týsdagur 5. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
19
Um 300 fólk, úr fýra
ymiskum
samkomum, gingu
sunndagin takkar- og
bønargongu gjøgnum
Runavíkar
Kommunu.
Endamálið var at
takka fyri og biðja um
Guds signing yvir alt
virksemi í
kommununi
BØNARGONGA
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
Bønargongan byrjaði við
kirkjuna á Glyvrum, gekk
síðani gjøgnum Saltangará
og út í Runavík, har skriv
varð handað býráðum.
Gongan var skipað so-
leiðis, at steðgað varð við
fleiri støð á vegnum og
Guds signing biðin yvir alt
virksemið í kommununi,
bæði andaligt og tímiligt.
Dagny F. Højgaard frá
missiónshúsinum á Glyvr-
um byrjaði við bøn og las
ørindini úr fyrra brævinum
hjá Timoteusi, har hann
áleggur teimum trúgvandi
at biðja fyri øllum menn-
iskjum og øllum, ið høgt
eru sett.
Eingin gloymdur
Undan
bønarfylginum
koyrdi trailari við for-
sangarum og spælarum.
Sanghefti við fleiri enn 30
sangum var býtt út, og
sangurin gekk lætt og væl,
meðan gingið var gjøgnum
bygdirnar, Glyvrar, Sal-
tangará og Runavík.
Jan Jacobsen úr samkom-
uni, Kelduni, í Skálafirði er
ein av fyriskiparunum av
hesum sjáldsama tiltaki.
Hann sigur, at endamálið
við bønargonguni er at
standa saman um vinnu-
lívsfólk og tey, ið eru sett at
ráða. Eisini ynsktu sam-
komurnar alment at takka
Gudi fyri, at kreppuárini
fyrst í nítiárunum, so skjótt
vendust til gullár.
Men ikki bert vinnulívs-
fólk og tey, ið ráða fyri
borgum, vóru við í bønun-
um hendan serstaka bøn-
ardagin.
Hjúnaløg, barnaansingar-
og skúlans virksemi, fyri-
siting og leiðslur og kirkjur
og samkomulív, vóru øll
løgd fram fyri hann, sum
yvir øllum valdar.
Eisini ynsktu samkomur-
nar at biðja um verju Guds
móti tí ónda, og serstøk bøn
varð biðin fyri teimum
veiku og teimum, sum er
illa fyri sosialt.
Borgarstjórin takkar
Uttan fyri býráðshúsið í
Runavík, var borgarstjórin,
Rodmundur Nielsen, sam-
an
við
býráðslimunum
komin
at
taka
ímóti
Felags kristilig bønargonga
Um 300 fólk samankomin í takkar- og bønargongu í Runavík sunnudagin. Endamálið við bønargonguni er at standa saman um
vinnulívsfólk og tey, ið eru sett at ráða. Eisini ynsktu samkomurnar alment at takka Gudi fyri, at kreppuárini fyrst í nítiárunum,
so skjótt vendust til gullár, siga fyriskipararnir
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, takkaði fyri positiva boðskapin í skrivinum, sum allar 4 samkomurnar í oynni hava
undirskrivað. - Tað er sjáldan, at býráð og ráðandi verða róst fyri sítt arbeiði, segði hann, og legði aftrat, at býráðið framhaldandi
fer at royna at stýra kommununi við skynsamari hond
skrivinum frá samkomun-
um.
Í skrivinum til býráðið,
takka samkomurnar fyri ta
vælvild, ið verður sýnd
andaliga virkseminum, og
fyri tað arbeiðið, sum bý-
ráðið ger fyri trivnaðin í
kommununi.
Eisini vísa samkomurnar
á, hvørji bønarevni teirra
fyri kommununi eru, og
enda tær við at biðja Guds
signing og varðveitslu fyri
býráðslimunum og familj-
um teirra.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri, takkaði fyri
positiva boðskapin í skriv-
inum. Hann segði, at tað er
sjáldan, at býráð og ráðandi
verða róst fyri sítt arbeiði,
og at býráðið framhaldandi
fer at royna at stýra komm-
uni við skynsamari hond.
Eisini nýtti hann høvið at
takka samkomunum fyri
tað arbeiðið, tær gera mill-
um børn og ung.
Uden mad og drikke
Takkar- og bønargongan,
sum byrjaði klokkan 6
seinapartin, varð liðug, júst
sum ætlað, klokkan 8.
Tá vórðu øll boðin til ein
drekkamunn í samkomu-
húsinum, Berøa, sum allar
samkomurnar í felag høvdu
skipað fyri.
Løtan í Berøa var sera
hugnalig. Fólk gleddust um
væleydnaða tiltakið, góðu
køkurnar - og um at síggja
hvønn annan.
Til
Runavíkar Býráð
600 Saltangará
Sunnudagur 3. august 2003
Vit ynskja við hesum skrivi at geva til kennar takksemi okkara fyri ta vælvild, ið
býráðslimirnir hava víst mótvegis andaliga virkseminum í komununi.
Tit eiga stóra tøkk uppiborna fyri arbeiðið at útvega borgarnum reint og gott vatn.
Líkaleiðis fyri teir góðu karmar, ið vinnulívið hevur at virka undir.
Arbeiðið at fáa allar bygdirnar vetrarfriaðar, og tað, ið higartil er gjørt fyri at fríðka um
í komununi, er at frøðast um.
Trivnaðurin og barnaansing hoyra saman. Nýggji barnagarðurin er trivnaðarbati í
munar, takk fyri tað!
Bøn okkara er at Jesu navn og boðskapur Bíbliunar skal eiga rúmd innar karmarnar í
barnaansingini hjá komununi.
Vit leggja tykkum býráðslimir og familjur tykkara fram fyri Harran við tøkk og bøn um,
at Hann skal varveita og signa framtíð tykkara.
Ásannandi at vit, játtandi Guds børn, mangan hava svikið uppgávu okkara - lív og atferð
okkara eru mangan ikki í samsvar við játtanina - er tað at vit hava gingið ígjøgnum
bygdirnar Glyvrar, Saltangará og Runavík.
Í vón um at Guds børn vakna til álvarsemi, soleiðis at vitnisburðurin um kærleikan og
náðina í Jesusi Kristi gjørdist meira sjónligur hjá Guds børnum, í hjúnaløgum, innan
kirkju- og samkomulív, innan skúlaverk og barnaansing, innan fyrisiting, leiðslu og á
virkjum og fyritøkum.
At enda: Inniliga bøn okkara til Harran er, at Hann má geva tykkum framhaldandi
skynsemi og vísdóm til at standa ímóti, tá ið andaligar niðurbrótandi kreftir biðja um loyvi
til at festa røtur í nærumhvørvi okkara.
Harrin signi og varveiti tykkum býráðslimir!
"Eg nígi tí niður í bøn til tín, Gud ". Ein sjáldsom sjón við býráðshúsið í Runavík sunnudagin. Um 300 fólk á knæ, meðan
seinasta ørindi av tjóðsanginum verður sungið
Bønargongan byrjaði við kirkjuna á Glyvrum, gekk síðani
gjøgnum Saltangará og út í Runavík, har skriv varð handað
býráðum. Á vegnum varð steðgað á fleiri støðum og Guds
signing biðin yvir alt virksemið í kommununi, bæði andaligt
og tímiligt
Undan bønarfylginum koyrdi trailari við forsangarum og
spælarum. Sanghefti við fleiri enn 30 sangum var býtt út, og
sangurin gekk lætt og væl, meðan gingið var gjøgnum
bygdirnar, Glyvrar, Saltangará og Runavík
C
M
Y
K
19
18
PROFILE - A Development
Project for Female Leaders
Kvinnuligir stjórar og/ella leiðarar verða við hesum
bodnar at luttaka í verkætlanini: PROFILE
Verkætlanin miðar eftir, at byggja upp altjóða
netverkssambond millum kvinnuligar leiðarar úr
vinnu, felagsskapum og myndugleikastovnum fyri
at styrkja tær í sínum virksemi.
Hvørjar kvinnur kunnu luttaka ?
• Kvinnuligir leiðarar. Leiðarar í vinnufyritøkum
verða raðfestar fremst, men áhugi er avgjørt eisini
fyri leiðarum í felagsskapum og myndugleika-
stovnum.
• Kvinnur, ið hava áhuga at byggja upp eitt netverk
til víðkan av altjóða samstarvi.
Og, sum:
• síggja útflutningsmøguleikar hjá fyritøkuni arbeitt
verður í - ella at hjálpa øðrum fyritøkum við
útflutningi.
• síggja vinnuligt og mentanarligt fjølbroytni sum
møguleikar at menna hugskot og mannagongdir.
• hava kunnleika til KT-samskifti og enskt mál.
Luttakarar koma frá:
Svøríki, Finnlandi, Føroyum og Russlandi.
Skottland og Noreg taka lut í verkætlanini sum
eygleiðarar og eftirmetarar.
Tíðarætlan og kostnaður
Byrjað verður í august-september 2003 og endað
verður í november 2004.
Um 1.500,- kr. (200 evrur) fyri hvønn luttakara.
Íroknað er royndarætlan, ferðing og uppihald í
sambandi við altjóða ráðstevnir og royndir
uttanlands.
Ynskir tú faldiblað um PROFILE-verkætlanina ella
fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at venda tær til
føroysku stýrislimirnar í verkætlanini:
Janet Fríða Johannesen, tel 31 96 85/21 22 11.
Kjartan Kristiansen á Menningarstovuni,
tel 35 31 00.
Umsóknir til luttøku
Umsóknir við c.v. skulu í seinasta lagi 12. august
sendast til Menningarstovuna, Bryggjubakka 12,
Postboks 258, 110 Tórshavn ella sendast til
teldupost: jj@atlanticon.fo.
PROFILE - A Development Project for Female Leaders er ein
Northern Periphery verkætlan. Northern Periphery tiltakið er ES-
heildar-menningarætlan, ið fevnir um Skottland, Svøríki,
Finnland, Noreg, Ísland, Grønland og Føroyar. Herumframt er
Barentsøkið í Russlandi knýtt at verkætlanini.
Vinnuframagrunnurin hevur stuðlað føroysku verkætlanini.
Menningarverkætlan fyri kvinnuligar leiðarar
Team 85