leygardagur 2. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 143 - 2. august 2003
Fleiri fremmanda
menn skulu vera við
til at lyfta VB úr niður-
flytingarvandanum,
sum teir higartil hava
verið í
VB - KÍ
Jóannes Hansen
Vágbingar fara á Vágseiði í
morgin at hava fleiri nýggj-
ar kanónir á liðnum, tá ið
teir ímóti KÍ skulu taka fyr-
sta stigið burtur úr niður-
flytingar vandanum, sum
teir hava verið í, síðani tað
varð farið undir kappingina
í ár.
Umframt Brian Ander-
sen, álopsspælaran, sum
hevur verið í felagnum í
nakrar vikur, hava teir fing-
ið ein verjukendan miðvall-
ara afturat. Hann eitur And-
ers Sørensen og kemur úr
Svendborg.
VB hevur vant í tvær vik-
ur, og teir siga, at lagið er
gott, og at teir hava góðar
vónir um, at tað skal eydn-
ast at fáa stigini, ið skulu til
fyri at sleppa úr keðiligu
støðuni. Eingin VB spælari
er skaddur, og eingin er
leikbannaður undan KÍ
dystinum. Í øðrum umfari
misti VB í evstu løtu sigur-
in í Klaksvík, tá ið KÍ javn-
aði til 2-2 við brotssparki.
Ta ferðina vórðu tveir VB
spælarar riknir av vøll-
inum.
Í fjør vann VB 2-1 á
heimavølli ímóti KÍ.
Long summarfrí
Hjá KÍ er tað sjálvandi vón-
brot, at nýggja álitið í mið-
verjuni hósdagin hvarv sum
døgg fyri sól. Teir hava í
venjingardystunum arbeitt
við Ova Nysted í álopinum,
men nú er spurningurin,
hvussu nógv teir verða
noyddir at endurskipa, nú
verjuspælarin er horvin.
Aleksander Djordjevic
hevur verið heima í Jugo-
slavia í summarfrí. Hann
skuldi koma aftur í gjár.
Atli Danielsen og Erling
Fles hava eisini verið burt-
urstaddir. Eisini teir skuldu
koma aftur í gjár. At teir
ikki hava vant fer ivaleyst
at hava við sær, at teir ikki
vera millum teir fyrstu elli-
vu í Vági.
KÍ spældi væl á ólav-
søku. Í vikuni hava teir ver-
ið í Leirvík, og tá hekk
spælið aftur væl saman.
Teir vunnu 6-2. Álops-
spælarin úr Esbjerg, Bym-
ar, sum í morgin fer at
spæla fyri fyrstu ferð í
landskappingini, skoraði
tvey mál. Í Klaksvík siga
teir seg ikki kvíga fyri, at
hann verður burtur, tá ið
teir í morgin fara til Vágs.
Hann sigst trívast væl har
norðuri, og tað er ikki so
undarligt. Hann er jú ættað-
ur av Fanø.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 B36
10
7 - 1 - 2
23
8
15
22
2 HB
10
6 - 3 - 1
25
13
12
21
3 NSÍ
10
5 - 4 - 1
20
9
11
19
4 B68
10
4 - 5 - 1
12
7
5
17
5 KÍ
10
5 - 2 - 3
11
15
-4
17
6 EB/Streymur
10
3 - 4 - 3
16
18
-2
13
7 GÍ
10
3 - 3 - 4
12
15
-3
12
8 FS Vágar
10
2 - 1 - 7
12
23
-11
7
9 VB
10
1 - 3 - 6
10
20
-10
6
10 Skála
10
1 - 0 - 9
6
19
-13
3
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 ÍF
8
7 - 1 - 0
19
6
13
22
2 Sumba
8
5 - 2 - 1
21
5
16
17
3 VB
8
4 - 1 - 3
15
10
5
13
4 TB
8
4 - 1 - 3
17
13
4
13
5 AB
8
3 - 3 - 2
15
10
5
12
6 KÍ
8
4 - 0 - 4
14
24
-10
12
7 LÍF
8
3 - 1 - 4
9
17
-8
10
8 B71
8
2 - 1 - 5
12
10
2
7
9 B36
8
1 - 3 - 4
10
13
-3
6
10 B68
8
0 - 1 - 7
4
28
-24
1
KÍ stendur spyrj-
andi, eftir at nýggi
og tryggi miðverjin,
sum teir annars
høvdu fatan av var
nøgdur við umstøð-
urnar, fór av land-
inum í gjár
KÍ VÓNBROT
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar skilja einki.
Fyri viku síðani fingu
teir 20 ára gamlan belg-
iskan miðverja í felagið.
Hann var dámligur, og at
hann er ein fínur fót-
bóltsspælari sást ólav-
søkuaftan, tá ið KÍ spæl-
di væl ímóti HB.
Hóskvøldið fóru tíð-
indini sum eldur um
Klaksvíkina, at nýggi
spælarin var rýmdur.
Hvussu hongur hetta
saman, spyrja vit KÍ for-
mannin, Gest Hovgaard:
– Tað er rætt, at belg-
iski spælarin er farin úr
Klaksvík, og at hann
fríggjamorgunin fór av
landinum. Vit skilja einki
av hesum, og eg má bara
staðfesta, at fótbólts-
heimurin ofta er heilt
undarligur. Vit hava ar-
beitt nógv fyri at fáa
viðurskiftini hjá spælar-
anum upp á pláss. Miku-
kvøldið klokkan ellivu
søgdu vit honum og dam-
uni, at nú var íbúðin, sum
tey skuldu búgva í, klár
at flyta inn í. Tey tóktust
vera væl nøgt, og vit
vóru samdir um treytir-
nar fyri, at hann skuldi
vera í Klaksvík tað, sum
er eftir av hesum kapp-
ingarárinum. Nú má eg
bara staðfesta, at hann er
farin avstað, og at hann
ikki verður á KÍ liðnum.
Eg kenni ikki orsøkina, tí
vit hava ikki tosað við
hann, síðani hann hós-
dagin fór úr Klaksvík.
Hetta
sigur
Gestur
Hovgaard, sum annars
vísir til Jákup í Stóru-
stovu, sum hevur umboð-
að KÍ í samráðingunum
við nýggja spælaran.
Jákup er í løtuni í Noregi
við U-17 landsliðnum,
sum luttekur í NM kapp-
ingini.
Gestur Hovgaard held-
ur, at tað hevur verið
hugaligt at sæð, hvussu
dygt klaksvíkingar og
norðoyingar hava tikið
undir við arbeiðnum, sum
var lagt í at fáa bústað,
fíggjarligt grundarlag og
alt annað, sum tað var
neyðugt at gera nakað
við, áðrenn klaksvíking-
ar kundu gera avtalu við
20 ára gamla belgiaran,
sum nú altso er á veg
aftur til Belgia.
Belgiski
spælarin er
stungin av
VB við
tveimum dønum
Fleiri nýggir menn verða at síggja Eiðinum sunnudagin. Bæði VB og KÍ hava styrkt seg við útlendskum leikararum í
summarsteðginum
C
M
Y
K
18
Nr. 143 - 2. august 2003
19
Hósdagin lat Barna-
garðurin á Mýrunum
í Runavík upp. Hetta
er ein spildurnýggjur
stovnur, har pláss er
fyri 94 børnum. Í og
við at nýggi stovnurin
letur upp, hvørvur
bíðilistin til ansingar-
pláss í kommununi
BARNAGARÐUR
Ingrid Bjarnastein/
Jens Kristian Vang
Runavík: Úti við Toftavatn
í Runavík stendur ein stási-
ligur nýbygningur. Talan er
nevniliga
um
nýggja
barnagarðin í kommununi,
sum hevur fingið navnið
»Barnagarðurin á Mýru-
num«.
Hósdagin var almenn
móttøka, har høvi var at
síggja stovnin, og nýggja
navnið á barnagarðinum
varð eisini avdúkað.
Nógv fólk kom á gátt
henda dagin. Øll børnini,
sum
skulu
slíta
sínar
skógvar á Mýrunum, og
nógv forvitin foreldur og
onnur vitjandi stukku inn á
gólvið.
Kári Sverrisson undirhelt
við gittara og sangi, og var
nógv leskiligt hjá børnum
og vaksnum at fáa sær.
Betri pláss
Barnagarðurin hevur ann-
ars seinastu 21 árini húsast
undir
Posthúsinum
á
Heiðavegi í Saltangará. Har
hava umstøðurnar verið
heldur trongar, og í eini
vaksandi kommunu hevur
tørvurin
á
nýggjum
barnagarði verður stórur.
Í nýggja barnagarðinum
er pláss fyri 94 børnum. 40
meira enn í tí gamla. Tvær
vøggustovur eru og fýra
barnagarðsstovur.
Uttandura umstøðurnar
eru eisini munandi betri á
nýggja stovninum, sum
liggur í einum náttúru-
vøkrum og friðarligum um-
hvørvi.
Í og við at nýggi stovn-
urin letur upp, kann trið-
størsta kommuna í land-
inum erpa sær við, at
bíðilistin til ansingarstovn,
hvørvur.
– Ein slíkur nýggjur
stovnur hevur sjálvsagt
nógv at siga fyri komm-
ununa. Vit hava havt ein
langan bíðilista, og at hann
hvørvur, eru vit sjálvandi
erpin av, sigur Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri
í
Runavíkar
kommunu.
Hann vísir á, at tað er
ymiskt, sum hevur hjálpt
til, at bíðilistin verður
burtur. Millum annað tað,
at ein stórur árgangur fer í
fyrsta flokk í summar, og
harvið fara nógv børn úr
ansingarskipanini.
– Málið er sjálvandi altíð
at halda bíðilistan á null,
men hetta avhongur alt av,
hvussu fólkavøksturin í
kommununi er.
Tá íbúgvaratalið í Runa-
víkar kommunu var hægst í
90´unum vóru gott og væl
2.500 íbúgvar, og tá tað var
lægst undir kreppuni vóru
2.280 fólk. Í dag er fólka-
talið á knøppum 2.600
íbúgvum, og er tað hægri
enn tað nakrantíð hevur
verið.
– Kommunan veksur
støðugt. Kanska ikki so
skjótt, men hetta er ein
positiv gongd, sum vit
hava, sigur Rodmundur
Nielsen at enda.
Barnagarðurin á Mýru-
num letur upp mánadagin
4. august, og tá verður
byrjað at taka børn inn.
Tann eina stovan letur ikki
upp
beinanvegin,
men
børnini verða slúsað inn, so
hvørt.
Hesi bæði fittu børnini síggja út til at hugna sær óført í nýggja
barnagarðinum á Mýrunum í Runavík.
Kári Sverrisson sang og undirhelt børnunum, tá almenn móttøka var hósdagin.
Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík:
Nýggjur stovnur við
ongum bíðilista
Fríða Lómstein, leiðari á
barnagarðinum, avmyndað
uttan fyri nýggja og stásiliga
stovnin, sum hevur fingið
navnið »Barnagarðurin á
Mýrunum«
19