mikudagur 6. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 145 - 6. august 2003
Nr. 145 - 6. august 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Dagurin
6. august. Kristi dýrd. Dagurin verður hildin til minnis
um Jesu umbroyting á fjallinum (Matt. 17, 1-9).
Í dag, mikudagin 6. august, fyllur
Henry Jarnskor, ættaður úr Norðra-
gøtu, búsitandi á Strondum, sjeyti.
Henry er giftur við Johannu, tey
eiga 4 børn og fleiri abba- og
ommubørn.
Henry fór sum 15 ára gamal, í
1949, sín fyrsta túr til skips, við
togaranum Trónda í Götu og sigldi
við Tróndi í Götu í nøkur ár. Fór so
til Íslands at sigla við togarum og
øðrum skipum. Árini 1954-55-56
og 58 sigldi eisini við ymiskum
skipum sum maskinmaður.
Men tað sum Henry man verða
best kendur fyri, er uttan iva sum
busseigari og ítróttarvinur.
Henry hevur í mong ár verið
formaður í StÍF, har legði hann eitt
stórt arbeiðið í felagið sum for-
maður. Hann sá, at tað varð neyð-
ugt at byrja við teimum ungu. Tað
er eisini millum annað honum og
øðrum góðum kreftum fyri at
takka, at fyrsta mannslið hjá StÍF
gjørdist føroyameistari nú í ár og
hevur verið millum tey fremstu í
fyrstu deild tey seinnu árini, nú
verður tað heystað, sum stungið
varð út í kortið fyri 15-20 árum
síðan.
Ítróttarfeløg skullu brúka nógvan
pening, og har var Henry ein
primusmotor við góðum raðfest-
ingum, og røttum avgerðum, men
tað gekk.
Fyri nøkrum fáum árum síðan
takkaði Henry fyri seg, men er enn
til dystin fús, tá ið tað ræður um
stuðul av ymiskum slag, tað verið
seg í høll ella aðrar staðir.
Tá ið vit nevna navnið Jarnskor,
so seta vit tað í samband við GÍ,
eisini her hevur Henry stuðlað á sín
hátt og verið dyggur viðhaldsmað-
ur hjá GÍ.
Henry er farbróður at øllum Jarn-
skorunum, sum hava verið við til at
manna GÍ liðið upp til henda dag
og hava sett sín dám á 1. deild í
fótbolti hjá monnum, frá áttati- og
nítiárunum, enn er onkur eftir á 1.
liðnum.
GÍ hevur havt tann eginleika, og
tað sama kann sigast um Henry, at
einki er avgjørt, fyrr enn leikur er
lokin, tað seiggi ið skal til og viljin
til at vinna.
Tá ið Bygdaleiðir varð sett á
stovn, seinast í sjeyti-árunum, við
fyrst leið 100 og 101 og nakað
seinni víðkað við fleiri leiðum,
vóru eisini boð eftir Henry Jarn-
skor, og fekk hann nýggja buss sín
í litunum hjá Bygdaleiðum í dec.
1985, í tí góða gamla litinum, hann
koyrdi við øðrum bussi í byrjanni.
Henry, saman við fleiri øðrum,
løgdu doyðin á at alt skuldi koyra,
og eitt orð var eitt orð, ein maður
ein maður. Teir flestu av sam-
starvsmonnum hansara eru nú
givnir at koyra.
Henry hevur koyrt sítt virki í eitt
Sp/F, og í dag gevst hann at koyra,
og yngri ættarlið tekur yvir.
Tá ið Busssamtøkan varð stovn-
að, gjørdist Henry fyrsti formaður,
hann hevði avgørt sínar meiningar,
men varð góður at samstarva við og
reiðiligur maður, men vildi at hvør
maður skuldi hava sítt, og tað sum
hann átti.
Eisini arbeiddi hann eitt skifti á
Farstøðini í Havn, var góður í
ráðum og góður at samstarva við.
Hansara gløgni var stundum við
til at loysa truplar uppgávur, so at
trafikkurin gleið smidliga. Hann
var trúfastur í allar mátar.
Henry hevur verið trúgvur stuðul
hjá Javnaðarflokkinum. Hann hev-
ur eisini verið uppstillaður til løg-
tingsval og havt onnur álitisstørv
hjá flokkinum.
Eisini hevur hann sett fram sínar,
ofta beinraknu og persónligu mein-
ingar á skrift, og hevur hann havt
dyrvi til at tala "Roma mitt ímot",
og víst á aðrar gongdar leiðir. Hann
hevur lagt doyðin á, at øll skulu liva
í Føroyum og ikki bara nøkur út-
vald, sama um tú ert lágur ella
høgur.
Henry er valdur í friðingarnevnd-
ina fyri Eysturoyar Sýslu, og hevur
hann eisini verið við til at taka
stórar avgerðir, sum hava hildið.
Á ungum árum fór Henry á
bíbliuskúla í Danmark, og hevur
hann fleiri hollar og trúfestar vinir
frá teirri tíðini, sum hann sam-
skiftir við enn.
Í sjeytiárunum varð Henry valdur
í kirkjuráðið í Sjóar sókn og sat har
nøkur ár.
Sum gamal sjómaður hevur
Henry eisini tokka til Føroysku
Sjómansmissiónina: Hann hevur
verið í Íslandi og gjørt ymiskt við-
líkahaldsarbeið á Ørkini í Reykja-
vík, um høvið býðst er hann fúsur
at fara avstað aftur, tí hann er fittur
í hondunum, dugur væl við einum
lykli ella øðrum í hond.
Eisini hevur hann havt møti á
Ørkini, havt vitnisburðir á sama
stað, hevur framborðið orðið á ein
einfaldan lættfatandi hátt.
Tað er í trongdum, ein skal læra
sínar vinir at kenna, serliga tá ein
gongur í mótbrekku og hevur verið
fyri happi.
Hvar eru allir triðingsvinirnir, tá
ein hevur brúk fyri teimum - burtur,
tí teir vóru eingir vinir, men so er
Henry ikki, hann hevur ongantíð
gloymt ein, hevur trúliga ringt, og
við sínum lætta og skemtingarsama
sinni gjørt hvønndagin ljósari.
Havi mangan sitið gott í heim-
inum hjá tykkum og notið tykkara
gestablídni.
Mín góði vinur Henry, hjartaliga
tillukku á sjeyti ára degnum, Harrin
styrki teg og tíni, og gevi tær eitt
langt og gott lívskvøld. Tillukku
enn einaferð.
Heilsan ein vinur
Vinur fyllur sjeyti
Ein heilsan til
Henry Jarnskor
á 70 ára føðingardegnum
tann 6. august
Oh Henry, Oh Henry, Tillukku í dag,
Tú sjeyti ár ert og í fagrasta lag.
Vit ynskja tær alt gott og frøðast við tær,
At fagnast av teimun ið tú hevur kær.
Oh Henry, Oh Henry, tey árini mong,
Tað sær bert so út, sum at tíðin er long,
So ungur í sinni, og lættur á fót,
Úr Gøtu væl útborðin, har var tín rót.
Oh Henry, Oh Henry, tey ungdómsins ár,
Tá tú fórst til skips, enn tað er sum í gjár.
Og mong ár tú sigldi so víða um høv,
langvegis um havið og strendur og nøv.
Oh Henry, Oh Henry, nógv minnist væl til,
Tá ætlan tú skifti og keypti tær bil,
Nú hevur busskoyring tú haft langa tíð,
Við tær mangur koyrdi um dalar og líð.
Oh Henry, Oh Henry, tær dámar so væl
Á fótbóltsdyst ganga og síggja gott spæl.
Tú fylgir við landsliðinum hvar enn tað fer,
Um heima teir spæla, um útið í verð.
Oh Henry, Oh Henry, á Naina var gott
Vælkomin frá fyrst av vit komu á gátt.
Við sangi og tónleiki tíðin hon rann,
Og skjótt gingu dagarnir, tað sannast kann.
Oh Henry, Oh Henry, tú takk hava skal
Fyri løturnar góðar, tað var ei so væl,
Á høkjum eitt fylgi, vit haltaðu øll,
Men látur og skemt hoyrdist víða um vøll.
Oh Henry, Oh Henry, tú bragdligast gekk,
og okkum so skjótt út at ganga tú fekk,
Ein túr í plantasjuna, tað gjørdi gott,
Har eingin seg keddi, og tíðin gekk skjótt.
Og Henry, Oh Henry, vit gloyma ei teg,
Og ynskja at Harrin tær fylgja á veg,
Fyri teg og øll tíni, vit ynskja alt gott.
Guðs signing má verða á degi og nátt.
K.V.A.
Við Sakarisi er ein bygdarmynd í
Fuglafirði farin. Sakaris hevði fragd í at
vera ógvusligur í orði og talu, og tað
ganga nógvar skemtisøgur millum fugl-
firðingar um hetta; men aftan fyri hesa
útsíðuna búði eitt heitt og arligt hjarta.
Hann var bráður av lyndi, og var
okkurt, so segði hann sína meining bart
út uttan at taka dagar ímillum høgan og
lágan og uttan at taka hædd fyri, um tað
fór at koma honum sjálvum aftur um
brekku .
Sakaris var ein tann fyrsti, sum talaði
ímóti ampunum frá Havsbrún. Hann var
næsti granni hjá virkinum, og tí millum
teirra, sum mistu mest bæði í peninga-
ligum virði og í lívskvaliteti av dálk-ing-
ini frá sínum størsta granna.
Men fyri fuglfirðingar flestar stóð
Havsbrún sum ímyndin av vælferð, og
amparnir av virkinum vóru prísurin, tú
mátti gjalda, fyri vælferðina. Tá íð av-
bygdafólk gramdu seg um ringa roykin í
bygdini, svaraðu fuglfirðingar, at tað
luktaði av pengum.
Flestu kommunustýrini, íð hava sitið í
bygdini, hava eisini havt tað fatan, at
trivnaðurin í bygdini er tengdur at, at nóg
mikið av arbeiði er at fáa, og tey hava tí
lívgað um virkini í bygdini og givið
teimum nærum fríar teymar.
Í hesi støðuni hevur tað verið møtu-
mikið at taka amparnar av Havsbrún upp
til viðgerar og at mótmæla teimum, tí tá
gekst tú ímóti rákinum, og vanligu
hugsanini í bygdini, og Sakaris var tí ofta
illa sæddur fyri sína atfinningarsomu
støðu mótvegis Havsbrún, eisini millum
vanliga fuglfirðingin.
Um tað er treiskni og áhaldni hjá
Sakarisi, og teimum, sum so við og við
løgdust afturat, sum hevur gjørt munin,
ella tað eru krøv uttanífrá, er ilt at siga,
men nú er eftirlitið við Havsbrún vorðið
meira skipað. Tó hugsi eg ikki, at hetta
fer at muna, uttan so at vit hava vakið
fólk úr bygdini afturat; og tí verður
arvurin eftir Sakaris og hansara stríð fyri
betri umhvørvi í bygdini, ein tann
tyngsta byrðan at lyfta eftir hann.
Ein góður vinur og granni er farin.
Harrin styrkið tykkum, sum eftir sita, og
uggið tykkum í sorgini.
Niels
Minningarorð um Zacharias Olsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Poul Nolsøe
Laksáfoss 50 ár
Fríggjadagin 1. august fylti
Poul Nolsøe Laksáfoss í
Klaksvík 50 ár. Poul Nol-
søe er føddur og uppvaksin
í Klaksvík, sonur Hallur
Laksáfoss úr Klaksvík og
Kristinu, f. Nolsøe Olsen,
úr
Fuglafirði.
Kristina
doyði í 1974, bert 47 ára
gomul. Hallur giftist seinri
upp aftur við Elmu f.
Hammer.
Poul Nolsøe fór sum 16
ára gamal til skips við
Stellu Kristinu og sigldi í
nøkur ár, til hann fór í læru
í Ídni í Klaksvík. Eftir
lokna lærutíð flutti hann til
Keypmannahavnar at lesa
til maskinmeistara. Í 1977
giftist hann við Jórun
Ziskasen, dóttur Arna og
Petrinu
Ziskasen.
Poul
Nolsøe og Jórun eiga tveir
synir, Boga og Rógva. Í
1979 fluttu tey aftur til Før-
oya, og Poul Nosøe fór út at
sigla sum maskinmeistari
við grønlendska rækjutrol-
aranum Kippokkak, Tern-
uni
og
vaktarskipinum
Tjaldrið. Í 1983 bleiv hann
settur í starv sum meistari
við Nørrunu og hevur verið
við til dagin í dag.
Poul Nolsøe er álitismað-
ur, fyrikomandi og hjálp-
samur. Í frítiðini tekst hann
við nógv ítriv, m.a. gongur
í fjøllunum, rør kajak og er
av størstu KÍ viðhalds-
fólkum. Konan og børnini
eru tey sum liggja tættast
hansara hjarta, og altíð er
hann klárur at hjálpa
øðrum.
Harry Hansen
65 ár
Ivaleyst eru tey fleiri, sum
kvøkka við, men kortini er
tað ein veruleiki. Harry
Hansen, sum fleiri ferðir
tey seinastu árini hevur
runnið maraton teinin, varð
65 ár mánadagin 4. august.
Harry Hovman Hansen
er toftamaður. Hann hevur
alla sína tíð búð á Toftum,
og hann livir og andar fyri
øllum tí, sum hevur við
Toftir at gera. Harry er
yngstur av børnunum hjá
Hansinu, sum var ættað úr
Elduvík, og Anton Hansen,
sum var úr Túni á Toftum.
Harry og tey vóru níggju
systkin: Karolina, Kirsten,
Selmar, Hjørdis, Viggo,
Jaspur, Hákun, Adolf og
Harry. Selmar, Hjørdis,
Jaspur, Hákun og Adolf eru
farin foldum frá.
Harry fór, sum flestu
dreingir á Toftum fyrra-
partin av fimmti árunum,
rættuliga ungur til skips.
Hann sigldi við línubátum,
og hann róði út í Grønlandi.
Harry lærdi blikksmíð hjá
Bjarna Hansen í Runavík,
og seinni var hann í fleiri ár
maskinmaður á Nyki. Síð-
ani fyrst í áttati árunum
hevur Harry verið skúla-
tænari í Tofta skúla. Tað er
eingin ivi um, at hann
gongur við lív og sál upp í
sítt arbeiði. Eisini upp í
ansingina av svimjihylin-
um, sum verður leigaður út
og sum er opin fyri al-
menninginum, umframt at
hann verður nýttur av skúl-
anum.
Harry
er
giftur
við
Emmu. Hon er dóttur til
Nannu og Wensel Olsen,
Wensel í Køkinum, á Toft-
um. Emma og Harry bygdu
uppi á Regni, og tey fingu
fýra børn: Absalon, sum
býr í Havnini, Wensel, sum
býr á Toftum, Hansy, sum
bara var hálvt ára gomul, tá
ið hon doyði í 1970, og
Hans, sum býr í Århus.
Harry hevur altíð verið
lættur og fimur, og honum
hevur dámað væl at íðka
allan ítrótt. Men tað var
ikki fyrrenn eftir at sonurin
Absalon var farin at taka
renningina í stórum álvara
– hann vann maratonrenn-
ingina, tá ið Oyggjaleikir-
nir vóru í Føroyum í 1989 –
at Harry miðvíst fór at
venja og renna. Síðani tá
hevur hann luttikið í einari
rúgvu av rennikappingum.
Emma og Harry hava
hildið trúliga saman í mong
ár. Har annað er at síggja,
sæst hitt eisini. Emma
hjálpir
Harry
at
ansa
svimjihylinum, og tey eru
trúgv í kirkjuni og í missi-
ónshúsinum. Tað kemur
meiri enn so fyri, at Harry
ber ein vitnisburð fram,
bæði í heimbygdini og aðra
staðni, har hann vitjar í
sambandi við missións-
vikur og onnur høvi.
Mortan Olsen 60
Í dag, mikudagin 6. august,
fyllir Mortan Olsen í
Klaksvík 60 ár. Mamman,
Mona Johannesen, var úr
Hvannasundi, dóttir tann
tiltikna skiparan Mortan í
Hvannasundi. Pápin, Banus
(Urbanus) Olsen var klaks-
víkingur, sonur Hans Erik
Olsen, sum saman við
Jógvan Segl hevði fyritøk-
una Joensen & Olsen, kall-
að Seglhúsmenninir. Mona
og Banus fingu tríggjar
synir. Tann elsti, Hans Erik,
doyði fyri nøkrum árum
síðani. Mortan er miðlinga-
sonur, og Jógvan er yngst-
ur.
Mortan tók millumskúla-
prógv í Klaksvík í 1959.
Longu
frammanundan
hevði hann verið onkran túr
til skips, nú gjørdist hann
sjómaður og var í Grøn-
landi og Ný Fundlandi.
Tá hann hevði fingið teir
48 kravdu mánaðirnar í
siglingartíð, fór hann 19 ára
gamal á sjómansskúla í
Havn. Fyrst tók hann stýri-
mansprógv og í 1965 skips-
føraraprógv.
Hann førdi síðani skip
hjá
Seglhúsmonnunum.
Tað vóru fyrst og fremst
Hans Erik og hann, sum
stóðu fyri fyritøkuni sum
fráleið, tí tað eldra ættar-
liðið var fallið frá. Urbanus
doyði í 1984, einans 69 ára
gamal, og síðani tá hevur
Mortan verið nógv heima.
Í 1997 fór Mortan til
Suðurafrika at vera sjó-
maður og var har í eitt hálvt
ár. Ein part av tíðini høvdu
teir støð í Port Elizabeth í
Suðurafrika, men fyri tað
mesta høvdu teir støð á
Mauritius og fiskaðu suður
móti ísinum.
Seinni fór Mortan við
einum vaktarskipi og hevur
hildið vakt á norskum øki í
Norðsjónum.
Í 1969 giftist Mortan við
Elsbu Jacobsen úr Klaks-
vík, og tey eiga tríggjar
døtur og tveir synir.
Benny Samuelsen
75 ár
Leygardagin 2. august fylti
fyrrverandi blaðstjórin á
Dimmalætting,
Benny
Samuelsen, 75 ár. Benny er
fuglfirðingur, sonur Lenu,
f. Midjord, og Steingrím
Samuelsen, sýðslumann.
Hann arbeiddi á Dimma-
lætting, frá tí at hann sum
14 ára gamal kom í læru
sum prentari, til hann legði
frá sær fyri aldur 67 ára
gamal. Hann kom í leiðsl-
una á blaðnum í 1971 og
gjørdist blaðstjóri í 1981, tá
Georg L.Samuelsen legði
frá sær fyri aldur. Hann var
blaðstjóri á Dimmalætting
til 1995.
Benny var nevndarlimur
í Húsalánsgrunninum í
fleiri ár. Hann hevur spælt
nógv sjónleik, verið við í
fleiri útvarpsleikum og lis-
ið skald- og stuttsøgur upp
í útvarpinum. Hann spælir
nógv bridge, og er hann
hvørt ár við í haruskjót-
ingini og er ein av okkara
mest royndu harumonnum.
Benny giftist við Dúdd-
uni, f. Petersen, úr Kolla-
firði, tey fingu børnini:
Lindu, Andras og Stein-
grím. Dúddan doyði í 1992.
Seinnu árini hevur Benny
røkt starvið sum formaður í
partafelagnum
Dimma-
lætting.
Heini O. Heinesen
65
Í dag, mikudagin 6. august,
fyllir Heini O. Heinesen,
fyrrverandi formaður í
Tjóðveldisflokkinum, 65
ár. Heini er kunoyingur,
sonur Jensu Mariu Enni-
stein og Richard Heinesen
úr Kunoy.
Í 1960 var Heini útbúgv-
in húsasmiður, men áðrenn
hann fór í læru, hevði hann
verið sjómaður í eini tvey
ár. Hann arbeiddi sum
byggimeistari í 10 ár frá
1967, og var so vegfor-
maður
hjá
Landsverk-
frøðinginum í onnur 10 ár.
Tað var í hesum starvi, at
Heini gjørdist kendur sum
spreingimeistari, tá hann,
meðan kunoyingar vóru á
fjalli og komnir á rætt,
loysti eitt óheppið skot av
stutt burturfrá.
Kendastur man Heini tó
vera sum politikari. Hann
sat í bygdaráðnum í Kun-
oyar Kommunu, sum um-
fatar bygdirnar Kunoy og
Haraldssund, frá 1962-70
og aftur frá 1977 og hevur
verið bygdaráðslimur síð-
ani. Hann hevur eisini verið
formaður út í eitt síðani
1977. Sum bygdaráðslimur
hevur hann eisini gjørt vart
við seg í Føroya Komm-
unufelag, har hann var í
Starvsnevndini frá 1981-
85, harav formaður 1983-
85.
Í 1984 valdi Tjóðveldis-
flokkurin í Norðoyggjum
hann inn á ting, og hann
hevur umboðað flokkin og
Norðoyggjar síðani ella í
19 ár. Tað hava serliga verið
fiskivinnumál, sum hava
havt hansara áhuga, og í
nøkur ár var hann formaður
í
Fiskivinnunevndini,
seinni kallað Vinnunevnd-
in. Tað er framvegis fiski-
dagaskipanin og framum
alt trolfriðaðar leiðir, sum
hava hansara áhuga, hóast
hann nú eisini ger um seg í
landsstýrismálanevndini.
C
M
Y
K
9
8