Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 144 - 5. juli 2003 Nr. 144 - 5. juli 2003 5 Ein 47 ára gamal mað- ur varð fríggjadagin eftirlýstur. Hann var farin frá húsum týs- morgunin og hevði sagt, at hann kom heimaftur í seinasta lagi fríggjadagin. Stór leiting var sett í verk í vánaligum líkindum, men sunnumorgunin kom maðurin aftur í aftur í øllum góðum LEITING Ingrid Bjarnastein Fríggjakvøldið var ein 47 ára gamal maður eftirlýstur í Suðuroynni. Hann var far- in av Tvøroyri týsmorgunin við tí fyri eygað at tjalda nakrar dagar í Hvannhaga og Vatnsdali. Tá hann fór heimanífrá segði hann, at hann kom aftur hósdagin ella í seinasta lagi fríggja- dagin. – Maðurin hevði tjald, soviposa og útgerð annars við sær, men tá hann ikki var komin aftur fríggja- kvøldið gjørdust tey av- varðandi bangin um hann. Men av tí, at tað var so seint á kvøldi gjørdu vit av at bíða við leitingini til í lýs- ing leygarmorgunin, greiðir Jaspur Vang, virkandi sýslumaður í Suðuroynni frá. – Suðuroyar norðara bjarg- ingarfelag og nógvir sjálv- bodnir menn tóku lut í leit- ingini, sum fór í gongd leygarmorgunin klokkan 4. Talan var um eini 50 mans, og leitað var bæði á landi og sjógvi, umframt, at tyrl- an og politihundurin eisini vóru við. Ring líkindi Bátur fór av Hvallba og leitaði á eystaru síðuni á oynni út fyri Hvannhaga. Staðkendir menn fóru bæði úr Hvalba og av Tvøroyri, men líkindini til at leita vóru ógvuliga vánalig. Stormur var á fjøllunum, og ælini vóru ógvuslig. – Leitað varð allan seinnapartin, men leygar- dagin sluppu vit ikki til tvey øki. Annað omanfyri tunnilin og hitt á vestursíð- uni, har tað var ógvuliga turbulent og nógvur mjørki. Vit gjørdu so av at steðga leitingini og lata menn hvíla, og leggja aftur til brots sunnumorgunin, sigur sýslumaðurin. Byrjað varð aftur sunnu- morgunin, og fóru tá um- leið 80 sjálvmodnir mans frá húsum. Økið varð tá eis- ini víðkað til hagarnar í Froðba, so nú varð leitað bæði í hagunum í Hvalba, Froðba og Trongisvági. – Klokkan 10.55 sunnu- morgunin fingu vit eina fráboðan um, at ein bilur hevði tikið ein mann uppí, sum var staddur við tunn- ilsmunnan Trongisvágs- megin. Hann segði seg vera persónin leitað varð eftir, og hevði biðið um at verða koyrdur heim til skyldfólk á Tvøroyri. Vit ringdu til teirra, og fingu staðfest við vissu, at tað var hann, sum var komin heimaftur í øll- um góðum, greiðir Jaspur Vang frá. Politiið hevði mánamorg- unin framvegis ikki tosað við mannin sjálvan, men eftir tí, sum teir høvdu fingið upplýst, so ætlaði maðurin sær úr Hvannhaga til Hvalbiar, men av tí, at mjørkin var so tjúkkur, og hann ikki er staðkendur, so setti hann tjaldið uppaftur og steðgaði til mjørkin lætti eitt sindur. Maðurin hevur ikki etið í tveir dagar, men hevði tað eftir umstøðunum gott. – Ein risaleiting varð sett í verk, men tá tað er menn- iskjalív, sum stendur uppá spæl, so er tað ikki ov nógv. Eitt risastórt leitingarar- beiði er gjørt av sjálvbodn- um, og tað hevur heldur ikki verið heilt vandaleyst at leita undir slíkum um- støðum, sigur Jaspur Vang. Tá greitt var, at maðurin var afturkomin í øllum góðum, varð leitingin avblást, og manntal varð hildið, so ongin gekk og leitaði eftir í mjørkanum sunnudagin. Eitt brúdleyp skuldi vera leygarkvøldið, men tað var avlýst tí maðurin var burtur. Men tað varð hildið í øllum góðum sunnukvøldið ístaðin fyri. MARKNAÐARRÁK Síðani seinasta Marknaðar- rák, eru sera ógvusligar broyt- ingar farnar fram á láns- brævamarknaðunum. Serliga longru amerikansku renturnar eru hækkaðar nógv, og hetta hevur m.a. togað longru don- sku lánsbrævarenturnar við sær uppeftir. Orsøkin er enn einaferð, at uppgerðir vísa, at sum heild gongur betur í amerikanska búskapinum. Hóast ávisar uppgerðir hava víst á eina sera positiva gongd í amerikanska búskapinum, fóru arbeiðspláss fóru fyri skeyti í USA í juli. Trupla støðan á amerikanska arbeiðs- marknaðinum kann stundum fara at tálma positivu gongd- ina, men tað er ein sannroynd, at framgongdin í USA er um at finna støðufesti. Hesi viður- skiftir hava longu trýst longru lánsbrævarenturnar heilt fitt uppeftir, og fyribils skal tískil ikki roknast við, at hesar fara at hækka nógv meira komandi vikurnar. Meginparturin av størstu amerikansku partafeløgunum hava nú kunngjørt roknskap teirra fyri næsta ársfjórðing í ár. Hóast okkurt vónbrot hev- ur verið, kann avgjørt sigast, at roknskapirnir sum heild hava verið góðir. Tó skal vís- ast á, at ein av orsøkunum til góðu roknskapirnar er spar- ingar og at virkini í størri mun royna at fullnýta tilfeingi teirra. Seinastu vikurnar hava partabrævamarknaðirnir sum heild ikki flutt seg nógv. Or- søkin til hetta er, at marknað- irnir eru hækkaðir nógv síð- ani mars og at teir nú royna at styrkja støðu sína. Um markn- aðirnir hækka ella lækka í næstum er tengt at búskapar- gongdini. Seinasta vika var sera nógv ávirkað av at búskaparlig lyklatøl vóru kunngjørd. Hesa vikuna verður meira avmark- að við lyklatølum, og megin- parturin av fjøltjóðaðu virkj- unum hava kunngjørt rokn- skapirnar. Tí kann roknast við, at henda vikan gerst meira friðarlig, og at rentur- nar ikki fara at broytast eins nógv, sum tvær tær seinastu vikurnar. Av tí at renturnar eru hækkaðar sera nógv í seinastuni, kann tó væntast, at ein mótrørsla kann fáa rentur- nar at lækka eitt vet hesa vik- una. Hóast flestu av heimsins størstu virkjum hava kunn- gjørt roknskap, eigur Cisco Systems tørn mikudagin. Her- umframt kann nevnast at fjar- skiftisvirkini Tele2 og TDC kunngera týsdagin og at Novo Nordisk eisini kunngerð miku- dagin. Fleiri evropisk fjar- skiftisfeløg hava kunngjørt góðar roknskapir og tí kann væntast, at eisini Tele2 og TDC fara at kunngera góð tøl. Orsakað av búskaparligu fram- gongdini kann sama væntast frá Cisco. Støðugari lánsbrævarentur næstu dagarnar Vika 32, 2003 www.kaupthing.fo Stjólu ein hval Tríggir sundalags- menn eru skuld- settir fyri at hava stolið ein hval í grindini, sum legði beinini í Hvalvík sunnu- kvøldið GRIND Ingrid Bjarnastein Sunnukvøldið legði ein grind beinini í Hval- vík. Grindin taldi 152 hval, og varð dripin beint fyri midnátt sunnu- kvøldið. Eini 200 bátar luttóku í drápinum við umleið 1100 monnum, umframt fólk á landi. Klokkan trý sunnu- náttina fekk løgreglan boð um, at tríggir sunda- lagsmenn høvdu stolið ein hval. Teir høvdu hongt hann upp á bát- in, og vóru farnir av- stað við honum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur. Burturblivin kom aftur í øllum góðum Tá vanligi borgarin ikki skilir hvat gong- ur fyri seg, missir hann álitið á bæði politisku skipanina og embætisførsluna í umsitingini, heldur formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum JÓGVAN S Edvard Joensen Vanligi føroyingurin missir álitið á umsitingini og po- litiska valdinum, tí hann skilir ikki tað, sum fer fram, heldur formaðurin í einum av samgonguflokk- unum. – Vit skuldu hava ein skipan, sum var gjøgnum- skygd, men málið um Jógv- an S vísir, at høvuðs- trupulleikin í øllum er júst, at vanligi maðurin ikki skilir skipanina og manna- gongdirnar, ið brúktar verða, staðfestir Kári P. Højgaard formaður Sjálv- stýrisfloksins. – Nú skal Jacob Vester- gaard koma við síni niður- støðu, sum vit so fara at taka støðu til, sigur hann. Men tað er greitt, at hetta er eitt óheppið mál, har Jacob Vestergard kemur at sita eftir við svartaperi, líka- mikið, hvat han kemur til. Og hetta málið fer eisini at skaða trúvirðið og álitið á skipanina. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum skal hava frið at avgreiða málið um Jógvan S, uttan at vit fara at siga nakað um misálits- uppskot ella annað tílíkt, sigur Kári P. Højgaard. – Jacob Vestergaard hevur arvað ein trupulleika, hann ikki er partur í, og tað er óheppið at fara at leggja træyst á hann, meðan málið verður viðgjørt, sigur sjálv- stýrisformaðurin. Í samband við við- gerðina av málinum um Jógvan S, hevur línuskipið Grani eisini verið uppi og vent. Men Grani hevur ongantíð fingið flutt nakað veiðiloyvi frá nøkr- um øðrum fiksifari, vísir eigarin á VEIÐILOYVI Edvard Joensen Hóast teir, sum í dag eiga línuskipið Grana á Tvør- oyri, keyptu hann, stutt eftir, at teir høvd selt tann væl minni bátin Akra- leiti, var eingin flutn- ingur av veiðiloyvum í tí sambandinum. Akraleiti varð selt við sínum loyv- um, og Grani keyptur aftur við sínum egnu loyvum. Í einum lesarabrævi í seinastu viku í samband við málið um Jógvan S hevur verið ført fram, at Skørin hevur verið inn- blandað í nógv mál um veiðiloyvi. Tað fyrsta skuldi sambært hesum lesarabrævinum vera, tá báturin undir navninum Akraleiti varð selt, og eigararnir fingu línuskip- ið Grana í staðin. Grani er nógv størri enn Akra- leiti, sum seinni er vorðið kent undir navinum Skørin. Eirikur Olsen á Tvør- oyri, sum átti Akraleiti og er skipari á Grana, sigur at har er okkurt komið heilt galið fyri við upp- lýsingunum. – Tað er rætt, sigur Eirikur Olsen, at Akra- leiti varð selt til Nólsoyar í 1990. Og tað er eisini rætt, at vit seinni í sama ári keyptu línuskipið Skortaberg, sum áður hevði itið Reynsatindur og Kangeq. Men Akra- leiti varð selt við øllum loyvum, og vit keyptu Skortaberg við veiði- og fiskiloyvi. So einfalt er tað, vísir hann á. Tiskil er tað skeivt at blanda Grana upp í málið um Jógvan S, hóast fiski- loyvið hjá Akraleiti um- vegis einar tríggjar seinni eigarar, er endað sum partur av málinum undir navninum Skørin, vísir Eirikur Olsen á. Grani varð keyptur við veiðiloyvi Kemur eitt endur- gjaldskrav frá reiða- rínum hjá Jógvani S, sum rætturin tekur undir við, endar tað í landskassanum, og skattaborgarin skjal gjalda, sigur løgfrøð- ingur ENDURGJALD Edvard Joensen Eitt møguligt endurgjalds- krav frá reiðarínum hjá Jógvani S fer at enda hjá skattaborgaranum, sigur Bjørn á Heygum, løgfrøð- ingur. Ábyrgdin hjá lands- stýrismanninum er politisk, og embætismeninir, sum skrivað hava undir til- søgnina, hanga neyvan upp á nakað fíggjarligt krav, sigur hann. Hóast hann heldur tað vera løgið, at landsstýris- maðurin, sum sat, tá málið um Jógvan S varð avgreitt, ikki fekk málið á sítt borð, er Bjørn á Heygum ikki í iva um, at ábyrgdin er hans- ara. – Nú er Jørgen Niclasen ikki landsstýrismaður meira, so Jacob Vester- gaard hevur arvað politisku ábyrgdina. Men fíggjarliga ábyrgdin áliggur Fiski- málaráðnum. Og tað vil í seinasta enda siga vanliga skattabrogaranum, um tað kemur so langt. Men tað verður so rætturin at av- gera, leggur Bjørn á Heyg- um dent á. Sjálva tilsøgnina um veiðiloyvi til Jógvan S hava tveir embætismenn skrivað undir. Men teimum kann ikki leggjast nakað endur- gjaldskrav í móti, metir løgfrøðingurin. – Kemur tað so vítt, má tað vera tí, at okkurt krimi- nelt er farið fram, vísir hann á. Hinvegin kann tað koma so vítt, um talan er um grovt forsømilsi ella mistøk í embætisførsluni, at tað kann koma at ganga út yvir størvini hjá viðkomandi embætismonnum. Men heldur ikki tað vil Bjørn á Heygum siga nakað ítøki- ligt um í hesum ávísa málinum. – Eg kenni tað ikki nóg væl til tess, sigur hann. Men Bjørn á Heygum undrast stórliga á, at eitt slíkt mál sum hetta, skal vera avgreitt av tveimum embætismonnum, uttan at tað skal vera komið til landsstýrismannin yvirhøv- ur. Men soleiðis sigur Jørg- en Niclasen, sum var lands- stýrismaður, tá málið varð avgreitt, at tað fór fram. – Málið er ongantíð komið á mítt borð. Nú aftan á dugi eg at síggja, at tað skuldi tað helst verið, sigur hann. Men eg hevði fulla politiska ábyrgd av tí. Bjørn á Heygum heldur tað vera nokk so løgið, at málið ikki hevur verið hjá landsstýrismannin. Serliga tá hugsað verður um, hvussu nógv málið líkist øðrum málum um veiði- lovyi, sum hava verið frammi undan hesum. – Tað átti at verið nokk til, at farið varð meira var- liga fram og allir instansir vóru tiknir við upp á ráð, heldur løgfrøðingurin. Sosialurin spurdi annan av embætismonnumnum, sum hava skrivað undir tilsøgnina til reiðaríið hjá Jógvani S, um tað var vanlig mannagongd, at slík mál vórðu avgreidd, uttan at landsstýrismaðurin visti av. Embætismaðurin hevði ikki hug at gera viðmerking til málið beint nú, segði hann. Heldur ikki Jacob Vester- gaard, landsstýrismaður, vil gera fleiri viðmerkingar í løtuni. Hann hevur hugsað um støðuna um vikuskfitið og sigur seg standa við sína støðu, sum hann ikki vil kunngera, fyrr enn tær møguligu politisku og løgfrøðiligu avleiðingarnar eru kannaðar gjølla. Skattaborgarin stendur við endan Línuskipið Grani varð keypt við øllum loyvum og hevur ongantíð verið partur av nøkrum flutningi av veiðiloyvum millum skip Mynd. Skipalistin Eitt møguligt endurgjald til reiðaríið hjá Jógvani S fer at enda hjá vanliga skattaborgaranum umvegis landskassan, vísir Bjørn á Heygum, løgfrøðingur á Álit og trúvirði blikna –Nú missir borgarin álitið á skipanina, og trúvirðið rýkur, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum C M Y K 5 4