søguliga hevur vart áhuga- mál arbeiðaranna. – Somu uppskot og viður- skiftini hava verið uppi fleiri ferðir áður, men hava ongantíð vunnið frama. Hví? – Nú er eftir øllum at døma politisk undirtøka í samgonguni, men taka allir flokkar á tingi veruliga undir við slíkum?, spyr Ingeborg Vinther, sum saman við øðrum fak- felagsfólkum seinni fer at viðgera tilfarið, ið teimum er sent til hoyringar, men hon leggur dent á, at fak- felagsrørslan ikki ætlar at sita hendur í favn. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðar- floksins, kennir enn ikki smálutirnar í uppskotunum við- víkjandi arbeiðs- marknaðinum frá Vinnumálastýri- num, men hann metir, at partarnir mugu takast við upp á ráð ARBEIÐSMARKNAÐUR Dagfinn Olsen Vinnumálastýrið og Bjarni Djurholm hava lagt fram uppskot um lógarfestan gerðarrætt ella arbeiðsrætt, um víðk- aðar heimildir til sem- ingstovnin og um undan- tøk í verkfalli, tá tað snýr seg um sjúkan fisk. Ingeborg Vinther spyr, um andstøðan, og serliga Javnaðarflokkurin, tekur undir við uppskotunum hjá Bjarna Djurholm, sum hon metir skerja verkfallsrætt og demo- kratisk rættindi? Formaður Javnaðar- floksins, Jóannes Eides- gaard, sigur, at tað nyttar ikki hjá landsstýrismann- inum í vinnumálum at diktera, men at hann heldur má taka partarnar á arbeiðsmarknaðinum við uppá ráð. – Nú kenni eg ikki smálutirnar í uppskot- unum, men tað hevur nakað við ein gerðarrætt at gera, sum er blivið tulkað sum arbeiðsrættur, men eg kann ikki fara í smálutir, sigur Jóannes Eidesgaard. – Hetta er ein ásannan av truplu støðuni undir verkfallinum. Har varð ásannað av pørtunum, at tilgongdin at finna semju var long og trupul og at ov fáar royndir blivu gjørdar at finna semju, áðrenn greitt var, at verk- fall kom burturúr. Men hinvegin er greitt, at góð- takast kann ikki, at verk- fallsrætturin skal skerj- ast, men tilmælast má, at sjálv mýkingin undir samráðingum verður tik- in til viðgerðar, sigur for- maður Javnaðarfloksins. – Tað nyttar ikki hjá Bjarna Djurholm, um hann ikki tekur partarnar á arbeiðsmarknaðinum við uppá ráð og fær ar- beiðsmarknaðin við. Hann hevur longu sligið ein tóna, so tað verður tulkað sum ein arbeiðs- rættur, og so er byrjanin betur ógjørd, sigur Jóan- nes Eidesgaard. – Hann heldur seg kunna diktera nakrar loysnir, men tað ber bert til at finna loysnir saman við pørtunum á arbeiðs- marknaðinum. Viðvíkj- andi arbeiðsrætti, so hava feløgini sagt, hvat tey kunnu góðtaka, so tað er ikki so ringt at vita, hvussu ein skal fara fram. Partarnir eru sinn- aðir at taka trupulleikar- nar upp til viðgerðar, so tað er vert at royna, metir formaður Javnaðarfloks- ins í stuttari viðmerking. Teir skerja demokratisk rættindi Ingeborg Vinther og Føroya Arbeið- arafelag fara ikki at sita hendur í favn, nú Bjarni Djurholm og Vinnumálaráðið hava lagt uppskot fram um grundleggj- andi broytingar í viðurskiftunum á arbeiðs- marknaðinum, sum feløgini meta skerjir verkfallsrættin og demkratisku rættindini yvirhøvur Má arbeiða saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Bjarni Djurholm heldur seg kunna diktera nakrar loysnir, men tað ber bert til at finna loysnir saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, viðmerkir Jóannes Eidesgaard um nýggju uppskotini um viðurskifini á arbeiðsmarknaðinum C M Y K 5 4