Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 5. juli 2003 15 Formaðurin fyri FarIce verkætlanina sigur, at kaðalin er avgerandi fyri at tryggja nóg gott samskifti við um- heimin FJARSKIFTI Heri á Rógvi Dýrt – men neyðugt. Jón Birgir Jónsson er formaðurin fyri FarIce. Fyrrverandi aðalstjórin er ikki í iva um, at FarIce kaðalin er neyðugur. Hann umboðar parta- peningin hjá íslendsku stjórnini. Tað vísti seg, at verk- ætlanin gjørdist ov dýr hjá Landssími(størsti ís- lendski fjarskiftisveitari) at klára einsamalt, so tað var neyðugt hjá Íslendska statinum at vera við. Hetta ger íslendska stjórn- in, tí mett verður, at hetta er ein neyðugt, sigur Jón Birgir Jónsson. Landsstýrið í Føroyum ynskti ikki at vera við, og tískil eigur almenna partafelagið Føroya Tele stórt sæð allan tann før- oyska partin í verkætlan- ini. Sama prís Umframt íslendsku stjórn- ina og stóru veitararnar í Føroyum og í Íslandi eru eisini smærri fyritøkur við. Men allar fyritøkur kunnu keypa kapasitet á kaðalinum fyri sama prís. Vit hava lagt stóran dent á, at øll kunnu vera við fyri sama prís, sigur Jón Birgir Jónsson. Metingarnar hjá FarIce samtakinum rokna við einum stórum vøksturi í nýtslu – millum 30-50% hvørt ár. Tað eru ikki nógv meira enn tíggju ár síðani, at Cantat 3 kaðal- in varð lagdur. Og hesi síðstu tíggju árini eru ógvuliga nógv hent, og tørvur á kapasiteti er fleirfaldaður, og hetta ger, at ein nýggjur kaðal er neyðugur – ikki minst hjá íslendingum. – Hesin kaðalin er nógv øðrvísi enn Cantat. Kapa- siteturin er nógv størri, enn tað í løtuni er tørvur á, og vit kunnu altíð seta sterkari forsterkarar á, soleiðis at kapasiteturin verður uppaftur størri, sigur Jón Birgir Jónsson. Dýrt – men neyðugt Nýggi FarIce kaðalin hevur Føroya Tele og øðrum fjarskiftisveit- arum í Føroyum óendaliga nógvan kapasitet. Nýtslan skal veksa, um føroy- ingar skulu fáa bílig- ari prísir FJARSKIFTI Heri á Rógvi Føroya Tele eigur áttati milliónir krónur í FarIce. Sum tað eisini kann lesast nærri um á teimum tveim- um næstu síðunu, so merkir FarIce eina nýggja tíð fyri Føroyar, tá hugsað verður um kapasitet á uttanlands samskifti. Og stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, er sannførdur um, at hetta er ein góð íløga fyri Føroya Tele. Almenna fjarskiftispartafelagið hev- ur skotið tjúgu milliónir í eginpeningi í verkætlanina og heftir fyri lánitøku á- ljóðandi aðrar seksti milli- ónir. 4X Andras Róin vísir á, at tað í løtuni er ein fløskuhálsur á samskiftinum við umheim- in. Verandi Cantat kaðalin kann ikki nøkta tørvin á serliga skjótum Interrnet sambandi. Men í desember verður kapasitetur fýrafald- aður, tá FarIce kaðalin eftir ætlan fer at virka. Men møguleikin er falda kapasitetin við fleiri ferðir fýra. – Tað er eftirspurningur- in, sum ger av hvussu nógv- an kapasitet, vit keypa. Fyri at kunna fáa bíligari prísir, so er neyðugt við størri nýt- sla enn sum er, og tað rokna vit eisini við at fáa, sigur Andras Róin. Føroya Tele hevur sum er einar 300-400 ADSL(breið- band) kundar. Men málið er, at hesir skulu gerast millum tvey- og trýtúsund innan tvey ár. Og tað er eingin trupulleiki,um hesi gerast enn fleiri, tí kapasi- teturin er mestsum óenda- ligur við nýggja kaðalinum. Men í fyrstu atløgu verð- ur fýrafaldað. Tá spurt verður, um tað ikki kann hugsast, at Før- oya Tele fer at gera okkurt fyri at lokka fleiri fólk – til- boð – fyri at fáa fólk at gera íløgur í ADSL, so er svarið játtandi fyri Føroya Tele stjóranum. Kanska vit hava okkurt gott jólatilboð, sigur An- dras Róin. Forrenta Teir áttatimillíónirnar, sum Føroya Tele hevur spýtt í FarIce, skulu eisin vinnast innaftur. Og hetta gerst bert við at økja um nýtsluna – mest hjá teirra egnum kundum. – Sum er nýta vit millum 12 og 15 milliónir til at gjalda fyri okkara uttan- landssamskifti. Vit skulu upp á eini 20-25 milliónir, sigur Andras Róin. Tølini skulu lesast so- leiðis, at hetta eru beinleið- is útreiðslur av uttanlands- samskifti og ikki innøkur av hesum. Heilsøla Hóast Føroya Tele er parta- eigari í FarIce, so fáa teir ikki keypt kapasitet bíligari enn nakar annar, sambært Føroya Tele stjóranum. FarIce fer at virka sum ein heilsølufyritøka og selja til okkum sum allar aðrar fyri ein ávísan prís, sigur Andras Róin. Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, sigur, at hann roknar, at tað fram- vegis verða Kall og Føroya Tele, sum fara at keypa kapasitet og síðani selja víðari til smærri veitarar. Aðrir møguleikar FarIce kaðalin gevur eisini aðrar møguleikar enn bert skjótt Internet-samband. Tey bæði fipurpørini í kaðalinum kunnu millum annað nýtast til sjónvarp ella útvarp, sum kann bein- leiðis gjøgnum kaðalin. Her er tað sjálvandi ein spurningur um prís, og tað er nýtslan, sum avger hetta. Andra Róin heldur eisini, at tað eru aðrir møguleikar hjá føroyingum við kaðal- inum. – Vit eru ikki longur av- skorin frá umheiminum. Tað er einki, sum forðar fyri, at Føroyar kunnu ger- ast miðstøð innan KT, sigur Andras Róin, sum væntar sær heilt nógv av møgu- leikunum, nýggi kaðalin fer at geva. Bíligari prísir í longdini Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele, væntar, at møguleikarnir fyri bílígari prísum á eitt nú føstum Internetsambandi eru stórir, nú nýggjur kaðal fer at virka seinni í ár Mynd: Jens Kristian Vang Tilvildarliga vald mynd 15 14 Nr. 144 - 5. juli 2003 UTTAN ÚR HEIMI Løgdu hald á trý skip Amerikanskir myndugleikar hava lagt hald á trý skip hjá norska reiðarínum Tordenskjold ASA. Orsøkin er, at reiðaríið sýtir fyri at rinda manningini hýru. Eitt av skipunum varð lagt í býnum Mobile í Alabama miðskeiðis í juni, tá tað noyddist inn við maskinskaða. Í Missisippi liggur eitt annað skip hjá reiðarínum, og tað triðja liggur á Bahama- oyggjunum. Manningarnar á teimum trimum skipunum hava ikki fingið hýru seinastu tríggjar mánaðarnar. Bergens Tidende skrivar, at skiparin á einum av skipunum hevur sent reiðarínum fleiri telefaks um hýruna, men sambært blaðnum hann hevur ikki fingið svar. Ein talsmaður hjá reiðarínum í Bergen sigur, at tað er Finansbanken, sum hevur skyldina av støðuni, men tað avsannar bankin. Nú er altjóða flutnings- felagsskapurin ITF komin upp í málið, og hann hevur gjørt greitt, at einki av skipunum sleppur at loysa, fyrr enn øll hýra er goldin. Fleiri løgreglukvinnur Alt fleiri kvinnur hava hug at arbeiða í donsku løgregluni, og nú løgregluskúlin í Keypmannahavn hevur tikið nýggjar næmingar, er fimti hvør næm- ingur kvinna. Leiðslan í løgregluni fegnast um, at kvinnurnar eru betur umboðaðar, enn tær hava verið. Sum er eru níggju prosent av starvsfólkunum í løgregluni kvinnur, men parturin fer at veksa í komandi árum, sigur leiðslan. Hon fegnast eisini um, at fólk av innflytaraætt leita sær inn í løgregluna. Av teimum nýggju næmingunum á løgregluskúlanum hava tríggir næmingar annan uppruna enn danskan. Í Danmark verður ofta sagt, at flestu løgreglu- fólkini eru úr Jyllandi, og hetta er ikki so langt av leið. Av teimum 112 nýggju næmingunum eru 66 úr Jyllandi. Ov fáar bøkur í Grønlandi Færri og færri grønlendskar upprunabøkur verða givnar út, og tað hevur fingið grønlendska rit- høvundafelagið at gera vart við seg. Felagið sigur, at í nítiárunum komu umleið 50 grønlendskar bøkur út, men tey seinastu trý árini er talið minkað niður í einar tvær bøkur um árið. Tað hevur fingið rithøvundafelagið at skjóta upp at gera eina serliga lóg um grønlendska bókaútgávu og at stovna ein grunn, sum skal fíggja útgávuvirksemið. Formaðurin í rithøvundafelagnum, Aqqaluk Lynge, sigur við útvarpið í Nuuk, at tað er neyðugt við einari lóg um grønlendskan, sum skal menna skaldskapin, og harafturat er neyðugt við einum grunni, sum skal fíggja útgávuna. Rithøvunda- felagið sigur seg ikki duga at meta um, hvussu tað stendur til við grønlendskum skaldskapi sum heild, og tí vil felagið heldur ikki siga, hvussu nógvum pengum tørvur er á fyri at skunda undir útgávu- virksemið. Strævið summar Tað gongur stak illa hjá stóra bretska flogfelagnum British Airways. Herfyri kunngjørdi felagið, at tað hevði havt 475 milliónir krónur í halli í apríl-ársfjórðingi. Juli- ársfjórðingur byrjaði eisini illa, tí ein arbeiðssteðgur hjá starvsfólkunum verður hildin at hava kostað felagnum millum 310 og 425 milliónir krónur. Arbeiðssteðgurin gjørdi, at British Airways noyddist at avlýsa einar 500 ferðir, og tað kom stak illa við í bestu summartíð. Talsmenn hjá felagnum hava sagt, at arbeiðssteðgurin fekk nógv fólk at velja onnur flogfeløg, og at tað kann gerast tungt at fáa hesi ferðafólkini aftur. Stjórin í felagnum, Roy Eddington, sigur, at álit er høvuðstrupulleikin opg høvuðsendamálið hjá British Airways í komandi tíð. Bretski verjumálaráð- harrin, Geoff Hoon, fer í summarfrí heldur enn at fylgja ráðgevanum David Kelly til gravar. Tað hevur vakt ans BRETLAND Árni Joensen Í morgin fer fyrrverandi bretski vápnaserfrøðing- urin og stjórnarráðgevin David Kelly til gravar. Hann tók lívið av sær, eftir at verjumálaráðið hevði latið leka út, at hann var keldan til upplýsingarnar hjá BBC um, at stjórnin hevði gjørt alt ov nógv burtur úr hópoyðingar- vápnunum hjá Irak. David Kelly arbeiddi í verjumálaráðnum, og tað hevur skelkað nógvar bret- ar, at Geoff Hoon, verju- málaráðharri, hevur gjørt av at fara í summarfrí til USA heldur enn at fylgja sínum gamla ráðgeva til gravar. Sambært Sunday Telegraph hava fleiri aðrir ráðharrar í Blair-stjórnini ávarað Hoon um, at avgerð hansara kann fáa álvar- samar avleiðingar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Geoff Hoon er fyri at- finningum, tí onnur halda hann taka privatlívið fram um tær politisku skyld- urnar. Í februar varð funnist at honum, tí hann fór til Fraklands í vetrarfrí, júst sum bretsku hermenninir í Kuwait fyrireikaðu seg til at fara í kríggj við Irak. Fleiri bretskir eygleiðarar hava sagt, at Kelly-málið fer at fáa onkrar politiskar avleiðingar, og teir halda tað vera mest sannlíkt, at Tony Blair verður noyddur at fáa sær ein annan verju- málaráðharra ístaðin fyri Geoff Hoon. Hansara sein- asta avgerð styrkir heldur ikki støðu hansara, siga eygleiðararnir í London. Amerikanski uttan- ríkisráðharrin, Colin Powell, ætlar sær ikki at halda fram í starv- inum, sjálvt um George W. Bush skuldu vunnið valið næsta ár USA Árni Joensen Keldur hjá blaðnum Wash- ington Post avdúka, at Col- in Powell, uttanríkisráð- harri, ætlar at leggja frá sær, tá hetta stjórnarskeiðið rennur út næsta ár. Tað sama ætlar varauttan-ríkis- ráðharrin Richard Armi- tage, siga keldurnar. Trygdarráðgevi forset- ans, Condoleezza Rice, hevur longu fingið boðini frá teimum báðum. Sambært keldunum skal Powell hava sagt, at hann er ikki misnøgdur við starvið sum uttanríkisráðharri, men at hann hevur ov lítla tíð saman við konuni, og at hann tí ikki ætlar at halda fram aftan á forsetavalið næsta ár. Upplýsingarnar í Wash- ington Post hava longu fingið amerikansku fjøl- miðlarnar at gita, hvør fer at taka við eftir Colin Po- well. Eitt uppskot er Con- doleezza Rice sjálv, men varaverjumálaráðharrin Paul Wolfowitz verður eisini nevndur sum eitt møguligt evni til starvið. Hann er kendur sum ein av heykunum í Bush-stjórnini. Powell fer frá Bush Fer heldur í summarfrí enn til jarðarferð Colin Powell ætlar sær ikki at halda fram í einari Bush-stjórn afturat Mynd: Reuters Geoff Hoon fer heldur í summarfrí enn at fylgja sínum gamla ráðgeva, David Kelly, til gravar, og tað hevur vakt ans Mynd: Reuters C M Y K 14