leygardagur 2. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 143 - 2. august 2003
Nr. 143 - 2. august 2003
21
Hálvtannaðhundrað
fólk av Højgaard
slagnum hildu fyrr í
summar frí saman í
Svøríki. Ættarbondini
hjá Rituvíkar familj-
uni eru so sterk, at
hetta er triðju ferð, at
tey eru uttanlands
saman. Fyrireikingar-
nar byrja longu eitt ár
undan fráferð
FERÐ
Heri á Rógvi
Ættarbondini eru sterk í
Højgaard familjuni. Ja, tey
eru væl sterkari har enn í so
nógvum øðrum familjum –
uttan at taka nakað frá
nøkrum.
So glað eru tey fyri hvørt
annað, at tey fara at ferðast
saman. Men í hesari familj-
uni eru tað ikki bara babba,
mamma og omma, sum
fara ein túr uttanlands. Nei,
tey fara ikki færri enn 150
fólk av landinum saman.
Hagtøl siga okkum, at í
Føroyum eru eini 440 fólk
við eftirnavninum Høj-
gaard. Hóast fleiri á túr-
inum ikki kallast Højgaard,
so eru tað ikki nógvar fam-
iljur, sum kunnu fáa slíkar
túrar í lag. Í summar hava
tey verið í Svøríki.
Dánjal Petur og Jana
Ættargranskingin í hesum
førinum førir okkum aftur
til hjúnuni Dánjal Petur og
Janu Højgaard úr gamla
húsi í Rituvík. Dánjal Petur
doyði 98 ára gamal í 1974,
og kona hansara átta ár
undan, 89 ára gomul.
Hesi fingu tíggju børn,
harav fingu átta børn sjálvi.
Og tað er familjugreinin frá
Janu og Dánjal Peturi, sum
er upprunin til ferðalagið.
Av børnum teirra eru
Ingebeth, 87 ár, og Niclas,
91 ár, á lívi. Niclas var við
á túrinum í Svøríki.
Í 95
Familjan er ættað úr Gamla
húsi í Rituvík. Í sambandi
við 95 ára føðingardagin
hjá húsinum, í 1995, var
farið at tosa um, at tað
hevði verið óføra stuttligt at
farið á ferð saman.
Og tað endaði við, at á
sumri 1996 fór ferðalag við
110 fólkum til Edinburgh
við Smyrli. Ferðalagið búð-
ið í sonevndum caravans í
tíggju dagar.
Hetta var vorðið sum túr-
ur, og tað skuldi sjálvandi
endurtakast. Fýra ár seinni
varð aftur skrivað Højgaard
á
viðførisseðlarnar
og
hildið varð avstað til Ports-
mouth í Onglandi. Ferðast
var umvegis Danmark, og
tey høvdu 30 húsvognar til
120 fólk ferðalagið.
Hóast veðrið ikki var tað
besta í Onglandi í 2.000, so
varð hildið ráðiligt at
gera enn ein túr. Og
hesaferð gekk leiðin til
Svøríkis. Ferðin í ár var í
døgunum 7. til 21. juli.
Tað er Ólavur Højgaard,
sum er høvuðsfyriskipari.
Hann heldur ferðirnar vera
ógvuliga gevandi.
Endamálið er, at tey
ungu kunnu uppliva tey
eldru, og tær ymsu grein-
irnar av
familjuni kunnu hittast,
sigur Òlavur Højgaard.
Vit sita hendan hósdagin
í stovuni hjá Òlavi og
Tórun Højgaard saman við
øðrum, sum eisini vóru við
á ferðini. Og øll eru á
einum máli um, at ferðirnar
eru nakað serligt – ein heilt
serligur stemningur. Ættar-
bondini eru øgiliga sterk,
eru tey samd um.
Jens Eli Ellefsen, sum er
í
familjuni
umvegis
mammu sína, tekur soleiðis
til:
– Ferðin er ein dýrgripur.
Tað er ikki ein spurningur,
um tú hevur tíð ella
møguleika – tú hevur ikki
ráð at lata vera. Eg kann
staðiliga viðmæla øðrum at
royna tílíkt, sigur ein
avgjørdur Jens Eli Ellefsen,
ið serliga heldur tað vera
áhugavert at koma saman
og minnast aftur á farnar
hendingar.
Nógv fyrireiking
At fáa so nógv fólk avstað
er ikki bara sum at siga tað,
og krevur nógva fyrireik-
ing. Umframt Ólav hjálpa
eisini nógv onnur til. Eitt
høvuðssekreteriat er ovasti
myndugleiki, og tað er
sjálvandi 91 ára gamli
Niclas, sum er formaður.
Fyrireikingarnar til túrin
til Svøríkis byrjaðu fyri
einum góðum ári síðani. Tá
varð kunnandi tilfar sent út
til familjuna. Greitt verður
frá, hvar ætlanin er at fara.
Hvussu og hvat og sjálvt
ferðakostnaðurin er longu
roknaður út – eitt ár undan
fráferð. Og so kunnu fólk –
við neyðuga ættarband-
inum – tekna seg til ferðina.
Og áhugin er stórur alt fyri
eitt, tí royndirnar eru góðar.
–Tað snýr seg um at gera
eitt sindur í senn, sigur
Òlavur um fyrireikingarar-
beiðið. Uppgávurnar verða
býttar út á fleiri herðar. Á
sjálvari ferðini eru nógv við
til at fyriskipa ymiskt.
Hetta síðsta árið hava
familjulimirnar
móttikið
ymiskt tilfar – ávegistíðindi
– sum siga nærri um
hvussu og hvat í sambandi
við ferðina.
Svøríki
Nýggja Norrøna hevð sína
ávirkan á, at farið varð av-
stað, hóast tað vanliga
skulu ganga fýra ár millum
ferðirnar. Suður Svøríki
varð valt út í 2000. Frí-
tíðarstaðið Klitterbyn við
Ängelholm var hildið vera
hóskandi. Og tað vísti seg
eisini, at hetta stað riggaði
perfekt. Familjan var tætt
saman, og umstøðurnar
vóru framúr.
150 fólk vóru við og eini
fimmti afturat komu á vitj-
an. Ein fittur partur av fam-
iljuni býr eisini í Danmark
og Svøríki.
Farið varð við Norrønu
til Bergen og harfrá koyrt í
bussi við hjá føroyska
Bussferðum – onkur koyrdi
í egnum bili. Steðgað varð
eina nátt í Norra, áðrenn
farið varð til Klitterbyn.
Skipað varð soleiðis fyri,
at ferðin skuldi vera so
aktiv sum gjørligt, og æt tú
Højgaard, vóru tilboðini
um ítrótt, útferð og annað
nógv. Skipað varð fyri yms-
um kappingum á túrinum.
Stórur dentur verður eisini
lagdur á, at nógv tilboð eru
til børnini.
Fyri at halda skil á øllum
vóru tíggju álitisnevndir
mannaðar. Alt frá sangi og
undirhaldi til klagur varð
skipað í nevnd.
Ferðast varð heim við
Norrønu úr Danmark; koyrt
varð til Danmarkar úr
Svøríki.
Seinni í heyst verður ein
Højgaard veitsla hildin fyri
luttakarunum á ferðini, har
ríkiligt høvi verður at
minnast aftur á dagarnar í
summar.
Ein tílíkan túr kann tað
eisini hugsast, at fólk ikki
tíma so væl bert at halda
seg til sínar góðu familj-
ulimir, men samanhaldið er
sterkt.
– Tað vísir seg, at tey
flestu søkja felagsskapin,
sigur Finnur Helmsdal,
sum sjálvur er giftur inn í
familjuna og stórtrívist eins
og hini nýhøjgaard’arnir.
Og familjan vil fegin
heilsa Smyril Line og
Bussferðum.
Tá spurt verður, um farið
verður avstað aftur um
nøkur ár, er svarið fyrst nei,
men
líkaskjótt
greiðir
Ólavur frá sínum nýggja
hugskoti. So tað er ikki
heilt ómøguligt, at tað
verður gott at eita Højgaard
aftur um fýra ár.
Tað er gott at eita Højgaard
Hóast freistingar vóru nógvar kring Klitterbyn, so helt familjan nógv saman til ymisk tiltøk.
Undirhaldið bilar ikki á busstúrinum. Millum annað undirhalda Vestmenn í bussinum, og
sungið verður allanvegin.
Stórfingin veitsla varð hildin fyri allari familjuni við øllum góðum.
Í Klitterbyn eru umstøðurnar framúr góðar. Tað er líkatil hjá familjunum í familjuni at
hugna sær.
Elsti maðurin á túrinum og formaðurin fyri høvuðssekriatið er Niclas Højgaard. Hann er 91
ára gamal. Hann skaraði framúr í sjavskappingini, sum varð hildin umborð á Norrønu.
Familjumynd av Højgaard við Gamla hús í Rituvík. Myndin er tikin í 2000.
C
M
Y
K
21
20