Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 145 - 6. august 2003 Nr. 145 - 6. august 2003 17 Í seinnu helvt av samrøðu við navn- frama danska prestin, Johannes Møllehave, hyggur hann aftur á ymsar lívsroyndir sum prestur og privatpersónur. Arbeiðið sum fongsulsprestur og ein álvarsom hjartaskurðviðgerð eru millum aftur- lítandi frásagnir Møllehave. Umframt nøkur ráð til ung- dómin sigur hann eisini frá týdningin- um, humor hevur, og hvussu tíðin er broytt, frá tí hann tók við prestaembætinum í 1963 SAMRØÐA Orð: Heini í Skorini Myndir: Finnur Justinussen Tá dóttir Johannes Mølle- have 14 ára aldri varð fermd, ognaði faðirin henni eina vegleiðingsbók, og spurdur, hvørji ráð hann hevur til unga ættarliðið, er svarið ítøkiligt, men tó sera opið. Veruleikin endur- speglaður í súmbolum - Mín boðskapur til unga ættarliðið er at duga at tulka og skilja tilveruna í súmbolum. Eitt vegaskelti er eitt súmbol, og um tú ikki skilir súmbolið, finnur tú ikki vegin hagar, tú skalt. Á sama hátt er tilveran bygt upp av súmbolum, sum hava ein djúpan og lærurík- an týdning, vísir Møllehave á. Hann sigur, at ein rósa er øðrvísi enn ein tornarunn- ur, sólskin er øðrvísi enn torusláttur, ljós er øðrvísi enn myrkur o.s.fr. - Súmbolski týdningurin í hesum er, at t.d hevur ljós- ið vunnið á myrkrinum, og tá ljósið sleppur framat, má myrkrið víkja. Tað er týdn- ingarmikið fyri ungdómin at skilja tilverunnar veru- leikar endurspeglaðar í t.d. náttúruni. Á henda hátt er møguligt at fáa eyga á tað uppbyggjandi og sigrandi í tilveruni. Møllehave siterar enn einaferð týska heimsspek- ingin Friedrich Nietzsche, sum sigur, at »hyggur tú nóg leingi niður í avgrund- ina, er tað avgrundin, sum hyggur upp móti tær«. Boðskapurin í hesum er, at um eitt menniskja fokuser- ar ov nógv uppá lívsins hóttanir og trupulleikar, er skjótt at missa tamarhaldið og fótafestið og lata seg stýra. - Ung gera ofta júst hetta mistak at lata avgrundina hyggja at sær og hótta seg, í staðin fyri at tey hyggja at avgrundini og eisini duga at hyggja burtur aftur, er sorg- blíða niðurstøða prestsins. Møllehave heldur á og sigur, at til eitt og hvørt hugtak og fyribrigdi tilver- unnar finst altíð ein mót- søgn, og tað eru altíð tvær ella fleiri síður av somu søk. Á henda hátt er altíð møguligt at finna tað vakra, uppbyggjandi og mennandi í øllum viðurskiftum. - Hetta er júst tað, dialektikkur er um, nevni- liga at vísa á »den ene side og den anden side«. Ótti kann í sjálvum sær vera niðurbrótandi, men verður hann nýtttur rætt, kann hann elva til nakað gott, og soleiðis er altíð ein onnur síða av tí, vit vanliga síggja sum negativt. Samanbrot av stóru frásøgnunum - tvætl Ein av virknastu og navn- framastu nútíðar heims- spekingunum er samfelags- heimsspekingurin Jean Francois Lyotard, og um- boðar hann eitt nihilistiskt rák. Hann vísir á, at stóru politisku og átrúnaðarligu hugsjónirnar og uppfatan- irnar hava ár 2003 spælt fallit, at avtraditionaliser- ingin og upploysingar- tendensirnir av álvara hava vunnið á øllum siðbundn- um uppfatanum, og at lívs- ins svar blæsa í vindinum. At dominerandi átrúnaðar- ligu og politisku frásagn- irnar ikki longur eru gald- andi, er Møllehave ikki samdur í. - Tað, Lyotard og aðrir føra fram, hevur eftir mín- um tykki einki við veru- leikan at gera. Tað er reint tvætl, at grundleggjandi lívsáskoðanir menniskjans eru horvnar. Jesu líknilsi, Homer, ævintýrini, polit- isku hugsjónirnar o.s.fr. fara altíð at vera ávirkandi meistaraverk í heimssøg- uni, júst tí tey umtala grundleggjandi viðurskifti, sum ongantíð fara av móta. Dagsins prestur í avskeplaðum leikluti Johannes Møllehave varð útbúgvin gudfrøðingur á Københavns Universiteti í 1963, og sama árið fór hann undir lívsstarvið sum prest- ur. Spurdur, hvussu upp- gávan sum prestur er broytt gjøgnum tíðirnar, er Mølle- have avgjørdur. - Tað hava heilt avgjørt verið broytingar, men tí- verri ikki til tað betra. Í dag er ein prestur ofta bert ein vánaligur sálarfrøðingur, tí uppgávur verður lagdar á hann, sum hann als ikki er útbúgvin til. Ein prestur skal eftir mínum tykki ikki royna at spæla sálarfrøð- ingur. Harafturímóti vísir Møllehave á, at ein góður prestur er m.a. ein, sum tekur sær stundir at lesa og fara í dýpdirnar á átrúnað- arliga og gudfrøðiliga økin- um við granskan í einrúmi. Gongdin í Danmark hevur avskeplað leiklut prestsins, har hann skal renna aftur og fram frá einum tiltaki til annað. - Prestsins uppgáva er at taka sær stundir til at hugsa um tað, øll onnur hava gloymt, og skal hetta málið náast, er neyðugt við nógv- ari tíð í granskan. Við hes- um vísir Møllehave á tveir lyklasetningar, nevniliga »presturin mótvegis tíðini«, og »tíðin mótvegis prestin- um«. Í hesum spenningi skal presturin stýra tíðini og ikki øvugt. Ikki tí hann hevur heitið sum prestur, men tí hann hevur ein boð- skap at bera. Tíðarandin drepur menniskjað Møllehave vil hava Guds boðbera at vera eina mót- søgn til títtleika og strongd tíðarandans, og júst tann strongd, tann skundur og tað trýst, nútíðarmenniskj- að livir í, er sambært hon- um ein vanlagna, sum til seinast ger av við fólk. Við hesum orðum er týðiligt, at maðurin yvir av mær gerst rørdur av tí sann- leika, at æviga kapprenn- ingin við tíðina hevur ført til ein gerandisdag eyðkendan av strongd, utt- an at vit geva okkum far um veruligu tørvir okkara, sum eru at finna í menniskja- ligu, sosialu og andaligu relatiónunum. - Vit náa ikki hvønn ann- an longur í innanhýsis sam- skifti okkara, tí vit lata okk- um stýra av stressinum kring okkum. Heldur spurnartekin við menniskjanum enn Gudi Málið ovast á breddanum í Danmark er í løtuni um ein prest (Grosbøl), sum skriv- liga hevur sáað ivað um Guds eksistens. 15% av donsku prestunum halda ikki, at hann skal fara frá. - Hann hevur sett sera viðkomandi og áhugaverd- ar spurningar, men sum prestur er ikki rætt at úttala seg sum Grosbøl. Tìskil átti maðurin at skift arbeiði, tí hesin tendensur er als ikki nakað, kirkjan skal um- boða, sigur ein bersøgin Møllehave. Viðvíkjandi spurninginu- m um Guds eksistens hel- dur Møllehave, at viðkom- andi prestur og menniskjan sum heild heldur skuldi sett spurnartekin við seg sjálva og egnan eksistens, sum er nógv ótryggari og ókend- ari. - Tað er láturligt, at ein prestur situr í Farum og sig- ur »halló, eg eiti Grosbøl, eg búgvi í Farum og trúgvi ikki á Gud, kom og vitja kirkju mína«! H.C Andersen, Shake- speare og Dostojevskij Í samrøðuni í gjár nevndi Møllehave Kierkegaard og Grundtvig, sum á gudfrøði- liga økinum hava havt stór- an týdning fyri hann. Men umframt hesar báðar vísir Møllehave á tveir aðrar stórar rithøvundar, sum hava givið honum ómeta- ligan íblástur. - Umframt áðurnevndu gudfrøðingar eru Shake- speare og H.C Andersen fantastiskir. Tað áhuga- verda við Shakespeare er m.a. afturvendandi aspekt- ið við fyrigeving og sigri tess á tí ónda. Møllehave hevur verið nógv upptikin av verkinum »Richard tann triði« hjá Ævinleikin í tí tímiliga Av lívsroyndunum hjá Johannes Møllehave, sum eisini eru at lesa í sjálvbiografi hansara hevur arbeiðið sum fongsulsprestur verið mennandi Jesu líknilsi, Homer, ævintýrini, politisku hugsjónirnar o.s.fr. fara altíð at vera ávirkandi meistaraverk í heimssøguni, júst tí tey umtala grundleggjandi viðurskifti, sum ongantíð fara av móta ” ” Augustin segði, at »hjarta títt er óróligt, til tú finnur Gud«, og í hesum setningi er ein óbroytandi sannleiki, har vit leiðast í tí tímiliga fram ímóti tí æviga. ” ” Shakespeare. Innihaldið er um óndskapin hjá einum einaræðisharra, har fólk verða hópdripin, førd hand- an ljósið o.s.fr. - Men fyrr ella seinni dettur óndskapurin sundur, tí hann hevur ongantíð seinasta orðið og megnar ikki at føra tað góða og sannleikan handan ljósið, og hetta vísir Shakespeare á. Saman við Shakespeare vísir Møllehave á H.C Andersen sum ein meistara, tí teir seta nevniliga grund- leggjandi virðini og spurn- ingarnir undir sjóneyku, og tískil er list teirra ævigt galdandi. - Saman við Dostojevskij hava fáir verið so djúpt í sálarlívi menniskjans. Nógv djúpari enn nakar Freud og Jung, heldur Møllehave fyri við einum dámi av speisemi. Hjartaskurðviðgerð eingin skelkur Fyri fáum árum síðani fekk Johannes Møllehave eina hjartaskurðviðgerð, men beint ímóti einum væntandi traditionellum svari var Møllehave ikki fyri nøkrum kollveltandi broytingum í persónliga lívi sínum. - Sum lækni, sjúkrasystir, prestur og líknandi arbeið- um verður tú støðugt kon- fronteraður við deyðan, og tískil var talan ikki um nakra broyting, tá eg gjør- dist sjúkur. Eg hevði verið býttur, um eg ikki fyrrenn tá raknaði við av spurning- inum, um eg kundi doyggja, og tískil síggi eg skurðviðgerðina sum eina av mongum hendingum í lívi mínum. Kollveltandi um- hvørvið í fongslunum Harafturímóti hava royndir Møllehave sum fongsuls- prestur verið sera ávirkandi og mennandi fyri hann. - Eg kom frá einum sera tryggum umhvørvi, og á universitetinum var talan eisini um ein sera tryggan gerandisdag. Tískil var tað kollveltandi at møta teim- um mannalagnum, eg hevði við at gera í fongslunum. Viðurskifti, eg ikki trúði eksisteraðu, stóð eg knapp- liga andlit til andlits við, og í hesum høpi var russiska skaldið Fjodor Dostojevskij ein sera góð hjálp, sum sjálvur sat fangi í Sibiria í 10 ár. Møllehave sigur, at við at lesa bøkur Dostojevskij skilti hann betri umhvørvið handan rimarnar í fanga- skapi, tí Dostojevskij eisini nam við tað djúpasta í sálarlívi menniskjans. Paniskir tendensir Við enthusiastiska og ferð- mikla prátingarlagnum vís- ir Johannes Møllehave støðugt eina eyðkenda inn- living í evnið, prátað verður um, og júst hetta er eitt eyðkenni hjá danska prest- inum. - Inn í millum síggi eg meg sjálvan sum paniskan, og tað kann gerast strævið hjá medmenniskjum mín- um, tá eg havi slíkan egin- leika. Men hinvegin er júst hetta ein partur av stuttleika og njóting míni, sigur Møllehave, sum sigur seg ikki kenna til fullkomna hvílu og frið, tí soleiðis er sinnalag hansara ikki inn- rættað. - Eg kenni meg støðugt at vera í dysti og á slagmark- ini, og at liva eitt lív uttan hesa kenslu hevði eg ikki hildið út, viðurkennir Møllehave. Hann leggur flennandi afturat, at so kann onkur sálarfrøðingur gjarna innleggja hann, um tað fer ov langt. Humor - eitt bíbilskt grundfyribrigdi Tey, sum hava lisið, sæð ella hoyrt Johannes Mølle- have, hava óivað lagt til merkis skemtingarsomu setningar hansara, har hann í sjálvt álvarsamastu sam- talum altíð hevur rúm fyri humori. - Humor er eitt grund- fyribrigdi, og úr humori kemur kærleiki og felags- skapur til sjóndar. Humorur umboðar eina kærleiksfulla menniskjafatan. Umframt á sálarliga økinum er humor sera uppbyggjandi fyri likamið. Humor er sambært Møllehave eisini eitt bíbilskt fyribrigdi. - Jesu líknilsi eru sera eyðkend av humori, og Jesus nýtti hetta amboð at fanga áhuga lurtarans. Hugsa tær t.d. komisku hendingina um persónin við einum heilum bjálka í eyga sínum, sum avgjørt hevur verið stuttlig um- framt at hava ein djúpan týdning. Møllehave heldur fram við dømum úr Bíbliuni og spyr, hvat hendi, tá burtur- vilsti sonurin kom heim. - Tá fór faðirin at gera til reiðar eina stóra veitslu, tí tá skuldi humor og stutt- leikin í hásætið. Møllehave hevur eisini mangan gjørt sær dælt av evnum sínum at spæla við orðum og fanga nuansurnar í orðum. Hann vísir á, at í Danmark hevur hetta verið ein traditión, og beinraki dømi um hetta er rithøv- undurin og orðasnillingurin Benny Andersen. - Tað eru ikki vit, sum uppfinna málið, men málið strukturerar veruleikan og hjálpir okkum at seta heiti á veruleikan. Fleiri málkønir serfrøðingar hava uppdag- að, at jú meiri ein arbeiðir við málinum, jú fleiri ger- ast møguleikarnir, og jú størri málsligur ríkdómur kemur til sjóndar. Møllehave dugir so at siga allar setningarnar uttanat hjá danska teknaranum Storm P, og ein av bestu setningum hansara ljóðar sambært Møllehave soleið- is: »Ert tú glaður, hevur tú sjálvur skuldina; nóg mikið er at vera keddur um«. Nú´ið og ævinleikin Møllehave vísir á, at fyri hann hevur trúgvin høvuðs- týdningin í nú´inum, með- an æviga dimensiónin eftir deyðan ikki er eins viðkomandi. - Eg havi higartil bert roynt at liva í nú´inum, og tískil kann eg ikki siga so nógv um ævinleikan. Mín trúgv hevur virði í hesi løtu, men sjálvsagt er tíðarleysi ævinleikin ein partur av k r i s t i n d ó m i n u m . Møllehave vísir í hesum sambandi á bønina Faðir Vár. - Gev okkum í dag okk- ara dagliga breyð vísir á eitt gerandisligt, her-og-nú ynski, men beint eftir hetta koma ævigu virðini til sjóndar við bønini um at fyrigeva okkum syndir okkara. Ævigu og tímiligu virðini fylgjast støðugt, hóast vit bert kunnu luta egnar royndir um tað tími- liga nú´ið. Møllehave heldur í hes- um høpi ein boðskap kristindómsins júst vera at gera tað æviga tímiligt og tað tímiliga ævigt. Einsa- møll eru tímiligu virðini ikki nøktandi, tí mannasáli- n tørvar nakað ævigt. - Augustin segði, at »hjarta títt er óróligt, til tú finnur Gud«, og í hesum setningi er ein óbroytandi sannleiki, har vit leiðast í tí tímiliga fram ímóti tí æviga. Møllehave endar við hes- um orðunum, at trúgvin er essensurin í eksistensinum, og at vit við at koma at kenna tey ævigu virðini í tímiliga lívi okkara kunnu uppliva meining, innihald og endamál. Samrøðan við navnframa danska prestin, Johannes Møllehave, tykist vera at enda komin, og abba- dóttirin, sum tolin hevur sitið við lið okkara gjøgnum samrøðuna, fær eitt klemm frá abba sínum fyri tolmóð sítt. - Nei nei, hetta eri eg von við, tá man ferðast við abba, sigur hon smílandi, og tað er uttan iva nakað um tað… Johannes Mølle- have hevur nevniliga ein persónsmensku, sum á ein ella annan hátt bergtekur og fangar fólk! Prestsins uppgáva er at taka sær stundir til at hugsa um tað, øll onnur hava gloymt, og skal hetta málið náast, er neyðugt við nógvari tíð í granskan. ” ” Men fyrr ella seinni dettur óndskapurin sundur, tí hann hevur ongantíð seinasta orðið og megnar ikki at føra tað góða og sannleikan handan ljósið. ” ” - Í dag er ein prestur ofta bert ein vánaligur sálarfrøðingur, tí uppgávur verður lagdar á hann, sum hann als ikki er útbúgvin til - Augustin segði, at »hjarta títt er óróligt, til tú finnur Gud«, og í hesum setningi er ein óbroytandi sannleiki, har vit leiðast í tí tímiliga fram ímóti tí æviga, slær ein hugsunarsamur Johannes Møllehave fast Johannes Møllehave er føddur í 1937 í Keypmannahavn Útbúgvin gudfrøðingur (cand. theol.) í 1963 á Københavns Universitet Hevur starvast sum prestur síðani 1963 Skrivað og útgivið prædikur, fyrilestrar, skemtileikir, barnabøkur, skaldsøgur, sjálvbiografi, vísur o.a. Luttikið í sjónvarps- og útvarpssendingum Búsitandi í dag í London Fakta C M Y K 17 16