týsdagur 5. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
17
Nýggi FarIce kaðalin
nøgtar allan tørv á
kapasiteti og gevur
neyðuga tryggleikan.
Sunnumorgunin kom
kaðalin á land í
Funningsfirði, og
harvið gjørdist 400
millióna stóra
verkætlanin sjónlig í
Føroyum
FARICE
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Maria Olsen
Funnigsfjørður:
Sunnu-
morgunin lá eitt fremm-
andaskip í Funnigsfirði.
Pertinacia stóð skrivað á
skipinum, og ørindini hjá
italienska skipinum vóru at
leggja FarIce kaðalin.
Italienska skipið er 130
metrar langt og 24 metrar
breitt. Skipið lastar 7.000
tons av kaðali. Skipið er
ikki meira enn eitt ára gam-
alt, og byggikostnaðurin er
á leið 325 mió. krónur.
FarICE
FarIce er ein verkætlan,
sum íslendingar og føroy-
ingar í felag eru farnir
undir. Endamálið er at økja
um kapasitetin til umheim-
in hjá fjarskiftisfyritøkum.
Eisini gevur nýggi kaðalin
ein størri tryggleika, tí nú
eru tveir kaðlar, Cantat 3 og
FarIce, soleiðis at tað altíð
skuldi borið til at samskift
við útheimin.
Júst hesin sami Cantat 3
kaðalin er álitið hjá føroy-
ingum, tá tað snýr seg um
at samskifta við umheimin.
Hann varð lagdur mið-
skeiðis í nítiárunum, og
hann verður framvegis álit-
ið til desember mánað, tá
ætlanin er, at nýggi FarIce
kaðalin skal byrja at virka
til fulnar. Umframt mun-
andi størri kapasitet er
munurin á FarIce og Cantat
3, at FarIce burturav er til
Ìsland og Føroyar. Hin kað-
alin var í stóran mun ætl-
aður Kanada, og Føroyar
komu uppí. Ætlanin við
hesum kaðalinum er at
tryggja neyðugu samskift-
isfortreytirnar komandi 25
árini.
Renna saman í Funningsfirði
Ein stóran part av sunnudegnum lá Pertinacia í Funningsfirði. Italienska kaðalskipið varð
liðugt fyri einum ári síðani og kostaði 325 milliónir krónur
Kavarar hjálptu til við at
fáa kaðalin at liggja sum
hann skal
Tað er eitt strævið arbeiði at fáa ein tílíkan kaðal upp á pláss. Sunnudagin var eisini neyðugt at
samskifta á nógvum ymsum málum
Kaðilin er í alt 1.400 km.
Hann fer úr Dunnet Bay í
Skotlandi til Seyðisfjarðar.
Norðanfyri Føroyar verður
hann skoyttur til Føroya og
Funningsfjørð,
har
ein
nýggj støð er bygd. Tað
kostar 400 milliónir at
leggja kaðalin. Hesin pen-
ingur er býttur millum
føroyingar og íslendingar.
Føroyski parturin er tjúgu
prosent ella einar áttati
milliónir. Tá sagt verður
føroyski parturin, so verður
í veruleikanum hugsað um
Føroya Tele. Hinir veitar-
arnir í Føroyum eiga bert
ein lítla part av føroyska
partinum. Íslendska stjórn-
in eigur 37% av verkætlan-
ini. Har verður mett, at
FarIce hevur gjørt avtalu
við italiensku fyritøkuna
Pirelli um at leggja kaðal
og keypa kaðal. Tað er ikki
heilt ókeypis at leiga eitt
tílíkt skip, ein stórur partur
av teimum fýrahundrað-
milliónunum í verkætlanini
fer til at leiga skipið.
Nýggir dagar
Hendan
sunnumorgunin
leggja italienarnir og hini
ikki so nógv í, at tað er
kirkjutíð. Skipið er dýrt at
leiga, og arbeiðast skal, tá
tað á nakran hátt ber til.
Tey lokalu eru ikki
komin í serliga stórum tali.
Men meira fólk enn vanligt
ein
sunnumorgun
eru
komin til Funningsfjørð.
Hesi hava øll áhugamál í
kaðalverkætlanini. Tað er
ikki tí, at tað hendir serliga
nógv. Arbeiðsmenninir hjá
Føroya Tele eru komnir, og
teir stríðast saman við itali-
enarunum við at fáa lagt
hendan góða kaðal niðan til
støðina, sum er nógv
nýggjasta húsið í Funnings-
firði.
Men kaðalin er eisini
nakað, sum eigur at vekja
áhuga hjá fólki. Við honum
byrjar ein nýggj tíð við
fullkomiliga øðrum møgu-
leikum at samskifta við
umheimin. Gongur alt sum
tað skal er fløskuhálsurin á
uttanlands samskiftinum
burtur í desember. Og prís-
irnir skulu gjarna eisini
lækkað, men tað avger
nýtslan.
Her sæst, hvar nýggi kaðalin verður lagdur. Hann fer úr Dunnet Bay í
Skotlandi til Seyðisfjarðar. Norðanfyri Føroyar verður hann skoyttur til
Føroya. À myndini sæst eisini, hvar Cantat 3 kaðalin er lagdur
Prísur: uml. 400 mió. krónur.
Samlað longd: 1.400 km
Longd frá Funningsfirði til BU: uml. 200 Km.
Fjarskiftisorka við byrjan, Funningsfjørður -
Dunnet bay: 20 Gbit/s
Fjarskiftisorka mesta, Funningsfjørður - Dunnet
bay: 360 Gbit/s
Kaðalin verður grivin niður í havbotnin, umleið
1,5 metrar dýpi, har tað er gjørligt.
Kaðalin inniheldur tvey fipurpør.
Fakta
Arbeiðsmenninir hjá Føroya Tele fingu teirra sak fyri
sunnudagin, tá føroyski parturin av 1.400 km. langa
kaðalinum kom á land í Funnigsfirði
Føroya Tele hevur bygt eini hús til endamálið í Funningsfirði. Her fáast menn við at fáa kaðalin niðan á
C
M
Y
K
17
16