Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 5. juli 2003 29 29 28 Nr. 144 - 5. juli 2003 C M Y K 28 Sama gongdin, sum higartil hevur givið Skála so lítla úrtøku, gjørdi seg aftur gald- andi á Svangaskarði FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað hevur so ofta verið nevnt fyrr í summar, og tað kanska kennist eitt sindur troyttandi, men tað var aftur sunnudagin ein veru- leiki. Serliga í 1. hálvleiki vóru tað skálamenn, sum vóru spælstýrandi, tá ið teir vitjaðu á Toftum. Á mið- vøllinum høvdu teir nógv størri tyngd enn heima- menninir. Teir vunnu nær- dystirnar, teir vóru betri við bóltinum, teir fluttu seg betur, og harvið høvdu teir lættari við at finna hvønn annan. Sveinur Justinssen og Alexander Jovevic dugdu væl at streiða send- ingarnar í borðini og fram eftir miðásinum, og tað sá ikki so galið út. Men sum so mangan – ella rættari næstan hvørja ferð – so spurdist eingin úr- tøka burturúr. Albert Sævar- son hevði góðar bjargingar eftir royndir frá Jónhardi Frederiksberg og Alexander Johansen, men fyri tað mesta var lítil og eingin tyngd í Skála spælinum, tá ið teir nærkaðust brotsteig- inum hjá heimamonnunum, og talan var um ongan brodd, tá ið tað skuldi royn- ast ímóti málinum. Tríggjar teir fyrstu minutt- irnar vóru toftamenn omaná, men so tók Skála yvir, og tá ið teir ferð eftir ferð høvdu verið kring og í brotsteiginum, uttan at teir høvdu megnað at fingið mál – eisini tá ið teir fleiri ferðir høvdu verið tríggir ímóti tveimum – so líka sum fánaði møguleikin fyri, at tað skuldi lata seg gera. B68 royndi at flyta verj- una langt fram á vøllin. Tað var rættuliga vandamikið hjá teimum, men linjuverj- in var vakin, og hóast tað onkra ferðina var heilt tep- urt, so duttu Bogi Greger- sen, Jónhard Frederiksberg og Alexander Johansen mest sum hvørja ferð í fell- una. Og so gekk tað, sum tað so ógvuliga ofta hevur gjørt í fótbólti. B68 hevði verið rárur gestur í brotsteiginum hjá Eugen Voda, men tað vóru kortini teir, sum fingu fyrsta málið. John Heri Dam fekk eftir Skála horna og skjótt útspæl fyrsta møguleikan, tá ið hann varð spældur leysur mitt fyri, men meðan hann ivaðist í, um hann skuldi lyfta upp um málverjan, ella um hann skuldi sneiða framvið honum, varð hann taklaður. So legði Dánial Hansen í yvirtíðini í fyrra umfar- inum høgt fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Hans Fróði Hansen var rættiliga vandamikil í luft- krígnum við Eugen Voda. Bólturin fór úr aftur brots- teiginum og eitt sindur í vinstru til Jóhan Petur Poul- sen, sum lyfti innfyri aftur. Sendingin tóktist liggja eitt vet aftanfyri púra leysa John Hera Dam, sum fram- úr hegnisliga í besta Zuma stíli við hælinum lyfti bólt- in upp um seg sjálvan og harvið gjørdist púra leysur og var nóg kaldur at seta framvið málverjanum. Eitt flott mál sum saman við tí, sum Jóhan Petur Poulsen skoraði ímóti HB, man vera besti kandidatur higartil til ársins mál á Svangaskarði. Noyddust at umskipa Fróði Benjaminsen hevur ikki átt sama leiklut higartil í ár, sum hann hevur havt seinastu árini. Eitt nú hevur hann ikki verið so málsøk- in, sum hann ofta hevur verið. Ímóti Skála var hann leikbannaður, og tá sást sera væl, at hann ikki var við. Tað var ov lítil tyngd í sentrala miðvallar spæl- inum hjá heimaliðnum, og tað var sjáldan, at tað eydn- aðist at fáa skipað álops- spæl í lag. B68 var í 3-5-2 útgangs- støðu, men teir umskipaðu skjótt, soleiðis at Dánial Hansen fór aftur á vong- verjan í høgru, Arnbjørn Danielsen í vinstru og John Heri Dam í álopið í 4-4-2 skipan. Miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist Arnbjørn Danielsen at taka seg butur- úr, og tá var aftur neyðugt at umskipa. Eftir eitt lítið korter av seinna umfarinum sá Alex- ander Jovevic gula kortið fyri aðru ferð, og tað átti at havt við sær, at tað loysnaði hjá B68. Men soleiðis tók tað seg ikki upp. Skipaðum spæli var í seinna umfar- inum lítið av. Sum tíðin leið, royndi Skála at flyta meiri fólk fram, men Hans Fróði, Jákup Eli, Dánial og ikki minst Albert Sævars- son í málinum, sum aftur hesa ferð vísti, hvussu sera væl hann dugur at lesa spælið, vóru rættuliga drúgvir. At skálamenn sleptu alt meiri í verjupartinum hevði við sær, at B68 hevði møguleikar, men tað kom ikki meiri burturúr. Skálamenn løgdu rygg til enn eitt tap, og toftamenn vunnu 1-0 fyri triðju ferð í ár. Eftir ellivu umfør hava teir 20 stig við málmun- inum 13-7. Tað man vera fram ímóti onkrum slagi av meti. Dysturin í tølum B68-Skála 1-0 1-0: John Heri Dam 45. B68: Albert Sævarsson – Arnbjørn Danielsen (Øssur Jacobsen, 23.), Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen – Jóhan Petur Poulsen (Jóhan Dávur Højgaard, 82.), Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 73.), Øssur Hansen, John Heri Dam – Dánial Hansen, Súni Fríði Johannesen Gult kort: Øssur Jacobsen, Jann Ingi Petersen, John Heri Dam, Jóhan Petur Poul- sen, Súni Fríði Johannesen Skála: Eugen Voda – Mari- us Joensen, Ronnie Han- sen, Jaic Dusan, Hanus Thorleifsson – Alexander Jovevic, Pauli G. Hansen, Sveinur Justinussen, Alex- ander Johansen (Jógvan Martin Hansen, 74.) – Bogi Gregersen, Jónhard Fred- eriksberg (Bárður Daniel- sen, 74.) Gult kort: Pauli G. Han- sen, Alexander Jovevic, Bogi Gregersen Reytt kort: Alexander Jove- vic 59. (tvey gul) Dómari: Birgir Sondum B68-Skála 1-0 (1-0): Albert og B68 verjan hildu aftur tætt 2. DEILD Jóannes Hansen Fuglfirðingar eru lættir, eftir at teir hava gjørt ferðina suður til Sumbiar burtur av sær. Eftir summarsteðgin skal ÍF tríggjar ferðir um Suður- oyarfjørð. Fyrsta ferðin endaði málleys á Kross- inum í Sumba. Tað var eitt lot, og ÍF hevði lotið undan í fyrra umfarinum. ÍF hevði bóltin eitt sindur meiri í 1. hálvleiki, men teir megnaðu so at siga ikki at spæla seg til mál- møguleikar. Onkra for- kølaða skotroynd úti frá høvdu teir, og onkran hálvan møguleika, sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr. Eftir steðgin ráddi fyri tað mesta um hjá ÍF at verja. Sumbingar royndu at pressa og leggja trýst á. Teir høvdu væl størri trýst á mótstøðumálið, enn ÍF hevði havt í 1. hálvleiki, men teimum eydnaðist ikki at fáa bólt- in framvið Jákup Helga Egholm, sum hesa ferð vardi málið í staðin fyri leikbannaða Fróða Poul- sen. Tá ið Robert Cieslew- icz í síni tíð kom úr Pól- landi og til Føroya, var tað til Fuglafirðar. Síðani ÍF flutti niður í 2. deild hevur pólverjin verið í fleiri feløgum, og nú er hann spælandi venjari í Sumba. Hesa ferð var um reppið, at hann skoraði sigursmálið, sum kundi havt við sær, at munurin frá ÍF og aftur til Sumba hevði minkað so nógv, at møguleikarnir fyri odda- sessinum høvdu verið nærri, enn teir nú tykjast vera. Men Jákup Helgi Egholm vann tvídystin teirra millum. Sumbingar høvdu eina ferð bóltin á stólpanum, men teir høvdu ikki marginalirnar við sær. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð var tað týðu- ligt, at teir í ÍF kendu tað soleiðis, sum at teir høvdu vunnið eitt stig, meðan sumbingarnir kendu tað soleiðis, at teir høvdu tapt tvey stig. Næsta leygardag skal ÍF spæla á Svangaskarði, meðan Sumba fer at hava heimavøll í grannastríð- num ímóti VB. Í átjanda og síðsta umfarinum, sum verður á skránni 4. oktober, skal Sumba til Fuglafirðar. Nú kapping- in er hálvrunnin, er ÍF greitt oddalið, og teir mugu metast sum greiðir favorittar at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu í 1999. Sumba-ÍF 0-0: Fuglfirðingar eru væl nøgdir John Heri Dam skoraði eitt perlumál á Svangaskarði sunnudagin TB er framvegis við í stríðnum um upp- flyting eftir sigurin á heimavølli ímóti B71. Dan Mortensen fekk tvey mál, og Eli Hentze varð rikin av vølli 2. DEILD Stefan í Skorini Tað vóru tvey lið, sum høvdu ymisk mál at stríðast fyri, ið møttust á Sevmýri leygardagin. TB skuldi berjast fyri at halda fast í oddastríðnum, meðan B71 skuldi royna at sleppa burtur frá niðurflytingar- vandanum. Tað endaði við einum uppibornum 3-1 sigri til tvøroyrarmenn, men tað var tó B71, sum legði seg framum tíðliga í dystinum. Eftir innlegg úr høgru fær Jónsvein Thomsen skavað bóltin til sín, hann snarar runt um seg sjálvan og langar bóltin í netið. Eitt vakurt mál og sandoyingar trúðu uppá ein heldur óvæntaðan sigur. TB vendi gongdini Eftir hetta fekk TB tó tamarhald á spælinum, og spælið gekk mest fyri seg á hálvuni hjá B71. Heima- liðið megnaði eisini at venda einum hóttandi tapi til eina leiðslu fyri steðgin, og tað var miðvallar- generalinum Dan Morten- sen fyri at takka. Fyrst skoraði hann út- javnandi málið, tá hann fekk fatur á eini aftur-legg- ing frá einum B71 verju- leikara. Hesin møguleikin kom heldur tilvildarliga, men Dan var skjótur á rætta staðnum. Síðani legði hann TB framum við einum vøkrum máli. Dan fekk bóltin í vinstra borði, rak tvørtur um og langaði so til eftir jørð, og bólturin fór í kass- an. Tað betraði ikki um umstøðurnar hjá B71, at liðformaðurin Eli Hentze varð rikin av vølli. Hetta var eftir eina hending, har Eli og Bárður Dimon hjá TB vóru áfastir. Linjuverjin varnaðist tilburðin og gjørdi dómaran varugan við hetta. Endin var, at Eli fekk reyða kortið, og so mátti B71 stríðast við bert tíggju monnum. Eftir steðgin hevði TB fult tamarhald á støðuni og legði trýst á sandoyingar. Tað kom tó bert eitt mál afturat í dystinum. Hetta átti Rasmus Nolsøe, tá hann sendi eitt fríspark beinleiðis í netið. TB kundi fingið fleiri mál, men vantandi neyv- leiki í avgerandi løtuni hevði við sær, at einki mál spurdist burturúr. Við sigrinum er TB fram- vegis við í oddastríðnum, og nú eru bert tvey stig upp til Sumba á øðrum plássi. Helst vera tað hesi bæði liðini, sum skulu stríðast um seinasta sessin, um ÍF, sum enn er ósigrað, ikki snávar. TB-B71 3-1 (2-1): 0-1: Jónsvein Thomsen 1-1: Dan Mortensen 2-1: Dan Mortensen 3-1: Rasmus Nolsøe Við einum sigri á LÍF er VB framvegis við í stríðnum um heið- ursmerkir. LÍF skal hinvegin ansa sær fyri niðurflytingini 2. DEILD Stefan í Skorini VB vann ein sannførandi sigur á leirvíkingum í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Við sigrinum leggja teir trýst á sumbingar, sum eru beint frammanfyri. VB kann tó ikki flyta upp, tí at felagið eisini hevur lið í 1. deild. Tað var Sigmund Mikk- elsen, sum legði útiliðið framum heilt tíðliga í dystinum, og hetta var eisini støðan við steðgin. Stutt eftir steðgin javnaði Bárður Heinason fyri LÍF, men so legði VB sjógv ímillum seg og LÍF. Jón Pauli Olsen skoraði tvey fylgjandi mál, og Niclas Ludvig skoraði síð- ani til 4-1. So var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men Fróði Joensen pyntaði um úrslitið, tá hann mink- aði um munin til 4-2. LÍF-VB 2-4 (0-1) 0-1: Sigmund Mikkelsen 1-1: Bárður Heinason 1-2: Jón Pauli Olsen 1-3: Jón Pauli Olsen 1-4: Niclas Ludvig 2-4: Fróði Joensen B36 vann ein sann- førandi sigur í botnuppgerðini í 2. deild á Toftum leyg- ardagin. B68 er nú rótfest í botninum, og lítil vón er fyri, at teir kunnu lívbjarga sær 2. DEILD Stefan í Skorini Í ódnarveðrinum á Svanga- skarði leygardagin vann B36 seg uppum niðurflyt- ingarstrikuna við sínum næsta sigri í landskapp- ingini í ár. Tað sást beinanvegin, hvat betra liðið var, tí hóast mótvind, legði útiliðið trýst á B68 málið frá byrjan av. Støðan var eisini 3-0 við steðgin, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Tað gekk tó ein løta, áðrenn B36 fekk hol á, og var tað Áki Mørk, sum hevði seinasta fótin á bóltinum. Hetta var eitt væl gjøgnumspælt álop í høgru síðu, sum endaði við, at bólturin datt fyri føturnar á Áka Mørk. Málverjin var farin úr málinum, og so skuldi Áki bara langa til. Stutt eftir økti B36 um leiðsluna, tá sami Áki Mørk fekk sítt næsta mál í dystinum. Sonni Johansen, sum hesuferð var við øðrum liði, varð spældur leysur. Heldur enn at skjóta sjálvur legði hann tvørtur um til Áka Mørk, sum stóð betri fyri, og hann hevði lætt við at skora. Sonni Johansen skoraði síðani sjálvur til hálvleiks- støðuna 3-0. B36 hevði fleiri aðrar málmøguleikar fyri steðgin, men tað eydn- aðist ikki at fáa fleiri mál. Lættur sigur B68 hevur staðið seg illa í 2. deild í ár, og teir eru stórfavorittar at flyta niður. Enn er bert eitt stig á bankabókini, og nógv mál eru farin ígjøgnum. B68 skuldi í veruleikanum hava okkurt burturúr hesum dystinum, um nøkur vón skuldi vera, men soleiðis gekk ikki. Tað er kanska eisini held- ur tunnligt við fólki á Toft- um, og veteranbrøðurnir Aksel og Ingemar Højgaard spældu báðir við øðrum liði leygardagin. B36 fekk fjórða málið miðskeiðis í seinna hálv- leiki, tá Dánjal Petur Jo- hansen skoraði til endaliga úrslitið 4-0- Hetta var ein sera týdn- ingarmikil sigur hjá B36, sum nú legði B71 afturum seg aftur og fór uppum niðurflytingarstrikuna. Komandi vikuskiftið møtast júst B36 og B71 í Havn, og hesin dysturin kann fara at hava stóran týdning fyri, hvat lið skal spæla niðurflytingardyst ímóti næstovasta liðnum í 3. deild. Um B68 skal gera sær nakrar vónir um at varð- veita plássið í 2. deild, so skulu nøkur stig fáast til høldar rættiliga skjótt. Enn eru allar vónir ikki brostn- ar, tí B71 er bert seks stig frammanfyri, meðan mun- urin upp til B36 nú er átta stig. B68-B36 0-4 (0-3): 0-1: Áki Mørk 0-2: Áki Mørk 0-3: Sonni Johansen 0-4: Dánjal Petur Johansen KÍ var frammanfyri tvær ferðir, men tað eydnaðist AB báðu ferð at javna aftur 2. DEILD Stefan í Skorini Klaksvíkingar fingu sítt fyrsta stig á útivølli, tá teir tað endaði við javn- leiki á Argjum. AB misti hinvegin enn eitt fet í strembanini eftir uppflyt- ing. Tað var KÍ, sum eftir einar fimtan minuttir legði seg framum við máli frá Erling Fles. Framherjin hjá KÍ vann bóltin frá einum verju- leikara, og royndi seg við einum langskotið, ið fór eftir jørð í netið. AB svaraði tó aftur tá umleið tíggju minuttir vóru eftir at leika av fyrra umfari. Ragnar Poul-sen, sum er fyrr í ár kom til AB úr B36, skoraði sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið. Hann stríddist væl í vinstra borði og slapp framvið nøkrum leikar- um. Í tí hann skal skjóta uppá mál, verður hann takklaður, og John Willi- am í málinum verður snýttur, tá bólturin fer uppum málverjan í netið. Men gleðin var stokk- ut. Bert fimm minuttir seinni legði Helmar Lassen AB framum aftur. Tað var Atli Jakobsen, sum setti hetta álopið í verk, tá hann setti ferð á í høgra borði. Hann legði eina langa sending tvørt- ur um til Erling Fles, sum sendir innfyri til ein púra leysan Helmar Lassen, ið stútar bóltin í kassan. KÍ hevði verið betra liðið fyri steðgin og skapti fleiri málmøgu- leikar enn heimaliðið, sum hevði ilt við at fáa spælið at koyra. AB fær javnað AB megnaði tó at fáa útjavnandi málið. Tað var Pætur Dam Jacobsen, ið stóð fyri tí. Hann fekk bóltin á miðvøllinum og setti ferð á, sneiddi fleiri KÍ-arar av og gjørdist leysur við málverjanum. Hann helt høvdið kalt og lyfti uppum málverjan til 2-2. Eftir hetta hevði AB tveir gyltar møguleikar at fáa vinnandi málið. Fyrst gjørdist Pætur Dam Ja- cobsen leysur í málteig- inum, men skotið fór beint í krovið hjá John Williami í málinum. Nakað seinni fekk Bernhard Petersen eisini ein opnan málmøguleika, tá ein leysur bóltur datt fyri føturnar á honum eftir hornaspark, men aftur var John William á rætta staðnum. Hinvegin skal sigast at KÍ eisini hevði sínar málmøguleikar, og ser- liga Helmar Lassen var sekur í at misnýta nakrar góðar møguleikar. AB hevur enn ein lítlan møguleika at gera seg galdandi í oddastríðnum. Fimm stig eru upp til Sumba á øðrum plássi, og enn er kappingin bert hálvrunnin. AB-KÍ 2-2 (1-2): 0-1: Erling Fles 1-1: Ragnar Poulsen 1-2: Helmar Lassen 2-2: Pætur Dam Jacobsen AB-KÍ 2-2 (2-1): AB misti enn eitt fet TB-B71 3-1 (2-1): Aldursforsetin varðveitir møguleikan B68-B36 0-4 (0-3): Toftamenn avbyrgdir LÍF-VB 2-4: Vágbingar blanda seg í oddin