leygardagur 2. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2003
17
Steypavinnararnir,
sum vandu fyri fyrstu
ferð í gjárkvøldið eftir
finalusigurin á Ólav-
søku, rokna við tor-
førari uppgávu, tá ið
teir fara at vitja vin-
menninar á Eiði
EB/STREYMUR–B36
Jóannes Hansen
Talan er um sannan vinar-
dyst, tá ið oddaliðið í lands-
kappingini og steypavinn-
arin, B36, í morgin fer
norður á Mølina á Eiði. Á
EB/Streyma liðnum eru
nógvir spælarar, sum fyrr
hava roynt seg í B36 –
Magni á Lakjuni, Egil á Bø,
Ronnie Samuelsen, Jákup
Martin Joensen, Pazek og
Piotr Krakowski var venjari
í fjør og í fyrraárið, tá ið
B36 vann bæði steypa-
kappingina og landskapp-
ingina.
Men eingin skal billa sær
inn, at teir í EB/Streymi
standa við stigunum í hond-
ini, og at teir ætla at rætta
B36 tey uttan nakað sum
helst.
– Teir hava eitt fínt lið, og
eg rokni hesa uppgávuna at
vera eina at teimum heilt
truplu, sigur veteranurin
Jens Kristian Hansen, sum
sat uttanfyri og hugdi at, og
heilt víst ikki hevur gloymt
ta
ferðina,
tá
ið
EB/Streymur í øðrum um-
fari var í Gundadali og
vann 3–1 ímóti B36.
B36 hevði bara frí í eina
viku, eftir at 10. umfarið í
landskappingini var spælt. Í
hesi vikuni hava teir havt frí
síðani ólavsøkudag. Fyrsta
venjingin skuldi vera í
gjárkvøldið. Tað hevur ikki
verið nakað at hoyrt um
skaðar. Tað einasta, sum er
púra greitt, er, at Fróði
Clementsen verður ikki
við. Hann sá reytt í longdu
leiktíðini í steypafinaluni
og er tískil leikbannaður.
Pazek aftur komin
Á Eiði siga teir, at tað hevur
verið rættuliga hugaligt at
vant síðani summarsteðgin.
Allir spælararnir, sum vóru
við undan summarsteðg-
inum, eru framvegis í
felagnum. Pazek, sum í
fyrstu
umførunum
var
stinnur miðverji, hevur
leingi verið burturfrá, tí
hann var skurðviðgjørdur
fyri
næstan
tveimum
mánaðum síðani. Í hesi
vikuni er hann komin aftur
úr Póllandi, har hann er
komin fyri seg aftur. Hann
hevur vant í Póllandi í
tríggjar vikur, men í gjár
var ikki greitt, um hann
verður við frá byrjan í
morgin.
Í fjør endaði tað 1–1
millum EB/Streym og B36
á Mølini. Í fyrra árið var
GÍ, sum tá var oddalið, í
fyrsta
umfarinum
eftir
summarsteðgin í fjør, á
Mølini. Teir megnaðu ikki
at vinna, og tað var byrjanin
til støðuga afturgongd. B36
yvirtók oddasessin og vann
FM. Nú fæst at síggja,
hvussu tað fer at hilnast hjá
B36, sum nú er oddalið.
Tað verður stórt tak á Eiði
Hóast B36 er favorittur á
Mølini sunnudagin, so
kunnu teir ikki taka sær av
løttum, tí hvør minnist ikki,
at EB/Streymur tók øll av
bóli við at vinna 3-1 í
Gundadali í øðrum umfarið.
Botnliðið saknar
tríggjar spælarar, sum
eru leikbannaðir, og
hjá B68 er ein av
lyklaspælarunum
burtur, nú teir skulu
royna at lyfta seg
nærri toppinum
B68–SKÁLA
Jóannes Hansen
Skála hevur ongantíð tapt á
Svangaskarði. Men so skal
beinanvegin leggjast aftur-
at, at teir hava bara eina
ferð spælt landskappingar-
dyst í bestu deildini á
Toftum. Tað var í síðsta
umfarinum í fjør, og ta upp-
gerðina minnast tey væl –
bæði á Skála og á Toftum.
Skálamenn spældu fyri lív-
inum í bestu deildini, og tað
eydnaðist teimum at vinna
3–2, og harvið lyftu teir seg
upp á áttanda plássið og
komu harvið undan øllum
hóttanum um niðurflyting.
Nú tað verður farið undir
seinna partin av hesum
kappingarárinum er setn-
ingurin á Skála nett tann
sami, sum hann var í fjør.
Undan summarsteðginum
vunnu skálamenn á heima-
vølli ímóti FS Vágum, men
teir eru aftastir, og tað er
ikki frítt, at deymurin av
niðurflyting kennist.
Tríggir spælarar eru leik-
bannaðir á Skála, og tað er
ivasamt,
um
Jónhard
Frederiksberg verður førur
fyri at spæla. Hann plágast
av lærskaða. Hann hevur
verið á vøllinum nakrar
ferðir síðani summarsteðg-
in, men hann hevur ikki
verið førur fyri at venja
saman við hinum. Leik-
bannaðu spælararnir eru
Arnhold
Berg,
Agnar
Højgaard
og
Julian
Floresco.
Fróði burtur
Um úrslitini í hinum dyst-
unum laga seg væl fyri
B68, so hava teir – um teir
fáa fult ímóti Skála –
møguleika at lyfta seg væl
nærri toppinum, enn fjórða
plássið, sum teir nú eru á.
Hetta er annars fjórða árið á
rað, at B68 er á fjórða
plássinum í summarsteðg-
inum.
Einasti spælarin hjá B68,
sum ikki hevur møguleika
at vera við hesa ferð, er
Fróði Benjaminsen. ímóti
EB/Streymi fekk hann gult
kort, og harvið er hann
leikbannaður ímóti Skála.
Tá ið B68 var á Skála í
øðrum umfari, vunnu teir
1–0 við brotssparksmáli,
sum Dánial Hansen skor-
aði, eftir at Fróði Benja-
minsen var feldur.
Skála hevur ikki tapt á Toftum
Skal B68 gera seg galdandi í
toppinum í ár, so krevt ein
sigur á botnliðnum Skála á
heimavølli.
17
16
Nr. 143 - 2. august 2003
Hóast gøtumenn eru
rættuliga særdir eftir
steypafinaluna, so
siga teir, at lagið er
gott, nú teir bíða eftir
vágamonnum
GÍ - FSV
Jóannes Hansen
Um FS Vágar nakrantíð
skal hava nakran møguleika
at gera nakað við GÍ í Gøtu,
so skal tað vera nú. Gøtu-
menn slikka sárini eftir tap-
ið í steypafinaluni ólav-
søkudag, meðan vágamenn
hava verið í Íslandi og
trimma seg fyri at vera væl
fyri, nú teir skulu stríðast
fyri at sleppa úr botninum.
Tað er greitt, at Bartal
Eliasen og Henning Jarn-
skor ikki vera við ímóti
FSV. Eftir reyðu kortini í
steypafinaluni eru teir leik-
bannaðir. Popczynski var
ikki nóg væl fyri at vera
millum teir fyrstu ellivu í
steypafinaluni. Tað er rætti-
liga ivasamt, um hann í
morgin verður komin so
mikið fyri seg, at hann
verður førur fyri at spæla.
Símun Samuelsen var ikki
førur fyri at spæla frá byrj-
an í finaluni, og tað er eis-
ini ivasamt, um hann verð-
ur tað í morgin. Gidek
noyddist at taka seg úr
finaluni, men hann verður
við í morgin.
– Vit iðra okkum um, at
vit ikki avgjørdu finaluna,
tá ið vit høvdu møguleikar
fyri tí í 1. hálvleiki, men tað
nyttar ikki at gráta yvir
spilta mjólk. Nú líta vit
frameftir, og lagið hevur
verið gott undir venjing-
unum, verður sagt úr Gøtu.
Tá ið GÍ var í Miðvági,
vunnu teir 2-1.
Íslandsferðin
Hjá FS Vágum eru allir
spælararnir
tøkir
uttan
Sjúrður Ellefsen, sum hev-
ur ein løst í arminum. Tað
hevur leingi ljóðað, at FSV
hevur skula fingið ein
spælara úr Brasilia. Eina
ferð fyrr í summar var hann
komin til Portugal, men
hann var sendur til hús
aftur, tí pappírini vóru ikki í
lagi. Hann er ikki enn kom-
in í Vágar, og nú ivast teir í,
um tað fer at spyrjast nakað
burturúr hesum.
FS Vágar hevur fyri stutt-
um verið í eina viku í Ís-
landi og vant og spælt tveir
dystir. Frá 16. og til 25. juli
vóru teir á Ólafsfirði, har
FSV venjarin, Jens Erik
Rasmussen, áður hevur
spælt, og har NSÍ var í fjør
og fyrireikaði seg í summar-
steðginum. Vágamenn lata
væl at venjingunum, og teir
halda seg at hava fingið væl
burturúr teimum báðum
dystunum. Teir taptu 3-1
ímóti Þór á Akureyri, sum
er topplið í næstbestu deild-
ini, og teir vunnu 2-1 ímóti
Leftur/Dalvík.
Hvørki HB ella NSÍ
hava ráð at missa
nakað serligt, tá ið tey
bresta saman í
toppuppgerðini í
hesum umfarinum
HB - NSÍ
Jóannes Hansen
Tað eru tvey lið við stórum
ætlanum og stórum vónum,
og sum tykjast hava nakað
at hava vón og ætlan í, sum
bresta saman í Gundadali í
morgin. Í fjør var HB
meistari, og NSÍ, sum vann
steypafinaluna ímóti HB,
var næstbest. Bæði liðini
ætla sær at enda ovast í ár,
og í báðum feløgunum eru
teir greiðir yvir, at vánirnar
fyri at gera ætlanirnar til
veruleika eru ikki minst
tengdar at, hvussu tað fer at
hilnast í morgin.
– Vit hava stóra virðing
fyri HB. Men støðan er so-
leiðis, at vit kunnu ikki vera
nøgdir, um tað ikki eydnast
okkum at fáa øll trý stigini,
siga teir í NSÍ. Í Runavík
eru teir væl fyri. Spælarar-
nir eru topptrimmaðir eftir
væl eydnaðu venjingarleg-
una í Danmark, og teir eru
ótolnir eftir at sleppa í eldin
aftur. Í hvusu so er sekstan
spælarar kappast um tey
fyrstu ellivu plássini hjá
NSÍ.
Tá ið HB vitjaði NSÍ fyrr
í summar var úrslitið 2–2,
og tá ið NSÍ í fjør var í
Gundadali var úrslitið 4–0
til HB. Hetta var samstund-
is størsta tapið hjá NSÍ í
fjør. At HB megnaði at fáa
øll seks stigini ímóti NSÍ í
fjør taldi nógv í samlaðu
uppgerðini.
Átjan kappast
Í HB siga teir seg eisini
vera væl fyri. Teir hava so
at siga ikki havt summarfrí.
Beinanvegin eftir at 10.
umfarið í landskappingini
var avgreitt, var Europa
Cup luttøkan á skránni.
– Allir spælararnir, sum
higartil hava roynt seg á
besta liðnum, eru tøkir.
Kári Nielsen, sum breyt
beinið tíðliga í ár, hevur
vant við fullari ferð í fleiri
vikur. Honum restar dystar-
venjing, men tað sær gott út
hjá honum. Venjarin hevur
tann positiva trupulleikan,
at tað eru einir átjan spælar-
ar, sum stríðast um tey
ellivu plássini, og í hvussu
so er sekstan teirra kunnu
vera við til at manna liðið,
uttan at styrkin á tí broytist
nakað serligt, verður sagt
úr HB.
Í útidystinum ímóti Kaun-
as var Carsten From á
beinkinum frá byrjan. Hann
hevur annars verið ein av
teimum, sum hvørja ferð
hevur verið við frá byrjan.
Vágamenn hava fyrireika seg væl til seinnu hálvu.
Teir hava verið á venjingarlegu í Ólafsfirði í Íslandi
Tað má røkka ella støkka
Hjá bæði føroyarmeistar-
unum úr HB og silvur-
vinnarunum úr NSÍ má
røkka ella støkka um, tí
hvørgin partur hevur ráð
at tapa sunnudagin í
Gundadali
FSV hevur fyrirerikað seg í Íslandi
C
M
Y
K
16