Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 143 - 2. august 2003 Nr. 143 - 2. august 2003 7 Sjúkrabilaførarar síggjast tíðum koyra alt ov skjótt og ófor- svarligt uttan ljós ella lúður FERÐSLA Rógvi Borðoy Ein dagin herfyri sá undir- ritaði ein sjúkrabil koyra sera hart og óforsvarligt á vegnum við Áir. Støðan var tann, at ein røð av bilum koyrdu suðureftir á veg- num, tá ein sjúkrabilur, sum eisini koyrdi suður eftir, fekk teir aftur. Mót- koyrandi ferðsla var hinu- megin á vegnum, men tað forðaði ikki sjúkrabilinum í at byrja eina yvirháling, so at hann noyddist at koyra mitt á vegnum, og allir hinir bilarnir noyddust út á vegøkslina við høgari ferð. Sjúkrabilurin hevði hvørki blunkljós ella lúður frá, og tí roknaðu bilførar- arnir ikki sjúkrabilin sum havandi skund. Atli Simonsen á ambu- lansutænastuni sigur seg ikki kenna nakað til júst hesa hending, men hann sigur, at í hesum førinum skuldi førarin í minsta lagi brúkt blunkljósini. Reglur eru galdandi Atli Simonsen sigur, at reglur eru galdandi fyri før- arar á sjúkrabilum. Akkurát hvussu teir eru, veit hann ikki, men hann sigur, at tað er vanligt at koyra við blunkljósum í øllum førum, har koyrast skal ov skjótt. Í summum førum ber til at koyra uttan blunk, til dømis um sjúklingurin ikki vil hava øll at síggja, hvat hendir. Í teimum førunum skal førarin tó hava fingið loyvi frá løgregluni, sigur hann. Hann sigur, at førarar á sjúkrabilum skula koyra undir somu reglum sum førarar í løgreglubilum, men at løgreglan til tíðir kann koyra uttan blunk, um tað er alneyðugt, at teir møta upp ósæddir, til dømis um eitt innbrot verður framt. Koyrilærarin Stanley Olsen, koyrilærari, sigur at sjúkrabilar skula yvirhalda vanligar ferðslu- reglur, um teir ikki hava blunkljósini tendraði. Tað vil siga, at førarar altíð skula hava blunkljósini tendraði, um teir noyðast at koyra óvanliga skjótt. Hin vegin skula teir hava eina orsøk til at koyra ov skjótt. Tað vil siga, at um eingin sjúklingur er í bilinum, sum er í vanda, hevur førarin ikki loyvi til at tendra blunkljósini, og harvið skal koyrast við vanligari ferð. Lesarar hava eisini sæð sjúkrabilar tendrað blunk- ljósini í einari ljóskurv. Tá sjúkrabilurin er komin ígjøgnum ljóskurvuna, sløkkir hann ljósini, og koyrir vanliga aftur. Tað kann síggja út, sum at før- arin bara ikki tímir at bíða, men so er ikki, sigur Atli Simonsen. Tað kemst av, at førarar- nir ikki vilja vera ov nógv til ampa við gangi. Um teir hava ein sjúkling í bilinum, sum ikki er beinleiðis í lívs- vanda, kunna teir fyri at sleppa eitt sindur skjótari ígjøgnum ferðsluna tendra ljós ella lúður eina løtu, sigur Atli Simonsen. Koyra tíðum óforsvarligt Tjóðveldisflokkurin hevur viðgjørt spurningin um at lata peningastovnarnar fáa veðrætt í aliloyvum. Spurningurin stakk seg upp, eftir at forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, nevndi, at peningastovnarnir muga hava veðrætt í aliloyv- unum, um teir skula tora at fíggja alivinnuna fram- yvir. Tjóðveldisflokkurin heldur fast í, at aliloyvir, fiskiloyvir og onnur loyvir at nýta alment tilfeingi, eru almenn brúksloyvir, ið tað almenna eigur at bjóða út. Í tíðindaskrivi frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum, sigur hann, at um ein loyvishavari gevst, eigur loyvið at fella aftur til tað almenna at bjóða út. Ein tílík skipan fyri bæði fiskiloyvir og ali- loyvir hevði givið tryggari karmar hjá bæði vinnu og fíggjarstovnum, sigur flokkurin. Sostatt tekur Tjóðveldis- flokkurin ikki undir við at lata peningastovnunum veðrætt í aliloyvum. Tjóðveldisflokkurin vil hava aliloyvir aftur Árligi fólkafundurin á Skarðinum verður sunnu- dagin tann 3. august, um viðrar. Farið verður frá Kunningarstovuni í Fugla- firði klokkan 14.00. Á Skarðinum verður felags- sangur og sjálvsagda røðan, ið hesaferð verður hildin av Helenu Samu- elsen, ið eisini man eiga mong minnilig spor eftir mannagøtuni millum gomlu heimstaðir sínar, Fuglafjørð og Hellur. Fólkafundur á Skarðinum Tað hevur verið neyð- ugt leingi við einum føroyskum rættstav- ara til teldur. Nú er Stavarin komin, og hann fæst til keyps longu nú MÁL Rógvi Borðoy Ein óformellur tíðinda- fundur varð hildin í Óla- stovu fríggjamorgunin, har greitt varð frá nýggja for- ritinum, sum arbeitt hevur verið miðvíst við umleið eitt hálvt ár. Tað er Petur Zachariassen, sum hevur samskipað verkætlanini, og Føroya Fróðskaparfelag, sum er útgevari. Serliga er tað tó Andrass Mortensen, programmørur, sum hevur arbeitt við Stav- aranum. Hann hevur lagt eitt stórt arbeiði í verk- ætlanina, og frá Peturi Zachariassen fær hann nógv rós. Sami maðurin hevur eisini arbeitt við Orðaskjáttuni, sum er ein orðabók á telduni. Bert á alnótini Um tú hevur hug at fáa tær forritið, skalt tú fara inn á h e i m a s í ð u n a www.stavarin.fo og taka forritið niður. Síðani sleppur tú at royna Stavaran frítt í tvær vikur, og hareftir kostar hann 350 krónur at nýta. – Tað virkar sum at keypa eina bók, sigur samskiparin Petur Zachariassen. So- leiðis skilt, at tær ikki nýtist at gjalda eitt fast gjald hvørt ár ella líknandi. Stigtakararnir hava roynt at seta seg í samband við telduforritsfyritøkuna Microsoft fyri at fáa eitt beinleiðis samstarv við teir. Stavarin er gjørdur soleiðis, at hann riggar saman við øllum Microsoft forritum, og møguleiki er sostatt fyri, at ein fær Stavaran við, longu tá ein keypir skrivi- forrit frá fyritøkuni. Higar- til hevur tó ikki borið til at fáa samstarv við Microsoft, tí Føroyar ikki eru ein áhugaverdur fíggjarligur marknaður. Vónir eru tó um, at ein føroyskur telduveitari fær áhuga í at taka Stavaran við í onkran forritspakkan. Hvussu virkar Stavarin Stavarin tekur orðini eitt fyri eitt og lesur tey. Um ein stavivilla tekur seg upp, kemur forritið við nøkrum uppskotum til rættingar, og har skal ein so velja burt- urúr. Størsti trupulleikin hjá Stavaranum er, at hann ikki lesur mállæruvillur. Orðini "vera" og "verða" standa sostatt bæði sum rætt stavaði, eisini tá mállæran ikki er røtt. Orðalistin, sum Stavarin byggir á, er rættiliga libe- ralur, siga stigtakararnir. Har eru ymisk orð, sum vanliga ikki eru góðkend í føroyska málinum, men har kann ein sjálvur velja, hvat orð ein vil nýta. Ein kann eisini leggja orð aftrat, um okkurt nýtt orð sær dagsins ljós. Støðið undir Stavaranum er ein orðalisti, sum Fróð- skaparsetur Føroya læt gera tíðliga í 90-árunum við fíggjarligum stuðli úr Orðabókagrunninum. Til- samans eru 178.000 orð og orðasnið við í hesi fyrstu útgávuni av Stavaranum. Nøvn eru við vilja hildin uttanfyri listan, siga stig- takararnir. So á telduni fer framvegis at bera til at skriva "Victoria" við "c". Føroyskur rættstavari komin Heini Justinussen hevur lagt stórt arbeiði í at fáa Stavaran at rigga sum hann skal. Hann er programmørur, og hevði eisini ein stóran leiklut í m.a. Orðaskjáttuni. Mynd: Jens K. Vang Ólavsøkuaftan varð enn ein hassjfongur hjá tollvaldinum – hetta er triðji stóri fongurin innan ein mánað. Samstundis varð ein heldur óvan- ligur smugliháttur avdúkaður SMUGLING Marjun Dalsgaard Mánadagin, ólavsøkuaftan, varð ein 31 ára gamal mað- ur ákærdur fyri at hava flutt 3,283 kilo av hassji inn til Føroyar. Hann varð varðhalds- fongslaður, men kærdi dómin fyri Landsrættin, ið síðan hevur staðfest dómin. Tann 31 ára gamli situr nú í isolatión, og skal sita í 14 dagar tilsaman. Sama dag, 28. juli varð eisini ein útlendingur frá Sveis, sum var á veg til Íslands tikin við fimm grammum av marihuana. Hann varð burturvístur, við boðunum um, at hann ikki kann koma inn aftur í landið komandi árið. Í seinastuni hevur toll- valdið havt úr at gera, og tey knapt 3,3 kiloini av hassji eru triði stóri fongur innan ein mánað. Tilsaman er hald lagt á yvir 40 kilo av hassji frá ferðafólki, sum eru komin við Norrønu í einum tíðarskeiði, sum eitur knapt ein mánaði. Tann 24. juni var ein dani tikin við 20 kilo av hassji, og nakað seinni varð ein maður, sum var á veg til Íslands, tikin við 19 kilo av hassji. Enn er einki nýtt um, nær nakað víðari hend- ir viðvíkjandi teimum. Blakað fyri borð Líkt er til, at tollvaldið við fonginum mánadagin av- dúkaði ein sera óvanligan framferðarhátt hjá smugl- arum, ið flyta hassj til Før- oya. Av tilvild sá ein persónur, ið kom fram við keiøkinum okkurt liggja og flóta uttan fyri grótkastið við nýggju keiina, og ein speedbát sigla rundanum. Viðkomandi helt, at hetta sá sera løgið út og setti seg í samband við tollvaldið, sum so stóð fyri mannin- um, tá hann kom í land í speedbátinum. Tað vísti seg, at maðurin í speedbátinum var tann sami, sum hevði verið fyrstur í land av Norrønu. Hann hevur eftir øllum at døma kastað eina tasku við umleið 3,3 kilo av hassji fyri borð, og hevur síðan skundað sær í land og í ein bát eftir taskuni. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, vil ikki siga um hetta merkir, at ein týdningarmikil háttur at flyta hassj inn til Føroya er avdúkaður. Av tí at rættar- sakin er fyri afturlatnum hurðum, vil hann ikke geva nakra viðmerking, annað enn at hann váttar, at 31 ára gamli maðurin er tikin við 3,3 kilo av hassji 28. juli. Listaframsýning í Galerie Focus Fríggjadagin 1. august lat ein listaframsýning upp í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu 20 í Havn. Tað eru Marius Olsen, grafikari og Andrias Andreassen, sum sýna fram. Framsýningin verður opin týsdaga- fríggjadag frá klokkan 14.00 til 18.00 og leyg- ardagar frá klokkan 16.00 til 18.00 fram til tann 15. august. Onnur, sum verða at síggja í Galerie Focus í ár eru: Amariel Norðoy, sum sýnir fram tann 10. til tann 24. oktober og Olivur við Neyst, sum sýnir fram tann 7. til tann 21. november. Frá 2. til 19. desember sýna ymisk listafólk fram. md PRESTAVITJAN Heini í Skorini Víðagitni danski prest- urin, Johannes Mølle- have, er í hesum døgum í privatum ørindum í Føroyum. Tó verður tað hann, sum skal halda gudstænastu í Havnar Kirkju sunnumorgunin kl. 11. Eftir ætlan skuldi Bjarni Bæk vera maður- in, sum skal luta orð Guds frá prædikustólin- um sunnumorgunin, men kendi Møllehave játtaði fyrispurninginum at bera nøkur orð fram fyri føroyingum. Johannes Møllehave er sera virkin prestur og hevur luttikið í nógvum almennum tiltøkum, og hevur hann eisini skriv- að eina ørgrynnu av út- givnum tilfari. Nú er so møguleiki at hoyra á- hugaverda persónin "live exclusive" í Havnar Kirkju sunnudagin kl. 11. Vinnararnir eru funnir í stóru yrkingarkappingini hjá Listastevnu Føroya. 126 fólk luttóku í kappingini, sum hevði til enda- máls at fáa nýggjar føroyskar yrkingar til vega LISTASTEVNA Ingi Rasmussen Hugurin at yrkja í Føroyum er stórur. Tað staðfestir Listastevna Føroya, nú 11 vinnarar eru funnir í stóru yrkingar- kappingini, sum Lista- stevnan bjóðaði til. Tá freistin fór 1. mai, høvdu 126 fólk sent 446 yrkingar inn til kappingina. Tað var tí stórarbeiði hjá dómsnevndini at finna tær 11 yrkingarnar, sum skulu lesast í Útvarpi Føroya stevnudagarnar 6. til 7 august. Dómsnevndin, mannað við Bergljót av Skarði, Kim Simonsen og Høgna Djur- huus, grundgevur soleiðis fyri valinum: »Vit leitaðu eftir yrking- um, sum hava poetiskan spenning og eftir yrkjarum, sum fagurfrøðiliga duga at skapa nýggjar myndir og metaforar, myndberingar. Eitt annað metingarstøði hjá okkum var frástøðan hjá yrkjarunum til evnið og eisini sjálvur formurin. Málsliga valdu vit yrk- ingar, sum eru yrktar á einum ikki ov donskum máli ella á einum ov ger- andisligum máli. Vit royndu at velja yrk- ingar, sum umboða ymisk evni og ymsar yrkinga- hættir. Men góðskan í yrk- ingini var tó avgerandi met- ingarstøðið. Viðvíkjandi innihaldi og formi var dømingin tó rættiliga opin og rúmlig. Vit meta tó, at millum tær 446 yrkingarnar er ikki sørt av rættiliga góðum skaldskapi. Fingu hesir yrkjarar leiðbeining, kundi okkurt uppaftur betri komið burturúr.« Listastevna Føroya verð- ur sett í Havnar Bio 6. august, og tá verða vinn- ararnir kunngjørdir. Teir fáa 5.000 krónur hvør í virð- isløn. Møllehave hevur gud- stænastu sunnudagin Vinnandi yrkjarar funnir Hassj floymir inn yvir landið Hassjhundurin eigur ein stóran part av æruni av, at tollvaldið hevur lagt hald á yvir 40 kilo av hassji innan ein mánað. Ólavsøkuaftan varð tó einki til hundin, tí tá var hassjið blakað fyri borð C M Y K 7 6