Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 144 - 5. juli 2003 C M Y K 30 Nr. 144 - 5. juli 2003 31 Fyrrapartin av seinna umfarinum royndi KÍ at spæla seg til møgu- leikar, men vágbingar vóru tættir, og fram ímóti dystarenda vóru teir vandamiklir í snarálopum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Vágbingar vóru lættir, tá ið teir seinnapartin sunnudag- in fóru vestan av Eiðinum. Fyri aðru ferð í ár høvdu teir øll stigini í lummanum. Harvið tóku teir seg longri frá Skála, og tað fer at síggja uppaftur betri út, um teir sunnudagin í Miðvági fara at megna ikki at tapa. Ímóti KÍ var talan um rættiliga tætta uppgerð, har talan ikki var um nógvar upplagdar málmøguleikar. Á VB liðnum var sentrali miðvøllurin púra útlendsk- ur. Milan Kulic var rætti- liga eyðsýndur, tá ið hann megnaði at varðveita bóltin og spæla skilagott frá sær, og aftanfyri hann vóru Slobodan Madzar og spild- urnýggi miðvallarin úr Svendborg, Anders Søren- sen. Mortan úr Hørg, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, átti bestu VB roynd- ina í 1. hálvleiki í opnum spæli. Eftir fínt uppspæl gjørdist hann leysur eitt sindur uttanvert brotsteig- armarkið, men skotið fór við síðuna av málinum hjá Kartini Joensen. KÍ var væl við eina løtu í 1. hálvleiki, men málmøgu- leikarnir vóru ikki nógvir. Eftir væl spælt álop í høgru og innlegg frá Harley Bert- holdsen stútaði Jakob Bym- ar úr góðari støðu, men bólturin fór við síðuna av málinum hjá Bjarna Johan- sen. Einasta málið fekk VB miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað var brotsspark, sum Milan Kulic sendi flatt og dygst úti við stólparótina. Brotssparkið varð dømt ímóti Aleksander Djordje- vic fyri at halda Birgiri Jørgensen aftur. Støðan tók seg upp eftir langa sending í KÍ brotsteigin. Teir báðir, Birgir og Aleksander, tók- ust um bóltin, Birgir fekk tak á, lyfti bóltin upp um KÍ verjuspælaran, sum kendi seg noyddan at nýta óreglu- ligt tiltak fyri at byrgja upp- fyri, áðrenn VB spælarin slapp framat. Onkur vildi hava, at dóm- arin skuldi fara í reyva- lumman eftir reyða litinum, men Suni Johansen valdi gula litin til miðverjan og brotssparksdóm, sum bar sigursmálið til VB við sær. Gekk seint fyri seg Eftir steðgin royndi KÍ at fáa skil og tol í miðvallar- spæli, og eina góða løtu vóru teir leikliga omaná. Eisini tí at VB tók sítt fólk langt aftur á vøllin, brynj- aði seg eitt sindur framm- anfyri egnan brotsteig og dyrgdi eftir møguleikum fyri skjótálopum, sum kort- ini vóru fáir fyrstu stóru løtuna. Vágbingar nýttu tær snildir, sum plaga at verða nýttar, tá ið tað ræður um at verja leiðslu. Steðgirnir vóru nógvir, og klaksvík- ingar tóktust ørkymlaðir. Næst við at fáa mál var KÍ, tá ið Aleksander Djordjevic frammarlaga í brotsteig- inum við høvdinum snittaði hornasparksinnlegg úr vin- stru upp undir samankom- ingina í handara borðinum. Bólturin brast niður á mál- strikuna, og so kom KÍ ikki nærri at fáa mál. Sum seinna umfarið leið, sleptu klaksvíkingar í verjupartinum. Eyðun Klak- stein, Jan Andreasen og Leon Bjartalíð vórðu settir á vøllin, men tað segði tað sama. Predrag Zivkovic, sum hesa ferð hevði sett seg sjálvan í miðverjuna, lá ein- ar tvær ferðir, áðrenn Janus Kjærbo loysti hann av, og síðstu tíggju minuttirnar var fleiri ferðir um reppið, at Birgir Jørgensen, sum síðstu løtuna var einsamall- ur á toppinum, varð spæld- ur leysur. Dysturin í tølum VB-KÍ 1-0 (1-0) 1-0: Milan Kulic (br.) VB: Bjarni Johansen – Pre- drag Zivkovic (Janus Kjær- bo, 78.), Eyðun Jacobsen, Dejan Nikolic – Mortan úr Hørg, Slobodan Madzar, Anders Nielsen, Milan Kulic, Palli Augustinussen – Birgir Jørgensen, Dan Djurhuus (Mikael í Lága- bø, 83.) KÍ: Kartin Joensen – Harl- ey Bertholdsen, Aleksander Djordjevic, Niclas Niclas- sen, Símun Joensen – Arn- old Joensen (Leon Bjarta- líð, 85.), Atli Danielsen, Jan Joensen (Jan Andrea- sen, 67.), Hjalgrím Elttør (Eyðun Klakstein, 55.) – Ove Nysted, Jakob Bymar Gult kort:Aleksander Djor- djevic, Atli Danielsen Dómari: Suni Johansen VB-KÍ 1-0 (1-0): VB á veg úr botninum Palli Augustinussen og hinir í VB tóku eitt stórt fett burturfrá botninum við sigrinum á KÍ sunnudagin Savnsmynd Gøtumenn vóru ógvuliga illa skerdir undan dystinum móti FS Vágum, og gøtu- menn megnaðu ikki at reisa seg eftir tapið í steypafinaluni. Vágamenn duttu eitt pláss niðureftir til næstaftasta pláss 1. DEILD Stefan í Skorini GÍ og FS Vágar spældu ein undirhaldandi og spennandi dyst í Sarpigerði sunnudag- in. Hvørki av liðunum mundi tó vera nøgt við ein javnleik, tí tað kunnu tey í veruleikanum ikki brúka til so nógv í løtuni. Liðini skaptu nógvar málmøguleikar gjøgnum dystin, og hóast FS Vágar var á útivølli, sendu vága- menn nógvar leikarar fram á vøllin, tá høvi var til tess. FS Vágar kom eisini framum seint í fyrra hálv- leiki. Eitt eitt gott álop kom Birgir Joensen í góða skot- støðu. Hann royndi seg við einum heldur veikum skoti, sum smeyg sær undir mál- verjan og í netið til 1-0. Hetta málið má málverjin óivað taka á sín kappa, tí hann skuldi í veruleikanum havt vart fyri skotinum frá Birgiri. GÍ svaraði tó aftur í næsta minutti, so gleðin hjá vágamonnum var stokkut. Eitt langt innlegg verður sent innfyri úr høgra borði, og við handaru stong stend- ur Bárður á Lakjuni púra leysur og stútar bóltin í kassan. Hetta var eisini støðan við steðgin. Kim á blettinum Tríggjar minuttir eftir steðg- in legði Kim Poulsen gest- irnar framum eina ferð enn. Clayton Soares tók bóltin niður við bringuni og spældi síðani bólturin sera hegnisliga aftur um seg sjálvan til Kim Poulsen, ið var leysur við málverjanum og kundi leggja FS Vágar framum. Fyri steðgin skaptu liðini nógvar málmøguleikar, men helst var tað FS Vágar, sum hevði fleiri málmøguleikar. Eftir steðgin gekk heldur striltið hjá GÍ at fáa nakað burturúr, men tað eydnaðist tó at fáa útjavnandi málið. GÍ hevði fríspark í høgru síðu, sum Janik sendi inn- fyri. Silva Braga stóð við fremru stong, og bólturin kemur í beinið á honum, og fer upp í hornið. Á leiðini hevur Símun Samuelsen havt ein fót við í spælinum, og hann er noteraður fyri málið á dómaraseðlinum. Bæði Bartal Eliasen og Henning Jarnskor høvdu leikbann eftir tey reyðu kortini, sum teir fingu í steypafinaluni, og venjarin Krzystof Popczynski sat uttanfyri við skaða. Bæði liðini liggja nú í tyngra endanum av lands- kappingini. Næstu ferð skal GÍ spæla grannauppgerð ímóti NSÍ í Runavík, og FS Vágar tekur ímóti VB í Vágunum. GÍ-FS Vágar 2-2 (1-1): 0-1: Birgir Joensen, 41. 1-1: Bárður á Lakjuni, 42. 1-2: Kim Poulsen, 48. 2-2: Símun Samuelsen, 76 GÍ-FS Vágar 2-2 (1-1): Timburmenn eftir finaluna Sansir móttøkufólk 3/282.pdf Lesið -ta -t ð loysir seg 31