Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 143 - 2. august 2003 Nr. 143 - 2. august 2003 23 Nýggja stuttsøgu- savnið Tað nýggja Atlantis er ein veiftra av sonevndum vís- indasøgum, science fiction, sum Hanus Kamban hevur valt og týtt til føroyskt. Tekstaslagið er væl- umtókt, men vanliga hava hesar søgur ver- ið fataðar sum lætti- sóppar og spurning- urin er sostatt, um hesin vísindaskald- skapurin stendur mát. Hóast Hanus Kamban ikki orðar tað bein- leiðis, er líkt til, at henda útgávan mill- um annað er ein roynd at vísa á at so er - at nútímans vís- indasøgur ikki bara eru lættisóppar, men at summar av teimum kunnu metast javnt við tær bestu heims- bókmentirnar UMMÆLI René Hjelm Hanus Kamban er ein av virknastu - og bestu - høv- undum okkara. Og harum- framt er hann eisini sera fjøltáttaður bókmentamað- ur: hann er millum annað stuttsøguhøvundur, ævi- søguhøvundur, greinskriv- ari og týðari. Fyri jól gav hann út fyrstu bók sína síð- an stuttsøgusavnið Píla- grímar kom í 2001. Men hesa ferð er tó ikki talan um egnan skaldskap, tí við Tað nýggja Atlantis trínur hann fram sum ritstýrari og týðari av einum savni av stuttsøgum, sum inniheldur bæði vísindaskaldskap og furðu (fantastikk), og sum haraftrat nemur við eitt tekstaslag, ið verður nevnt sveim (fantasy). Hesi tekstasløgini eru ikki rúgv- ismikil á føroyskum, men sambært Hanusi Kamban eru "Í Føroyum... dømir bæði um vísindaskaldskap, furðu og sveim, í týðing eins væl og í uppruna- sniði". Sum dømi nevnir hann skaldsøgurnar eftir Anfinni í Skála, ið eru sveim, meðan stuttsøgan "Fyri lív, eftir deyða" eftir Niclasi Rasmussen er vísindaskaldskapur. Har- aftrat hevur Jens Pauli Heinesen skrivað furðu- ligar skaldsøgur. Eisini er ein sera upp- lýsandi, bókmentasøgulig grein um hesi tekstasløg í bókini. Greinin lýsir menn- ingina av vísindabókment- um, og í greinini verður tekstaslagið allýst soleiðis: "Vísindaskaldskapur er ein roynd at skilmarka manna- ættina og hennara støðu í alheiminum, sum er fest í okkara framkomna, men trilvandi og ógreiða kunn- leikastøði (vitskapi), og sum í flestum førum hevur fingið ein gotiskan ella eftirgotiskan form" (bls. 313). Síðan er spurning- urin, um allýsingin veruliga fevnir um tær søgur, ið eru við í savninum, og um sam- svar er millum hesa al- lýsing av vísindaskaldskapi og tað, sum vanligi lesarin higartil hevur fatað sum vísindasøgur ella science fiction. So hóast einki beinleiðis verður sagt um endamálið við bókini, er tað helst at vísa á, at vísindabókmentir ikki eru so lættisóppasligar, sum hildið hevur verið, og haraftrat er bókaútgávan helst eisini ein roynd at menna vísindabókmentir í føroyska bókaheiminum. Bestu søgurnar Í savninum eru í alt 15 søg- ur, og tær eru settar í tíðar- røð. Lagt verður sostatt fyri við tí elstu søguni, sum er "Móðurmerkið" (1843) eft- ir Nathaniel Hawthorne. Søgan er ein heilt vanlig vísindasøga, har í ein ørur vísindamaður roynir at taka burtur eitt móðurmerki av konu síni. Men samstundis sum hann tekur móður- merkið burtur, tekur hann eisini lívið av konu síni. Gotiski óhugnadámurin liggur yvir søguni, og hon er yvirhøvur bæði melo- dramatisk og grotesk. Tvær av teimum 15 søg- unum eru ikki beinleiðis vísindaskaldskapur, men furða. Sostatt er ikki nakar beinleiðis vísindaligur kjarni í søgunum. Onnur er speirekandi metasøgan, "Líknilsið um slottið", eftir Borges, og hin er "Tann himmalski bussurin" eftir E.M. Forster. Sum vant vísir Borges á, at mimesis ella eftirlíkning í skaldskapi ikki ber til, og at tað er vanahugsan og pá- trúgv at halda at skaldskap- ur avmyndar veruleikan. Hetta er tískil bert ein mýta. Og sum vant er skriv- ingarlagið hjá Borges fast og neyvt. Tað er so at siga øvugt av tí í "Blinda- mannalandi" eftir H.G. Wells, tí Borges nýtir altíð sera fá orð (søgan er einans tvær síður) til at siga ógvuliga nógv, serstakliga um málið í sjálvum sær og um, hvussu tað virkar. "Tann himmalski bussurin" er satt at siga ein himmalsk søga. Ella rættari: søgan er eitt líknilsi um ta listaligu upplivingina. Hon minnir okkum um sjálvt endamál- ið við at lesa skaldskap. Málið ella skaldamálið er ikki bert ein lutur í sjálvum sær, men ein miðil, ið veitir innlit og listaligar uppliv- ingar og opinberingar. Søg- an er gott dømi um, hvussu list og skaldskapur hevur yvirtikið leiklutin, sum kristindómurin og tann guddómliga opinberingin hevði áðrenn romantikkina. Kortini er ymiskt, hvussu góðar søgurnar eru. Tær vánaligastu eru tær eftir Ray Bradbury. Samrøður- nar eru livandi, men sum heild eru søgurnar lætti- sóppakendar, og líkt er til, at ein søga sum t.d. "Pano- rama" miðvíst er skrivað til onkra amerikanska avís - fyri pengar. Hon er eins tunn og hon er grunn, og hon sigur yvirhøvur lítið - kanska einki. Og haraftrat er søgan "Vindurin" sum at lesa Stephen King - og kanska er frægari at lýsa hesa søguna sum "horror" ella ræðusøgu, enn sum vísindasøgu. Sama ber til at siga um "Graslendið", so ræðandi sum hon er, men henda søgan er kortini tann frægasta eftir Bradbury. Seinasta søgan í savnin- um er tittulsøgan "Tað nýggja Atlantis" (1975) eftir Ursulu K. Le Guin. Søgan er heldur langrøkin, tí alt ov lítið (hug)flog er yvir søguni og skrivingar- lagnum. Tað besta í søguni eru brotini, sum eru skrivað við skákskrift, og sum lýsa, hvussu ein nýggjur heimur, "Tað nýggja Atlantis", mið- víst og stigvíst kemur und- an kavi - og verður til. Men sum heild er tann samfe- lagsatfinnandi hugburðurin mótvegis einum, ameri- konskum ræðusamfelag eina ferð í framtíðini alt ov einfaldur, og skulu fleiri dystopiir um ræðandi framtíðar-Big-Brother- samfeløg skrivast, mugu hugskotini hava meiri upp á seg, enn hetta hjá Le Guin. Undantiknar omanfyri- nevndu furðusøgur eftir Borges og Forster, eru tær bestu søgurnar tær tríggjar hjá J.G. Ballard, umframt "Glæma av farnum døgum" eftir B. Shaw ("Móður- merkið" eftir Hawthorne er eisini væl við í kappingini, men søgan dragnar kortini við sínum romantiska og siðbundna hugburði - hon hamast heldur nógv upp á Frankenstein (1818) eftir Mary Shelley). Sum nevnt, er Ballard frálíkur, og søgan "Tíðar- innar urtagarður" er kanska tann besta vísindasøgan í hesum úrvali. Hon er rætti- liga surrealistisk og hug- fangandi, og tíðarhugtakið í søguni er serstakliga áhugavert. Á bls. 361 nevn- ir Hanus entropi-hugtakið, og hann setir tað - av røttum - í samband við hesa søguna. Somuleiðis er mynda- málið frálíkt: "Bløðini, ið mintu um pálmabløð, høvdu fyrr verið glær, men vóru nú kámað av teimum steinrunnu æðrunum. Ovast á hvørjum stelki var tíðarblómstrið, til støddar sum eitt steyp, tey óskygdu uttaru krúnubløðini um- gyrdu krystallhjartað. Gim- steinaglansurin rúmaði túsund andlitum, krystallin sýntist at súgva alt ljós og alla rørslu úr luftini. Í tí blómurnar spakuliga leiftr- aðu í kvøldarlotinum, glógvaðu tær sum flammu- nomin spjót" (bls. 178). Tað sæst, at Ballard er ein høv- undur, sum nýtir krystallið í myndburðum sínum, og sum eina mynd, ið sipar til "menniskjans vónleysu støðu í tí ójavna dystinum við tíðina", sum Hanus sigur. Men merkisvert er kanska, at nógvir aðrir høv- undar úr heimsbókmentun- um sum til dømis Calvino, Valéry og Mallarmé, eisini nýta krystallmyndina at kalla á sama hátt sum Ballard og Shaw. Hugskotið til søguna "Glæma av farnum døgum" eftir Bob Shaw er sera upprunaligt. Í søguni hoyra vit um eitt fyribrigdi, sum verður nevnt "seinglas", og sum til ber at seta í vind- eygað hjá sær. Men glasið er ikki vanligt glas, tí inni í tí síggjast hendingar, sum eru farnar fram nærindis glasinum, meðan tað var í ger. Einfalda og krystall- klára orðalagið hevur við sær, at persónarnir trína sera livandi fram, ja, tað er eins og tú sjálvur vart hjá- staddur og sá alt við egnum eygum. Tó er próvførsla hansara fyri seinglasinum hvørki serstakliga snøgg, tíansheldur sannlík. Vísindaskaldskapur 1816 - 1975 Sum nevnt, er aftast ein grein um tekstaslagið vís- indaskaldskapur, ið Hanus Kamban hevur skrivað. Hetta er ein bókmenta- søgulig yvirlitsgrein, sum er sera upplýsandi - mynd- prýdd er hon eisini - og lesarin fær nógv nýtt og áhugavert at vita. Eyðsæð er eisini, at hon er skrivað av einum høvundi, ið tykist at hava stóran áhuga fyri hesum evni. Men hóast einki bein- leiðis skeivt er í greinini, er kortini líkt, til at pennurin hjá høvundinum hevur ver- ið heldur kvikur og óansin onkustaðni, eitt nú í tí fyrsta partinum um roman- tikkina. Tí her kundi okkurt verið meiri neyvt og ná- greinligt orðað. Til dømis lýsir Hanus skaldsøguna Frankenstein soleiðis: "Frankenstein eftir Mary Shelley er bygd upp sum ein rammuskaldsøga, við einari søgu uttast og trimum øðrum søgum inni í henni, sum í eini skipan við eskjum inni í eskjum. Høv- uðspersónur og frásøgu- maður í tí uttastu søguni er Robert Walton, ein enskur skipari, sum ætlar sær at finna norðpólin. Á ferðini finnur hann, á ísinum, tann illa á holdum komna Viktor Frankenstein. Frankenstein sigur honum sína søgu, sum so verður bulurin í skaldsøguni" (bls. 314). Hanus hevur rætt í, at hetta er rammuskaldsøga (og alt møguligt annað, tí hetta er stutt sagt eitt bland av fleiri ymiskum tekstasløgum), men í skaldsøguni eru ikki fýra søgur, men einans tríggjar tilsamans: fyrst er brævasambandið hjá Wal- ton við Mrs. Saville, síðani kemur lívssøgan hjá Viktori Frankenstein, sum hann sigur Walton, og innasta "eskjan" er søgan hjá van- skapninginum, sum hann sigur Viktori. Haraftrat sigur Hanus á bls. 310, at "… trý teirra - Byron, Shelley og Mary Godwin - samdust nú um, at tey hvør sær skuldu skriva eitt verk, sum bygdi á onkran yvirnatúrligan kjarna". Jú, tey samdust um, at tey hvør sær skuldu skriva eina ræðusøgu. Men Polidori, læknin hjá Byron, var eisini umfataður av "semjuni" ella avtaluni hjá hinum trimum - og tað var Claire, hálvsystir Mary Shelley, annars eisini. Men tríggjar síður seinni staðfestir Han- us, at "Tað spurdist einki munagott burturúr hvørki hjá Byron ella Shelley" (bls. 313), men at Mary Godwin (seinni Mary Shelley) fekk eitt hugskot sum hálvtannað ár seinni varð til skaldsøguna Frank- enstein. Rætt er tað, at einki spurdist burturúr hjá Shelley - hann dugdi best at skriva bundnan skaldskap. Men hjá Lord Byron kom somikið burturúr, at frálíka ræðusøgan "The Fragment" varð til, sum er fýra síður um ein blóðsúgvara, ein vampyr. Seinni nýtti Poli- dori "The Fragment" sum íblástur, og til at betra um sína egnu søgu, sum fekk heitið "The Vampyre: a Tale". Henda søgan eftir Polidori var fyrstu ferð givin út í 1819, og hon gjørdist gitin um nærum alt Evropa, og hon verður framvegis lisin av øllum, ið dáma gotiskar søgur. Seinni hevði søgan eisini somikla stóra ávirkan á Bram Stoker, at skaldsøgan um Dracula (1897) neyvan hevði sæð dagsins ljós um "einki munagott spurdist burturúr hjá Byron". Síðan sigur Hanus á bls. 317, at Borgin í Otranto (The Castle of Otranto) eftir Horace Walpole er "ein tann fyrsta gotiska skaldsøgan..." Men Borgin í Otranto er rætt og slætt TANN fyrsta gotiska skald- søgan. Hon hevur undir- heitið "A Gothic Story" og tílíkt tekstaslag hevði eing- in hoyrt um, tá skaldsøgan kom út í 1764. Skaldsøgan gjørdist ættfaðir til tað gotiska tekstaslagið í víðari merking. Tó ber neyvan til at siga, at tey gotisku drøg- ini í skaldsøguni hjá Wal- pole eru meinlík teimum í Frankenstein. Tí í Franken- stein er einki beinleiðis yvirnatúrligt, alt verður sagt at hava "natúrligar" orsakir. Til dømis verður ikki kveikt lív í skapningin við guddómilgum íblástri, men við verðsligum rav- magni. Heldur er tað sjálv lagna Viktors - so ræðulig sum hon er - ið vekur gotiska ræðslu. Eisini er skilagott at seta Viktor Frankenstein í sam- band við sagnarfigurin Faust, og við sýndafalsmýt- una um Adam og Evu. Men í hesum sambandi átti Prometheus-mýtan úr griksku gudalæruni kanska eisini at verið nevnd, hav- andi í huga, at skaldsøgan jú ber undirheitið "or the Modern Prometheus", og at t.d. meistaraverkið Faust eftir Goethe júst hevur mýt- una um Prometheus sum grundarlag, umframt at henda mýtan hugkveikti flest allar romantikarar. Men sum heild má sigast at greinin er sera upplýs- andi og úrtøkumikil lesn- aður, og harumframt er at fegnast um, at Hanus lýsir og flytir yvir í føroyskt týdningarmikil tulkingar- amboð úr vísind og heim- speki, sum t.d. entropi- hugtakið. Lív á jørð Sum heild er Tað nýggja Atlantis væl úr hondum greidd - villurnar innihalds- liga eins væl og formliga eru fáar og smáar. Yvir- høvur er Tað nýggja At- lantis eitt ruddiligt bók- mentaverk, og við hesum savni eydnast tað Hanusi Kamban at vísa á, at vís- indasøgur ikki bara eru undirhald og spenningur. Tær flestu søgurnar eru júst av tí hugfloygda slagnum, ið beina tankar lesarans inn í villiniborgir eins væl og út á villar víddir. Søgurnar fáa okkum at hyggja við øðrum eygum - at okkum sjálvi. Og havandi søgurnar hjá Ballard og Shaw í huga, hevur tekstaslagið ivaleyst uppiborið størri bókmenta- frøðiligan ans, enn tær higartil hava fingið. Og tað er kanska ikki heilt av leið tá Hanus sigur, at "Tekst- irnir hjá Ballard bera prógv um, at vísindaskaldskapur við tí nýggjastu alduni megnaði at hevja seg upp undir liðina á tí besta í meginráksbókmentum" (bls. 359). Men hinvegin: Ber tað veruliga til at meta Ballard javnt við Dosto- jevskij, Flaubert, Kafka, Musil, Proust...? Og um so er, hvussu ber tað til? Orsøkin er helst tann, at allýsingin av vísindasøgum er somikið víðkað í dag, at hon eisini fevnir um søgur, ið vanliga ikki verða fat- aðar sum vísindaskaldskap, samstundis sum "megin- rákshøvundar" (t.e. høv- undar úr heimsbókment- unum) yvirhøvur hava fingið størri áhuga fyri vísind. Í øllum førum er líkt til, at allýsingin sum verður nýtt í Tað nýggja Atlantis er víðkað út um tað, ið tey flestu higartil hava sett í samband við vísindaskald- skap ella science fiction: søgur um mannlíkar, firr- ingar (aliens), marsbúgvar, tólmennir og sovorðið, vit hava sæð í Star Wars og Alien. Slíkar vísindasøgur eru ikki at finna í Tað nýggja Atlantis, og tað er í fínasta lagi, tí lív og lagna menniskjans á fold er framvegis størri og ríkari atfeingi í list og skaldskapi, enn marsbúgvar og ótespi- ligir rúmdarbúgvar... ella sum Einar Már Gudmunds- son orðar tað - og leysliga endurgivið: Spyr ikki um lív er á øðrum klótum, fyrr enn tú hevur vissað teg um, at lív er á hesari. Vísind í skaldahami Tað nýggja Atlantis, Stuttsøgusavn. Hanus Kamban valdi og týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur, 2002 Bls. 387 kr. 200, - Hanus Kamban C M Y K 23 22