Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 5. juli 2003 25 25 24 Nr. 144 - 5. juli 2003 C M Y K 24 Komandi vikuskiftið fer eitt føroyskt talv- lið til Íslands at telva siðvanda landsdystin móti íslendingum úr norður og eystur- landinum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Hesir serligu landsdystir vórðu av fyrstan tíð, mitt í 70´unum, leiktir millum flestu fremstu føroysku telvararnar og mætastu ís- lendingarnar. Skjótt sást at munurin landanna millum var alt ov stórur. Íslending- ar høvdu stórmeistarar millum telvararnar, og sjálvt teir, og liðið sjálvt, fingu als onga gleði av at hølva føroyingarnar av við stórum siffrum. Avgjørt varð tí, at íslend- ingar framyvir ikki kundi manna liðið við umboðum úr Reykjavík, men ístaðin bert brúka telvarar úr norð- ur og eysturlandinum. Broytingin hevur viðført javnar dystir seinastu tjúgu árini, og er tað til gagns og gleði fyri báðar partar. Liðið kundi verið sterkari Einir 10-12 føroyingar fara sum sagt í ein útnyrðing komandi vikuskiftið. Tíggju telvarar leika á hvørjum liði, og vanligt hevur verið at havt ein ella tveir eykamenn við um eitt nú sjúka uppstendur, ella kanska um onkur telvari ikki kennir seg í góðum formi. Telvað verður nevn- liga tveir dystir og oftani verður seinni dysturin nýtt- ur soleiðis, at eykamennir- nir fáa høvið at royna seg. Í ár verður føroyska liðið ikki eins sterkt sum framm- an undan vónað. Eitt nú er bert ein OL-telvari umboð- andi í ferðalagnum, nevn- liga IM John Rødgaard. Í skrivandi løtu eru næstu telvararnir eftir Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen og Martin Brekká Endaliga liðið er tó ikki sett, eftirsum tað enn ber til hjá telvarum at tekna seg til tann altíð hugnaliga túrin til grannaland okkara. Setið tykkum í samband við Rana Nolsøe, forseta Talv- sambandsins. 10-12 teir sterkastu, ið tekna seg, sleppa við á túrinum. Aðrir sum hava víst áhuga fyri dystinum, og hava teknað seg, eru eitt nú Finnbjørn Vang, Arild Rimestad og Jón Mikkel- sen. Føroyingar vunnu seinast Í roynd og veru hava føroy- ingar ikki tapt á íslend-ing- um síðani 1997. Tað árið endaði dysturin 10-10, men tá fremstu borðini hjá ís- lendingunum vunnu fleiri stig enn tey føroysku, vunnu íslendingar dystin. Søgan endurtók seg í 1999, tá telvað varð í Íslandi. Dysturin endaði eisini 10- 10, men føroyingar taptu vegna færri stig á ovaru borðunum. Í 2001 bragdaði, tá mun- urin varð óvæntaður stórur. Føroyingar vunnu við ein- um vælmannaðum liði knasandi stórsigur. Til dømis kann nevnast, at Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen mannaðu aftastu borðini. Vinnarar síðani 1991: 1991: Ísland (í Akureyri) 1993: Føroyar (Klaksvík) 1995: Ísland (Akureyri) 1997: Ísland (Tórshavn) 1999: Ísland (Akureyri) 2001: Føroyar (Tórshavn) Kramnik og Anand fáa mótstøðu Superstórmeistarakappingi n í Dortmund er byrjað, og fremstur eftir fýra umfør er óvæntað Viktor Bologan (2650) úr Moldovia. Hann hevur heili 3,5 stig, og hev- ur vunnið bæði Viswana- than Anand (2774) og Peter Leko (2739). Tveir góðir skalpar, má sigast Bologan, ið áður ikki hevur roynt seg í tílíkum sterkum kappingum, hevur sýnt telving í heimsklassa og er eitt stig framanfyri tann næsta, Vladimir Kramnik (2785). Eitt ungt týskt talent, Arkadij Naiditsch (2574), er tann triði í røðini við tveimum stigum, meðan Leko og 16 ára gamli Teimour Radja- bov (2648) hava hálvtannað stig. Seinasti telvari í fylg- inum er Anand, sum als ikki hevur fingið spæl sítt á glið. Bert tveir javnleikir og tvey tap er úrtøka hansara higartil. Fýra umfør eru leikt og seks resta í. Telvað verður nevnliga dupultumfar. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 HB 11 7- 3 - 1 26 13 13 24 2 B36 11 7- 1 - 3 24 11 13 22 3 B68 11 5- 5 - 1 13 7 6 20 4 NSÍ 11 5- 4 - 2 20 10 10 19 5 KÍ 11 5- 2 - 4 11 16 -5 17 6 EB/ Streymur 11 4- 4 - 3 19 19 0 16 7 GÍ 11 3- 4 - 4 14 17 -3 13 8 VB 11 2- 3 - 6 11 20 -9 9 9 FS V 11 2- 2 - 7 14 25 -11 8 10 Skála 11 1- 0 -10 6 20 -14 3 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 ÍF 9 7- 2 - 0 19 6 13 23 2 Sumba 9 5- 3 - 1 21 5 16 18 3 TB 9 5- 1 - 3 21 14 7 16 4 VB 9 5- 1 - 3 19 12 7 16 5 AB 9 3- 4 - 2 17 12 5 13 6 KÍ 9 4- 1 - 4 16 27 -11 13 7 LÍF 9 3- 1 - 5 11 21 -10 10 8 B36 9 2- 3 - 4 14 13 1 9 9 B71 9 2- 1 - 6 13 13 0 7 10 B68 9 0- 1 - 8 4 32 -28 1 Máltindurin, 1. deild Heðin á Lakjuni B36 7 John Petersen B36 7 Andrew av Fløtum HB 6 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Birgir Jørgensen VB 6 Krzystof Popczynski GÍ 5 Karsten From HB 5 Hjalgrím Elttør KÍ 5 Helgi L. Petersen NSÍ 5 Súni Fríði Johannesen B68 4 Sorin Anghel EB/S 4 Rúni Nolsøe HB 4 Milan Kulic VB 4 Jákup á Borg B36 3 Dánjal Hansen B68 3 Egil á Bø EB/S 3 Hans Pauli Samuelsen EB/S 3 Clayton Soares FSV 3 Kim Poulsen FSV 3 Símun Samuelsen GÍ 3 Rógvi Jacobsen HB 3 Tór-Ingar Akselsen HB 3 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 3 Landsdystur í Íslandi John Rødgaard er einasti OL-telvarin á liðnum, sum í næstum fer til Íslands at royna seg Eftir sjey sigrar á rað mátti B36 geva odda- sessin frá sær, tá tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist einum oddaliði at halda tørn á Mølini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í nógvar mátar hevur árið í ár verið nakað øðrvísi hjá EB/Streymi, enn tað plagar at vera. Í øllum førum so- leiðis, at liðið longu um hálvt kappingarárið hevði sloppið sær av við alt, sum líktist einum niðurflyting- arvanda. Á einum øki er støðan tó óbroytt. Tá oddalið koma norður at vitja, skulu tey ikki rokna við at fáa so nógv sær heimaftur. Sunnudagin var tað B36, sum vitjaði, og í øllum førum fyrstu løtuna tóktust teir hava sett sær fyri, at teir ikki skuldu detta í somu grøv sum ávíkavist GÍ og HB hava gjørt, tá tey sein- astu bæði árini hava vitjað á Eiði. Frá fyrsta bríksli royndu gestirnir nevnliga at leggja stórt trýst á mótstøðuna, og eitt skifti tóktist eisini, sum um fór heimaliðið ikki at hóra undan hesum. Heldur enn at royna at spæla seg burtur úr trýstinum, varð í nógvum førum bara valt at sparka burtur, og tí var al- oftast lag á manni hjá gest- unum at seta nýtt álop ígongd. EB/Streymur hevði mill- um lítið og einki havt at bjóða frameftir vøllinum, tá teir við eitt fingu lagt seg á odda. Tróndur Vatnhamar skuldi byrja nýtt álop, tá hann kastaði bóltin til ein heldur kroystan Allan Mørkøre. Hesin royndi seg við sending inn á vøllin, men Ronnie Samuelsen hevði lisið hann av, og eftir at vera komin ímillum sendi hann inn um verjuna, har Sorin Anghel gjørdi skjótt av, og legði heima- menninar framum. Hóast skelkin, so var tað tó skjótt, at árstalsfelagið svaraði aftur. Eitt av fleiri álopum endaði við innleggi til Jens Kristian Hansen, sum hegnisliga legði niður til John Petersen, og hesin smekkaði alt fyri eitt bóltin inn, uttan nakran møgu- leika hjá Gunnari á Steig at verja fyri. Dýrur brots- sparksdómur Ivaleyst hevði B36 eftir hetta ætlað at sett seg full- komuliga á dystin. Tað vóru eisini framhaldandi teir, sum høvdu yvirtakið í spælinum, men heimaliðið var nú eisini betri við, og talan var ikki longur um sama dominans, sum tað hevði verið undan hesum. Tó var tað framvegis so, at tað var oddaliðið, sum royndi at trýsta, men stutt fyri steðgin tók dysturin tó eina avgerandi vend. Sorin Anghel royndi at sleppa leysur í brotsteigin- um, men ein nakað sein takling sendi hann um. Eiler Rasmussen ivaðist ikki, men floytaði fyri brotssparki, og hetta hóvaði B36 alt annað enn væl. Orðadrátturin mótvegis dómaranum gjørdist óvan- liga harður, og fyri B36 mundi tað kennast sum steinur oman á byrðu, tá dómarin gav Allani Mørk- øre ostaskorpuna, tá hesin á nakað ófantaligan hátt hevði sagt sína hugsan um dómin. Men líka mikið, hvussu B36 mutaði ímóti, so stóð dómarin við sítt, og langt um leingi slapp Egil á Bø framat ellivu metra blettin- um, og uttan stórvegis himpr sendi hann bóltin í kassan til nýggja leiðslu. Eftir steðgin royndi B36 – hóast í undirtali – at seta nýtt trýst á heimaliðið. Teir hjá EB/Streymi høvdu iva- leyst ikki roknað við, at teir skuldu verða trýstir so- mikið nógv av tíggju monnum, og fleiri ferðir var um reppið, at tað gjørd- ist heilt vandamikið, tá innlegg vórðu send í brots- teigin hjá heimaliðnum. B36 royndi at leggja alt meira fyri, og ivaleyst vóru tað fleiri kring vøllin, sum roknaðu við einum nýggj- um brotssparksdómi, tá John Petersen varð feldur inni í brotsteiginum, men ta ferðina tagdi floytan hjá dómaranum. Nakað sum eftir dystin var viðvirkandi til, at gestirnir høvdu best- an hugin at geva dómaran- um skuldina fyri stigini, sum teir ikki fingu. Og so var tað, at Sorin Anghel kundi punktera dystin. Eitt langt málspark endaði hjá vandamikla rumenska álopsmanninum. Hann sneiddi Pól Thor- steinsson av sær, áðrenn hann av brotsteigarmarkin- um sendi eitt gott skot móti B36 málinum, og tá bólt- urin spílaði meskarnar, mundu teir flestu av teim- um hvítu og svørtu ásanna, at dysturin var taptur. Somikið meinur var smeiturin, at gestirnir ong- an tíð fingu nakað veruligt trýst aftur, og heldur kundi tað verið hinvegin, at heimaliðið økti um leiðsl- una. Millum annað tá Sorin Anghel úr púra leysari støðu sendi uppum, tá Tróndur Vatnhamar bert fekk hálvbjargað einum skoti frá Jákupi Martin Joensen. Tungur endaspurtur Við sigrinum syrgdi EB/ Streymur fyri, at teir enn halda fast í góðu rútmuni, sum hevur eyðkent liðið hetta kappingarárið, og sum higartil hevur viðvirkað til, at liðið liggur fyri mið- skeiðis á stigatalvuni, held- ur enn at vera partur av niðurflytingarstríðnum. Og í løtuni er nógv, sum bendir á, at liðið framhaldandi fer at toyggja seg upp eftir á stigatalvuni. Komandi dystirnir eru ímóti ávíka- vist KÍ og FS Vágum, og uttan at seta niður á nakran, so kann helst staðfestast, at hetta eru dystir, har EB/ Streymur hevur møguleik- an fyri stigum, og megna teir hetta, so fer støðan at gerast meira enn hugalig hjá teimum. Hjá B36 var talan hin- vegin um ein av teimum heilt ringu døgunum. Eftir sjey sigrar á rað í lands- kappingini – umframt sigur í steypakappingini – kom liðið í øllum førum so ruddiliga niður aftur á jørðina, og spurningurin tykist nú vera, hvørt liðið fer at vera ført fyri at liva upp til favoritt-heitið, sum teir fingu frá flestum síðum undan kappingini. Komandi tveir dystirnar skal liðið spæla á heima- vølli ímóti ávíkavist B68 og Skála, og skal nøkur vón vera um eina topp-plaser- ing, skal talan helst verða um seks stig her, áðrenn farið verður undir tunga endaspurtin. Tungur, tí B36 í seinastu fimm dystunum millum annað skal ferðast til Klaksvíkar, Runavíkar og Gøtu, umframt at annar at teimum báðum seinastu heimadystunum er ímóti HB. Dysturin í tølum EB/Streymur-B36 3-1 (2-1) 1-0: Sorin Anghel 1-1: John Petersen 2-1: Egil á Bø (br.) 3-1: Sorin Anghel Dómari: Eiler Rasmussen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Bárður Olsen – Jákup Martin Joensen, Marek Wierzbicki, Ronnie Sam- uelsen, Magni á Lakjuni – Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Pól Thor- steinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen – Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen, Heðin á Lakjuni – Jákup á Borg, John Peter- sen EB/Streymur-B36 3-1 (2-1): Oddaliðið fall á Mølini John Petersen var aftur hesa ferð á blettinum fyri B36, men tað munaði lítið í samlaða úrslitinum, tá EB/Streymur fyri aðru ferð í ár setti B36 upp á pláss