Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 5. juli 2003 27 26 Nr. 144 - 5. juli 2003 teimum á samankomingini, tá eitt skot frá Ian Højgaard varð avrættað, og eftir steðgin kendu teir seg í tveimum førum snýttar av dómaranum, tá hesin ta fyrru ferðina bríkslaði fyri frísparki, tá Gert Langgard vann bóltin í dysti við HB- málverjan, og tá hann seinnu ferðina lat vera við at bríksla, tá Bárður Jo- hannesen togaði í Jónstein Petersen, so hesin ikki fekk gjørt sær dælt av eini grovari feilmeting hjá mál- verjanum. Tríggir møguleikar, sum allir vóru meira nær við enn næstan, men skulu mis- nýttu HB-møguleikarnir takast við, so vildi tað verið púrasat burturvið, um NSÍ skuldi fingið nakað við sær heimaftur. Ikki minst mundu allar flestu áskoðar- arnir síggja bóltin í NSÍ málinum, tá Rógvi í tveim- um atløgum royndi seg, men fyrru ferðina bjargaði Jens Martin frágera væl, og tá Rógvi fá sekundir seinni fluktaði, brast bólturin á undirsíðuna av tvørtrænum. Tað fingu teir ikki, og við hesum hevur HB nú aftur strítt seg upp á ovasta sessin á stigatalvuni. Og at meta eftir eftirverandi dyst- arskránni, so noyðist havn- arliðið nú nærum at átaka sær favoritt-leiklutin í FM- stríðnum. Í mun til grann- arnar, so hava teir í øllum førum verið í bæði Runavík og Klaksvík, og eisini hava teir leikt dystirnar á Toftum og í Vági, har HB oftani hevur tað ógvuliga trupult. Havandi ójøvnu gongd- ina fyri summarsteðgin í huga, so er tað tó langt ífra, at HB-leikararnir longu nú fara at taka sær av løttum. Enn eru sjey ferðirnar 90 minuttir eftir at leika, men megnar liðið ígjøgnum hes- ar at sýna sama hugburðin, sum teir gjørdu sunnu- dagin, so verður tað í øllum førum meira enn tungt hjá nøkrum av mótstøðuliðun- um at gera nakað sum helst við meistararnar. Dysturin í tølum HB-NSÍ 1-0 (1-0) 1-0: Andrew av Fløtum Dómari: Lassin Isaksen. Skuldi verið munandi harð- ari í revsingini, tá eftirtakl- ingar stóran part av dystin- um vóru gerandiskostur, uttan at hetta kostaði nakað fyri leikararnar. HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Hallur Danielsen – Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Pet- ersen – Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen Við einum uppibor- num sigri á NSÍ hevur HB nú aftur lagt seg á odda í fótbóltslands- kappingini, men einki er at ivast í, at Runa- víkingar hava ringan smakk í munninum eftir avrikið sunnu- dagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað vóru tvey av liðunum, sum seinnu árini hava sýnt nakað av tí mest ferðmikla og undirhaldandi fótbólts- spælinum, sum hittust í Gundadali sunnudagin. Í fjør vóru HB og NSÍ eisini tey bæði fremstu liðini í landskappingini, og nú tey aftur togast um at koma heilt fram í oddin, var tað tí við stórum spenningi – og helst eisini høgum vónum – at áskoðararnir leitaðu sær í Gundadal sunnudagin. Ikki at kenna aftur Hvørt tað er summarsteðg- urin, sum hevur órógvað, ella um talan bara var um ein av teimum keðiligu døgunum, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men sannleikin er, at serliga runavíkingar høvdu ilt við at staðfesta, hví teir skulu roknast millum fremstu liðini í landinum. Har var nevnliga snøgt sagt einki at hóma av tí, sum annars hevur vøru- merkið hjá liðnum. Bakk- arnir hjá HB lótu seg á ongan hátt lokka ov langt niðan á vøllinum, og tí høvdu runavíkingarnir sera ilt við at fáa glið á djúpu sendingarnar til kantarnar, sum annars hevur verið stóra styrkin hjá liðnum. Tí bleiv fyri tað mesta roynt at kroysta bóltin niðan eftir miðásini, har HB mið- vøllurin ongar trupulleikar hevði. Ella eisini vórðu langir bóltar sendir niðan í heysin á Símun Eliasen, sum ikki hevði nevniverdar trupulleikar í luftdystunum móti ávíkavist Helga og Sonna L. Petersen. Av hesum einføldu or- søkum megnaðu runavík- ingar mest sum ikki at skapa nakað, og ótrygg- leikin í uppspælinum førdi eisini við sær hópin av møguleikum til heimaliðið. Longu í øðrum minutti átti Andrew av Fløtum helst at gjørt bart, tá hann varð púra leysur við Jens Mart- ini Knudsen, men hvørki hann, Rúni Nolsøe ella Hallur Danielsen vóru nóg neyvir, tá teir høvdu gyltar møguleikar. Frísparkið avgjørdi Sum hálvleikurin leið, so fingu runavíkingar tó meira skil á verjupartinum av spælinum, men best sum tað tóktist ganga tann veg- in, at tað skuldi verða mál- leyst fyri steðgin, slapp HB upp á talvuna. Kanska var talan um eitt fríspark av tí heldur bíliga slagnum, sum Andrew av Fløtum vann sær í nærdyst í Kára Hansen, men hevði verjuleikarin gjørt skjótari av, var vandin helst ongan tíð íkomin. Jens Martin hevði iva- leyst roknað við, at Andrew fór at royna seg við einum skrúvandi skoti upp um manngarðin, men ístaðin høgdi álopsmaðurin mitt í málið, har landsliðsmál- verjin stóð sum kánus, meðan bólturin ferðaðist ótarnaður inn í meskarnar. Uttan iva eitt mál, sum landsliðsmálverjin kundi og átti at vart fyri, men hin- vegin var hetta heldur ikki meira, enn HB hevði uppi- borið. Sterk tilgongd Tað var kanska væntandi, at NSÍ fór at seta meira ferð á eftir steðgin í eini roynd at venda dystinum. Fyrstu pinkalítlu løtuna tóktist gulu menninir eisini vera nakað ídnari, enn teir høvdu verið fyri steðgin, men veruliga at hótta heimaliðið megnaðu teir ikki. Til tess var heimaliðið alt ov væl skipað. Serliga var tað á miðvøllinum, at HB var omaná í øllum, men yvirhøvur tykist Frank Skytte nú at hava funnið eina blending, sum fer at gera tað meira enn trupult hjá øðrum liðum at gera nakað við HB. Við Hans á Lag og Sím- uni Eliasen aftur í verju- partinum hevur venjarin í øllum førum fingið nakrar nógv fleiri møguleikar at seta liðið saman. Hesa ferð gav hetta úrslit í, at Karsten From varð settur á beinkin fyri tað mesta, meðan Rógvi Jacobsen hevði leik- lutin sum miðframherji. Rógvi hevur kanska ikki somu ferð á sær, sum danski álopsmaðurin, men við kropsligu styrki síni og ikki minst góða høvuðs- spælinum er hann eitt sera gott vápn sum target- maður. Tað merktist eisini aftur í, at tær fáu ferðirnar HB kom undir nakað, sum líktist trýsti, kundu teir við góðum úrsliti senda langt niðan til Rógva, sum í fleiri førum antin fekk stútað niður til viðleikarar, ella bara tikið ímóti og síðani bíða, til liðið hevði førkað seg longur upp. Við kvika Tór-Ingar Akselsen og tekniskt sterka Andrew av Fløtum við síðuna av Rógva tykist blandingin av ymsum dygdum eisini vera í lagi í álopspartinum, og so leingi sum Martin Christ- ensen heldur fram við sínum arbeiðsavriki á mið- vøllinum, er saknurin í Rógva ikki so stórur her, sum tað annars hevði verið vandi fyri. Líkist einum favoritti Hóast tað soleiðis uttan nakað sum ivamál var ein fult uppiborin sigur, sum HB vann sær, so var tað tó um reppið, at runavíkingar kundu stolið annað stigið við sær heimaftur. Fyri steðgin endaði ein- asta veruliga royndin hjá HB-NSÍ 1-0 (1-0): Meistarar á meistarakós Hóast hann enn ikki er í fullgóðari dystarvenjing, so hevur Hans á Lag givið HB-venjarunum munandi fleiri alternativ í liðsamansetingini, og eisini er hann ein góð hóttan við deyðbóltsstøður Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ álopið og Helgi L. Petersen høvdu óvanliga truplar umstøður at virka undir sunnudagin, tá NSÍ ikki fekk nakað sum helst at koyra yvir kantarnar Mynd: Álvur Haraldsen Kanska kendu runavíkingar seg snýttar, tá teir ikki fingu eitt brotsspark í hesi støðuni, men floytan tagdi, og í øllum førum hevði tað so als ikki verið í tráð við spælbýtið, um gestirnir skuldu fingið nakað við sær heimaftur Mynd: Álvur Haraldsen