mikudagur 6. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 145 - 6. august 2003
Nr. 145 - 6. august 2003
3
UMMÆLI
Rúnar Reistrup
Ofta hevur teldan verið
samanborin við menniskja-
heilan í hennara máta at
arbeiða
uppá.
Teldan
hugsar logiskt og tað gera
fólk í stóran mun eisini, tá
tey standa ramman fyri
logiskum trupulleikum, og
í so máta er hendan saman-
beringin ikki heilt av leið.
Og tó, tí stóri og avger-
andi munurin millum teldu-
heilar og menniskjaheilar
er, at menniskjaheilar ikki
altíð hugsa logiskt, meðan
telduheilar ikki eru førir
fyri at gera annað. Tí eru
telduheilar eins góðir í talvi
sum teir eru vánaligir í
fótbólti og líka hopileysir at
skriva sum teir eru góðir at
rokna.
At telduheilar eru betri
og skjótari enn okkara heil-
ar tá tað ræður um at loysa
logiskar trupulleikar er ein
av høvuðsorsøkunum til, at
vit nýta teldur í størri og
størri mun. Og tað er í sam-
spæli við, og undir leiðslu
av, menniskjaheilanum, at
telduheilin hevur sítt rætta
pláss sum eitt amboð, ið
gevur okkum møguleika at
røkka útum okkara egnu
avmarkingar.
Nógv klókari
Um vikuskiftið varð ein av
mínum telduheilum – tann,
ið situr í fartelduni hjá mær
– fyri teirri gleðiligu hend-
ing (gleðilig fyri mín heila,
eftirsum at gleði ikki er
logisk og tískil ikki skillig
fyri telduheilan) at gerast
nógv klókari upp á før-
oyskt. Ella sum teldan
hevði sagt tað, 178.000 orð
og orðasnið klókari.
Tað kravdi ikki nógv.
Bara nakrar minuttir tók tað
at heinta nýggja og fyrsta
almenna føroyska rætt-
stavaran ígjøgnum inter-
netið og leggja hann inn á
telduna.
Ómakaleyst var tað eis-
ini, tí afturat stavaranum
fylgdi eisini ein góð brúk-
aravinarlig vegleiðing.
Og so var bara at fara í
gongd við at skriva rætt –
ella rættari sagt at skriva
villur fyri nú at vita, um
stavarin megnaði at rætta
tær. Eg valdi mær ein ikki
heilt tilvildarligan tekst at
lata rættstavaran tyggja
ígjøgnum allarfyrst, nevni-
liga røðuna, sum ein mætur
málmaður, Jógvan í Lon
Jacobsen, helt fyri einum
øðrum mætum málmanni,
Jóhan Hendrikki Winther
Poulsen, tá hesin fekk
handaða sømdargávu úr
Grunni
Kristians
á
Brekkumørk 22. novemb-er
1998. Røðan varð prentað í
Sosialinum
tveir
dagar
seinni.
17 villur
Hendan røðan hevur 1420
orð, harav 17 eru skeivt
stavað sambært stavaran-
um. Teir fyrstu fimm feil-
irnir, sum stavarin finnur í
røðuni eru orðini: "orða-
smiðjuni", "smiðjubjølgin",
"stiðjanum", "sálmaregl-
una" og "eftirí".
Øll hesi orðini eru rætt
stavað sambært føroyskum
málreglum, men stavarin
hevur ein serligan trupul-
leika við teimum saman-
settu orðunum. Samansetta
orðið "orðasmiðjuni" setur
stavarin eina reyða striku
undir, meðan orðini "orða"
og "smiðjuni" góðtekur
stavarin. Hetta er eitt sindur
óheppið, tí í nógvum førum
eru samansetingar góð mál-
nýtsla. Trupulleikin er tó
ikki størri enn so, at tú sum
brúkari kanst læra stavaran
nyggj orð so hvørt sum
hann kemur fram á tey.
Einasta av teimum fimm
fyrstu "villunum", sum ikki
er eitt samansett orð, er
orðið "stiðjanum". Eisini
hetta orðið er rætt stavað
sambært
málreglunum,
men stavarin kennir tað
kortini ikki aftur. Orðið
"stiði" kennist stavarin við
men ikki sama orð í hvørj-
umfalli. Hetta at stavarin
ikki kennir vanlig orð í
øllum føllum er ein rætti-
liga keðiligur eginleiki,
sum átti, og helst eisini
verður, lúkaður fullkomi-
liga út í komandi útgávum
av stavaranum.
Stavarin hevur onkrar
aðrar tílíkar systematiskar
trupulleikar. Millum annað
fáa øll fólkanøvn yvirhøvur
eina reyða striku undir seg.
Soleiðis eru bæði Jóannes
Patursson og Bill Gates
eins skeiv, sambært stavar-
anum.
Løgkønur
Men stavarin er kortini
sjáldsama hentur og finnur
eisini onkra veruliga villu í
hesi røðuni millum mætar
málmenn. Orðið "løgkøn-
ur", sum er at finna í røð-
uni, fær eina reyða striku
undir, tí orðið skal av røtt-
um stavast "lógkønur". Tær
sokallaðu
tastivillurnar
verða eisini effektivt lúk-
aðar burtur av stavaranum.
Í røðuni, sum hevur verið
so heppin at gerast fyrsta
offur fyri stavaranum á
mínari teldu, finnur stav-
arin millum aðrar tastivill-
una "komnnir".
Hendan effektiva burtur-
lúkan av tastivillum er
kanska tann størsta styrkin
hjá stavaranum. Tí uttan
mun til hvussu nógv hann
verður mentur í framtíðini,
uttan mun til um hann lærir
allar bendingar og allar
orðasamansetingar
og
enntá kanska setningsbygn-
að, soleiðis sum rættstavar-
arnir á øðrum størri málum
eftirhondini megna, so fer
hann ongantíð at seta til
viks holla vitan um mál-
læru og føroyskar rætt-
skrivingarreglur.
Men
sjálvt teir fremstu málfrøð-
ingarnir fremja tastivillur,
og tær dugir nýggi stavarin
betur enn nakar málfrøð-
ingur at rætta.
So rætt skal vera rætt,
stavarin er óvanliga hentur
hjá øllum at hava – heilt frá
1. flokki í fólkaskúlanum
til Føroyamálsdeildina á
Fróðskaparsetrinum.
Bert synd at hann ikki
kann nýtast til aðrar stýri-
skipanir enn Windows, men
hetta kemur kanska eisini
upp á pláss í framtíðini.
Tað er Føroya Fróðskapar-
felag, sum hevur útgivið
Stavaran. Hann kostar 350
krónur.
Stavarin
kann
takast
niður frá internetinum á
adressuni www.stavarin.fo
og kann roynast ókeypis í
14 dagar.
Ummæli av einum rættstavara:
Rætt skal vera rætt
Hóast hann setir reyða striku undir sjálvt
orðið "stavarin" og soleiðis kallar seg sjálvan
ein feil, er fyrsti almenni føroyski stavarin til
telduforrit ein sjáldsama góð tænasta.
Ongantíð hevur lærdómur um føroyskar
skrivireglur verið so lættur at bera, men
heldur ongantíð hevur tað verið so um-
ráðandi at tora at siga teldu síni ímóti, tí
stavarin hevur enn nógv eftir at læra – serliga
at benda og samanbinda orð
Býráðsformaðurin í
Fjarðabyggð á
Eysturlandinum í
Íslandi ivast ikki í, at
kommunusamanleggi
ng er orøk til tann
framburð, sum í dag
er á økinum. Tað er
alneyðugt at hava
stórar eindir, um
kommunurnar skulu
lúka tey krøv,
nútíðarsamfelagið
setir teimum, sigur
hann
SUMMARGESTUR
Edvard Joensen
Framburður í lokalsamfel-
agnum er beinleiðis treyt-
aður av, at kommunurnar
eru so mikið stórar, at tær
orka at lúka tær treytir, sum
nútíðar samfelagið leggur á
tær, sigur býráðsformaður-
in í Fjarðabyggð á Eystur-
landinum í Íslandi, Smári
Geirsson.
Býráðsformaðurin
í
Fjarðabyggð var millum
teir umleið hundrað íslend-
ingarnar sum vitjaðu í
Sandavági á Vestanstevnu.
Fjarðabyggð og Sandavág-
ur eru vinakommunur.
Hugtakið Fjarðabyggð er
bara fimm ára gamalt. Í
1998
vórðu
bygdirnar
Neskaupstaður á Norðfirði,
Eskifjørður og Reyðifjørð-
ur lagdar saman til eina
kommunu, sum fekk navn-
ið
Fjarðabygd,
greiðir
Smári Geirsson, býráðsfor-
maður, frá. Býráðið er
mannað av níggju býráðs-
limum. Í sitandi býráði eru
tríggir úr hvørjari bygdini.
Men tað er púra av tilvild,
sigur býráðsformaðurin.
Samanleggin neyðug
Smári Geirsson, býráðsfor-
maður í Fjarðabyggð, er
ikki í iva um, at kommunu-
samanleggingin hevur havt
avgerandi týdning fyri, ta
framgongd, sum í løtuni er
at síggja í økinum.
Eitt stórt amerikanskt
felag, nevnt Alcoa, hevur
gjørt avtalu við kommun-
una um at byggja eitt risa-
stórt aluminiumsvirki í
kommununi, sum væntandi
fer at framleiða umleið
320.000 tons av alumini-
umi árliga.
Stóra aluminiumsverk-
smiðjan fer at hava eini 500
fólk í starvi, sigur býráðs-
formaðurin í Fjarðabyggð.
Og so rokna tey við, at onn-
ur 500 arbeiðspláss koma
afturat sum beinleiðis ring-
virkningar frá stóra virkin-
um.
Men ikki ber til at hava
eitt so stórt virki, uttan eis-
ini at hava eina orkukeldu,
sum vil nakað. Og hana
hava tey eisini fingið í
Fjarðabyggð, eftir at tær
tríggjar
kommunurnar
vórðu lagdar saman.
Eitt stórt elverk er bygt
inni í sveituni innan fyri
firðirnar
syðru. Verkið
verður rikið við vatnorku,
greiðir Smári Geirsson frá.
– Men tað gekk ikki bara
sum eftir ánni at fáa hetta
verkið, tí umhvørvisfelags-
skapir gjørdu sítt til at forða
arbeiðinum í at verða gjørt,
sigur hann.
Kortini varð verkið bygt,
og síðan er so avtala gjørd
við amerikansku alumini-
umsfyritøkuna.
Eisini á øðrum økjum,
hóast tað kortini snýr seg
um orku, hevur kommunu-
samanleggingin víst sínar
dygdir, greiðir býráðsfor-
maðurin í Fjarðabyggð frá.
Eysturlandið í Íslandi
hevur vanliga verið roknað
sum »kalt« øki. Tað vil
siga, at ikki hevur verið
hildið, at heitt vatn er í
jørðini, sum tað er aðra-
staðni í landinum.
Kortini varð gjørt av at
bora ein brunn á sama hátt,
sum tá leitað verður eftir
olju, fyri at vita, um ikki
heitt vatn mundi liggja
onkunstaðni har niðri og
bíða eftir at verða funnið.
Talan ver í grundini um
vágaverk, tí eingin vissa var
fyri, at heitt vatn var at
finna, og boringin var dýr.
Og var talan um eina
einsamalla lítla kommunu,
kom hetta als ikki upp á tal,
sigur Smári Geirsson.
Borað varð í Eskifirði, og
har funnu teir eisini eina
keldu við heitum vatni og
fáa nú 17-18 litrar um
sekundið av vatni, sum er
80 stig heitt.
– Hetta kemur sjálvandi
væl við, og ger, at vit fara
undir nýggjar boringar í
Eskifirði og seinni helst í
hinum bygdunum eisini,
sigur Smári Geirsson.
Bæði og
Hóast Smári Geirsson er
ivaleysur í, at fyrimunirnir
við kommunusamanlegg-
ing eru eyðsýndir, ásannar
hann, at tað koritni eru ting,
sum ikki bara eru betri.
Eitt nú verður fráleikin
millum myndugleikarnar
og tann einstaka borgaran
størri, tá smáu kommun-
urnar hvørva.
– Vit fá eina sterkari og
betri virkandi fyrisiting,
vísir hann á, men samstun-
dis mugu vit ásanna, at tað
verður ikki altíð líka lætt
hjá tí einstaka at røkka fyri-
stingini, sum tað var í lítlu
bygdini, har øll kendu
hvønn annan persónliga.
Men stórur meiriluti var
kortini fyri samanlegging-
ini, vísir býráðsformaðurin
í Fjarðabyggð á. Av teimum
15
bygdarráðslimunum,
sum vóru í gomlu komm-
ununum, var bara ein, sum
var í móti at leggja saman.
Og hetta tykist eisini vera
gongdin í Íslandi yvirhøv-
ur. Í hvussu er er hetta tað,
íslendska kommunufelagið
arbeiðir fram ímóti, sigur
Smári Geirsson.
Tað eru í dag 105 komm-
unur í Íslandi. Av hesum
eru fleiri enn 50, sum hava
færri enn 200 íbúgvar.
Hesar smáu kommunurn-
ar hava ongan møguleika at
liva upp til tey krøv, sum
nútíðarsamfelagið
setir
teimum, vísir Smári Geirs-
son á. Tí verður eisini ar-
beitt við at leggja saman og
fáa færri, men samstundis
sterkari, kommunur. Málið
hjá kommunufelagnum er,
at tað skulu verða einar 30 -
40
kommunur
Íslandi,
greiðir hann frá.
– Tað var eitt heppið val,
vit gjørdu, sigur hann, og
tað vísir seg eisini, at aðrar
kommunur í økinum ætla
tað sama. Firðirnir sunnan
fyri Fjarðabyggð hava tikið
somu avgerð, sum tær
tríggjar
kommunurnar
norðaru, og fara 1. oktober
í ár at leggja saman.
Í 1985 vóru 32 kommun-
ur á Eysturlandinum, men
eftir 1. oktober í ár verða
tær 15, sigur Smári Geirs-
son.
Størsti
andstøðingurin
móti kommunusamanlegg-
ing er nostalgiin. Men
henni og teirri góðu gomlu
tíðini liva vit ikki víðari av,
hóast mangt gott er at
minnast aftur á. Tí nútím-
ans samfelagið krevur stutt
og greitt stórar, sterkar
kommunur, sigur hann.
Bjartskygni
Samfelagið á Eystfirðum
kenna føroyingar væl. Tað
líkist okkara við fiskivinnu
sum høvuðsvinnu.
Eisini eru teir farnir
undir aling á Mjóvafirði,
greiðir Smári Geirsson frá.
Eitt felag, sum skrásett er í
Neskaupstaði, hevur alistøð
á Mjóðafirði, sum liggur
millum Norðfjørðin og
Seyðisfjørðin.
Dalatangi
myndar norðara fjarðar-
munna á Mjóvafirði. Teir
ala laks og ætla eisini at
fara at ala tosk, sigur Smári
Geirsson.
Teir seta stórar vónir til
alivinnuna og hava ætlanir
um seinni at fara at ala á
Reyðafirði eisini. Eftir
ætlan skulu teir í 2007 flyta
út eini 14.000 tons og
vænta eini 200 arbeiðspláss
í hesi vinnuni.
Tað ræður bjartskygni á
Eysturlandinum í løtuni.
Fólk flyta til økið í stórum
tali,
og
tá
stóra
aluminiumsverksmiðjan fer
í gongd, vænta tey rættiliga
innrás.
Fyrr hava fólk flutt
burtur. Serliga til høvuðs-
staðarumráði. Og har sum
aðrastaðni hevur tað verið
so, at fólk, sum hava fingið
sær útbúgving, hava einki
havt at komið aftur til.
Nú tykist rættilig vend
vera komin í, og í framtíð-
ini verður væntað, at økið á
Eysturlandinum verður tað
skjótast vaksandi í fólkatali
í øllum Íslandi.
– Tað kravdi styrki at ar-
beiða fyri at fáa lagt komm-
unurnar saman. Men nú, vit
síggja úrslitini ásanna, fólk,
at tað var rætt, og gleðast
um tað, sigur Smári Geirs-
son,
býraðsformaður
í
Fjarðabyggð á Eysturland-
inum í Íslandi.
Stórar kommunur eru treyt fyri framburði
Kommunusmanlegging er treyt fyri at yvirliva í nútíðarsamfelagnum. Tær smáu, veiku kommunurnar hava ongan møguleika í
framtíðini, metir Smári Geirsson, býrðasformaður í Fjarðabyggð í Íslandi, sum vitjaði í Sandavági á Vestanstevnu. Sandavágur
og Fjarðabyggð eru vinakommunur
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2
team85
the North Atlantic Link
SMYRIL LINE
J. Broncksgøta 37
P.O. Box 370
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 345900
Telefax +298 345950
booking@smyril-line.fo
www.smyril-line.fo
Shetland Cruise
úr 1.018,-
Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag
Nógvir handlar
hava opið týsdag
til kl. 18.30
Á farstøðini í Lerwick er møguleiki
fyri at lata inn viðføri til varðveitslu
til fráferðina hjá Norrönu
summarið 2003
Gisting á hotelli
Gisting á vallaraheimi
úr 1.289,-
úr 893,-
Privat gisting
Á túrinum luttekur
føroyskt orkestur