Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 145 - 6. august 2003 Nr. 145 - 6. august 2003 7 Í hesum døgum eru 32 størri og smærri akrylmálningar at síggja í Leikalund í Klaksvík. Málning- arnir verða at síggja allan august mánaða LISTAFRAMSÝNING Rúna Sivertsen Í august mánaða sýnir Magna Auðunson 32 akryl- málningar fram í Leikalund í Klaksvík. Magna er ættað úr Klaks- vík, dóttir John og Annu Lassen. Hon er útbúgvin lærari og flutti í 2000 til Danmarkar at búgva, og býr nú á Suðursælandi. Myndaevnini eru lands- lagsmyndir, nógvar úr Klaksvík, men eisini aðra- staðni úr Norðoyggjum og úr Føroyum sum heild. Eis- ini eru myndir av upp- stilligum. Sjálv metir hon, at nátturumyndirnar spretta úr nátturu upplivingum bæði í Føroyum og Danmark. Men eisini úr tí, hon kallar innara landslagið, sum hon ber innan í sær. Við hvørt ger hon skitsur og onkuntíð ávirka myndir og aðrir málarar hana. Men hon nýtir altíð egin motiv við ymiskum lit- blandingum og málihætt- um. Seinnu árini hevur ljósið úr havinum ávirka hana nógv, og sæst hetta eisini aftur í málingunum. Myndirnar, sum allar eru til sølu, eru at síggja í van- ligari upplatingartíd: Mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin heldur fram til 30 august. Magna Auðunson listaframsýning í Leikalund Handilin hjá Hjørleifi Joensen í Miðvági hevur fingið einaum- boð upp á naviga- tiónsútgerð frá enskari fyritøku HANDIL Edvard Joensen Miðvági: Í Miðvági ber nú til at keypa alt, sum krevst fyri at halda skil á, hvar tú ert staddur á knøttinum. Hjørleif Joensen hevur fingið einaumboð fyri ensku fyritøkuna Ray- marine, sum framleiðir navigatiónsútgerð. Raymarine hevur gjørt nýskapandi framstig á øki- num, nú til ber at savna ymsar skpanir á ein lítlan skíggja í stýrihúsinum. Ser- liga á smábátum, har pláss- ið er lítið, kann hetta verða kollveltandi. Talan er um eina sokall- aða »blackbox« skipan, har eitt nú radari, ekkolodd og GPS kunnu lesast á sama telduskíggja í stýrihúsin- um. Allar antennurnar verða savnaðar í einum lítlum kassa, sum so aftur verður settur til ein skíggja, har skift so kann verða millum ymsu skipaninar. – Umframt at hetta sparir pláss, sparir tað eisini pengar, greiðir Hjørleif Joensen frá. Tí alt í alt er tað væl bíligari, enn um tú skuldi havt tríggjar fullar skipanir uppsettar. Tøknin tekur seg fram, og Raymarine hevur eisini eitt digitalt ekkolodd at bjóða, greiðir Hjørleif Joensen frá. Tað hevur teir fyrimunir fram um tey, sum vit longu kenna, at tað er nógv neyvari og mestum ljóðleyst. Handilin hjá Hjørleifi Joensen lat upp fyri góðum tveimum árum síðan. Hann liggur við høvuðsvegin í Miðvági nakað uttanvert stóru smiðjuna hjá J.K. Joensen. Kortini eru tað nógv, serliga fremmanda- fók, sum ikki kenna til handilin, sigur Hjørleif. – Men eitt nú sílaveiði- fólk vita væl av, at vit eru her, tekur hann aftur í aftur. Og tað er ikki so løgið, tí umframt navigatións-út- gerð, teldur og tað, sum hevur við teldur at gera, selur handilin eisini mest sum alt, sum ein skipshand- il vanliga plagar at hava. Eitt nú fiskireiðskap og sjóklæðir. Og til frítíðarfiskararnar er alt at fáa. Bæði tráður, spøl, flugur og pilkar, nylon og flot. Ja, mestsum alt uttan livandi maðkar, kanst tú fáa, um tú støkkur inn á gólvið hjá Hjørleifi í Mið- vági. Skipshandil í Miðvági Í handlinum hjá Hjørleifi Joensen ber nú til, sum einasta stað í landinum, at keypa navigationsútgerð frá Raymarine, við nýggjari, plásssparandi skipan Mynd: Edvard Joensen Eftir summarfrítíðina letur upp nýggjur dagstovnur í Vági, ið hevur rúm fyri 22 vøggustovu- og barnagarðsbørnum. Hús eru langtíðar- leigað til endamálið og í hesum døgum gera tey klárt, so alt er til reiðar 18. august DAGSTOVNAR Dagfinn Olsen Dagrøktarmammurnar eru kent hugtak í Vági, sum so manga aðrastaðni, men dagstovnur hevur ikki ver- ið á staðnum. Men hesi við- urskiftini eru nú broytt. Vágs Kommuna hevur útvegað hús og sett starvs- fólk og eftir summarfrí- tíðina letur upp dagstovnur við rúmi fyri vøggustovu- og barnagarðsbørnum. Húsini eru eini sethús, sum eru snikkað til nýggja endamálið. Gott og stórt øki er um húsini, umframt tað, ið longu er gyrt inni, og er ætlanin at hampa um, so alt øki kann nýtast. Húsini eru í tveimum hæddum. Ovara hæddin hevur fleiri rúm, ið verða nýtt til stovur til børnini. Loftini har eru klødd við ljóðdoyvandi plátum. Niðara hæddin hevur fleiri rúm, t.d. rúm, har vognar kunnu standa og eisini hava starvsfólkini eitt rúm, eins og leiðarin hevur skrivstovuhølir í niðaru hæddini. 22 pláss eru, harav 14 eru til barnagarðsbørn og 8 til vøggustovubørn. Sett eru 6 starvsfólk og leiðari á stovninum er Unn Michel- sen. Gera klárt Í hesum døgum er stákan, tí gjørt verður klárt, so alt er til reiðar, tá takast skal ímóti børnunum tann 18. august. Inni er nóg mikið at taka sær av, tí leikur skulu fást til vega og innbúgv skal fáast á pláss. Stavsfólkini eru møtt og eru tey farin at gera klárt inni og annars fyrireika seg, so klárt er, tá fyrstu vøggustovu- og barnagarðsbørnini í Vágs søgu skulu byrja 18. august. Larsen ikki Hansen Gjørt er vart við, at í grein um ljóðfløguna Fuglaljóð, sum Tutl gevur út fyri ólavsøku, er eitt navn komið skeivt fyri. Upptøkumaðurin hevur eftirnavnið Lar- sen, ikki Hansen og er rætta navnið sostatt Karsten Larsen. -blðm- Nýggjur dagstovnur í Vági ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Havn: Mánakvøldið fór ein bilur á rull í Mannbrekku í Havn. Hann rakti ein grótgarð og fór runt, og metir løgreglan, at hetta kemst av, at bilurin ikki hevur verið tryggjaður á rættan hátt – allarhelst hev- ur hondbremsan ikki verið uppi. Hetta hendi um 19.30 tíðina. Ongin var í bilinum, so ongin mannskaði stóðst av óhappinum. Ferðsluóhapp Um sama mundið var eitt annað ferðsluóhapp á Vegn- um Langa. Hetta hendi beint fyri klokkan 20 sama kvøld. Bilurin var farin út- av á eystaru síðu á vegnum, beint yvirav Per Mohrsvegi. Maðurin, sum koyrdi varð tikin inn, og blóðroynd var tikin, tí mistanki var um, at maðurin var ávirk- aður. Úrslitið av royndini er tó ikki greitt enn. Hagtøl frá Bileftir- liti Føroya vísa, at seinasta hálva árið er skrásetingin av nýggjum persóns- bilum minkað við 173 bilum. Mest minkingar eru at síggja í skráseting- unum av nýggjum akførum, men onk- ur hækking er tó eisini SKRÁSETING Ingrid Bjarnastein Í juli mánað í fjør vóru skrásettir 151 nýggir per- sónsbilar í Føroyum. Í ár er talið á 127 bilum, hetta er ein minking á 24 bilar. Frá januar 2002 til juli sama ár vóru 1004 nýgg- ir persónsbilar skrásettir hjá Bileftirlitinum, men í ár eru tað skrásettir 173, sum gevur eina minking uppá 173 bilar ella 17,23%. Eisini tá tað kemur til skráseting av vøruvogn- um, bussum og hýruvogn- um er talan um minking- ar. Tilsamans vóru 197 akfør skrásett í juli 2002. Sama mánað í ár vórðu skrásett 178 akfør. Hetta vil siga, at minkingin er 14,49%. Frá januar til juli í 2002 vórðu skrásett 1318 akfør. Sama tíðar- skeið í ár eru skrásett 1127 akfør. Nú Bileftirlitið er farið undir at skráseta prutl, kann eisini nevnast, at í juli 2003 eru skrásett 18 nýggj prutl, og higartil í ár eru 106 prutl skrásett. Bilar á rull Færri skrásetingar av akførum Mánakvøldið fór ein bilur á rull í Mannbrekku í Havn, rakti ein grótgarð og fór runt Mynd: Eirikur Lindenskov Ein annar bilur fór eisini mánakvøldið útav Vegnum Langa Mynd: Eirikur Lindenskov Unn Michelsen er leiðari á nýggja dagstovninum í Vági, ið hevur pláss fyri 22 børnum C M Y K 7 6