Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 144 - 5. juli 2003 Nr. 144 - 5. juli 2003 7 Landsstýrismað- urin í oljumálum leggur upp til, at oljujfeløgini fara at bora djúpri í komandi boringum Tíðindaskriv Leitibrunnur 6004/17-1, ið boriskipið Belford Dolphin borar fyri ENI samtakið og Føroya Kol- vetni á loyvisøki 002, er liðugt boraður. Borað er gjøgnum ætl- aðu leitimiðini og bor- ingin steðgaði á 3847 metra dýpd. Afturvend- andi boritrupulleikar hava ávirkað og seinkað boringina nakað. Tekin um olju ella gass hava ikki verið at sæð í brunninum, sum í løtuni verður læstur. Mátiúrslit og tilfar úr brunninum verða neyvt kannað kom- andi mánaðirnar. Eyðun Elttør, lands- stýrismaður í oljumálum, sigur: »Úrslitið er eitt vónbrot, men ikki alt- avgerandi fyri oljuleiting á føroyska landgrunnin- um. Fleiri boringar skulu gerast komandi árini, og tá verða vónandi eisini leitimið, ið liggja djúp- ari, havd í huga. Olju- leiting á føroyskum øki heldur fram og í løtuni verða nýggjar arbeiðs- skráir fyri 9-ára loyvini avtalaðar millum Olju- málaráðið og loyvishav- ararnar. Samstundis eru Oljumálaráðið og Jarð- frøðisavnið farin undir at fyrireika 2. Útbjóðingar- umfar, og eg rokni við, at oljuleitingin einaferð fer at geva vónaðu úrslitini.« OLJULETING Jan Müller - Hetta er sjálvandi eitt bakkast og spell fyri okkum øll, men enn resta fýra brunnar, so okkum nýtast ikki at fella í fátt. Hetta sigur Eyðun Elttør, lands- stýrismaður í oljumálum, nú tað er staðfest, at 4. brunnurin á landgrunnurin er turrur. Landsstýrismaðurin ásannar, at tað gekst ikki sum vónað og ætlað við hesum brunninum heldur, men samtíðis leggur hann dent á, at allar súðir eru ikki syftar, tí helvtin av brunnunum resta í at verða boraðir. Sjálvur er hann framvegis bjartskygdur og heldur, at fyrr ella seinni verður troffið við lønandi oljufund á landgrunninum. Hann ivast onga løtu í, at oljan finst í okkara undir- grund. Spurningurin er bara um at vísa tol. Sam- tíðis vísir hann eisini á, at hinir brunnarnir hava ikki allir verið negativir. Teir hava staðfest kolvetni og eina virkna oljuskipan, og brunnurin hjá Hess kann entá gerast ein lønandi olju- kelda, tá avtornar. Eyðun Elttør sær tað tí heldur ikki sum nakra mis- álitsváttan á seg og sítt ar- beiði og sigur einum brosi, at hann ætlar sær ikki at leggja frá sær, nú einki løn- andi fund er gjørt, tá helvt- in av brunnunum eru bor- aðir. - Tað síggi eg onga orsøk til. Fýra brunnar eru eftir at bora, og tann ætlanin verð- ur so framd komandi árini. – Tað eru annars upp og niðurgangstíðir í fiskivinn- uni, men har verður so ikki tosað um, at ráðharrar skulu leggja frá sær. - Er tað ikki eitt stórt vónbrot, at hesin 4. brunn- urin ikki gav veruligt úrslit? - Tað er altíð eitt vónbrot, at ein brunnur er turrur. Men eg haldi ikki vit vera skulu vera so vónbrotin, at vit ikki megna at hyggja frameftir. Eg ivist ikki í, at oljufeløgini fara at hyggja væl eftir úrslitunum av teimum fyrstu fýra brunn- unum og brúka tey til at endurskoða sínar komandi ætlanir. - Sær tú møguleika fyri at flyta onkran brunn úr 1. umfari til 9 ára loyvi ella annað loyvisumfar? - Sum støðan er nú so skulu teir fýra brunnarnir borast, har loyvini eru latin. Eg haldi meg til tær avtalur, sum eru gjørdar og sum galda í løtuni. Eyðun Elttør sigur, at tey samráðast í løtuni við olju- feløgini um 9 ára loyvini. Tað sær rættiliga spennandi út. Nýggj útbjóðing Eyðun Elttør váttar, at tey í Oljumálaráðnum arbeiða miðvíst við eini nýggjari útbjóðing. Tað verður inn- anhýsis viðgjørt av jarð- frøðingunum. Og í heyst fara tey at tosa við oljufel- øgini. So um nýggjarsleiti vita vit betri. Kanska ein kann bjóða út til várs, so- leiðis at fyrstu loyvini verða latin næsta heyst. Men tá skal eisini alt fella uppá pláss og ganga væl sigur landsstýrismaðurin. Hann vónar annars, at oljufeløgini fara at hava áhuga fyri einum nýggjum umfari, og at okkurt nýtt felag kemur inn á økið aftrat. Ein nýggj runda fer at verða norðan og vestan fyri verandi leitingarøki. - Er tað ikki í so bjartskygt, tá hugsað verður um úrslitið higartil? - Tað haldi eg ikki. Samanbera vit við onnur leitiøki, so tekur tað eisini tíð at raka við olju, og nú olja er staðfest her, nýtist tað ikki at ganga alt ov rúm tíð, til eitt lønandi felt verður funnið. - Nógv verður tosað um sparing. Er tað ikki pláss fyri sparingum í Oljumála- ráðnum, nú eingin olja verður funnin, og útlitini eru ivasom? - Vit skulu sjálvandi eisini spara sum onnur ráð. Men vit hava framvegis nógv arbeiði at gera. Fýra brunnar aftrat sum sagt, 9 ára loyvini bíða og ein nýggj runda skal eisini leggjast til rættis. Eyðun Elttør heldur ann- ars ikki Oljumálaráðið verða nakað stórt ráð í olju- høpi. Verður olja funnin, so verður tað tvørturímóti neyðugt at økja um fyrisit- ingina. Og tað kann henda innan rímuliga tíð. HELVTIN BORAÐ Jan Müller 4. brunnurin á landgrunnin- um er turrur. Italska fyri- støðufelagið ENI kom á botn nú um dagarnar og ger í løtuni seinastu jarðfrøði- ligu kanningarnar í brunn- inum. Um nakrar dagar verður boriholið fylt upp- aftur og proppur settur í, og boriskipið Belford Dolphin setur kós úr føroyskum sjógvi móti tí næstu upp- gávuni úti í heimi. Við hesi boringini er komið í helvt taka vit allar teir átta brunnarnar, sum oljufeløg- ini bundu seg til at bora í 1. útbjóðingarumfari, ið varð sett út í kortið í 2000. Fyri- støðufeløgini BP, Statoil, Amerada Hess og nú ENI (Agip) hava borað hvør sín brunn. Kolvetni eru funnin í minni og størri mongdum, og harvið er ein virkin kol- vetnisskipan staðfest. Men eingin brunnur hevur givið okkum grønt ljós, soleiðis at vit kunnu kalla okkum oljutjóð. Gula ljósið lýsir tó framvegis í einum av brunnunum, tí hjá Amerada Hess, har týðandi mongdir av kolvetni vórðu funnar. Her eru so enn vónir til, at talan kann verða um eitt lønandi fund. Tað vil tíðin so vísa. Eitt av teimum virknastu oljufeløgunum á land- grunninum er norska Stat- oil, sum í løtuni ger áhuga- verdar og spennandi seis- miskar kanningar í sínum 9 ára loyvi. Hvørjar vónir hevur so stjórin hjá Statoil, Rúni Hansen til framtíðina, nú 4. brunnurin á land- grunninum er turrur. - Hetta er sjálvandi negativt fyri økið, men tó ikki so ringt, at vit tveita handklæðið í ringin. Fram- vegis eru fýra brunnar eftir at bora og hartil koma 9 ára loyvini, sum eftir øllum at døma síggja áhugaverd út. Sjálvur heldur hann ikki møguleikarnar fyri at gera fund í Gullhorninum verða úttømdar. Men hvør turrur brunnur er sjálvandi eitt bakkast fyri økið leggur hann aftrat. Statoil er í løtuni í gongd við at viðgera seismikkin, ið varð skotin síðsta ár saman við Amerada Hess á loyvi 002 og 003, og tíðin fer at vísa, hvat spyrst bur- turúr hesum. Samstundis hevur man teir fýra brunn- arnar, ið longu eru boraðir, at halda seg til, í arbeiðin- um við at skilja økið betri. Hann dylur tó ikki fyri, at tey hjá Statoil síggjar stórar møguleikar í 9 ára loyvin- um, har tey í løtuni skjóta nýggjan seismikk við tí vón at síggja betri niður gjøgn- um basaltið, har tey halda seg hóma stórar strukturar, ið kunnu vera stórar olju- keldur. Rúni Hansen hevur stórar vónir til seismisku kann- ingarnar tey gera í løtuni við eitt av skipunum hjá Veritas. Hetta eru fram- komnar kanningar við eitt sindur broyttum arbeiðs- hátti, sum man kann siga eru skræddaraseymaðar til at kunna síggja betri gjøgn- um basaltið. Og fara hesar kanningarnar at vísa seg at vera eitt gjøgnumbrot í royndunum at bróta basalt- nøtina, so kann tað hava stóran týdning fyri 9 ára loyvið. Tey ymsu feløgini eru í løtuni í samráðingum við Oljumálaráðið um hesi 9 ára loyvi. Tey vórðu latin í 2000 við tí áseting, at feløgini í heyst skuldu siga frá, hvat tey ætlaðu víðari á hesum loyvum. Umframt 9 ára loyvið hjá Statoil, har Anadarko, Petro Canada, Shell og Dong eisini eru við, hevur Anadarko eitt slíkt loyvi og haraftrat hava ENI og Føroya Kolvetni eitt loyvi. Rúni Hansen frá Statoil roknar við, at endaliga viðgerðin av tí seismikki tey skjóta nú, verður liðug um eitt ár. Brunnurin turrur: ENI boringin eitt vónbrot Hóast bakkast í oljuleiting: Elttør bjartskygdur og lovar nýggja útbjóðing skjótt Eyðun Elttør, landsstýrismaður setur álitið á teir fýra brunnarnar, sum eftir eru at bora og á 9 ára loyvini Rúni Hansen, Statoil: Tveita ikki handklæðið í ringin 4 BRUNNAR EFTIR ANALYSA Jan Muller So hendi tað aftur. Tað fáur hevði vónað men sum mong høvdu roknað við. Enn ein turrur brunnur á landgrunninum. Hesaferð hjá italska fyristøðufelag- num ENI, og har Føroya Kolvetni er við. Eingin ivi – eitt bakkast fyri Føroyar sum komandi oljutjóð. Í eini tíð har ein risastór olju- kelda fyri og onnur eftir á stóru dýpunum út fyri Vesturafrika opinberar sín- ar goymslur, og har olju- ríkidømið undir irakiska sandinum bara bíðar eftir at floyma upp, sigur tað seg sjálvt, at eitt spildurnýtt og dýrt atkomiligt øki sum før- oyski landgrunnurin hevur ikki ráð til alt ov nógvar turrar brunnar, áðrenn olju- feløgini missa áhugan og rýma og heldur velja at váða sínar pengar á meiri trygga grund. Hetta er tó ikki so einfalt, sum tað kann síggja út til. Tí oljufeløgini hava nevni- liga bundið seg til at bora tilsamans 8 brunnar. Og her er eftir øllum at døma eing- in góða mamma. Føroysku myndugleikarnir tryggjaðu sær, tá teir góvu loyvini, at feløgini bundu seg til at bora ella at gjalda tað bor- ingarnar kosta – tvs. eftir »drill or pay« konsept- inum. Men hví gjalda fleiri hundrað milliónir beinleið- is í føroyska landskassan heldur enn at royna eydn- una, tí tað kundi verið tú rakti við næstu ella triðju ferð og harvið fekk bingo. Støðan í løtuni er tann, at BP skal bora tveir brunnar aftrat, Statoil ein og Ame- rada Hess ein. Hetta skal verða gjørt innan august 2006. Hvussu sær so fram- tíðin út? Vit kunnu gera metingar út frá okkara egna veruleika og út frá, hvussu man hevur borið seg at aðrastaðni. Givið er at feløgini, um tey vilja sleppa burtur úr sínum boriforpliktilsum við m.a. at vísa til, hvussu »lætt« tað er aðrastaðni, sleppa tað ikki uttan víðari. Tá víst verður til at borast skulu einir 5 brunnar fyri at gera eitt fund, er greitt, at vit eru ikki komin á mál, tí enn eru »bert« 4 brunnar boraðir. Fyrr var tummil- fingraregulin lutfallið 9 til 1. Og tá vit so vita, at hetta er eitt spildurnýtt øki, krev- ur tað eisini størri arbeiði og váða í byrjanini. Vit mugu tí ganga út frá, at feløgini fara ikki at skunda sær. Heldur fara tey at brúka ta neyðugu fyrireik- ingartíðina og tað kann merkja, at tað helst ikki verður borað aftur á land- grunninum fyrr enn í 2005 ella møguliga í 2006. Also eingin oljuboring á land- grunninum næstu tvey ár- ini. Hetta sendir so eisini nøkur týðandi og ikki ser- liga hugalig signal til føroy- sku veitararnar. Tað stað- festir so aftur týdningin av, at føroyskar fyritøkur bara hava havt oljuvinnuna sum eitt eyka bein. Hvørja av- leiðing hetta kann fáa fyri oljuútgerðarhavnina í Runa- vík er so ein annar spurn- ingur. Lat okkum fyrst taka BP/Shell samtakið. Ein turr- an brunn og tveir eftir at bora. Fyrst vóru vónirnar sera góðar. Síðani bendir nógv á, at jarfrøðingarnir hjá feløgunum hava mist trúnna uppá at finna nakað í tí loyvinum, sum øll vildu hava fatur á, men sum BP fekk, tá tað beyð sær at bora heilar tríggjar brunnar. BP serfrøðingarnir hava verið sera kúrrir og hava helst bíðað eftir úrslitinum av ENI-brunninum, sum liggur ikki so langt vekk frá teirra loyvi. Hugsast kann eftir hetta, at BP fólkini eru enn meira ivasom. Men tey vita, at teir tveir brunnarnir skulu borast so ella so. Ein møguleiki er so at gera sum Amerada Hess og fara longur niður og vita, um tað er har olja goymir seg. Hetta merkir, at tú skal fara heilt burtur frá tí uppruna- liga grundarlagnum, út- gangsstøðinum, sum var Foinaven og Schiehallion modellið. Ein annar møguleiki er at leggja »Gullhornið« á hill- ina eitt bil og heldur brúka orkuna uppá at leita onkra aðrastaðni í Gullhorninum ella uttan fyri tað, møguliga inni á basaltinum. BP hevur bundið seg at bora tveir brunnar aftrat í sínum loyvi. Kann tað hugsast, at tað sleppur við at bora bara annan teirra, um tað váðar nakað heilt nýtt, t.d. at bora á basaltinum? Hetta eru sum áður nevnt spekula- tiónir. Vit mugu so eisini taka hædd fyri, at BP hevur einki 9 ára loyvi at fara til eins og t.d. Statoil hevur tað. Eftir tøgn í eina tíð verður tað sera áhugavert at hoyra, hvat »lokomotivið« á landgrunninum fer at fyritaka sær nú! Verður ferðin økt aftur við kós norðureftir? Ella longur niður? Tað er neyvan heldur hugsandi, at myndugleikar- nir fara at »tvinga« BP at bora tveir brunnar í einum »turrum« øki, um endaligu niðurstøðurnar hjá BP eru ella verða, at tað er sann- líkt, at har er einki at fara eftir í sínum loyvi. Statoilsamtakið hevur víst seg at vera meira opið og virkið eftir sín turra brunn. Í løtuni verða gjørd- ar framkomnar seismiskar kanningar á 9 ára loyv- inum. Umboð fyri felagið hava víst á, at tey ikki hava slept vónunum enn, hóast tey negativu úrslitini á landgrunninum. At Statoil sum fyristøðufelag fyri tí stóra 9 ára loyvinum fram- vegis heldur tørn, og hevur nógv fólk, ið arbeiðir við føroyaøkinum, kundi bent á, at hesin norski oljurisin hevur sett sær fyri at vera verandi í Føroyum og taka á seg nýggjar váðar. Ella at politikkurin er, at so leingi tú ert á einum øki, verður full orka løgd í, inntil ein onnur avgerð verður tikin. Um úrslitið av seismisku kanningunum á 9 ára loyv- inum er væleydnað, kann tað so hugsast, at Statoil- samtakið fer at biðja Olju- málaráðið um loyvi at flyta sín leitibrunn úr Gullhorn- inum og inn á 9 ára loyvið ístaðin? Spekulatiónir og tó! Ikki ein heilt ólogisk niðurstøða, um 9 ára loyvið sær meira lovandi út enn ein nýggj boring í 6 ára loyvinum í Gullhorninum. Kanksa er tað hesin eyka møguleikin, ið ger, at Stat- oil kann leggja seg meira afturá í teirra metingum um Føroyaøkið. Síðani er tað Amerada Hess, sum fann Marjun kelduna. Vit hava hoyrt ómetaliga lítið eftir at av- markingarbrunnur varð boraður bretsku megin markið. Hvat skulu vit so leggja í tað? Kann tøgnin hava nakað at gera við nýggju heimsstrategiina hjá felagnum, har man so spakuliga sleppur sær úr ella minkar um virksemi í Norðureuropa? At man vil niðurtrappa í Føroyum t.d. ella kanska heilt pakka saman? Tað kann sjálvandi eisini bara vera partur av spælinum, at tú heldur lág- an profil, meðan metingar og tulkingar verða gjørdar. Ben Arabo, stjóri hevur sagt, at teir enn tulka og viðgera seinastu seismisku kanningarnar. Fyrr enn tær fyriliggja vil man einki siga um, nær og hvar verður far- ið til verka aftur. Øll bíða spent eftir at vita, hvør lagnan verður hjá Marjunkelduni. Hess sam- takið skal bora ein kanning- arbrunn aftrat, og tað kann hugsast, at man vil brúka henda brunnin sum av- markingarbrunn til Marjun- kelduna eisini. Spurningur- in er so, um Oljumálaráðið fer at góðtaka tað, tí hetta skal vera ein kanningar- brunnur. Men »kært barn har mange navne«, so tað verður sjálvandi ilt at gera av, um seinni brunnurin hjá Hess verður ein kanningar- brunnur burturav ella hann verður ein kombinatión av einum leiti- og einum av- markingarbrunni. Time will show. Tíðin fer at vísa tað. Tað besta fyri økið hevði sjálvandi verið, at Hess átók sær ein heilt nýggjan avmarkingarbrunn í føroy- skum øki til at loysa Marjungátuna umframt at skula bora ein kanningar- brunn aftrat í loyvinum. ENI átti so 4. brunnin. Eftir stendur felagið við einum 9 ára loyvi, har tað skal taka støðu til fram- haldandi kanningar og helst boring eisini ella tað skal siga takk fyri hesaferð. Helst fer felagið at halda fram so ella so. Spurning- urin er so, hvussu verður við skrivstovuni í Havn. Helst verður hon at halda fram men við lægsta blussi. At Føroya Kolvetni tók á seg ein so stóran váða sum at fara úr 7% upp í 25% í báðum loyvunum hjá ENI kann týða uppá, at vónirnar til 9 ára loyvið eru so mikið stórar, at tað verður hildið fast um tað. Aftrat øllum hesum kem- ur so, at Anadarko eisini hevur eitt 9 ára loyvi burt- urav umframt at vera við í Statoil loyvinum. Felagið hevur víst stóran áhuga at halda fram við sínum ar- beiði á landgrunninum og komandi tíð fer so eisini at vísa, hvørja avtalu tað fer at gera við myndugleikarnar. Summa summarum má sigast, at Gullhornið er minni gullrandað enn tað hevur verið. Treyðugt so – økið er stórt og eru boraðu brunnarnir bert ein dropi í havinum. Vit kunnu rokna við minni fokus á økið men tað verður ikki slept. Vit síggja ein stóran áhuga fyri at halda fram við 9 ára loyvunum, ið eru økini norðan og vestan fyri Gull- hornið. Hvør endin verður ella nær og hvar talan verður um eina nýggja byrjan fer bert tíðin at vísa. Oljuleit- ing krevur umframt orku, tol og tíð. Men hetta er so eisini ein spurningur mill- um føroysku oljumyndug- leikarnar og oljufeløgini. Um hesi kunnu finna fram til eina semju, ið um somu tíð, er góð fyri leitingina og fyri oljufeløgini. Tað verður ein torfør ballansugongd. Sigast má tó um Oljumála- ráðið, at tað hevur dugað væl at halda áhuganum gangandi og at seta tey neyðugu krøvini. Nú eru vit so í eini fasu, har tað eisini verður brúk fyri liðiligheit og lurtan eftir hvørjum øðr- um. At síggja nýggjar møguleikar. Og kanska er tað júst nú, at tað eisini er brúk fyri eini nýggjari út- bjóðing, sum kann fáa eis- ini onnur oljufeløg at vísa áhuga, tó at tað í skrivandi løtu ikki sær alt ov bjart út. Oljumálaráðið hevur spælt síni kort væl. Drill or pay er ein rættur politikkur í einum jomfrúuligum øki sum tí føroyska. Tað tving- ar oljufeløgini til at hugsa kreativt. Bólturin er harvið hjá oljufeløgunum. Men hvat BP ætlar, sum var mest agressiva olju- felagið í byrjanini, verður áhugavert at frætta nærri um. Og sjálvandi: hvat ætl- ar OMR við teimum fýra brunnunum í Gullhorn- inum, við 9 ára loyvunum og við eini nýggjari útbjóð- ing! Hin stóri spurningurin, sum vit helst fara at síggja og hoyra meira til komandi tíð, er hvussu tað hevur eydnast at fáa føroysku vinnuna við í uppgávurnar. Hvussu gekst við ENI bor- ingini í so máta verður uttan iva ein av tjakspurn- ingunum í næstu framtíð. Og hvussu hava myndug- leikarnir megnað at fáa oljufeløgini at liva upp til lógina ella andan í lógini um føroyskan kaikant. Og sum rosinan í pylsuenda- num: hvussu hevur lógar- innar orð hóskað og livað upp til vónir og avbjóðing- ar. Á hálvari leið Pílurin sunnanfyri vísir, hvar ENI hevur borað í Gullhorninum. Pílurin norðan fyri vísir mest áhugaverda partin av 9 ára loyvinum hjá Statoilsamtaki C M Y K 7 6