týsdagur 5. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
9
Í hesum døgum vitjar
navnframi og
víðagitni danski
presturin, Johannes
Møllehave, Føroyar. Í
drúgvari samrøðu
hugleiðir danski
gudfrøðingurin um
uppgávu prestsins og
kirkjunnar og sigur
hugsan sína um m.a.
trúnna, lívið, deyðan
og meining
tilverunnar. Her
verður fyrsti partur
av tveimum
prentaður, meðan
seinna helvt verður at
lesa í næstu útgávu
SAMRØÐA
Heini í Skorini
Danski presturin, Johannes
Møllehave, hevur seinastu
tíggjuáraskeiðini bergtikið
og rúnarbundið menniskju í
túsundatali
kring
alt
Europa, serliga í Norður-
londum. Við sínum foto-
grafiska minni, serstøku
talugávum, vitan og eyð-
kenda humori kann danski
orðasnillingurin tala og
undirhalda sum fáur. 66 ára
gamli Møllehave hevur
skrivað á fleiri samfelags-
atfinnandi tíðarritum og
bløðum, luttikið í fleiri
sjónvarps- og útvarpssend-
ingum, hildið fyrilestrar
umframt at hava givið út
ymsar bøkur (prædikur,
vísur, skemtileikir, skald-
søgur, barnabøkur o.s.fr.).
Hann varð útbúgvin gud-
frøðingur í 1963, og hevur
hann síðani tá verið av
virknastu prestum í Norð-
urlondum.
Navnframi
presturin hevur júst verið á
føroyavitjan, og samrøða
varð fingin í lag við áhuga-
verda persónin.
Johannes Møllehave er
ikki ein stereotypa av ein-
um mætum, akademiskum,
intellektuellum persóni, og
tað kom skjótt til sjóndar, tá
vit fríggjakvøldið hittust í
miðbýnum í Havn. Uttan
stórvegis hávirðing fyri sær
sjálvum steðgaði hann á og
prátaði við hvønn persón,
ið kom framvið og vildi
hava eitt prát við navn-
frama prestin, líkamikið
um viðkomandi var edrúur
ella ikki.
Kristindómur við
móðurmjólkini
- Tað fall mær sera náttúr-
ligt at gerast prestur. For-
fedrar mínir í familjuni hjá
móður míni hava verið
prestar aftur til trúbótina,
og eg havi fingið kristin-
dómin inn við móður-
mjólkini. Eg havi eisini
altíð havt eitt barndóms-
ynski um at gerast prestur,
eru
fyrstu
orðini
hjá
enthusiastiska prestinum
Johannes Møllehave. Hann
leggur flennandi afturat, at
tá
hann
fekk
navnið
Johannes, var hann longu
halgaður til embætið, so
eingin møguleiki var at
sleppa undan. Átrúnaðar-
liga dimensiónin hevur alt-
íð verið eins náttúrlig fyri
hann sum at sova, eta, ar-
beiða, ganga túr o.s.fr.
Kierkegaard og
Grundtvig
Spurdur hvat tað er, sum
bergtekur hann við kristin-
dóminum, vísir Møllehave
beinanvegin á tveir lykla-
persónar í lívi sínum.
- Í Danmark hava vit ver-
ið so eydnusom at átt tveir
stórar persónar á gudfrøði-
liga
økinum,
nevniliga
Kierkegaard og Grundtvig.
Teir hava lýst ævigt við-
komandi øki og spurningar,
og vóru teir á mangan hátt
frammanfyri
samtíðina.
T.d. lósu sera fá fólk
Kierkegaard, meðan hann
livdi, men í dag verður
hann lisin kring allan heim.
Møllehave vísir á, at
hóast hesir báðir gudfrøð-
ingar eru sera ymiskir,
verða teir við hvør sínum
boðskapi sameindir í eina
hægri eind. Summi hava ta
áskoðan, at ein noyðist at
velja millum teir báðar,
men tað hevur Johannes
Møllehave ongantíð megn-
að.
- Kierkegaard greinar
eksistensin hjá einstaka
menniskjanum,
meðan
Grundtvig lýsir menniskjað
meira í felagsskapinum, og
vit kunnu ikki vera nakran
teirra fyriuttan. Í fyrstu
atløgu eru vit einsom, unik
eindømi sum menniskju,
sum í individualiteti okkara
mugu hugsa um og velja
okkum sjálv og lív okkara
við ábyrgd. Við hesum setir
Kierkegaard
allan
individualistiska eksistens-
trupulleikan undir sjón-
eyku. Eg hevði ikki viljað
verið dani uttan Kierke-
gaard, men eg hevði heldur
ikki viljað verið dani bert
við Kierkegaard, staðfestir
Møllehave, sum m.a. júst er
kendur fyri stóra innlit sítt í
verk Kierkegaards. Mølle-
have vísir víðari á Kierke-
gaard
sum
samfelags-
atfinnara.
- Kierkegaard segði, at
samfelagið má skipast eftir
einstaklinginum, og ikki at
einstaklingurin má skipast
eftir samfelagnum, sum tal-
an t.d. var um í Eystur-
europa undir kommunism-
uni. Hann ognar einstaka
menniskjaeksistensinum
ómetaligt virði. Soleiðis
endurgevir
Møllehave
eksistentialistiska starvs-
bróður sín frá 1800´talin-
um.
- Grundtvig vísir hinveg-
in á, at vit sum einstakling-
ar liva saman í einum
felagsskapi, har alt samfel-
agið er bygt upp av smærri
og størri felagsskapum.
Tískil vísa hesir báðir menn
á tvær neyðugar og grund-
leggjandi dimensiónir í til-
veruni.
Muslimska innrásin
mennandi
Møllehave er ikki dapur-
skygdur viðvíkjandi gróðr-
arlíkindum kristindómsins í
framtíðini.
- Øll okkara mentan og
samfelagsbygnaður
er
sprottin úr kristindóminum,
t.d. heilsuverkið, rættar-
skipanin, okkara uppfatan
av at hjálpa neyðstøddum
o.s.fr. Kristna trúgvin er
allastaðni at finna. Eitt gott
dømi um hetta er enntá
gudsavnoktandi nihilisturin
og umboðsmaðurin fyri
absurditetin,
Samuel
Becket, sum er sera ávirk-
aður av júst kristindómin-
um, tí øll heitini á bókum
hansara stava meiri ella
minni frá Bíbliuni. Soleiðis
síggja vit kristindómin gera
seg galdandi á flest øllum
økjum, eru metingar Mølle-
have.
Viðvíkjandi alsamt vaks-
andi muslimsku trúnni í
Danmark sigur Møllehave,
at hetta mótvegis fleiri
øðrum
uppfatanum
er
mennandi og sunt fyri
kristna danan.
- Tað fær okkum at hugsa
um og endurskoða trúgv
okkara, og gevur tað okk-
um sostatt eina betri fatan
av okkara egnu lívsáskoð-
an, umframt at vit fara at
hugsa meiri í nuansum og
fjølbroytni. Møllehave vísir
víðari á týdningin av at
síggja tey felags virði, vit
hava, og at hetta kann elva
til ein sameinandi og menn-
andi anda.
Vandamikil tíðarandi
Fleiri nútíðar sosiologar og
heimsspekingar lýsa sam-
tíðina
í
vesturlendska,
globaliseraða
heiminum
sum relativistiska, einstakl-
ingakenda og materialist-
iska. Spurdur um hetta rák,
sum tó ikki er nýtt, vísir
Møllehave á fleiri vandar.
-
Fleiri
trupulleikar
kunnu standast av hesum
solipsistiska ráki, sum kann
elva til einsemi, sjálvsøkni
og tómleika. Aftur er
Kierkegaard í hesum høpi
viðkomandi við boðskapi
sínum um at velja seg
sjálvan við ábyrgd og ikki
liva lív sítt við ymsum
maskum og leiklutum, sum
at enda gerst meiningsleyst
uttan ábyrgd og kærleika.
Lívsuppgávan at skapa lívsgleði
– Eg hevði ikki viljað verið dani uttan Kierkegaard,
men eg hevði heldur ikki viljað verið dani bert við
Kierkegaard
Føddur 4. januar 1937 í Keypmannahavn
Útbúgvin gudfrøðingur (cand. theol.) í 1963 á
Københavns Universitet
Hevur starvast sum prestur síðani 1963
Skrivað og útgivið prædikur, skemtileikir,
barnabøkur, skaldsøgur og vísur
Luttikið í útvarps- og sjónvarpssendingum
Fakta
Um Gud er deyður, er
alt forboðið
Ein av kendastu setningun-
um í sambandi við navn-
frama
gudloysingin
og
kristindómsatf innaran
Friedrich Nietzsche er:
"Um Gud er deyður, er alt
loyvt". Møllehave hevur
hug at venda sitatinum á
høvdið og endurgevur fyrr-
verandi
kommunistin
Lacam, sum livdi undir,
trúði á og ærdi sjálvan
Stalin. Tá ræðuleikar gud-
leysa Stalins runnu upp fyri
Lacam, varð hann varur við
ein nýggjan sannleika.
- Tá Lacam var ungur,
helt hann, at um Gud var
deyður, var alt loyvt. Undir
kommunismuni
upplivdi
hann, at nú Gud var deyður,
var tvørturímóti alt absolutt
forboðið. Tú kanst t.d. ikki
taka telefonina, tí tú møgu-
liga verður avlurtaður, tú
kanst ikki siga egnu áskoð-
an tína um samfelagið, tí
møguliga taka myndugleik-
arnir teg til fanga. Við hes-
um meinar Møllehave, at
um ein yvirornað kraft ikki
er, kann menniskjan gera
júst tað, henni lystir, og tá
gerst t.d. einaræði ein
møguleiki. Stalin og Hitler
kravdu t.d. avlurtan, loyni-
ligar
mikrofonir,
Stasi
o.s.fr., og tá gjørdist alt í
gudleysa
samfelagnum
tvørturímóti forboðið hjá
fjøldini, tí rætturin til tað
privata varð tikin frá teim-
um.
Gudfrøðingurin yvirav
mær leggur afturat, at hóast
Nietzsche umboðaði nakrar
vandamiklar tendensir, var
hann ein sera dugnaligur
atfinnari, og vóru hugsanir
hansara tíverri misnýttar av
monnum sum týska stats-
leiðaranum Adolf Hitler.
Menniskjan broytist
ikki
Ein av fremstu sosiologum
okkara,
enski Anthony
Giddens (ráðgevari hjá
Tony Blair), hevur ta
áskoðan, at menniskjan í
dag hevur flutt seg inn í
eina søguliga og kvalitativt
nýggja epoku á sosiolog-
iska økinum, og við hesum
sipar hann til yvirgongdina
frá moderniteti til sein-
modernitet, har menniskjan
grundleggjandi er í nýggj-
um umstøðum, fortreytum
og spurningum. Hesum er
Møllehave tó ikki samdur í.
- Menniskjan er grund-
leggjandi tann sama, og
søgan endurtekur seg, bert í
nýggjum formum og við
nýggjum andlitum. Teir
somu djúpu spurningarnir
og trupulleikarnir sirkulera
í samfelagnum í dag eins
og langt áðrenn Jesu føð-
ing. Tað er tí at t.d. Homer
heldur á at vera viðkom-
andi og bergtakandi. Eitt
annað dømi er William
Shakespeare, sum arbeiðir
við grundleggjandi egin-
leikum menniskjans, sum
ongantíð broytast, og tískil
heldur hann eisini á at vera
viðkomandi. Menniskjan
heldur á at vera tann sama,
í botn og grund eru somu
grundleggjandi spurningar
og tørvir afturvendandi, og
tískil eri eg ikki samdur við
fleiri av modernaðu samfel-
agslýsarunum, sum vísa á
eitt søguligt brot við fortíð-
ina. Tað eru nevniliga nak-
rir
ævigt
viðkomandi
trupulleikar, sum ongantíð
hvørva, sigur ein avgjørdur
Johannes Møllehave.
Deyðin ein gáva
Spurdur, hvussu menniskj-
að í dagsins tíðaranda kann
finna sítt andaliga og átrún-
aðarliga fótafesti, vísir
Møllehave aftur á hugsanir
Kierkegaards, tó í øvugtari
raðfylgju.
- Ein boðskapur kristin-
dómsins er, at vit eru skapt
frammanundan, og tað vil
siga, at vit ikki skulu royna
at skapa okkum sjálv.
Andaliga dimensiónin er
okkum givin framman-
undan, og tískil skulu vit
ikki fara út og finna ella
uppfinna hana sjálvi. Hvør
dagur er ein gáva, tað er ein
gáva at liva, og tað er ein
gáva at doyggja. Deyðin
ger hvønn dag avgerandi og
týdningarmiklan, og eitt lív
uttan deyðan hevði fyri
meg verið høpisleyst. Lívið
er givið okkum við lívsins
og deyðans fortreytum.
Møllehave vísir víðari á, at
hóast eksistensurin er áðr-
enn essensin, er ein givin,
transcendentur essensur lit-
in okkum í hendur, og tískil
nýtist okkum ikki at upp-
finna eitt andaligt fótafesti.
Meiningin við lívinum
ein luksustrupulleiki
Tað er sambært Møllehave
einki annað enn ein luksus-
trupulleiki at spyrja, hvat
meiningin við lívinum er.
Hvør dagur, hvør løta og
hvør hending hevur eina
meining og ein týdning fyri
eitt yvirornað endamál, tí
lívið og týdningurin er giv-
in frammanundan.
- Meðan vit í vesturheim-
inum forkelað og arrogant
spyrja, hvønn týdning lívið
hevur, skríggja íbúgvararn-
ir í 3. heiminum eftir føði,
og tey eru takksom, um
børn teirra gerast eldri enn
10 ár. Høvuðsboðskapurin í
eksistentialismuni, Kierke-
gaard umboðaði, er, at
meiningin og týdningurin
júst er í sjálvum eksistens-
inum og tí tilveru, júst tú
hevur fingið, og at bert ein
kann liva títt lív á besta
hátt, og tað er tú sjálvur. Á
henda hátt gerst lívið ein
gáva og samstundis ein
uppgáva, sum ongantíð er
tómt og høpisleyst, eru
troystandi orð Møllehave til
ein heim eyðkendan av
dapurskygni, upploysnings-
tendensum og vónloysi.
Uppgávan at skapa
lívsgleði
Spurdur, hvør uppgáva
prestsins og kirkjunnar í
dag er, vísir Møllehave í
fyrstu atløgu á eitt ítøkiligt
endamál.
- Uppgávan er vónandi at
skapa lívsgleði. Ikki bert
eina grunna lívsoptimismu
her og nú, men heldur eina
lívsgleði mitt í líðingini og
neyðini. At megna at skapa
eina gleði, har líðingin er
við uttan at hava seinasta
orðið, at megna at skapa
eina lívsgóðsku hóast allar
ræðuleikarnar er eftir mín-
um tykki høvuðsuppgáva
kirkjunnar og prestsins.
Hetta er sambært Mølle-
have aftursvarið til tað
áðurnevnda virðisrelativist-
iska og nihilistiska rákið.
Boðskapurin er at vísa
menniskjum á, at sigur er
vunnin á tómleikanum og
absurditetinum, at tað er
eitt »alt« áðrenn tað er eitt
»einki«, og at fyribrigdið
»nakað« kemur áðrenn
fyribrigdið »einki«.
Johannes Møllehave vísir
til seinast á uppgávuna at
skapa kærleika til sjálvt
lívið og at síggja lívið og
hvørja løtu sum eina gávu
og eina uppgávu. Við hes-
um kemur innihald og
endamál í eksistensin, sum
elvir til lívsgleði.
Sum sagt verður annar
partur av samrøðuni við
Johannes Møllehave prent-
aður í næstu útgávu.
–
Deyðin
ger
hvønn
dag
avgerandi
og
týdningarmiklan, og eitt lív uttan deyðan hevði fyri
meg verið høpisleyst. Lívið er givið okkum við
lívsins og deyðans fortreytum
– Meðan vit í vesturheiminum forkelað og arrogant
spyrja, hvønn týdning lívið hevur, skríggja
íbúgvararnir í 3. heiminum eftir føði, og eru tey
takksom, um børn teirra gerast eldri enn 10 ár
– Uppgávan er vónandi at skapa lívsgleði. Ikki bert
eina grunna lívsoptimismu her og nú, men heldur
eina lívsgleði mitt í líðingini og neyðini
C
M
Y
K
9
8