mikudagur 6. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 145 - 6. august 2003
Nr. 145 - 6. august 2003
11
Teir báðir Hjalti Joen-
sen og Øssur Johan-
nesen hava givið út
fløgu við guitar- og
basstónleiki og er
hetta teirra næsta
fløga við hesum ser-
merkta tónleiki
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Hjalti Joensen og Øssur
Johannesen hava áður givið
út fløgu saman og var tað
við tónleiki, leiktum á guit-
ar og bass. Og teir eru aftur
nú við eini fløgu, ið eisini
inniheldur verk til guitar og
bass.
Báðir eru teir kendir
snillingar á ljóðføri síni.
Hjalti hevur leikt við fleiri
bólkum, t.d. Devon og
Moirae og Øssur hevur giv-
ið út solofløgu við basstón-
leiki.
Øssur er eisini kendur
listamaður og hevur teknað
húsan á nýggju fløguni, ið
ber heitið Hjalti Joensen
Øssur Johannesen 2.
Fløgan er innspæld hjá
Øssuri ( í Øssursa Húsið,
sum tað stendur í húsanum)
í Saltangará í januar/febru-
ar 2003 og heimaupptøku-
hølunum hjá Hjalta. Hjalti
ljóðblandaði í RMS studio í
2003.
Jón Heðin Tróndheim
mastraði og myndirnar í
fløguhúsanum tók Maria
Olsen.
Tutl gevur fløguna út.
Støðan hjá alivinnuni og støðan hjá rækjuvinnuni
vóru sum vera man frammaliga fyrsta dagin í
orðaskiftinum um løgmansrøðuna. Tað er greitt,
at hesar vinnur eru í svárum trupulleikum, og at
hesir trupulleikar fara at elva til, at fleiri hundrað
fólk fara at gerast arbeiðsleys. Men tað er somu-
leiðis greitt, at tað hvørki er politiskur hugur ella
vilji til at gera nakað við hesar trupulleikar.
Bert ein av teimum, ið høvdu orðið, mælti til, at
tað almenna skuldi gera nakað við hesar trupul-
leikar. Framsøgumaður Fólkafloksin mælti til at
nýta pening úr Landsbankanum og vinningin av
eini komandi privatisering av Føroya Banka til at
endurreisa alivinnuna. Hetta hugskot var harðliga
afturvíst av tjóðveldismonnum. Rækjuvinnuna
var tað at kalla eingin, ið tók upp á tungu, uttan í
sambandi við, at gamalliberalistiski boðskapurin
um, at tað, ið ikki kann standa, má falla, var boð-
aður. Henda vinna er sleppt upp á fjall.
Tað áhugaverda við hesum parti av orðaskiftinum
var, at vinstrahalli Tjóðveldisflokkurin hevur lært
høgravenda Fólkaflokkinu alt um tey grundleggj-
andi politisku virðini í einum liberalistiskum
marknaðarbúskapi! So er spuringurin bert, um
Tjóðveldisflokkurin eftir hetta kann sær at kallas
vinstrahallur. Bert ein røðari minti á, at tann, ið
grundlegði liberalismuna og marknaðarbúskapin,
ein ávísur harra Adam Smith, hevur sagt, at henda
filosofi krevur, at hitt almenna tekur ábyrgd av
offrunum fyri tí harðrenda kapitalistiska markn-
aðarbúskapinum. Annars var alt orðaskifti eyð-
kent av eini búskaparligari nýkonservatismu, sum
vildi frøtt eina Thatcher og ein Busch. Einastu
boð, ið tingmenn høvdu uppá hjálp til alivinnuna,
var at lata upp fyri, at útlendingar, skulu kunna
eiga størri partar av av hesi vinnu. Rækjuvinnuni
var eingin vón givin. Nú hava so hesar vinnur
fingið greið boð og tað er bæði týdningarmikið
og áhugavert. Mest áhugaverda við hesum parti
av orðaskiftinum var tó hetta, at orðaskiftið av-
dúkaði, at gamlaliberalisma av álvara er í hásæt-
inum hjá samgonguni. Áhugavert var eisini, at
orðaskifti vísti, at meiriluti ikki er fyri at lata pen-
ingastovnunum veðhald í aliloyvum. Vit venda
aftur til løgmansrøðuna í hesum teigi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Liberalisma í hásæti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Birgir Hansen
Tey grønu virka fyri av-
vápna, men ikki fyri ein-
hvønn prís. Vit virka fyri
einum treytaleysum steðgi
av mergsúgvingini av teim
tilafturskomnu londunum,
eins og vit harðliga ganga
inn fyri einum neyðugum,
meira rættvísum býti av
ríkidømi jarðarinnar. Vit
skíggja veruligu ella atomaru
heimsumfevnandi
vápna-
menning, ið fer fram. Vit
ynskja at fremja millum-
tjóða samstarv gjøgnum
ST.
Hvørki høgra- ella
vinstravend
»Tey grønu« kunnu ikki
setast í bás sum høgra- ella
vinstravend. Vit eru tað
nýggja, ið kallað verður
»Tey grønu í Føroyum«.
Sum ein grøn grasróta-
rørsla og ein politiskur
flokkur hava vit ávís grund-
leggjandi sjónarmið, vit
standa saman um. Tað eru
fyrst av øllum tey sjónar-
mið, vit standa saman um.
Tað eru fyrst av øllum tey
sjónarmið, ið eru ávíst í
hesi framløgu. Men lívið er
fjølbroytt og menniskjuni
somuleiðis. Sum limur í
»Teimum grønu í Føroy-
um« hevur tú sjálvandi fult
frælsi at hava tíni egnu
sjónarmið. Vit ynskja ikki
at tit skulu stýrast, eins og
aðrir flokkar krevja av sín-
um limum, tí tá er demo-
kratiið misskilt.
Hóast »Tey grønu í Før-
oyum« eru ein politiskur
flokkur, vilja vit sleppa tí
vanliga kendu floksskipan-
um og floksdisiplin. Tískil
eru »Tey grønu í Føroyum«
skipað
í
sjálvstøðugar
bólkar, ið sjálv velja álitis-
fólk teirra. At tryggja eitt
veruligt og vælvirkandi
limademokrati savnast um-
boð fyri lokalbólkarnar í tí
landsfevnandi umboðsráð-
num, ið er ovasti myndug-
leiki »Teirra grønu í Føroy-
um«.
Formæli
Henda skrá er gjørd sum
grundarlag fyri stovnan av
»Teimum grønu í Føroy-
um«. Henda skrá er ætlað
sum ein fyribilsskrá, ið
kann leggja botn fyri fram-
haldandi kjaki millum øll
tey, ið vónandi stuðla okk-
ara komandi virksemi, nú
vit á øðrum sinni venda
okkum til almenningin. Vit
halda tað vera náttúrligt, at
eisini tygum, ið á fyrsta
sinni taka undir við okkum,
skulu hava ávirkan á ar-
beiði av eini meira full-
fíggjaðari skrá. Uppskotið
til hesa er heintað frá
»Teimum grønu« í granna-
londum okakra, serstakliga
Danmark. Tó hava vit eftir
førimuni roynt at tillagað
skránna til føroysk viður-
skifti. Henda fyribilsskrá
fyri »Tey grønu í Føroy-
um« er ætlað til kjak, so-
leiðis at ein endalig skrá
kann gerast. Vónandi eru
tað nógv, ið vilja hjálpa
okkum.
Uttanríkispolitikkur
Hjalti og Øssur aftur upp á spæl
Now or never við breiðari semju
(í hesum umfari)
gev Jóannesi almannamál ella fíggjarmál
og verj tú, Høgni, mentamál, meðan tú mennist
sum politikkari og menniskja
Sjúrður Hansen, Gøtu
Leisturin í ár verður
hin sami sum undan-
farin ár, siga fyri-
reikararnir
OVASTEVNA
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið sat nevndin,
sum fyrireikar ovastevn-
una, á fundi og legði sein-
astu hond á skránna. Skráin
er tó ikki almannakunn-
gjørd enn, men fyrireik-
ararnir siga, at leisturin
verður hin sami, sum sein-
asta ár, tá ið stevnan eydn-
aðist avbera væl.
Hetta er tann 10’unda
ovastevnan í røðini, ið ber
navnið eftir nólsoyinginum,
Ova Joensen, sum róði úr
Nólsoy til Keypmanna-
havnar á sumri 1986.
Á longu leiðini um hav
sat hann við árarnar í lítla
báti sínum í meira enn 40
samdøgur, til hann umsíður
náddi
Longu-Linju
og
kundi kyssa kendu hav-
frúnna á klettinum í danska
høvuðsstaðnum.
Hetta var málið, hann
setti sær trý summur á rað.
Tey bæði fyrru árini setti
hann upp í Hetlandi, men
"alle gode gange tre", sigur
orðafellið, og soleiðis var
eisini hjá Ova.
Endamálið við stevnuni
er at savna inn pening til
bygging av svimjihyli, sum
stendur í gerð eystanfyri
skúlan í Nólsoy.
Svimjing og regatta
Í fleiri ár hevur Erlendur
Simonsen
skipað
fyri
svimjing um Nólsoyarfjørð
á ovastevnu, og soleiðis
verður eisini í ár, nú hann
verður hjálptur av Jákupi av
Skarði við hesum stóra
tiltaki.
Sum skilst, verður lagt á
fjørðin úr Havn kl. 14
leygardagin.
Eitt annað tiltak, sum
eisini er vorðið afturvend-
andi
á
ovastevnu,
er
regattasiglingin.
Loyst
verður á Eiði fríggjadagin,
og síðan verður sett upp í
Hósvík, har ligið verður til
leygardagin. Út á seinna-
partin leygardagin stevna
regatta-bátarnir til Nóls-
oyar, har ovastevnan verður
hildin.
Er veðrið gott, kemur ein
hópur av bátum bæði úr
Havn og av Skálafjørðinum
út til Nólsoyar at halda
stevnu.
Saman við bátunum, sum
eru við í regattasiglingini,
sær Nólsoyarvík út sum ein
lýsandi
"býur",
tá
ið
leygarkvøldið kemur.
Í góðum veðri ber nógv
til, og á ovastevnu seinasta
ár vitjaði eitt ótal av bátum
í Nólsoy.
Kabarett og dansur
Tað, sum flestu nólsoyingar
serliga gleða seg til á
ovastevnu, er afturvendandi
kabarettin, ið savnar nógv
bygdafólk og avbygdafólk.
Flestu hendingar í kaba-
rettini snúgva seg um lokal-
mál, men hesi verða so væl
framborðin, at sjálvt tey, ið
ikki kenna til smálutirnar,
fara ikki vónsvikin heim-
aftur.
Kabarettin hevur verið
eitt sera væl vitjað tiltak og
ein týdningarmikil inntøku-
kelda á stevnuni.
Aftur í ár hava nólsoying-
ar dúgliga vant til kaba-
rettina, sum verður sýnd
fleiri ferðir um vikuskiftið.
Eins og undanfarin ár,
verður eitt stórt tjald sett
upp í skúlagarðinum, har
dansur verður bæði fríggja-
kvøldið og leygarkvøldið.
Fríggjakvøldið
spæla
nólsoyingar, og tá verður
Anfinn Nielsen, sum nú
býr í Nólsoy, ætlandi gesta-
sangari.
Leygarkvøldið
spæla
Kim Hansen og hansara
menn. Kim er eisini nóls-
oyingur og hevur drúgvar
royndir í tónleikalívinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at
á seinastu ovastevnu vóru
ikki færri enn 800 fólk í
dansi í tjaldinum í Nólsoy
fríggjakvøldið
og
leygarkvøldið.
Eitt annað afturvendandi
og sera væl vitjað tiltak á
ovastevnu, er felagssang-
urin undir Mikkjalsveggi
leygarkvøldið kl. 22.
Á ovastevnu verður eisini
tivoli og matsøla umframt
onnur tiltøk, sum vit fara at
venda aftur til, tá ið skráin
verður almannakunngjørd.
Kaj Leo setir
Tað verður Kaj Leo Jo-
hannesen, sum setir ova-
stevnuna í ár. Stevnan
verður sett í Geilini kl. 14
leygardagin.
Tøkk
Eina hjartans tøkk til tykkum, ið mintust
meg á 80 ára degnum 28. juli. Tøkk fyri
vitjan, gávur, blómur og heilsanir.
Eina stóra tøkk til Dupultkvartettina í
Ebenezer fyri vakrar sangir.
Petur Christiansen
Tøkk
Øllum tykkum, ið gleddu meg á sjeytiára
degnum tann 6. juli við gávum, brøvum,
samrøðum, telegrammum og vitjanum,
takki eg hjartaliga.
Blíðar heilsanir
Viggo í Stórustovu
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hevur lítið
og einki fiskaarbeiði verið í
Sandoynni.
Virkið í Skopun fór í
summarfrí
næstsíðsta
mánadag, men virkið á
Sandi fer formelt ikki í
summarfrí. Tó skilst, at
ongar
størri
landingar
verða á Sandi hesar kom-
andi dagarnar.
Ætlandi verður virkið í
Skopun stongt í tvær vikur.
Á Sandi siga tey, at onkur
útróðrarbátur hevur avreitt,
og tey hava eisini keypt eitt
sløð av fiski á uppboðs-
sølu.
- Men vit taka ongar
størri landingar teir næstu
dagarnar, meðan virkið í
Skopun er í summarfrí, siga
tey á Sandi.
Frítíðaravloysari til
posthúsið á Tvøroyri
Sóknast verður eftir avloysara til útbering og
koyring av posti á Tvøroyri og millum bygdir í
norðaru helvt av Suðuroynni at byrja beinan-
vegin. Stóra koyrikoyrt krevst.
Skrivlig umsókn verður skjótast gjørligt at senda
til:
Postverk Føroya
att.Elinborg Nolsøe, posthúsleiðari
800 Tvøroyri
Ein
Højgaard
afturat
RÆTTING
Heri á Rógvi
Í blaðnum leygardag-
in var drúgv frásøgn
um ferðina hjá Høj-
gaard
familjuni
í
Svøríki. Men vit eru
tíðanverri komin at
gera teimum órætt.
Skrivað verður, at av
børnunum hjá Janu og
Dánjal Peturi Høj-
gaard eru bert tvey á
lívi. Hetta er ikki rætt,
tí ein triði sonur teirra,
Andreas
Højgaard,
býr enn í Rituvík.
Andreas, sum er fyltur
áttati, hevur kortini
ikki verið við á ferð-
unum. Vit biðja tykk-
um umbera mistakið.
10’unda ovastevnan
av bakkastokki
Ongar landingar á Sandi
Endamálið við
ovastevnuni er at
savna inn pening til
svimjihyl í Nólsoy,
sum verður bygdur
eystan fyri verandi
skúla
C
M
Y
K
11
10