týsdagur 5. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
3
Seinnapartin fríggja-
dagin fóru tríggir
hálvvaksnir dreingir á
bláman, tá jollan, teir
sigldu í, holvdist
útfyri Lopransfirði.
Skaðið kundið staðist
av, men hegni og
hepni gjørdi, at allir
sluppu uppá kjølin at
sita og so var bert at
bíta kuldan í seg og
bíða eftir bjargingini
Á SJÓNUM
Dagfinn Olsen
Fríggjadagurin kundi verið
skaðadagur í Vági, men
hegni og hepni vildi tað
øðrvísi. Men ein skelk
fingu teir tríggir ungu vág-
bingarnir, sum í jollu
koppaðu útfyri Loprans-
firði.
Tað var um 16 tíðina
fríggjadagin, at óhappið
hendi. Teir tríggir sigldu í
jollu, sum so ofta áður.
Ætlanin var at fara til
Víkarbyrgis, hóast tað kann
tykjast heldur langt í so
lítlum fari.
Í spølni
Men útfyri Núpinum við
Lopransfjørð sigldu teir í
spølni
móti
aldunum.
Veðrið var hampuligt, men
ikki heilt stilt í sjónum.
Tá teir so skulu skifta
pláss á lítla farinum, eru
teir allir í somu síðu eina
stund, og tá kemur ein alda
og gevur síðsta skumpið, so
jollan holvdist.
- Vit fingu fatur á jolluni
beinanvegin og royndu tvær
ferðir at fáa hana á rættkjøl,
men tað eydnaðist ikki,
sigur eini drongurin, ið vit
hava prátað við.
Í óeydnuni má sigast, at
eydnan var við. Allir eru
góðir svimjarar og tað
eydnaðist øllum trimum at
koma upp á kjølin at sita.
Allir vóru hjá jolluni og
høvdu fatur og ongin teirra
var í vanda fyri at koma
burturfrá. Vandi var ongan-
tíð á ferð í so máta.
Fingu skelk
So sótu teir á kjølinum á
lítla farinum og roynduat
vinka til bilar. Men tá ein
góð løta var farin sóu fólk á
Nesi í Vági dreingirnar og
skjóttgangandi bátur fór
eftir teimum og bjargaði
teimum, eftir at teir høvdu
bíðað í á leið ein hálvan
tíma.
- Vit vóru kaldir og vátir.
Og sjálvandi hava vit fingið
ein skelk, sigur eini drong-
urin, vit hava prátað við.
Torur tú í bát aftur og
hvat siga foreldur og onn-
ur?
- Tað tekur tíð at koma
fyri seg aftur eftir slíkan
skelk, men eg tori í bát
aftur, men kanska ikki beint
nú. Foreldrini royna alla
tíðina at spyrja hvussu eg
havi tað og slíkt, men eg eri
komin yvir tað, sigur
drongurin.
Tað var eina 16 fót glas-
trevjabátur, ein jolla, sum
drongirnir sigldu í. Eini av
drongjunum eigur jolluna.
Samanumtikið er drong-
urin, vit práta við, fegin
um, at tað spældi so væl av,
tí vannlukka kundið staðist
av og eitt undur er tað, at
allir komu sær uppá kjølin
at sita.
- Allir duga at svimja,
sigur drongurin lítillátin.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu við deyða
og jarðarferð okkara kæru móður, vermóður,
systur, ommu og langommu
MORENTSA OLSEN
Klaksvík
Hjartans tøkk til tykkum í Sambýlinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Zarepta.
Erik, Knút og Finngerð við fam.
Koppaðu í jollu:
– Tað var ein skelkur
Tveir italiumenn
eru skuldsettir fyri
neyðtøku og neyð-
tøkuroynd á eina
15 ára gamla
norska gentu
NEYÐTØKA
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin fekk løg-
reglan í Havn fráboðan
um eina neyðtøku. Ein
fimtan ára gomul norsk
genta segði seg vera
neyðtikna av tveimum
monnum.
Eftir nærri kanningar
vísti tað seg, at talan var
um tveir italiumenn,
sum eru ávíkavist 20 og
21 ára gamlir, og fekk
løgreglan hendur á teir
stutt eftir fráboðanina.
Ógerðin er framd á
einum gistingarhúsi í
Havnini, har eitt sindur
av hassji var funnið.
Menninir vóru skuld-
settir fyri neyðtøku og
neyðtøkuroynd, og eftir
grundlógaravhoyringina
seinnapartin sunnu-dag-
in, vóru teir varhalds-
fongslaðir í fýra vikur
við tí grundgeving, at
teir ikki skulu ávirka
kanningararbeiðið og tí
teir eru útlendingar, og
skulu tí ikki hava møgu-
leika at rýma av landin-
um. Gentan varð eisini
avhoyrd í rættinum.
Kriminaldeildin
í
Havn arbeiðir nú víðari
við málinum.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Havn: Leygarmorgunin
varð ein drongur steðg-
aður í bili í havnargøt-
um. Tað vísti seg bein-
anvegin, at drongurin
hevði onki koyrikort, tí
hann var bert 17 ára
gamal. Harumframt var
bilurin stolin og drong-
urin ávirkaður.
Tríggjar skuldsetingar
verða reistar ímóti unga
manninum, og tað verð-
ur fyri stuldur, fyri at
koyra uttan koyrikort og
fyri at koyra ávirkaður.
Skuldsettir fyri
neyðtøku
Koyrdi ávirkaður
í stolnum bili
Henda 16 fót jollan holvdist, tá tríggir drongir sigldu í henni og í spølni sigldu móti aldunum.
Hepni og hegni gjørdi, at allir komu sær upp á kjølin, eftir at hava roynt at fáa jolluna á
rættkjøl aftur
Jollan liggur við bryggju í
Vági og drongirnir hava tað
gott, men hava tó ikki hug at
lata seg avmynda í jolluni
C
M
Y
K
3
2