mikudagur 6. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 145 - 6. august 2003
Nr. 145 - 6. august 2003
13
Búi Dam er ein av
okkara fremstu
gittarleikarum.
Seinastu hálva árið,
hevur hann búð á
Kuba, har hann hevur
fingist við tónleik. Í
drúgvari samrøðu,
greiðir havnarmað-
urin frá lívinum á
Kuba. Hann gevur
eisini eitt sindur ilt av
sær, og fílist á, at tón-
leikarar í Føroyum
verða ikki virðis-
mettir fyri teirra
arbeiði
TÓNLEIKAÚTISETI
Páll Holm Johannesen
Beint undan ólavsøku kom
ungi havnarmaðurin, Búi
Dam, aftur av forvitnislig-
ari ferð á Kuba. Búi hevur
seinasta hálva árið búð á
Kuba, har hann hevur fing-
ist við tónleik. Ferðin á
Kuba steðgaði tó brádliga,
tí havnarmaðurin fekk gø í
handliðið, og hevur tí ikki
spælt tónleik teir seinastu
tveir mánaðirnar.
Hann ætlar sær kortini
ikki at sleppa ætlanini um
at fara til Kuba aftur, og so
skjótt, handliðið fær tað
betri, verður ryggsekkurin
pakkaður aftur, har ferðin
aftur gongur til oynna
uttanfyri Floridafjørðin.
Savnaði íblástur
Spurdur, um hví ein sum
tónleikari fer til eitt fjar-
skotið land sum Kuba at
spæla, svarar Búi, at honum
savnaði
tónleikaligan
íblástur í Føroyum.
– Eg hevði avgjørt, at eg
skuldi royna nakað nýtt.
Millum møguleikarnar var
Kuba, USA, India og
Nepal, tí umframt tað tón-
leikaliga, so hevði eg sett
mær fyri, at eg eisini skuldi
fáa
nógv
burturúr
tí
mentanarliga, greiðir Búi
Dam frá.
Í februar mánað í ár
pakkaði so ungi havnar-
maðurin ryggsekkin, har
leiðin gekk til Kuba. Fígg-
ingin til ferðina kom í lag
við stuðli frá Mentanar-
grunninum, umframt at
hann sjálvur eisini hevði
savnað pening.
Fyrstu mánaðirnar búði
hann hjá einari familju stutt
uttanfyri
høvuðsstaðin
Havanna, og seinastu tíðina
hevur hann búleikast mitt í
Havanna. Fyri 200 dollarar
í leigu um mánaðin, hevur
hann goldið fyri bæði kost
og vistir.
Havanna er ein illa sperd-
ur býur, og umstøðurnar
minna ikki sørt um umstøð-
urnar í triðja heiminum.
Kortini var Búi heppin at
finna ein bústað, ið bæði
var vakur og reinur. Húsið
er av sponskum uppruna,
og hóast tað er illa farið, so
er tað væl hildið eftir kub-
anskum umstøðum.
Matvanarnir
á
Kuba
kunnu ikki samanberast við
teir føroysku. Kubanar eta
einki rugbreyð, og eta í
staðin nógvar bønir og rís.
Av tí, at kubanski innflutn-
ingurin av vørum er rætti-
liga avmarkaður, verður
meginparturin av matinum
sjálvdyrkaður. Stóra døg-
urðamáltíðin er ikki fyrr
enn
klokkan
tíggju
á
kvøldi, og Buí sigur skemt-
andi, at tað má verða orsøk-
in til, at kubanar hava so
stóran búk.
Fjølbroytt tónleikalív
Hann greiðir frá, at Kuba
sum land víkir fullkomiliga
frá Føroyum. – Har er
rættiliga fátækt, og tú
kemur sum ein hvítur rík-
maður, hóast tú ikki eigur
reyvina í tær sjálvum. At
ein kemur einsamallur, og
at eingin kennir teg, og ei
heldur eru nakrar væntanir
til tín, var ein nýggj og
øðrvísi kensla, frá tí tú
kennir heima í Føroyum,
fortelur Búi.
Fólk á Kuba eru sera
blíð, fyrikomandi og liv-
andi. Dansur og tónleikur
fyllir ómetaliga nógv í lív-
inum hjá kubanum. Sum
tónleikari er Kuba eitt sera
ótrúliga spennandi land.
Kubanska tónleikalívið er
sera fjølbroytt, og saman-
sett av nógvum ymiskum
stílum.
Tónleikastílirnir fevna
eitt nú um Rumba, Salsa og
Son, sum er traditionelli
kubanski tónleikurin. Ser-
liga er ljóðførið percussion
frammaliga á Kuba. Landið
er rættiliga ríkt mentanar-
liga, og mongu fólkasløgini
í landinum endurspegla tær
mongu tónleikarøturnar í
landinum.
Kuba er samansett við
íbúgvarum úr USA, Spania,
Kina og India, og tað hevur
havt við sær, at tónleikalív-
ið er rættiliga fjølbroytt.
Spurdur um tónleikastøðið
á Kuba, svarar Búi, at tað er
ómetaliga høgt, og kubanar
hava eitt ótal av evnaríkum
tónleikarum.
– Tónleikurin er innbygd-
ur í kubansku skúlaskipan-
ina, og tí fáast øll kubansk
børn við tónleik, frá tey eru
heilt smá. Tónleikarar á
Kuba verða eisini virðis-
mettir høgt, sum eitt nú
advokatar í Føroyum, so
tað er avgjørt nakað annað,
enn ein er vanur við í Før-
oyum, sigur Búi Dam.
Umstøðurnar á Kuba hjá
tónleikarum eru ikki av
teimum
bestu.
Stóra
fátækadømi sæst eisini
aftur á tónleikinum, har
stórur tørvur er á ljóðfør-
um.
Búi greiðir frá, at tað var
torført fyrstu tíðina, tí hann
var ikki so kringur í
sponskum. Higartil hevur
hann hevur nýtt meginpart-
in av tíðini til at finna rætta
tónleikamakkaran, og nú
tað endiliga eydnaðist, var
hann so óheppin at fáa gø í
handliðið.
– Eg havi alla tíð leitað
eftir ávísum tónleikarum,
sum hava somu hugsan sum
eg um tónleik. Kemiin skal
eisini passa, og tað kann
taka tíð. Eg havi nú funnið
tann rætta, og vit fara aftur
at spæla saman, tá eg fari
yviraftur, fortelur Búi.
Fingið styrki sum
menniskja
Spurdur, um hvat hann
hevur fingið burturúr hálva
árinum á Kuba, svarar Búi,
at uppihaldið avgjørt hevur
við til at styrkt hann sum
menniskja. Hann vísir á, at
í Føroyum hevur ein ofta
lyndið til at missa styrki
sum menniskja, tí alt er so
tætt, lítið og trygt, og tí
kendi hann á sær, at neyð-
ugt var við broytingum.
- Á Kuba gekk eg millum
bumsar, fátøk og rík fólk,
og tað gav mær íblástur
sum menniskja, og eg
styrknaði av tí, greiðir
havnarmaðurin frá.
Føroyski
kristnidómurin
avmarkar okkum
Búi virðismetir kubanar
høgt sum fólk. Hóast
kommunisman avgjørt hev-
ur havt síni negativu árin á
landið, so hevur hon eisini
positiv ting við sær.
– Sum kommunistiskt
land er Kuba rættiliga av-
byrgt, og tað hevur millum
annað við sær, at kubanar
als ikki eru ávirkaðir av
mótaheiminum,
og
tað
gjørdi sterkt inntrykk á
meg. Mentanin verður á ein
hátt reinari og erligari.
Konufólkini eru ótrúliga
flott og bera seg heilt øðr-
vísi enn føroysk konufólk.
At konufólkini á Kuba
dansa so nógv, sum tey
gera, er við til at gera tær
nógv liðiligari, fortelur Búi
frá.
Ungi havnarmaðurin er
eisini av teirri áskoðan, at
orsøkin til, at føroysk konu-
fólk ofta kunnu tykjast hel-
dur
afturlatin
seksuelt,
kemur av føroysku fatanini
av kristnidóminum. Hann
heldur, at tað feminina og
seksuella altíð hevur verið
kúgað av kristnidóminum í
Føroyum og verður tað
framvegis, og tískil hava vit
eitt afturlatið forhold til tað
Evnaríki gittarleikarin, Búi Dam:
-Kubanar duga veruliga at
virðismeta sínar tónleikarar
Fólk á Kuba eru sera blíð, fyrikomandi
og livandi. Dansur og tónleikur fyllir
ómetaliga nógv í lívinum hjá kubanum. Sum
tónleikari er Kuba eitt sera ótrúliga
spennandi land. Kubanska tónleikalívið er
sera fjølbroytt, og samansett av nógvum
ymiskum stílum.
”
”
Sum kommunistiskt land er Kuba
rættiliga avbyrgt, og tað hevur millum annað
við sær, at kubanar als ikki eru ávirkaðir av
mótaheiminum, og tað gjørdi sterkt inntrykk á
meg. Mentanin verður á ein hátt reinari og
erligari.
”
”
Kubanar eru eitt rættiliga
fátækt fólk og ein kemur í
landið, sum ein hvítur
ríkmaður, hóast man ikki
hevur so nógvan pening
seksuella í Føroyum. Hann
vísir í sama viðfangi á, at
hann ikki gudloysingur.
Liva í núinum
Av tí, Búi var so óheppin at
fáa gø fyri tveimum mán-
aðum síðan, dylir hann ikki
fyri, at tónleikaliga fekk
hann ikki tað optimala úr
ferðini á Kuba. Undan ferð-
ini gjørdi hann upp við seg
sjálvan, at hann bert ætlaði
at fylgja instinktinum, og
setti sær ikki nakað yvir-
skipað mál við ferðini.
- Setur tú tær ov stórar
forvæntningar, gloymir tú
at liva í eygablikkinum, og
tá fært tú ikki núið við. Vit
sum menniskju hava tann
herviliga óvana antin at
hugsa í fortíðini ella fram-
tíðini, og tá gloyma vit
núið. Hóast ferðin endaði
nakað brádliga, so eri eg
glaðast fyri, at eg eri komin
nærmari at læra meg at liva
í núinum. Tann besti tón-
leikurin verður eisini skapt-
ur í núinum, tí tað er ikki
nakað tú kanst planleggja
frammanundan, tí hann
kemur bara, tá tanka-
streymarnir steðga, greiðir
hann frá
Einki fyri
tónleikaskúlum
Búi gekk ikki á nøkrum
tónleikaskúla á Kuba, tí
hann metir, at hann fær
meir burturúr við taka tón-
leikatímar, enn at verða
skúlaður.
- Eftir mínum tykki
missa nógvir tónleikarar
sína tónleikapersónligheit
við at fara á skúlabonk.
Tónleikararnir
missa
frælsi, tí teir fáa at vita júst
hvat teir skulu hoyra og
spæla, og tað meti eg ikki
hava nakað við tónleik at
gera. Orsøkin til, eg ikki
fari á nakran tónleikaskúla
er, at eg vil ikki enda sum
nakar massaproduktións-
tónleikari. Eg veit eisini
fullvæl, at hetta ikki er
galdandi fyri allar tónleik-
arar, og sjálvsagt hjálpa
skúlarnar teg við hondverk-
inum, men ein má kenna
seg rættiliga væl, fyri ikki
at missa seg burtur, sigur
Búi Dam.
Tónleikarar virdir ov
lítið í Føroyum
Havnarmaðurin er eisini av
tí áskoðan, at tónleikarar í
Føroyum verða alt ov lítið
virdir.
– Tað var rættiliga stutt-
ligt at síggja, hvussu kub-
anar virðismeta teirra tón-
leikarar, tí í Føroyum er
støðan júst tann mótsatta,
fortelur Búi
Hann vísir á, at hann í so
máta hevur verið sera hepp-
in, tí foreldrini, ið bæði
fáast við sjónleik, altíð
hava stuðlað honum við
tónleikinum. Búi dugir
kortini væl at síggja, at so
er ikki statt hjá øllum før-
oyskum tónleikarum. Van-
liga verða flestu tónleikarar
trýstir av foreldrum teirra
at fáa sær at orduligt ar-
beiði, tí at spæla tónleik
verður ikki mett sum
orduligt arbeiði í Føroyum.
Listin opnar fólk
Havnarmaðurin er ikki í iva
um, at tónleikurin í Føroy-
um má raðfestast hægri.
Hann heldur, at tónleikur
gevur ómetaliga nógv til
føroysku mentanina og
samleikan.
– Listafólk vísa fólki tað,
tey ikki tora, og taka tey
hagar, tey ikki hava verið.
Listafólk opna teg eisini, og
geva tær ein heilt serliga
kenslu, sum oftast verður
verandi í tær. Eg kann
nevna eitt gott um dømi um
tað sama. Eg var til eina
konsert niðri á Meiarínum,
har Brandur (Jacobsen,
trummusláari, blðm) og ein
amerikonsk songkvinna v.
ø. spældu. Eftir konsertina
vórðu fólk so kensluborðin,
at tey endaðu við at klemm-
að hvønn annan, og tað var
rættiliga óvæntað, tí van-
liga takkar man bara tón-
leikarunum fyri konsertirn-
ar. Eg eri ikki í iva um, at
góði tónleikurin á Meiarín-
um hetta kvøldið var til at
opna fólk fyri einum sam-
kærleika, einum kærleika
sum Jesus tosaði nógv,
greiðir Búi Dam frá.
Hann leggur afturat, at
hendingin á Meiarínum var
enn eitt gott dømi um at
duga at liva í núinum. Búi
ivast ikki í, at sterka uppliv-
ingin á Meiaraínum liggur
eftir hjá fólkum, og tað er
júst málið við at spæla tón-
leik.
Føroyskur tónleikur á
rættari kós
Búi er sera fegin um tí
rívandi menningina, før-
oyskur tónleikur seinastu
árini hevur verið fyri. At
heimurin hevur fingið eyg-
uni upp fyri føroyskum tón-
leiki er ótrúliga spennandi.
Hann heldur, Føroyar eru
tónleikaliga eitt rættiliga
óspilt land, og nú eyguni
eru vend henda vegin, kann
okkurt stórt spyrjast burtur-
úr.
Serliga tiltøk sum Prix
Føroyar og G! Festivalurin
bera boð um, at føroyingar
ikki eru bangnir fyri at
bróta burturúr nýggjum.
Búi vil serliga rósa eystur-
oyingum fyri teirra áræði
og málrættaða arbeiði. Ser-
liga er tað ein fragd at
spæla í Gøtu, har tónleika-
andin altíð er framúr.
Karmarnar fyri at spæla
tónleik í Føroyum gerast
eisini betri og betri, og tað
hevur eisini havt við sær, at
tónleikurin mennnist alla
tíðina.
– Eg kundi sjálvsagt
brokkað meg um alt, men
eg haldi, at støðan er nøkt-
andi í løtuni, og vit mugu
eisini læra at síggja tað
positiva í tí, sum hendir í
løtuni. Tey tingini, ið
mangla í løtuni, skulu nokk
koma upp á pláss við t´ðini,
heldur Búi.
Hann hevur tó rís at geva
kommunalu politikkarun-
um í Havn. Tað er stórur
tørvur á einum spælistaði í
Havn, har tónleikurin verð-
ur settur í hásætið, og rætti
tónleikaandin verður til
staðar. Staðið skal vera fyri
fólki, ið hava hug til at
hoyra tónleik, og umstøð-
urnar hjá tónleikarunum
við ljóði o.ø skulu sjalvsagt
verða nøktandi, sigur Búi
Dam at enda.
Navn: Búi Egason Dam
Føðingardagur: 23/4-1979
Føðistaður: Tórshavn
Foreldur: Birita Mohr og Egi Dam
Starv: Tónleikari
Tónleikabólkar: Ludomania, Deep End, Funny
Boys, Hanky Stuff, Ivory, 200, Lossingarmenn og
Hedache Blues Treo
Fyrimyndir: John Scofield, Pat Metheniey, Jan
Garbarek, John Purcell, Terji Rasmussen, Leivur
Thomsen, Roberto Baggio, Gunnar Mohr, Jesus,
Leo Brouwer og ikki minst foreldrini.
Fakta
Setur tú tær ov stórar forvæntningar,
gloymir tú at liva í eygablikkinum, og tá fært
tú ikki núið við. Vit sum menniskju hava tann
herviliga óvana antin at hugsa í fortíðini ella
framtíðini, og tá gloyma vit núið. Hóast ferðin
endaði nakað brádliga, so eri eg glaðast fyri,
at eg eri komin nærmari at læra meg at liva í
núinum
”
”
Vanliga verða flestu tónleikarar trýstir
av foreldrum teirra at fáa sær at orduligt
arbeiði, tí at spæla tónleik verður ikki mett
sum orduligt arbeiði í Føroyum.
”
”
Listafólk vísa fólki tað, tey ikki tora, og
taka tey hagar, tey ikki hava verið. Listafólk
opna teg, og geva tær ein heilt serliga kenslu,
sum oftast verður verandi í tær.
”
”
Tað er stórur tørvur á einum spælistaði í
Havn, har tónleikurin verður settur í hásætið,
og rætti tónleikaandin verður til staðar. Staðið
skal vera fyri fólki, ið hava hug til at hoyra
tónleik.
”
”
Búi saman við gittaralærara
sínum á Kuba. Í løtuni argar
handliðið, og tí fær hann ikki
spælt á gittaran. So skjótt
handliðið fær tað betur, fer
Búi aftur til Kuba at fáast
við tónleik
C
M
Y
K
13
12