mikudagur 6. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 145 - 6. august 2003
Nr. 145 - 6. august 2003
5
Fyrrapartin týsdagin sendi Vinnumálaráð-
ið Sosialinum sína útgávu av gongdini í
málinum um Norðoyatunnilin, eftir at
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri,
hevði lagt Vinnumálaráðið undir at bera
seg ov seint at.
Gongdin í málinum um keyp av lendi til veg frá
ætlaða rundkoyring yvir í Oyravegin (Norðoyar-
tunnilin):
30. september 2002:
Karsten Hansen leggur fram uppskot til fíggjarlóg
fyri 2003.
22. oktober 2002:
Landsverkfrøðingurin heitir á Vinnumálaráðið um at
seta pening av til keyp av lendi til Oyravegin.
14. november 2002:
Vinnumálaráði heitir á Fíggjarmálastýrið um at seta
pening til vegagerðina á uppskotið til eykajáttanarlóg
fyri november.
29. november 2002:
Karsten Hansen leggur fram uppskot til eykajáttanar-
lóg fyri november í Løgtinginum. Umbønin um keyp
av lendi við.
17. desember 2002:
Landsverkfrøðingurin sendir teldupost til Vinnumála-
ráðið (NW), við ynski um, at m.a. peningurin til keyp
av lendi verður endurjáttaður á fíggjarlógini fyri
2003, um so er, at eykajáttan ikki verður veitt ella at
tíð ikki verður til at avgreiða handilin í 2002. Ikki
stundir at fáa Fíggjalógina 2003 broytta, áðrenn hon
varð samtykt dagin eftir – 18.des.
19. desember 2002:
Eykajáttanarlóg fyri november samtykt við 3. við-
gerð.
20. desember 2002:
Eykajáttanarlógin verður lýst, og kemur í gildi dagin
eftir.
31. desember 2002:
Seinasti kjansur hjá Landsverkfrøðingurin at gera av-
talu um keyp av lendi, eydnaðist ikki, játtanin datt
burtur.
27. februar 2003:
Vinnumálaráðið sendir Fíggjarmálaráðnum sítt enda-
liga íkast til eykajáttanarlógina fyri mars 2003 um
m.a. at fáa nýggja játtan til keyp av lendi í samb. við
tunnilsgerðina. Umbønin helst útreiðsluneutral, tí
uppskot eisini var um at selja Ternuna 1 fyri 0,3 mio.
4. mars 2003:
Karsten Hansen leggur fram uppskot til eykajáttanar-
lóg fyri mars. Vinnumálaráðið kann staðfesta, at
ynskið hjá Vinnumálaráðnum um pening til keyp av
lendi ikki er tikið við í uppskotið, sum verður lagt
fram.
9. juni 2003:
sendir Vinnumálaráðið aftur Fíggjarmálaráðnum upp-
skot til eykajáttan, hesaferð fyri august 2003, har m.a.
aftur verður biðið um játtan at keypa lendi til vega-
gerðina frá ætlaðu rundkoyringini yvir í Oyravegin.
NB:
Landsverkfrøðingurin hevði frá 21. til 30. desember
til at avgreiða keyp av lendi, og tað eydnaðist ikki.
Roynt varð at fáa peningin endurjáttaðan í fyrstu
eykajáttanini (mars 2003), men Fíggjarmálaráðið
valdi ikki at taka umbønina við í framlagdu eyka-
játtanina.
Gongdin í
málinum um
Norðoyatunnilin
Í Sosialinum leygar-
dagin skuldsetti
fíggjarmálaráðharrin
Karsten Hansen
landsverkfrøðingin
og Vinnumálaráðið
fyri at hava borið seg
ov seint at í sambandi
við umbøn til eyka-
játtan til verkætlan-
ina við Norðoya-
tunnlinum. – Karsten
ber beinleiðis ósann-
indi, sigur Bjarni
Djurholm, vinnu-
málaráðharri
NORÐOYATUNNILIN
Heini í Skorini
Nakað av stríði hevur stað-
ist í gongdini við ognan av
privata lendinum í Klaks-
vík, har vegagerð skal ger-
ast í næstum frá komandi
tunnilsmunnanum til lands-
vegin.
Karsten Hansen, fíggar-
málaráðharri, segði leygar-
dagin í Sosialinum, at
privateigararnir eftir røttum
langt síðani skuldu fingið
boð frá landsverkfrøðing-
inum gjøgnum brøv, um-
framt at umbøn til eykajátt-
an frá Vinnumálaráðnum til
Norðoyatunnilin kom sera
seint.
Beinleiðis ósannindi
Hesum vísir vinnumálaráð-
harrin, Bjarni Djurholm,
aftur.
– Karsten skuldi sópað
fyri egnum dyr fyrst, tí tað
er ongum øðrum enn hon-
um sjálvum at takka fyri, at
peningur enn ikki er tøkur
til keyp ella ognartøku av
jørðini í Klaksvík í sam-
bandi við Norðoyatunnilin.
Bjarni Djurholm vísir á,
at Vinnumálaráðið langt
síðani hevur vent sær til
Fíggjarmálaráðið, og eyka-
játtanin, sum í løtuni verður
bíðað eftir, er triðja umbøn-
in frá Djurholm og co.
Játtanin fall burtur
Bjarni Djurholm vísir á, at
Fíggjarmálaráðið ikki tókt-
ist arbeiða serliga álvar-
samt við umbøn teirra um
eykajáttan til keyp av lendi
til vegagerð.
– 22. oktober 2002 søktu
vit um pening at útvega
jørð til vegagerð í Klaks-
vík, men tá eingin peningur
var játtaður, og tá tað leið út
ímóti ársskiftið og nýtt
fíggjarár byrjaði, eydnaðist
ikki landsverkfrøðinginum
at gera avtalu um keyp av
lendi, tí peningurin ikki var
á fíggjarlógini 2003. Tískil
fall játtanin burtur, vísir
Bjarni Djurholm á. Hann
leggur afturat, at talan bert
var um umleið 200.000
krónur samanborið við
samlaðu verkætlanina á 3-
400 mió. krónur.
Enn ein noktan
Í nýggja árinum fór Vinnu-
málaráðið aftur undir at út-
vega neyðuga peningin til
ognan av jørð í Klaksvík,
so Landsverkfrøðingurin
kundi fara í holt við keyp
ella ognartøku av jørðini
umframt at upplýsa privat-
eigararnar við brøvum.
Seint í februar varð næsta
umbøn í Fíggjarmálaráð-
num, og við tað at gamla
Ternan var sett á sølulistan
fyri nakað niðanfyri eini
hálvari millión, var talan
ikki um stórvegis útreiðsl-
ur, Vinnumálaráðið bað
um.
– Men 4. mars legði Kar-
sten Hansen fram uppskot
um eykajáttanarlóg, og
peningurin til Norðoya-
tunnilin varð ikki tikin við,
sum landsverkfrøðingurin
so harðliga hevði brúk fyri
til ognan av lendinum í
Klaksvík.
Karsten skuldina
Hetta er frágreiðing og
aftursvar Bjarna Djurholms
til seinkanina við arbeið-
inum at gera fast samband
tvørtur um Leirvíksfjørð,
og í løtuni verður bíðað
eftir, hvussu triðja umbønin
frá
Vinnumálaráðnum
verður móttikin í Fíggjar-
málaráðnum.
– Beint áðrenn summar-
frítíðina søktu vit so fyri
triðju ferð um pening til
Norðoyatunnnilin fyri aug-
ust 2003, og vónandi fáa vit
hesaferð peningin til vega-
gerðina frá ætlaðu rund-
koyringini og til Oyravegin.
Bjarni Djurholm vísir á,
at við útsøgnum Karsten
Hansens í Sosialinum leyg-
ardagin
eru
beinleiðis
ósannindi borin fram við
upplýsingum, sum als ikki
samsvara veruleikanum í
hesum máli.
– Tað er ógvuliga harmi-
ligt, at ein landsstýrismaður
á slíkan hátt vaskar sær um
hendurnar og koyrir skuld-
ina yvir á landsverkfrøð-
ingin og Vinnumálaráðið,
og sjálvsagt kunnu vit ikki
lata tað fara aftur við borð-
inum, eru seinastu orðini
hjá
einum
bersøgnum
Bjarna Djurholm um fram-
ferðarháttin hjá Karsteni
Hansen,
fíggjarmálaráð-
harra.
Bjarni Djurholm:
Karsten Hansen
ber ósannindi
– Karsten Hansen hevur borið ósannindi og koyrt skuldina yvir á ósekar persónar í sambandi við vantandi peningin í
verkætlanini at gera Norðoyatunnilin, sigur Bjarni Djurholm
Við eini skattainn-
tøku í 2002, sum var
stívliga 27 milljónir
krónur, ongum láni
og ongari langfreist-
aðari skuld, er Nes
kommuna fíggjarliga
ein ógvuliga væl koyr-
andi kommuna
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Fólkatalið vaks við 27 í
2002, úr 1170 upp í 1197.
17 børn vórðu fødd, 9 fólk
doyðu. 77 fluttu til komm-
ununa, og 58 fluttu úr
kommununi.
Hetta var gongdin í
fólkatalinum í Nes komm-
unu í 2002.
Vøksturin í fólkatalinum
hevur ført við sær, at næst-
an eingi hús standa tóm í
kommununi í dag.
Nýggj hús eru bygd, og
onnur standa í gerð.
Eftirspurningur
Í frágreiðingini fyri árið
2002, sigur Nes kommuna,
at eftirspurningurin eftir
grundøkjum er veksandi,
og at kommunan liggur inni
við fleiri umsóknum um
grundøkir í nýggju útstykk-
ingini millum Kvíggjar-
heygg og Gadd. Vegafør-
ingin er liðug og nú kloakk,
vatn og annað er liðugt nak-
að inn um húsini uppi í
Forna, verða grundøkini frá
Gadd og norðureftir nú klár
hjá fólki at ogna sær.
Byggiøkið millum Kvíggj-
arheygg og Gadd er einasta
byggiøki, sum kommunan
kann vísa á í løtuni.
Arbeitt verður við nýggj-
um útstykkingum, og ar-
beitt verður eisini við eini
býarætlan fyri alla komm-
ununa, sum væntandi verð-
ur liðug einaferð seint í
hesum árinum.
Virkir og skip
Bygdaráðið í Nes komm-
unu fegnast um, at virkini,
sum eftirhondini eru mong
í tali, høvdu eitt gott ár í
2002, tó at partafelagsskatt-
urin ikki er øktur. Hetta
hevur givið arbeiðsfólk-
unum á landi støðugari ar-
beiði og økta inntøku.
Sama er at siga um sjófólk-
ið, sum býr í kommununi,
ið eisini hevði eitt gott ár í
2002.
Útróðurin
hevur
eydnast væl og allir egn-
ingaskúrarnir, sum komm-
unan eigur, eru útleigaðir.
Saman við øðrum ar-
beiðsplássum, sum eisini
eru í kommununi, eru virk-
ini og skipini fíggjarliga
grundarlagið undir rakstr-
inum.
Nes kommuna veit eisini
at siga, at áhugin at byggja
nýggj virkir framvegis er
stórur, og kommunan hevur
viðgjørt umsóknir um enn
fleiri virkir á havnalagnum.
Alt asfalterað
Hóast rættiliga nógv plan-
eringsarbeiði og byggivirk-
semi hevur verið á havna-
lagnum á Toftum seinastu
árini, hevur eydnast at fáa
alt havnaøkið asfalterað.
Arbeitt verður nú við at
uppmerkja og skipa ferðsl-
una á økinum.
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Fyri góðum 10 árum síðan
hevði Nes kommuna ítøki-
ligar ætlanir um, hvussu
skúlin skuldi útbyggjast. Tá
førdi
samfelagskreppan,
sum legði at kalla alt sam-
felagið lamið, til, at út-
byggingarætlaninar fyribils
vórðu lagdar á hillina.
Bygdaráðið arbeiðir nú
aftur við at fyrireika skúla-
útbygging, sum mett verður
at verða alneyðug.
Síðan 1999 hevur komm-
unan sett pening av á fíggj-
arætlanini til hesa útbygg-
ing, og í dag standa slakar
12 milj. krónur á bók, sum
skulu nýtast til hetta enda-
mál.
Tofta skúli hevur næm-
ingar úr 1. flokki upp í 10.
flokk, og samlaða næm-
ingatalið liggur um stívliga
200.
Dagrøkt
Eftirspurningurin
eftir
plássum í dagrøktini í Nes
kommunu øktist í 2002.
Dagstovnurin á Svanga-
skarði rúmar nú spælistovu
hjá dagrøktini, frítíðarskúla
til 25 børn og útibarnagarði
til 25 børn.
Talið av børnum, sum
verða ansað, er stívliga
100, men nú tørvurin fram-
vegis økist, er væntandi, at
ansingin verður uppnorm-
erað.
Eldrarøkt
Eins og í øðrum kommun-
um, økist tørvurin á røktar-
plássum til tey gomlu og
veiku nógv.
Saman við øðrum komm-
unum í oynni, eigur Nes
kommuna Eysturoyar Røkt-
ar- og Ellisheim í Runavík
og Umlættingarheimið í
Gøtu.
Í løtuni er Nes kommuna
í holt við at byggja eitt
eldrasambýli til 16 búfólk,
sum væntandi stendur lið-
ugt fyrsta ársfjórðing kom-
andi ár.
Væntandi verða enn fleiri virkir
bygd á havnalagnum á Toftum
Vinnuliga menningin í Nes kommunu hevur verið ógvuliga stór seinastu árini. Einki bendir á, at hon er steðgað, tí framvegis er
stórur áhugi at byggja nýggj virkir á havnalagnum
Savnsmynd
18,5 milj.
krónur á
bók
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Í aðrari grein á hesi
síðuni verður víst á, at
skattainntøkan hjá Nes
kommunu í 2002 var
stívliga 27 milj. krón-
ur. Hetta eru 2 milj.
krónur
meira,
enn
roknað varð við, tá ið
árið byrjaði.
Skattaprosentið hetta
árið var 19,9 eins og
árið fyri, og tá ið parta-
felagsskatturin ikki økt-
ist, er greitt, at øktu
inntøkurnar í fyrsta
lagi stava frá eini øk-
ing í skattainntøkuni
hjá borgarunum.
Nes kommuna átti
við árslok 2002 18,5
milj. krónur á bók. Tal-
ið við ársbyrjan var
11,99 milj. krónur.
Samanumtikið kann
sigast, at fíggjarliga
orkan hjá kommununi
hevur verið brúkt til
útstykkingar, eldraøk-
ið, fríðkan og havna-
lagið. Somuleiðis er
peningur settur av til
skúlabygging og vetrar-
friðing.
Skúli, dagrøkt og eldrarøkt
Tørvurin á røktarplássum til gomul og veik økist nógv.
Eldrasambýlið í Nes kommunu, sum fer at rúma 16 fólkum, stendur væntandi liðugt fyrsta ársfjórðing komandi ár
C
M
Y
K
5
4