Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í heyst kemur nýggj fløga við Eivør Páls- dóttir og íslendska bólki hennara á marknaðin, og tey fara at framføra nøk- ur av hesum løgunum á Listastevnuni TÓNLEIKUR Stefan í Skorini – Tað er umráðandi at fáa tað út, sum man hevur inn- aní sær sjálvum, og tí er tað neyðugt hjá mær at geva hesa fløguna út, sigur Eivør Pálsdóttir um komandi fløgu sína. Nú eru longu fýra ár síð- ani hon gav eina fløgu út í egnum navni, og nú er tíðin aftur búgvin til enn eina út- gávu. Eivør hevur sjálv smíðað øll løgini á fløguni uttan tvey skjaldur, sum eisini eru við. Harumframt hevur hon skrivað allar tekstirnar, sum eru á føroyskum. Tað er íslendska plátu- felagið Tólv Tónar, sum gevur plátuna út, og Eivør hevur saman við bólkinum verið í Rainbow Studio í Oslo og tikið fløguna upp. – Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at sloppið í júst hetta studio at taka upp, tí hetta er eitt av teimum bestu upptøkuhøl- unum um okkara leiðir, sig- ur Eivør, sum bert nýtti fýra dagar í upptøkuhølunum. Hetta er heldur stutt tíð, men um tónleikararnir eru væl fyrireikaðir, so ber tað til at taka eina eina fløgu upp eftir fýra døgum. Royndir tónleikarar At framføra sín tónleik hevur Eivør fingið tríggjar royndar íslendskar tónleik- arar. Hesir eru Petur Gret- arsson á trummum, Birgir Bragason á kontrabassi og Edvardi Laurusson á gittar. – Hetta eru allir tilkomnir menn og royndir tónleikar- ar, sum undirvísa á tón- leikaskúla í Reykjavík. Eg leitaði eftir royndum tón- leikarum til hesa fløguna, greiðir Eivør frá. Fleiri íslendsk plátufeløg lógu framvið og vildu geva eina fløgu við Eivør út, men hon valdi at enda Tólv Tónar. Orsøkin til tess var, at hetta plátufelagið ikki hevur so nógv onnur jørn í eldinum, og tí kundi hetta felagið leggja alla sína orku í júst hesa fløguna. Fólkatónleikur Tónleikurin á fløguni líkist nakað tónleikinum á tí fyrru fløguni hjá Eivør, sum kom út fyri fýra árum síðani. – Man kann samanbera hesa fløguna við ta fyrru, men tað er ein menning far- in fram, og tónleikararnir eru ikki teir somu, sigur Ei- vør Pálsdóttir. Hon hevur arbeitt við hesi fløguni í eitt ár ella so, og Eivør greiðir frá, at hon hevur ligið inni við nógv- um tilfari til hesa fløguna. Væntandi verða tíggju løg á fløguni. Í gjár fór Eivør aftur til Íslands, har hon skal leggja seinastu hond á fløguna, sum verður framleidd í næstum. Hon kemur síðani aftur til Føroya, og hon skal tann 13. august hava konsert í Norðurlandahúsinum og tann 14. august er konsert í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Eivør nevnir eisini, at hon nú hevur fingið sín egna persónliga klædna- designara. Tað er Svanhild Strøm, sum fyri stuttum er útbúgvin designari á designskúlanum Teko í Herning. Eivør fer á sínum framførslum at vera í klæð- um frá Svanhild. LISTASTEVNAN Ingrid Bjarnastein Victoria Chaplin, sum er dóttir víðagitna Charlie Chaplin, kom saman við manninum Jean Baptiste Thierée til Føroya mána- dagin. Djórini komu eisini mánadagin, og í dag, miku- dag, og í morgin verða sýningar í høllini í Norð- urlandahúsinum undir heitinum »Le Cirque In- visible«, sum er ein partur av Listastevnu Føroya 2003. Upplýst verður frá Norð- urlandahúsinum, at at- gongumerkini ganga sum heitt breyð, so um onkur ætlar sær at uppliva djór- ini og ósjónliga sirkus teirra, so er at skunda sær. Victoria Chaplin komin til landið Victoria Chaplin, dóttir Charlie Chaplin, kom mánadagin til Føroya Mynd: Jens Jákup Hansen Eivør við nýggjum tilfari Eivør Pálsdóttir sendir í næstum nýggja fløgu á marknaðin, sum er givin út á íslendskum plátufelag Mynd: Maria Olsen Aldubáran væl mannað til Listastevnuna Trý nýggj verk frá før- oyskum tónaskøldum eru á skránni, tá Aldubáran leygar- kvøldið fer at hava konsert í Norður- landahúsinum TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Fleiri nýggir tónleikarar eru komnir við í Aldubár- una, nú fremstu klassisku tónleikararnir í Føroyum í næstum fara at hava for- vitnisliga konsert í sam- bandi við Listastevnua, sum fer av bakkastokki í dag. Tólv tónleikarar eru við í bólkinum hesuferð, og hetta er størsta talið síðan bólk- urin byrjaði at spæla í 1995. Tá vóru sjey tónleikarar við. Nýggj í bólkinum eru Andras Olsen á trombon og brøðurnir Rúni og Øssur Bæk á violin. Hetta er frystu ferð, at ljóðførið trombon er við í tónleik- inum hjá Aldubáruni. Rúni Bæk er júst liðugur á tónleikaskúla í New York, og hann flytir í næstum til Maleisia, har hann skal ar- beiða sum tónleikari. Har- umframt eru eisini fýra tón- leikarar úr Íslandi og Dan- mark við hesuferð. Onnu Klett barst frá at luttaka á hesi konsertini, tí at hon í hesum døgum skal framføra í Tivoli í Keyp- mannahavn. Hendan møgu- leikan fekk hon eftir at hava vunnið eina ummælara- virðisløn. Filmur og tónleikur Á konsertini leygarkvøldið verða trý nýggj verk, sum eru skrivað av føroyskum komponistum, framførd. Talan er um City Pictures eftir Edvard Nyholm Deb- es, Melodrama eftir Trónd Bogason Hansen og Four Gardens eftir Sunleif Rasmussen. Hesi verk hava ongantíð verið framførd áður. Verkini hjá Edvardi og Tróndi hevur Listastevn- an bílagt til júst hetta høv- ið. – Tað er mangan torført at siga nakað um sín egna tónleik, men eg kann siga hvørjum eg havi fingið íblástur av til verkið, og tað eru býarmyndir, sum heitið eisini ber boð um, sigur Ed- vard Nyholm Debes um sítt verk. Hann hevur í hesum sam- bandi flættað ein film inn í framførsluna av verkinum. Hesin filmurin vísir nakrar býarmyndir frá einum knútapunkti í høvuðsstað- num tó uttan av avdúka, júst hvat fer fram í film- inum. Hetta er ein for- vitnislig samanblanding av klassiskum tónleiki og filmi. Verkið hjá Sunleivi Rasmussen er eitt preludi- um til eina komandi opera, sum sandingurin arbeiðir við í løtuni. Harumframt verða verk eftir György Ligeti og Béla Bartók, báðir úr Ungarn, framførd. Knýta nýggjar tónleikarar at sær Ólavur Jakobsen, sum spæl- ir gittar í Aldubáruni, held- ur, at tað er umráðandi, at ungir og nýútbúnir tónleik- arar verða knýttir at bólk- inum. – Endamálið hjá okkum er at økja um talið av tón- leikarum í bólkinum, og vit royna at innlima nýggjar tónleikarar so hvørt, sigur Ólavur Jakobsen. Langtíð- arætlanin hjá bólk- inum er at gera eitt lítið klassiskt ork- estur við dirigenti. Dirigentur hesu- ferð verður íslend- ingurin Bernharður Wilkinson, sum hevur sera nógvar royndir á tí økinum, og hann hevur áður sam- starvað við Aldubáruna. Bernharður ella Benny, sum tónleikararnir kalla hann, flytir til Føroyar í næstum, her hann skal búgva í eitt ár, og vónandi verður ein góður fongur hjá føroyskum tónleikalívi. Flyta seg undir konsertini Eitt annað áhugavert við konsertini hjá Aldubáruni er, at tónleikararnir fara at flyta seg undir framførsl- uni. Ætlanin er, at tónleikar- arnir skulu skifta pláss av og á, so at tey ymsu ljóðini frá ljóðførunum koma ymsastaðni frá í salinum. Hetta fer eftir ætlan at gera tað meira spennandi hjá áhoyrarunum. Aldubáran í Norður- landahúsinum leygarkvøld- ið klokkan 19.30. Manningin Andrea Heindriksdóttir, floyta Eydís Franzdóttir, obo Ármann Helgason, fagott Páll Sólstein, horn Andras Olsen, trombon Sámal Petersen, violin Rúni Bæk, violin Øssur Bæk, violin Uffe Wissing, viola Frederik Waage, cello Ólavur Jakobsen, gittar Jóhannes Andreasen, klaver Vinstrumegin situr ein av nýggju limunum í Aldubáruni, Andras Olsen, sum spælir trombon. Við hansara lið situr Edvard Nyholm Debes, ið hevur skrivað eitt nýtt verk til Listastevnuna Mynd: Maria Olsen Nr. 145 - 6. august 2003 15 15 14 Nr. 145 - 6. august 2003 C M Y K 14