týsdagur 5. august 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 5. juli 2003
23
23
Nr. 144 • týsdagur • 5. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Nógv talar fyri, at
mótbrekkan hjá
teimum, sum í síðsta
triðinginum av
kappingini fara at
renna aftaná odda-
liðnum, verður sera
brøtt
11. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Næsta sunnudag verður
bara ein triðingur eftir at
hesum kappingarárinum.
Enn er tíðin ikki komin at
spenna trygdarbeltini fyri
at tryggja sær mjúka lend-
ing, men við støðutalvuni
eftir ellivu umfør sum veru-
leika og skránni hjá ein-
støku liðunum sum grund-
arlag er tað ikki heilt á
berum at filosofera yvir,
hvussu tað man fara at laga
seg næstu vikurnar.
Kappingin um at sleppa
undan beinleiðis niðurflyt-
ingini gerst alt minni. Skála
tapti sunnudagin fyri tíggj-
undu ferð í hesum kapping-
arárinum, og liðini, sum
teir skulu vinna seg fram-
um, um teir skulu sleppa
undan sessinum, sum teir
hava hildið heitan í so nógv
umfør, fóru uppaftur longri
frá teimum. Við sigrinum á
KÍ slapp VB av næstaftasta
plássinum. FSV megnaði
javnleik í Gøtu, men teir
duttu niður aftur á næst-
aftasta plássið, sum teir –
heldur enn nakar annar –
ikki tíma at vera á.
Hýrurin á skálamonnum
tykist ikki vera so ringur,
men nú sansar av álvara at.
Næsta sunnudag fara teir
fyri fyrstu ferð at spæla á
nýggja
undirlagnum
á
Skála, og tað verður ikki
eiti á uppgáva, sum verður
á skránni. Gestirnir vera
teir í oddaliðnum HB. Sam-
stundis sum Skála fer at
stríðast við HB, fara FS
Vágar og VB at spæla í
Miðvági. Um Skála tapir,
so verður munurin undir
øllum umstøðum uppaftur
størri hjá Skála upp til
áttanda plássið, enn hann er
eftir ellivu umfør.
Ongamanna landið
Fyri EB/Streym var tað
sjálvandi framúr hugaligt,
at teir fyri aðru ferð í ár
megnaðu at vinna 3–1
ímóti B36. EB/Streymur er
framvegis á sætta plássin-
um, sum er hægri, enn teir
nakrantíð áður hava verið.
Men tað eru møguleikar
fyri, at teir kunnu røkka
upp aftur hægri. Sunnudag-
in skulu teir til Klaksvíkar,
har teir áður hava staðið seg
væl. EB/Streymur tykist
hava einstaklingarnar, sum
megna at fáa nógv burturúr,
tá ið teir verða sendir í skjót
mótálop. Lítil ivi tykist
vera um, at EB/Streymur
fer at røkka bestu endastøð-
uni nakrantíð, men teir fara
ikki at stríðast um heiðurs-
krónurnar og harvið altjóða
luttøku.
KÍ tapti í Vági. Úrslitið er
staðfesting av tí, sum hevur
verið at sæð mesta partin av
árinum. Avrikini eru mis-
jøvn, og úrtøkan er ikki til
meiri enn plasering mitt í
talvuni. Tað kann ikki rokn-
ast við endastøðu millum
tey bestu, tá ið bara eitt stig
fæst burturúr ímóti VB,
sum higartil hevur stríðst
fyri at sleppa undan niður-
flytingini. Klaksvíkingar
kunnu framvegis skava eitt
sindur saman av stigum,
men teir fara ikki at røkka
heiðursmerkjum.
Í summarsteðginum vón-
aðu gøtumenn, at teir
kundu vaska talvuna heilt
blanka, og at teir so at siga
skuldu byrja av nýggjum.
Men teir hava framvegis
lyklaspælarar á skaðalist-
anum, og úrslitini í steypa-
finaluni og á heimavølli
ímóti FS Vágum hava verið
vónbrot. Teir eru tólv stig
aftanfyri
oddaliðið,
og
harvið sær tað heilt svart út
fyri, at GÍ enn eina ferð
skal sleppa upp í part í al-
tjóða kappingunum.
Trio vorðin til kvartett
í toppinum
B36, HB og NSÍ vóru í
summarsteðginum trioin,
sum tað varð roknað við
skuldi kappast um atgongu-
merkini til altjóða fótbólt
næsta ár. Hesi trý feløgini
eru framvegis øll við í hesi
kappingini, men støðutalv-
an boðar frá, at B68, sum í
ellivu dystum bara hevur
latið sjey mál fara ígjøg-
num, eisini er kandidatur til
altjóða fótbólt. Í løtuni eru
teir á bronsuplássinum,
meðan NSÍ – í hvussu so er
í hesi vikuni – má smyrja
seg við fjórða plássinum.
Tað eru framvegis møgu-
leikar fyri, at tað, sum nú
vendir upp, kann venda
niður, tá ið øll liðini hava
spælt sjey ferðir afturat.
Men kortini er tað soleiðis,
at tað skal alt meiri til, sum
umfar fer at detta av um-
fari, at troðka seg uppaftur í
spíssin. HB er tvey stig
frammanfyri B36. B36 má
roknast sum favorittur á
heimavølli ímóti B68 næsta
sunnudag, men HB má
roknast sum størri favoritt-
ur, tá ið nummar eitt sunnu-
dagin fer at spæla á Skála
ímóti nummar tíggju. Um
HB vinnur, og um B36 ikki
vinnur, so verður munurin
næstan órógvandi stórur,
um spenningurin er met-
ingargrundarlagið.
HB, sum ímóti NSÍ vann
1–0 fyri fyrstu ferð síðani
16. september í 2001, tá ið
teir í sekstanda umfarinum
vunnu á heimavølli ímóti
EB/Streymi – tykist eisini
eiga lættari uppgávur á, enn
hini oddaliðini eiga. HB og
NSÍ hava spælt tvær ferðir,
og HB skal spæla ímóti
B36 og B68 í Gundadali.
B36 eigur umframt heima-
dystir ímóti HB og B68 í
Gundadali NSÍ í Runavík.
B68 skal spæla ímóti NSÍ á
heimavølli og báðum havn-
arfeløgunum á útivølli, og
NSÍ eigur B36 á heimavølli
og B68 á útivølli.
Umframt hesar lykla-
dystirnar
kunnu
aðrir
sjálvandi fara at vísa seg
týdningarmiklir fyri enda-
støðuna. HB eigur tríggjar
dystir á uttanfyri Havnina.
Teir eru á Skála (nú sunnu-
dagin) og í Gøtu (annan
sunnudag), har teir mugu
roknast sum favorittar, og
so á Eiði, har teir onkra
ferðina áður ikki hava
fingið fult. B36 skal til
Klaksvíkar, har KÍ ivaleyst
í hvussu so er fer at gera
eina roynd at vísa at vaska
ússaligu úrslitini ímóti B36
burtur, og B36 skal til
Gøtu. B68 skal til Vágs, har
tað er torført hjá øllum at
vinna, og NSÍ skal bæði til
Vágs og Klaksvíkar.
HB tykist eiga slættastu gøtuna
Rómurin var øgiligur, tá HB í fjør ognaði sær gullið. Enn er langt eftir á mál, men tað tykist kunna benda tann vegin, at HB skal gerast fyrsti meistarin síðani GÍ
í 1993-1996, sum megnar at endurvinna meistaraheitið
Í løtuni er Fótbólts-
sambandið í samráð-
ingum við landsliðs-
venjaran um møgu-
liga leingjan av
samstarvinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Inniverandi undankapping-
in hjá føroyska fótbólts-
landsliðnum er nú um at
nærkast endanum. Hetta
merkir samstundis, at sátt-
málin, sum FSF og Henrik
Larsen hava havt, nú er um
at renna út, og tí er spurn-
ingurin, hvørt talan skal
vera um framhald við sam-
starvinum.
Samráðast
Tað eydnaðist okkum ikki
mánadagin at fáa orðið á
Jens Erik Magnussen, sum
er formaður í landsliðs-
nevndini hjá FSF, men Ísak
Mikladal,
aðalskrivari,
váttar fyri Sosialinum, at
Fótbóltssambandið í løtuni
er í samráðingum við Hen-
rik.
Hetta fær illa merkt ann-
að enn, at tað er eitt før-
oyskt ynski um, at Henrik
Larsen í øllum førum tvey
ár afturat verður føroyskur
landsliðsvenjari.
Og tað man lítið vera at
ivast í, at stórur partur av
fótbóltshugaðu Føroyum
eisini hevur ynski um, at
Stóri verður verandi her
eina tíð afturat. Byrjan
hansara í sessinum var
kanska av tí heldur tyngra
slagnum, og orðini um
setanina vóru nógv. Eisini á
hesum síðum varð funnist
at, at tað gekk ov long tíð,
áðrenn hann kom til Føroya
at síggja nakran dyst, eins
og tað eisini varð mett sum
dekan ov nasadjarvt, at
hann skuldi boða frá, at nú
skuldu Føroyar hava í
minsta lagi sjey stig.
Framburður
Tey sjey stigini, koma Før-
oyar so neyvan at fáa, hóast
tað enn resta nakrir dystir at
spæla í undankappingini.
Hinvegin er einki at ivast í,
at Føroyar ongan tíð hava
verið so nær við so nógvum
stigum í nakrari undan-
kapping, sum vit hava verið
hesaferð. Móti Skotlandi
var tað bert ein bøkkur á
Svangaskarði, sum oyði-
legði føroyska møguleikan
at skjóta seg upp á 3-0. Í
Týsklandi var Hjalgrím
Elttør bert sentimetrar frá
at javna til 2-2 í seinastu
løtuni av dystinum, og bæði
á Laugardalsvøllinum móti
Íslandi og á Tórsvølli móti
Týsklandi, var tað ikki fyrr
enn
í
evstu
løtu,
at
mótstøðuliðini
skoraðu
sigursmál síni.
Hetta eru í øllum førum
úrslit, sum boða frá før-
oyskum framburði, og tá
venjari so eisini tykist hava
funnið seg væl til sættis í
føroysku mentanini, er tað
tí helst væl skiljandi, at før-
oysku
fótbóltsbossarnir
vilja leingja samstarvið.
Hvussu tað higartil hevur
gingist við samráðingum,
vil Ísak Mikladal ikki siga
nakað sum helst um, men
føroyska landsliðið fer í
næstum undir tær tríggjar
seinastu uppgávurnar, og
einki er at ivast í, at bæði
FSF, leikararnir og Henrik
Larsen sjálvur fegnir høvdu
vilja sæð eina avkláring á
málinum, soleiðis at hetta
ikki kann koma at órógva
fyrireikingarnar.
FSF vil hava Henrik
at halda fram
Henrik Larsen og FSF eru í løtuni í ferð við at samráðast um,
hvørt talan skal vera um leingjan av samstarvinum
C
M
Y
K
22