Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 143 - 2. august 2003 Nr. 143 - 2. august 2003 9 Sýrialand hóttir Ísrael Ísraelsmenn vilja vera við, at Sýrialand hevur langt- berandi rakettir, sum kunnu løðast við hópoyðingar- vápnum so sum nervagassinum VX. Ein kelda í ísraelska verjumálaráðnum sigur við bretska tíðarritið Foreign Report, at minst hundrað langtberandi sýrialendskar rakettir venda ímóti Ísrael. Keldan heldur hetta vera so álvarssamt, at sýrialendska hóttanin er líka álvarssom ímóti Ísrael, sum tey ísraelsku kjarnorkuvápnini eru ímóti teimum arabisku londunum. Amerikanska stjórnin hevur fleiri ferðir lagt Sýrialand undir at hava hópoyðingarvápn, men tað hevur stjórnin í Damaskus avsannað. Hon sigur, at Ísrael er tað einasta landið í Miðeystri, sum hevur hópoyðingarvápn. Somu hugsan hevur egyptiska stjórnin. Ein ráðgevi hjá Hosni Mubarak, forseta segði herfyri, at einki hald er í teimum amerikansku og ísraelsku skuldsetingunum ímóti Sýrialandi. Reyða Torgið stongt Myndugleikarnir í Moskva hava gjørt av at steingja Reyða Torgið í summar. Orsøkin er eftir øllum at døma, at myndugleikarnir bera ótta fyri kekenskum yvirgangsatsóknum. Á einum skelti við inngongdina til torgið stendur, at tað er stongt, og at tað verður ikki latið uppaftur fyrr enn í september. Løgreglan vil ikki siga, hví tað kenda torgið er stongt, men tíðindastovan Izvestija skrivaði í gjár, at myndugleikarnir bera ótta fyri, at kekenskir yvirgangsmenn kunnu finna upp á at søkja at fremmandum ferðafólki, sum plaga at vitja Reyða Torgið um summarið. Fyri fýra vikum síðani sprongdu tvær sjálvmorðs- kvinnur seg í luftina á einari konsert í Moskva. Fimtan fólk doyðu. Nakrar dagar seinni doyði ein løgreglumaður av einari bumbu, sum ein kvinna hevði lagt uttan fyri eina matstovu í russiska høvuðs- staðnum. Frá vatnflóð til turk Tey flestu munnu minnast myndirnar av áunum í Miðevropa, sum fóru langt upp um bakkarnar seinasta summar og løgdu stórar partar av fleiri býum undir. Í ár er øvugt. Nógvastaðni hevur tað ikki regnað síðani miðskeiðis í apríl, og turkurin hevur elvt til skógareldar í Kroatia, Russlandi, Italia, Fraklandi, Spania og Portugal. Harafturat hevur hitin verið nógvur. Í Týsklandi hevur summarið verið tað heitasta síðani 1976, og í Eysturríki var juli tann heitasti síðani 1811. Tað hevur sum vera man ávirkað áirnar nógv. Úr Bulgaria verður sagt, at har hevur Donau ikki verið so lítil seinastu 50 árini, og í Týsklandi hava myndugleikarnir verið noyddir at avmarka alla sigling á árunum Oder og Elben. Rhinen hevur ikki verið so lítil seinastu 27 árini. Í Kroatia og í út- synningspartinum av Fraklandi siga myndug- leikarnir, at har fer drekkivatnið skjótt at ganga undan, fer tað ikki at regna nakað skjótt. Ætlaði at drepa John Wayne Sovjetski einaræðisharrin Josef Stalin var so argur inn á amerikanska filmsleikaran John Wayne og hansara antikommunistisku hugsjónir, at hann gav boð um at beina fyri honum. Í einari bók um John Wayne skrivar bretski rithøvundurin Michael Munn, at russar royndu fleiri ferðir at beina fyri Jophn Wayne í fýrati- og fimti- árunum. Fyrstu ferðina skuldu tveir leigudrápsmenn drepa hann á skrivstovu hansara í Hollywood, men teir vórðu avdúkaðir og tiknir. Tá Stalin doyði í 1953, sleptu russar ætlanini. Michael Munn heldur, at eftirmaður Stalins, Nikita Khrusjtsjev, helt nógv av John Wayne og filmum hansara. Teir báðir hittust í 1958, og tá skal sovjetski leiðarin hava greitt amerikanska filmsleikaranum frá drápsboðunum hjá Stalin. UTTAN ÚR HEIMI Hersetingin í Irak og bardagin ímóti al- tjóða yvirgangi seta amerikanska herin- um størri krøv, enn gott er. USA hevur ov fáar hermenn til at varðveita sítt verandi hernaðarliga virk- semi HERMEGI Árni Joensen Amerikanski herurin er ov lítil til tað virksemi, sum honum er álagt. So greið eru boðini frá fyrrverandi generalinum Barry McCaffrey, sum í dag starvast sum professari á kenda hernaðarskúlanum West Point. Í einari grein í blaðnum Wall Street Jour- nal skrivar generalurin, at 368.000 av teimum 491.000 hermonnunum, sum eru í tænastu hjá amerikanska herinum, eru í løtuni bundnir av uppgáv- um í 120 ymsum londum. Generalurin er ikki tann einasti, sum heldur, at politikararnir leggja alt ov stórt trýst á herin. Ein annar generalur, Peter Schoo- maker, sigur, at ameri- kanski herurin er alt ov lítil til tað virksemið, sum hann er settur at gera. Granskarin Michael O'Hamlon, sum situr í trygdarnevndini hjá Brook- ingstovninum, segði í einari hoyring í kongressini, at USA noyðist at hava mill- um 125.000 og 150.000 hermenn í Irak í meiri enn eitt ár afturat og millum 50.000 og 75.000 hermenn tey næstu árini. Hann helt, at hetta er tvær ferðir meiri, enn herurin tolir. – Halda vit fram á hend- an hátt, er veruligur vandi fyri, at herurin fer í upp- loysn, og at hann kann tapa eitt kríggj, segði Michael O'Hamlon í kongressini. Eftir boðum frá ES hava donsku mynd- ugleikarnir valt 14 havnir, sum skulu taka ímóti tanga- skipum, sum koma í neyð. Men minni enn so øll vilja hava tey neyðstøddu skipini OLJUDÁLKING Árni Joensen Kemur eitt av teimum nógvu tangaskipunum, sum sigla ígjøgnum Stórabelti, í neyð av einari ella aðrari orsøk, skal tað togast inn til Kalundborg ella Middel- fart. Hendir tað í Norðsjó- num, skal skipið togast inn til Esbjerg, og hendir tað í Eystrasalti, eru tvey pláss við Bornholm at velja ímillum. Tey boðini eru komin frá danska umhvørvisstýrin- um, men tey hava ikki fing- ið góða móttøku allastaðni. Í Kalundborg og Middels- fart eru fólk í øðini, tí tey bera ótta fyri oljudálking frá tílíkum skipum. Borgar- stjórin í Kalundborg, Tommy Dinesen, vil ikki góðtaka, at neyðstødd tangaskip verða togað inn á fjørðin, fyrr enn øll oljan er pumpað úr tangunum. Á Bornholm eru fólk eis- ini sera misnøgd við av- gerðina hjá myndugleikun- um at peika á tvey pláss har sum neyðhavnir. Tey siga, at strondin á Bornholm er sera viðbrekin, og at tað kom týðiliga til sjóndar, tá kinesiska farmaskipið "Fu Shan Hai" sakk nærhendis oynni herfyri. ES hevur givið Danmark boð um at peika á støð, sum eru egnað sum neyðhavnir, um oljutangaskip koma í neyð í donskum sjógvi, og viðurskiftini skulu vera fingin upp á pláss í seinasta lagi 5. februar næsta ár. Ósemja um oljuneyðhavnir í Danmark Amerikanski herurin strongdur Amerikanski herurin maktar ikki tær uppgávur, sum politikararnir leggja á hann. Tað kann enda við, at herurin fer í upploysn Mynd: Reuters Illgrunin um politiskt mutur hongur fram- vegis í luftini, og tí fær málið um Jógvani S eitt politiskt eftir- spæl, uttan mun til hvørja lagnu fiski- loyvið hjá línuskip- inum fær. Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin bíða handan leik- tjøldini eftir avgerð- ini JÓGVAN S Ingi Rasmussen Uttan mun til, hvør av- gerðin hjá Jacob Vester- gaard landsstýrismanni verður, so fær málið um fiskiloyvið hjá línuskip- inum Jógvani S eitt polit- iskt eftirspæl í løgtinginum. Tað sláa Henrik Old og Alfred Olsen, framsøgu- menn í vinnumálum hjá ávikavist Javnaðar- og Sambandsflokkinum, fæst við sjeytummaseymi. Óansæð um landsstýris- maðurin tekur loyvi aftur ella ei, so hongur tann illgrunin eftir, at talan var um ein politiskan rossa- handil, tá Jógvan S fekk fiskiloyvi, heldur Henrik Old. – Her er okkurt álvarsliga galið við hesum málinum. Tey flestu bíða í hálv og heil ár, áðrenn tey fáa útskrivað fiskiloyvi. Tí er tað løgið, at ein fólkafloks- maður kann fáa fiskiloyvi útskrivað eftir eitt viku- skiftið dagin fyri eitt løg- tingsval – enntá á ólóg- ligum grundarlagi. Tað eiga vit ikki at góðtaka uttan víðari, sigur Henrik Old. Henrik Old hevur ikki tikið støðu til, hvussu málið kann reisast aftur. Ein fyri- spurningur er ein møgu- leika, tí so fær løgtingið høvi at siga sína hugsan. Ein annar møguleiki er, at málið verður reist sum eitt kanningarstjóramál, har av- hoyringarnar kunnu gerast undir vitnisábyrgd. – Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hetta málið hevur ongantíð verið á hansara borði. Tað ljóðar ótrúligt, at umsitingin hev- ur viðgjørt hetta málið heilt uttan at spyrja politiska myndugleikan eftir, tí tað líkist neyvt málinum um Frøyanes, sum elvdi til stórt rumbul, sigur Henrik Old. Hann vísir á, at tekur landsstýrismaðurin loyvi aftur, so verður helst talan um eitt endurgjaldskrav til landskassan, og skal skatt- gjaldarin rinda, so skal tingið viðgera málið. Spurningurin er so, um nakar kann ábyrgdast tap landskassans. Eisini Afred Olsen, fram- søgumaður í vinnumálum hjá Sambandsflokkinum, er til reiðar at taka málið uppaftur í tinginum, óan- sæð um fiskimálaráðharrin tekur loyvið aftur ella ikki. – Ger landsstýrismað- urin, sum landsstýrismála- nevndin hevur sagt, so tekur hann fiskiloyvi aftur. Um so er, sleppur hann undan misáliti í tinginum, men so stevnir reiðaríið eftir tí fíggjarliga missi, sum teir hava havt. Talan verður sostatt um eitt krav ímóti landsstýrinum. Spurningurin so, um nakar kann ábyrgdast. Vit hava fingið landsstýrsimanna- ábyrgd, og tað kann merkja, at landsstýrismaðurin, sum gav loyvi, verður drigin til svars. Staðfestir Jacob Vestergaard hinvegin loyv- ið, so má tingið taka støðu til, um eitt misálit skal reisast ímóti honum, sigur Alfred Olsen. Illgrunin hongur eftir Eftir øllum at døma er fiskiloyvið hjá línu- skipinum Jógvani S ein stórur politiskur knútur innanfloks í Fólkaflokkinum. Avgerðin hjá lands- stýrismanninum, sum skuldi kunngerast hósdagin, er seinkað, tí politiska viðgerðin dregur út. Jacob Vestergaard staðfestir, at avgerðin er tikin, og hann letur seg ikki trýsta av nøkrum – hvørki innan- ella uttanfloks JÓGVAN S Ingi Rasmussen Tað er framvegis ógreitt, hvat hendir við fiskiloyv- inum hjá línuskipinum Jógvani S. Hósdagin legði Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður við fiskivinnu- málum, sína niðurstøðu fyri tingmanningina hjá Fólka- flokkinum. Hóast lands- stýrismaðurin hevði lovað at almannakunngera av- gerðina tann dagin, so hendi tað ikki, tí viðgerðin dróg út. – Vit eru ikki liðug at viðgera málið politiskt í flokkinum. Tað dregur út, og avgerðin verður ikki almannakunngjørd fyrr enn einaferð í næstu viku, sigur Jacob Vestergaard. Málið vendir aftur Spurdur, hvat flokkurin viðger, svarar landsstýris- maðurin, at tað fær hann ikki sagt so nógv um, men greitt er, at tað eru av- leiðingarnar av avgerðini. – Fyri at kunna kjølfesta ta avgerð, sum eg havi tikið út frá míni bestu sann- føring, og fyri at koma fram til, um tað eru nakrir leysir endar, so tók eg málið upp í flokkinum. Sum kunnugt so vendir málið aftur, iva- leyst bæði økonomiskt og politiskt, óansæð hvør av- gerðin er, sigur Jacob Vestergaard. Hann vil onga ábending geva um, hvat hann hevur avgjørt, men tað er greitt, at letur hann standa til, so er Tjóðveldisflokkurin til reiðar at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismann- in, tí landsstýrismála- nevndin hevur gjørt niður- støðu um, at fiskiloyvi varð givið á ólógligum grundar- lagi. Tekur hann hinvegin fiskiloyvið aftur, so kann hann vænta stórt endur- gjaldskrav frá reiðarínum umframt okkurt innanfloks brigsl. Illgrunin spøkir Illgruni er sáddur um, hvørt fiskiloyvi hjá Jógvani S er eitt slag av politiskum mutri. Ein fólkafloksmaður fekk fiskiloyvið dagin áðrenn løgtingsvalið, og fiskiloyvið varð avgreitt eftir bert einari viku, hóast bæði frídagar og vikuskifti lógu ímillum. Tað er óvanliga skjótt, men eftir stendur, at tað eru embætisfólk, sum hava undirskrivað loyvið, og tí er tað í prinsippinum eitt um- sitingarligt mál. Óttast tú ikki, at tað økir illgrunan um ein politiskan rossahandil, tá flokkurin viðger eina umsitingarliga avgerð so neyvt politiskt? – Hetta við einum fólka- floksmanni, sum beint áðr- enn val fær eitt fiskiloyvi, varð beinanvegin gjørt til eitt politiskt mál. Eg skal ikki fara inn í tað kjakið, tí eg var ikki landsstýrimaður tá, og tað tænir ongum endamáli at viðgera, hvat gekk fyri seg tá, tí tað veit eg ikki, sigur Jacob Vester- gaard. – Eg havi orðini hjá teim- um embætisfólkum, sum hava avgreitt málið, og teir siga sjálvsagt, at eingin politisk uppíblanding var. Men tá ið málið varð reist í tinginum sum fyrispurn- ingur, gjørdist tað politiskt, og tí noyðast vit eisini at viðgera tað politiskt. Tað eru fleiri løgfrøðilig sjónar- mið í málinum, sum eg havi fingið útreinað, og so eisini nøkur politisk, sigur Jacob Vestergaard. Óttast ikki trýst Umframt frágreiðingina frá landsstýrismálanevndini, hevur hann eisini eina frá- greiðing frá umsitingini og einum uttanveltaðum sak- førara at hella seg til. Avgerðin er tikin, og nú verða avleiðingarnar gjøgn- umtugdar. Hóast Sosialurin hevur hoyrt frá góðum keldum, at fiskiloyvi verð- ur tikið aftur aftur, fæst Jacob Vestergaard ikki at vátta tað. Tekur hann fiskiloyvi aftur, kann tað tulkast so- leiðis, at ein landsstýris- maðurin undan honum, Jørgin Niclasen, framdi eitt lógarbrot, og spurningurin er, hvussu tað verður upp- fatað í Fólkaflokkinum. Vrakar flokkurin tína av- gerð, hvussu við tínari framtíð sum landsstýris- maður? – Avgerðin er mín, óansæð hvør vrakar hana ella ikki. Eg taki avgerðina og standi við ábyrgdini og eingin annar. Eg lati meg ikki trýsta, hvørki av einum ella øðrum, og eg lati meg ikki trýsta til nakað, sum eg ikki haldi vera rætt. Men eg eri til eina og hvørja tíð opin til at viðgera tingini, og tí eri eg glaður fyri at viðgera málið við flokkin, nú tað er vorðið so polit- iskt, sigur Jacob Vester- gaard. Avgerðin seinkað í Fólkaflokkinum Eg lati meg ikki trýsta, hvørki av einum ella øðrum, og eg lati meg ikki trýsta til nakað, sum eg ikki haldi vera rætt. Mynd: Jens K. Vang Tekur landsstýrismaðurin fiskiloyvið til Jógvan S aftur, kann landskassin vænta eitt endurgjaldskrav frá reiðarínum, og so má tingið taka støðu til, um nakar kann ábyrgdast eitt tap. Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 9 8