týsdagur 5. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
13
Krabbabáturin,
Bergunn, sum er fyrr-
verandi Skansatangi,
hevur fingið væl av
krabba og á virkin-
um, sum felagið leigar
í Álakeri í Havn, hava
8 fólk virkað og
pakkað "royal-
krabba" til útflutn-
ings
KRABBAVINNA
Orð: Vilmund Jacobsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Av og á hava royndir verið
gjørdar at veiða krabba við
rúsum í føroyskum sjógvi.
Hesar royndir hava havt til
endamáls at finna út av, um
tað loysir seg at fara undir
eina krabbavinnu í Føroy-
um. Royndirnar hava higar-
til ikki verið so drúvar og
umfatandi, men hava vart í
avmarkaða tíð. Nú eru so
lunnar lagdir undir fyrstu
veruligu krabbavinnuna í
Føroyum, bæði á sjógvi og
landi.
Stórur krabbi
Í øðrum londum í Norður-
atlantshavi hevur henda
vinna fótað sær, og eitt nú í
Grønlandi hava fleiri før-
oyingar luttikið, bæði sum
veiðimenn og eisini um-
borð á móttøkuskipum,
sum liggja inni á firðunum
og taka ímóti og virka
krabba til útflutnings. Líkt
er tó til, at at trýstið á
stovnin í Grønlandi hevur
verið ov stórt, og tí hevur
krabbaveiðan í grønlendsk-
um sjógvi eftir øllum at
døma longu sæð sínar bestu
dagar. Skip, sum hava verið
í hesi vinnu, eru farin av
knóranum, og menn hava
mist sína hýru. Tó eru
framvegis fleiri skip og
bátar á krabbaveiði í grøn-
lendskum sjógvi, og enn
eru føroyingar, sum hava
góða hýru har yviri.
Í Grønlandi fer veiðan
fram bæði við skipum, sum
fiska úti á og bátum, sum
fiska inni á firðunum.
Í Føroyum hava garna-
skipini, sum royna eftir
svartkalva og havtasku,
fingið fitt av krabba av og
á, og tí hevur verið hildið,
at ein slík vinna í Føroyum
kanska eisini hevur ein
møguleika, um rætt verður
atborið.
Krabbin, sum fæst í før-
oyskum sjógvi, er tó ikki
tann sami sum í grøn-
lendskum sjógvi, men køn-
ir meta, at hesin kann
seljast í eitt nú Spaniu fyri
góðan prís, um hann verður
hagreiddur, soleiðis sum
keypararnir ynskja tað.
Grønlendski
krabbin
verður seldur undir navnin-
um, "snow-crab" og tann
føroyski, sum er nógv
størri, verður seldur sum
"royal-crab".
Vinnulig veiða
Fyrr í ár keyptu teir báðir,
vestmenningurin, Holgar
Johansen og kollfirðingur-
in, Finnbogi Hansen, fyrr-
verandi
ísfiskatrolaran,
Skansatanga, sum nú kall-
ast Bergunn og er riggaður
til krabbaveiði. Felagið,
sum eigur skipið, eitur
Affinis.
9 mans eru við Bergunn,
sum nú er á fjórða túrinum.
Tann fyrsta túrin fingu teir
góðar 1100 krabbar, og
næsta og triðja túrin lá talið
millum 6.000 og 7.000
hvønn túrin. Bergunn er nú
á fjórða túrinum; teir fóru
útaftur seinasta fríggjadag
16–18 fólk starvast í krabba-
vinnuni á sjógvi og landi
"Royal-crab", sum verður veiddur undir Føroyum, er nógv størri enn grønlendski, "snow-crab".
Hesin vigar eini 5-6 pund við høvd og gørnum
Her verður krabbin klovin í tvey. Síðan verða kjaftarnir skornir av
og koma væntandi innaftur
at landa í dag ella í morgin.
Bergunn er eitt lutfalsliga
lítið skip, og pláss er ikki
fyri verksmiðju umborð. Tí
hevur felagið leigað seg inn
í ein part av fyrrverandi
Roykivirkinum í Álakeri,
har eini 8 fólk eru til ar-
beiðis, tá ið skipið landar.
Hetta man tískil vera
fyrstu ferð í Føroya søgu, at
eitt skip er á vinnuligari
krabbaveiði undir Føroyum
og hevur eitt virkið uppi á
landi sum virkar krabba til
útflutnings.
Bæði umborð á Bergunn
og á virkinum í Álakeri eru
fólk, sum hava drúgvar
royndir innan krabbaveiði
og virking av krabba í
Grønlandi.
Skiparin, Holgar, stýri-
maðurin,
Eivind
og
maskinmeistarin, Tummas
Jakku, eru allir royndir
innan krabbavinnu í Grøn-
landi og á virkinum er eitt
nú bróður Holgar, Bergur,
sum í fleiri ár hevur verið
verksmiðjuleiðari umborð á
krabbabátum í Grønlandi.
Bæði umborð og í landi
eru eisini onnur fólk, sum
hava drúgvar royndir og eru
dugnalig innan hesa vinnu.
Hetta eru alt ágrýtnir og
arbeiðssamir menn, sum
vilja leggja alla orku í at fáa
hesa vinnu at bera til.
Fyritreytirnar eru tískil
tær bestu, ið hugsast kunnu,
nú henda vinna rættiliga er
vorðin sjósett.
Stórur áhugi
Áhugin fyri projektinum
hjá Affinis er stórur, og
hvørja ferð Bergunn er
komin til lands við krabba,
hevur væl av fólki verið á
bryggjuni og forvitnast.
Sama er úti í Álakeri, har
fólk hava hugt inn á gólvið
og
hava
sæð,
hvussu
krabbin verður virkaður.
Umborð á Bergunn verð-
ur krabbin koyrdur í kassar
í lastini og hildin livandi, til
skipið kemur til lands. Á
virkinum
verður
hann
slaktaður, meðan hann enn
er á lívi.
Í Álakeri er sett upp ein
slakti-og pakkilinja, og tað
hevur higartil tikið einar
tveir arbeiðsdagar hjá 8
fólkum at slakta og pakka
6.000-7.000 krabbar. Enn
er linjan ikki útbygd, so-
leiðis sum eigararnir ynskja
tað, men alt nýtt krevur sína
tíð. Á virkinum eru bara
tveir "knívar" ella maskinur
til sláturs av krabbanum, og
tí fæst ikki meira undan,
enn tveir mans, sum standa
við hesar báðar knívarnar,
kunnu náa. Men hetta eru
royndir og kvikir menn,
sum duga síni ting, og tí
gongur arbeiði so skjótt,
sum tað nú einaferð kann
Hvussu skjótt veiðan
verður
arbeidd
undan,
veldst ikki minst um stødd-
ina á krabbanum.
Føroyski
krabbin
er
stórur, og skal sláturarbeiði
ganga skjótt fyri seg, eru
ikki stundir at ræðast stóru
og livandi kjaftarnar, tá ið
tú tekur krabbarnar upp úr
kassanum. Tú heldur um
beinini og kjaftarnar við
báðum hondum og rennur
krabban niðuryvir knívin,
soleiðis at hann fer í tvey.
Yvir knívinum melur ein
bust, sum tekur innvøl,
táknir og annað burtur úr.
Síðan standa tveir mans og
skera kjaftarnar av og koyra
alt, sum eftir er, í eitt kar
við kemikaliu. Upp úr aftur
karinum kemur krabbin á
bandi á eitt pakkiborð, har
eini 3-4 fólk standa og
skilja í støddir og pakka.
So hvørt, sum veiðan hjá
Bergunn verður betur við
enn fleiri rúsum, verður
væntandi eisini neyðugt við
einum ella tveimum knív-
um aftrat til slátur.
Fleiri rúsur
Samanumtikið má sigast, at
tað hevur gingið væl hjá
Bergunn at fiska. Teir hava
bert 500 rúsur, meðan skip-
ini, sum fiska í Grønlandi,
vanliga hava einar 1000-
1200 rúsur. Tá ið talið av
rúsum er 1000-1200, kann
skipið draga alla tíðina,
samstundis sum rúsurnar
kunnu standa longri.
Trupulleikar hava verið
við lús, sum er farin avstað
við agninum eftir stuttari
tíð, men hesir trupulleikar
kunnu loysast - og eru
partvís loystir. Fiskimaður-
in er sjáldan ráðaleysur, og
sleiðis er eisini í hesum
førinum. Í staðin fyri, at
agnið hongur leyst niðri í
rúsuni og verður etið,
áðrenn krabbin fær stundir
at klóra sær upp í rúsuna,
verður agnið nú koyrt niður
í plastikíløt við smáum hol-
um, sum lúsin ikki sleppur
inn ígjøgnum. Tískil "duft-
ar" agnroykurin út úr
plastikílatinum og lokkar
krabban upp í rúsuna. Hetta
ger, at agnið fiskar nógv
longri og nógv fleiri krabb-
ar koma í rúsuna.
Vandamikil veiða
Útlendsk hagtøl siga, at
krabbaveiða er rættiliga
vandamikil. Rúsurnar eru
nógvar, og endarnir liggja
sum eitt "fjall" á dekkinum.
Tá ið menn gerast troyttir,
er skjótt at gerast fastur og
enda uttanborða, um illa vil
til. Í øðrum londum, har
krabbaveiða hevur verið í
nøkur ár, eru menn farnir
fyri borð, og teir eru ikki so
fáir, sum hava látið lív á
sjónum.
Annars er at siga um
krabban, at hann í sjálvum
sær er eitt loyndarmál. Eitt
nú hevur hann teir egin-
leikar, at hann kann sleppa
beinunum, tá ið hann gerst
trongur - ella umstøðurnar
broytast.
Hvussu hesi viðurskifti
hanga saman, veit eingin,
og tí noyðast teir, sum eru í
hesi vinnu, at finna út av,
hvussu krabbin best verður
viðfarin og í besta standi
kann koma á marknaðin -
til besta prísin.
8 fólk arbeiða á virkinum í Álakeri, tá ið arbeiði er. Sum er, tekur tað einar tveir arbeiðsdagar at slakta og pakka einar 6000-
7000 krabbar
Krabbakjaftarnir verða pakkaðir fyri seg
C
M
Y
K
13
12