týsdagur 5. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
11
Rólant Poulsen
Hetta skip varð útskift við
nýggja Ågot og flutt til
Noregs sambært skjal frá
skipaskrásetingini, ið sigur:
»Nr. 113 Strikað:
Eftir fráboðan um avhend-
ing av skipi til útlandið,
dagfest 15. november 2001
frá Sp/f Ågot, Skáltavegur
63, 700 Klaksvík, er hetta
skipið eftir Bill of Sale frá
15. nov. 2001 selt til Lang-
øy Kyst og Havfiske A/S,
Langøyneset, 6530 Averøy,
Norway.«
Sostatt er skipið við hes-
um strikað úr Føroya
Skipaskráseting eftir § 26
stk. 1 í løgtingslóg nr.9 frá
5. mars 1970 um skráseting
av skipum við meira. Tilm.
15. november 2001, nr.
450, skrásett 15. november
2001.
Tann, ið sigur, at hetta
skip ikki er flutt av land-
inum, sigur ósatt.
Tá so landsstýrismaður-
in, Jørgen Niclasen, krevur,
at tann norski keyparin og
tann føroyski seljarin skulu
skriva undir, at hetta skip
ongantíð aftur skal fiska
undir føroyskum flaggi ella
í føroyskum sjógvi, so taka
hansara egnu embætismenn
og skriva einum av hansara
partamonnum tilsøgn um
fiskiloyvi, uttan at lands-
stýrismaðurin er vitandi um
tað. Gott hevði tí verið hjá
Føroya fólki at fingið at
vita, hvør hevur givið teim-
um boð um at skriva tilsøgn
um fiskiloyvi dagin fyri
valið.
Tí má tann vanligi føroy-
ingurin standa spyrjandi.
Og nú hóttir reiðarin á
Jógvani S við at fara at
kanna fiskiloyvir hjá 32
øðrum skipum. Ja, tað skal
hann bara gera, tí tey flestu
eru givin av fólkafloks-
monnum til sínar egnu!
So tað hevði verið gott
hjá fólki at fingið at vita,
um sama mannagongd er
brúkt at geva teimum fiski-
loyvi – og sikkurt hevði
verið lítið eftir av Fólka-
floksmonnum til næsta val.
Ja, hetta er eitt sera fløkt
mál, og ikki minst, nú tú
hevur givið fyribilsloyvi til
Jógvan S.
So mítt ráð til Jacob
Vestergaard er:
»Tak hatta loyvið aftur og
lat teir, ið eiga fløkjuna,
greiða hana sjálvir.«
Løgmaður hevur fingið sær til fastan sið í hvørji
ólavsøkurøðu síni at koma við landsfaðirligum
formaningum og áheitanum á samgonguflokkar
eins og á andstøðuflokkar. Hetta riggar altíð væl.
Hetta gevur fatan av fólkaræðiligum hugsunar-
hátti. Í ár var tað so tær breiðu semjurnar, sum
vóru á lofti. Løgmaður lovaði at byggja sóin
politikk á breiðar semjur á tingi. Hetta kann bert
merkja, at hann sigur seg vilja samstarva við and-
støðuna ella við partar av henni. Nú verður so
endi á tí meirilutaræði, sum vit hava havt nú í
fimm ár. E eingin skal nú ivast í, at løgmaður
gongur inn fyri fólkaræði, ið sum kunnugt er sam-
starv tvørtur um floksmørk og samgongumørk.
So vítt so gott. Soleiðis eigur tað at vera.
Men hvør er so veruleikin, tá tað kemur til at
fremja tey føgru orð í verki? Tað skerst ikki burt,
at líta vit at politiska veruleikanum hesi fimm ár-
ini fáa vit tíverri eina heilt aðra mynd, ið stendur
í andsøgn til føgru orð løgmans. Higartil hava at
kalla øll stór mál verið trumfað ígjøgnum løgting-
ið við einum lítlum meriluta, uttan at andstøðan
hevur havt tað minstu ávirkan á úrslitið. Heldur
verður fólkið eftirspurt við t.d. fólkaatkvøðum.
Talan er mangan um mál, ið viðkoma øllum
landsins borgarum. Vit kunnu nevna blokkin og
yvirtøkurnar, grundlógarmálið og mong onnur
mál. Tað er als einki at ivast í, at var tað so, at løg-
maður ynskti at fremja stór mál á breiðum grund-
arlagi, so bar hetta til. Men hetta vildi kravt, at ein
setti seg við samráðingarborðið og tryggjaði and-
støðuni, at hon fekk ávirkan á málini. Soleiðis
verður ikki farið fram. Tvørturímóti, so verða
málini bókstaviliga koyrd ígjøgnum løgtingið
uttan, at sjónarmiðini hjá andstøðuni verða tikin
til eftirtektar.
Tað, sum vit hava upplivað hesi seinastu fimm ár-
ini, er, at sera stór og álvarsom mál verða avgjørd
við einum sera teprum meiriluta á tingi. Ein lítl
meiriluti ger suverent av, hvussu sera stór og
týdningarmikil mál, ið viðkoma øllum fólkinum
skulu avgerast. Hetta er kanska løgfrøðiliga í lagi.
Men hetta er ikki moralskt og demokratiskt í lagi.
Tað má tí vera skylda løgmans framyvir at lata
síni føgru orð fáa fylgi av eins føgrum gerðum.
Einki er so niðurbrótandi fyri álitið á ein politisk-
an leiðara, enn tá samanhang ikki er millum orð
og gerðir. Tí má løgmaður í tí, sum eftir er av val-
skeiðinum, gera ein heilhjartaðan og álvarsaman
innsats fyri at koma á tal við andstøðuna, soleiðis,
at andstøðan eisini fær ávirkan á tær stóru avgerð-
irnar, sum fara at verða tiknar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Breiðar semjur?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ein stutt frágreiðing um málið
um Jógvan S – fyrrverandi Ågot
Hans Birgir Hansen
Størsti parturin, av øllum
ættarliðum av føroyingum,
er inni í tí ónda sirklinum,
ið øll hava kring um seg.
Slíkan havi eg brotið meg
út ígjøgnum í Havn. Tað
hevur verið við hjálp av
lesarabrøvum í tíðinda-
bløðum, ið hevur givið mær
størri frælsi, rættindi og
privatlívsfrið, ið áður hev-
ur verið trakkaður undir
fótum. Eg fáist við mangt
og hvat fyrifallandi, ið ein
greiðir í lesarabrøvum í tíð-
indabløðunum, og eg fegn-
ist yvir tey góðu úrslit, ein
fær við øllum fyritakssemi
í dag. Tað er ótrúliga gott at
kunna liva sjálvstøðugt lív
og hava nógv fyritakssemi,
arbeiði, frítíð, privatlív og
loysa uppgávur, ið hava lig-
ið á láni heima.
Eg havi nógv viðhalds-
fólk, ið vilja hava ein til
dansikvøld, fótbólt, renni-
kappingar og nógv ymisk
tiltøk, ið ein fyrireikar seg
til við tilrættisleggjan. Tað
er nakað, ið ein hevur for-
sømt í eitt longri áramál, tá
ið ein dagliga lá undir tíðar-
trýsti av óviðkomandi fólki,
ið ein kallar arvafíggindar í
dag.
Eg havi fingið nógv av
skafti við hjálp av bløðum
og hvat ein hevur viðgjørt í
lesarabrøvum sæst í før-
oyskum og norðurlendsk-
um fjølmiðlum. Tað er
ótrúliga gott at hava arbeitt
seg inn í sjálva kjarnuna og
sett fingurin á pulsin hjá
øllum, ið lesa míni mongu
áhugaverdu lesarabrøv í
dag. Eg havi skipað soleið-
is fyri, at blaðlesarar og
viðhaldsfólki, skulu kunna
fylgja einum í øllum og
nýta eins lívsroyndir og vit-
an eftir førleikaevnum.
Tað er ótrúliga gott at
fylgja gongdini og staðfesta
sín rættleika í øllum stríði,
og framtíðarmetingarnar
ganga allar út. Av hesum
kennir ein tryggleikan. Eg
havi gott bakland og gott
støði at standa á eins og
góðar stuðlar, ið hava lánt
mær pening og fingið
hendan aftur og tá ið ein
hevur livað uppá borg. Tað
skal komast víðari fram á
míni lívsleið við at fáa
spennandi og áhugaverdar
ætlanir førdar út í tað dag-
liga gerandislívi hjá mær í
Havnini. Eg kenni mína
samfelagsskyldu at halda
áfram í bløðunum við at
kunna um fyritakssemi tá
ið nógv hava áhuga at
fregnast, hvat ið ein tekst
við í dag.
Tann óndi sirkulin
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
5. august. Ásvaldur, deyður í 642. Enskur kongur, sum
var sera ágrýtin í trúboðaravirki í landi sínum. Millum
annað bygdi hann á oynni Holy Island við landnyrðings-
strond Onglands kleystrið Lindisfarne, ið víkingar løgdu í
oyði í árinum 793. Ásvaldur fell í einum bardaga við
heidna kongin Mercia.
Navnið, ið er gamalt enskt, merkir Guð ræður.
Atli Hansen 60 ár
Sunnudagin 3. august fylti
Atli Hansen í Fuglafirði 60
ár. Hann er sonur Kristi-
onnu Hammer av Eiði og
Hans David Hansen í Fugla-
firði.
Hann tók læraraprógv í
Havn í 1966, var lærari í
Lorvík til 1971 og hevur
verið lærari í Fuglafirði
síðani. Hann hevur verið
talu- og hoyrilærari og ráð-
gevari fyri Sernámsfrøði-
ligu Ráðgevingina hjá Lands-
skúlafyrisitingini
síðani
1987. Hann var á ársskeiði
í tónlist á Danmarks Lærer-
højskole 1974-75, tók prógv
sum serlærari í 1986 og
talu- og hoyrilærari árið eftir.
Atli er tónleikari og
spældi sum ungur í popp-
orkestri. Hann er giftur við
Inger Kristinu Heilberg úr
Helsingør.
Poul Nolsøe 60 ár
Í dag, 5. august, fyllir Poul
Nolsøe í Havn 60 ár. Hann
er føddur á Sandi, sonur
Kristinu
Samuelsen
úr
Sumba og Ansgar Nolsøe
av Tvøroyri. Han tók lærara-
prógv í Havn í 1966, var
lærari í Klaksvík til 1977, í
Julianehåb í Grønlandi
1978-79, var serlærari í År-
hus í tvey ár og síðani ser-
lærari í Norðoyggjum.
1968-69 var hann á árs-
skeiði á Danmarks Lærer-
højskole í støddfrøði og
alisfrøði og tók serlærara-
útbúgving á hesum háskúla
í 1978.
Poul er giftur við Mallu
Thorsteinsson úr Klaksvík.
Svenning Linden-
skov gevst sum
yvirvitapassari
31. juli 2003 fór Svenning
Holm Lindenskov í Nólsoy
frá sum yvirvitapassari á
Borðuni. Hetta var sam-
stundis ein søguligur dagur
hjá »Farvandsvæsenet« í
Føroyum, við tað at liðin
eru 110 ár, síðan tann størri
vitin bleiv bygdur í 1893,
og Svenning bleiv seinasti
vitapassarin við førstum til-
knýti til vitarnar á Borðuni.
Vitarnir eru automatiserað-
ir og fólk frá Farvandsvæs-
enet hava eftirlit og viðlíka-
hald um hendur.
Svenning, sum bleiv 67
ár tann 25. juli 2003, er
nólsingur,
sonur
Mar-
grethu, f. Holm, og Sofus
Lindenskov, bæði úr Nóls-
oy. Pápin doyði av tuberkl-
um, tá Svenning var eitt ára
gamal.
Svenning bleiv settur í
starv á vitanum á Borðuni í
1966. Tey fyrstu trý árini
sum útkiksmaður, seinni
fekk hann ábyrgdina av
postflutninginum til vitar-
nar, samstundis sum hann
gekk vakt við vitarnar. Í
1978 bleiv hann sáttmála-
settur, tá Poul Niklái Thor-
kildshøj legði frá sær fyri
aldur, og í 1981 bleiv hann
settur í starv sum tænastu-
maður. Svenning hevur ikki
tal á øllum túrunum, hann
hevur gingið millum bygd-
ina í Nólsoy og vitarnar,
hesi 37 árini hann hevur
starvast har. Túrurin er um-
leið 8 kilometrar og tekur
tað millum ein og tveir tím-
ar at ganga í góðum veðri,
onkran ringan vetrardag
hevur túrurin tikið upp til
fimm tímar.
Í sambandi við at Svenn-
ing fór frá, skipaði Far-
vandsvæsenet fyri eini sam-
komu í Fýrmeistarahús-
unum á Borðuni, saman við
starvsfeløgum frá øðrum
vitum í Føroyum og skriv-
stovustjóranum.
Svenning er giftur við
Bernhild, f. Nielsen, úr
Nólsoy. Tey eiga tríggjar
døtur, Heininu, sum býr í
Havn, Elisabeth, sum býr í
Kvívík, og Sólbjørg, sum
býr í Miðvági.
Uni Dahl vann
kappingina
Í samstarvi við Mærsk Air
hevur Plattform í Havn
skipað fyri eini spurnar-
kapping á teirra heimasíðu.
Vinningurin var ein ferð
við Mærsk Air, Vágar -
Keypmannahavn og retur.
Vinnarin í hesi kapping
gjørdist Uni Dahl í Havn.
Hølini
hjá
Plattform
verða brúkt til ymiskum til-
tøk, so sum t.d. mótafram-
sýningar, veitslur, skeið-
virksemi, brúdleyp og disko-
teque. Køkurin er sera væl
útgjørdur, og matur verður
eisini sendur út av hús-
inum.
Tað er Havgrímur Johanne-
sen í Havn, sum eigur og
rekur Plattform. Tvey og
eitt hálvt fólk eru í føstum
starvi, meðan eini 50 fólk
arbeiða í ymiskum vaktum.
Uni Dahl vann kappingina hjá Plattform og Mærsk Air
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
11
10