týsdagur 5. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 144 - 5. juli 2003
Nr. 144 - 5. juli 2003
21
Ein føroyingur var
leygarkvøldið í
lívsvanda, eftir at ein
dani hevði stungið
hann ógvusliga í
búkin uttan fyri
vertshúsið ”Nuuk” á
Vesturbrúgv í
Keypmannahavn.
Bróður hansara fekk
eisini løstir
HARÐSKAPUR
Rúnar Reistrup
Tveir føroyskir brøður,
annar mitt í fjørutunum hin
mitt í tretivunum, vórðu
leygarkvøldið álopnir av
einum manni við knívi
uttanfyri vertshúsið Nuuk á
Gasværksvej í Keypmanna-
havn. Annar føroyingurin
varð stungin so ógvusliga í
búkin at hann var í lívs-
vanda. Yngri bróður hans-
ara fekk løstir í hendur,
bein og akslar í royndunum
at basa álopsmanninum,
upplysir
varaovastin
á
kriminalløgregludeildini í
Keypmannahavn,
Jonny
Lundberg fyri Sosialinum.
Sum skilst eru umstøð-
urnar um tilburðin enn eitt
sindur ógreiðar. Hvørgin av
teimum álopnu veit við
vissu, hvør tað var, sum dró
knív ímóti teimum. Men
tað tykist greitt, at tað vóru
føroyingarnir, sum vórðu
álopnir.
- Tað, sum hendi var eftir
øllum at døma, at teir báðir
føroyingarnir, eftir at teir
høvdu fingið eitt sindur at
drekka fyrr um kvøldið,
fóru
inn
á
vertshúsið
»Nuuk«. Har komu teir í
prát við ein norðmann og
ein dana, greiðir Jonny
Lundberg frá.
Prátið millum føroying-
arnar og hinar báðar gjør-
dist til kegl, sum eftir øllum
at døma snúði seg um grøn-
lendsku unnustuna hjá dan-
anum. Men ongin harð-
skapur stóðst av hesum inni
á »Nuuk«.
- Men tá føroyingarnir
báðir valdu at fara úr verts-
húsinum umleið kl. 21.00
hetta leygarkvøldið verða
teir álopnir av einum manni
við knívi. Akkurát hvat
hendi er eitt sindur ógreitt,
tí tað tykist sum at støðan
var rættiliga kaotiskt. Men
vit eru rættiliga vís í at
álopið hevði beinleiðis
samband við keglið fyrr um
kvøldið, sigur Jonny Lund-
berg.
Small á veg eftir hjálp
Eftir tilburðin royndu teir
báðir føroysku brøðurnir at
koma sær yvir á politistøð-
ina á Halmtorvet einar 200
metrar frá gerningsstaðn-
um. Tað eydnaðist tí minni
løstaða at koma á støðina
og boða frá tilburðinum,
men tann verri løstaði
small mitt á gøtuni,
Læknar komu beinanveg-
in á staðið, har tann illa
løstaði føroyingurin lá, og
teir kundu staðfesta, at
hann var í lívsvanda. Hann
varð fluttur á Ríkissjúkra-
húsið kom seinni betur fyri
seg og verður nú mettur at
vera uttan fyri lívsvanda.
Hin bróðurin bleiv kannað-
ur og útskrivaður aftur
beinanvegin.
Løgreglan fór beinanveg-
in á gerningsstaðið og
handtók seinni ein 47 ára
gamlan dana, sum var undir
illgruna fyri at hava framt
álopið á føroysku menn-
inar. Men til grundlógar-
hoyr metti dómarin ikki at
haldgóð prógv vóru ímóti
manninum og hann valdi tí
ikki at varðhaldsfongsla
tann 47 ára gamla, sum
tískil varð latin leysur aftur
næsta morgun. Hetta var
ikki sami maður sum føroy-
ingarnir fyrr um kvøldið
høvdu keglast við.
Varaovastin á kriminal-
deildini sigur fyri Sosialin-
um, at leyslatni maðurin
framvegis er undir illgruna
fyri at hava framt álopið.
Løgreglan kannar nú um-
støðurnar kring tilburðin til
botns.
Maðurin, sum var í lívs-
vanda eftir tilburðin, er bú-
sitandi í Føroyum. Hann
var í Keypmannahavn og
vitjaði bróðurin, ið er búsit-
andi í Danmark.
Føroyingur í lívsvanda eftir
kníválop í Keypmannahavn
Danska sjónvarpsstøðin Localeye tók hesa mynd av niðurstungna føroyinginum
Sp/f Røkt hevur nú
fingið tær tríggjar
vindmyllurnar til
landið, sum skulu
framleiða orku
ORKUFRAMLEIÐSLA
Heini í Skorini
Á fundi fyri nøkrum vikum
síðani samdist umboðs-
mannaráðið í SEV at geva
Sp/f Røkt grønt ljós at
framleiða orku við trimum
vindmyllum, sum sunnu-
dagin komu til landið.
Við at nýta el-kervið hjá
SEV kann smápartafelagið
nú selja ta orku, sum fram-
leidd verður við nýinn-
keyptu vindmyllunum, og
skulu myllurnar standa á
Mýrini í haganum omanfyri
Vestmanna.
Danska vindmyllufyri-
tøkan Vestas hevur selt Sp/f
Røkt vindmyllurnar, sum
kunnu framleiða 660 kw í
part, og er hetta nóg mikið
av orku til 12-1400 húski í
Føroyum. Í fyrstu atløgu
eru ætlanirnar hjá smá-
partafelagnum at selja ork-
una beinleiðis til SEV.
Stjórin í Sp/f Røkt, Johan
í Niðristovu, sigur, at verk-
ætlanin kostar umleið 15
mió, og klárt verður at
framleiða um umleið ein
mánað
SEV einkarrættur
farin í søguna
Við nýggju íløgunum hjá
Sp/f Røkt er nú greitt, at
einkarrætturin til orkufram-
leiðslu í Føroyum ikki
longur er í SEV. Sostatt
kann eitt og hvørt privat
partafelag
í
framtíðini
framleiða orku gjøgnum el-
kervið hjá SEV. Hetta er
einki minni enn ein søgulig
hending, og kann talan
tískil gerast um privata
kapping á hesum øki um
nøkur ár.
SEV eisini royna
vindmyllur
Verkætlanin við vindmyll-
um er eisini ein partur av
framtíðarætlanunum
hjá
SEV, sum eins og Sp/f Røkt
hevur í hyggju at fáa tríggj-
ar vindmyllur til landið frá
somu fyritøku Vestas. Tó er
talan ikki um nakað ítøki-
ligt úrslit enn í SEV, men
væntandi verður hetta ein
veruleiki í framtíðini.
Tríggjar vindmyllur komnar til landið
Sunnudagin komu tríggjar vindmyllur til landið, sum skulu framleiða orku, og smápartafelagið Røkt stendur fyri verkætlanini
Mynd: Finnur Justinussen
Tað er ov lætt hjá
Ingeborg Vinther og
Gunnleivi Dalsgaard
at føra fram, at vit
ikki eru so hart rakt
av verkføllum í
Føroyum, tí fakta
vísir júst tað
mótsatta, sigur Jan
Mortensen. Stjórin í
Vinnuhúsinum metir,
at fasti
gerðarrætturin er eitt
positivt stig fyri
føroyska samfelagið
ÓSEMJUR Á ARBEIÐS-
MARKNAÐINUM
Páll Holm Johannesen
Í leygardagsblaðnum vísti
forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag,
Ingeborg
Vinther, á, at uppskotið hjá
Vinnumálaráðnum,
sum
millum annað fevnir ein um
fastan gerðarrætt er diktat-
oriskt. Hon er av teirri
áskoðan, at verður uppskot-
ið um at lóggeva fyri einum
føstum gerðarrætti sam-
tykt, verða demokratisk
rættindi tikin frá arbeiðar-
unum, og verkfalsrætturin
nógv skerdur.
Umboðið fyri arbeiðs-
gevararnar
á
privata
arbeiðsmarknaðinum, Jan
Mortensen, heldur, at bæði
Ingeborg Vinther og for-
maðurin í Starvsmannafel-
agnum, Gunnleivur Dals-
gaard, eru sloppin ov lætt
við at føra fram ósannindi í
fjølmiðlunum.
– Hvat meinar Ingeborg
við, tá hon vísir á, at vit
ikki hava havt so nógv
verkføll í Føroyum, tí fakta
vísir
greitt,
at
vit,
samanborið við onnur lond,
hava verið hart rakt av
verkføllum. Tað passar tí
ikki, sum hon førir fram,
sigur Jan Mortensen.
Lóggevving besta
loysnin
Í flestu londum, sum vit
vanliga samanbera okkum
við, hava tað verið feløgini
á
arbeiðsmarknaðinum
sjálvi, sum eru komin
ásamt um at skipa fyri
einum føstum gerðarrætti,
so træturnar á arbeiðs-
marknaðinum verða skjótt
og greitt avgreiddar.
Spurdur, um tað ikki
heldur verið ynskiligt, at
feløgini
á
føroyska
arbeiðsmarknaðinum sjálvi
samdust um at seta ein
fastan gerðarrætt á stovn,
heldur enn, at tað verður
lóggivið fyri einum slíkum
stovni, svarar stjórin í
Vinnuhúsinum, at tað hevur
verið nógv tosað aftur og
fram um fastan gerðarrætt,
men einki kemur burturúr.
– Tað er einki alternativ
til eina lóggeving, tí tíðin
hevur víst, at einki kemur
burturúr prátinum, og tí er
lóggeving
einfaldasta
loysnin,
greiðir
Jan
Mortensen frá.
Jan Mortensen er ikki í
iva um, at ein fastur gerðar-
rættur er eitt positivt stig
fyri føroyska samfelagið.
– Eg eri fullgreiður yvir,
at fleiri av ósemjunum
seinastu árini hava verið
eftir, at sáttmálaskeiðið er
lokið, men vit mugu ikki
gloyma, at vit eisini hava
havt fleiri sáttmálatrætur,
eitt nú við skipamálunum,
og í teimum førunum hevði
tað verið ynskiligt, at havt
ein fastan gerðarrætt at
loysa ósemjurnar skjótt,
heldur Jan Mortensen.
Hava gjørt
spurnarkanning
Eftir drúgva verkfalli á pri-
vata arbeiðsmarknaðinum í
vár, fór Vinnuhúsið undir at
arbeiða við, hvat kundi ger-
ast fyri, at vit ikki endaðu í
somu støðu aftur. Ein av
uppgávunum var at gera
eina spurnarkanning um,
hvat føroyingar halda um
skipanina
á
føroyska
arbeiðsmarknaðinum, og
um tey meta tørv verða fyri
broytingum.
Spurnarkanningin
er
gjørd, og væntandi verður
úrslitið almannakunngjørt
seinni í viku.
– Hóast kanningin ikki
enn er almannakunngjørd,
so hava vit greiðar ábend-
ingar um, at føroyingar
ynskja broytingar á før-
oyska arbeiðsmarknaðin-
um. Umframt at ynskja
broytingar, so bendir nógv
á, at tað er tvørturum
floksmørk, at fólk ynskja
broytingar, so tað sær
spennandi út, sigur Jan
Mortensen at enda.
Skulu arbeiðara-
feløgini geva
verkfalsrættin frá sær,
er avgerandi, at tey
fáa nakað munagott
afturfyri frá
arbeiðsgevarunum,
sigur Jákup Pauli
Strøm. Hann metir
eisini høvuðsorsøkina
til, at føroyingar eru
afturúrsigldir á
arbeiðsmarknaðarøki
numvera, at vit hava
alt ov spjaddan
arbeiðsmarkna. Ein
loysn kundi verðið, at
sett eitt føroyskt LO á
stovn
ÓSEMJUR Á ARBEIÐS-
MARKNAÐINUM
Páll Holm Johannesen
Jákup
Pauli
Strøm,
studentaskúlalærari, skriv-
aði fyri nøkrum árum síðan
bók um føroyska arbeiðs-
marknaðinum. Heitið á
bókini er »Tit bygdu hetta
land«, og viðger bókin
breitt viðurskiftini á før-
oyska arbeiðsmarknaðin-
um.
Jákup Pauli metir, at tað
eru fleiri orsøkir til, at tað
hevur verið so torført hjá
feløgunum á føroyska ar-
beiðsmarknaðinum
at
semjast um ein fastan gerð-
arrætt. Hann heldur, at alt
botnar í spurninginum,
hvussu nógv partarnir vilja
geva og taka.
– Eg haldi, at arbeiðsgev-
ararnir í Føroyum kundu
gjørt eitt sindur meira fyri
einum føstum gerðarrætti,
tí høvdu fakfeløgini fingið
nakað munagott afturfyri at
geva verkfalsrættin frá sær,
so høvdu vit møguliga havt
eina avtalu millum arbeiðs-
takararnar og arbeiðsgevar-
arnar í dag, sigur Jákup
Pauli Strøm.
Hann vísir á, at tað í
roynd og veru snýr sum
vald. Verkfalsrætturin er
avgerandi fyri arbeiðstakar-
arnar, og geva tey hann frá
sær, so missa tey nógv vald
mótvegis arbeiðs-gevarun-
um, heldur Jákup Pauli.
Hann metir tí, at vil man
koma
burturfrá
gomlu
naggatódnini millum ar-
beiðsgevarar og arbeiðstak-
arar, so er neyðugt, at ar-
beiðsgevararnir lúka nøkur
krøv hjá arbeiðstakarunum,
um teir skulu fáast geva
verkfalsrættin
frá
sær.
Jákup Pauli dugir ikki siga,
hvørji krøv talan kundi
verðið um, men leggur
afturat, tað átti at verið
møguligt at gjørt avtalu um
onnur viðurskifti enn lønar-
viðurskiftini, tí tað er van-
ligt í øðrum londum.
Søgufrøðingurin heldur
eisini, at tað er ov vánaligt
av pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum, at teir ikki
hava megnað at funnið
fram til eina semju á økin-
um øll hesi árini.
– Vit yvirtóku arbeiðs-
marknaðarmál við Heima-
stýrislógini í 1948, og
framvegis sita flestu feløg-
ini við ongari høvuðsav-
talu, ei heldur er ein yvir-
skipaður stovnur sum LO
fingin á stovn, og tað er ov
vánaligt, um vit skulu sam-
anbera okkum við onnur
lond, sigur Jákup Pauli
Strøm.
Ov spjødd
Spurdur, um hví vit eru
eftirbátar á arbeiðsmarkn-
aðarøkinum, svarar Jákup
Pauli, at tað eru fleiri
orsøkir til tess.
– Vit hava ein ómetaliga
spjaddan
og
rótutan
arbeiðsmarkna við nógvum
smáum feløgum, sum flest
øll vilja arbeiða sjálvstøð-
ugt. Afturat er arbeiðs-
marknaðurin sundurbýttur í
alment-privat, á sjógvi-
landi, og øll hesi áhugamál
eru torfør at samansjóða,
og tað er ein av grundun-
um, vit eru afturúr, greiðir
Jákup Pauli Strøm frá.
Jákup Pauli Strøm leggur
afturat, at ein uppløgd
loysn er at stovnseta eitt
føroyskt LO, sum kundi
savna feløgini, og tryggja
frið á arbeiðsmarknaðinum.
Men eisini á tí økinum,
hava partarnar torført við
semjast, sigur hann at enda.
-Spurningur um at geva og taka
Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen:
-Lóggeving er einfaldasta loysnin
Lóggeving fyri einum føstum gerðarrætti er einfaldasta loysnin, tí nú er nóg nógv práta aftur og
fram, heldur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
21
20