mikudagur 6. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FCK hevur keypt
brasilskan álopsspæl-
ara, sum sigst hava
verið ein tann besti í
svensku kappingini
trý tey seinastu árini
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í kvøld fer FCK at taka
síðsta takið, áðrenn teir
næstu vikurnar skulu til
aðalroyndina ímóti Glas-
gow Rangers, sum fer at
gera av, hvat av hesum báð-
um feløgunum skal eiga
pláss í bólkaspælinum í
Europa Cup fyri meistara-
lið. Todi Jónsson og lið-
felagarnir fóru suður á
Malta fyrrapartin í gjár.
Teir eru átjan spælarar í
ferðalagnum, og millum
teirra er Jörgen Pettersson,
sum hevur verið skaddur í
fleiri vikur. Nú er hann tøk-
ur aftur, og sviin er kapp-
ingarneyti hjá Toda til
álopspláss í kvøld. Upp-
gerðin á Malta, har FCK
skal verja 4–1 leiðsluna frá
fyrra
dystinum
ímóti
Sliema Wanderers, verður
at síggja á TV Danmark 1
rásini kl. 19.30 í kvøld.
Nýggja hóttanin
Seinnapartin í fyrradagin
boðaði FCK leiðlsan frá, at
teir hava keypt ein brasilsk-
an spælara, sum verður
sagdur at vera ein orduligur
bombari, umframt at hann
sigst vera ein fínur og
rættuliga
undirhaldandi
spælari.
Talan er um 23 ára gamla
Álvaro Santon, sum í
framtíðini fer at spæla í
FCK troyggjuni við 18
talinum á rygginum. Hann
hevur síðani 2000 verið í
Helsingborg IF, har teir
hava verið framúr væl
nøgdir við hann. Men
pengakassin er tómur, teir
vóru noyddir at selja, og
FCK treiv niður í fulla
kassan. Í FCK hava teir
tryggjað sær, at nýggi
maðurin verður hjá teimum
í fimm ár. Tað er ikki kunn-
gjørt, hvussu nógv hann fer
at fáa í løn, men tað er
neyvan nakar ivi í, at hann
verður millum teir tungu
dreingirnar.
Síðani Álvaro Santon fyri
trimum árum síðani kom til
Helsingborg, hevur hann
spælt 108 dystir, og hann
hevur skorað 53 mál. 63 av
dystunum hava verið í
landskappingini, og í teim-
um hevur hann skorað 35
mál.
At FCK hevur gjørt íløgu
í nýggjan álopsspælara ber
sjálvandi við sær, at tað
verður
størri
kapping.
Frammanundan
hava
Zuma, Todi, Peter Møller
og Jörgen Pettersson verið
fremstu evnini til tvey
álopspláss. Nú er ein komin
afturat, og hann er neyvan
keyptur við tí fyri eyga, at
hann skal sita á beinkinum.
Men Álvaro, sum hann
verður nevndur, er ikki tøk-
ur rættuliga enn:
– Hann er júst komin fyri
seg eftir at hann hevur verið
krossbandsskaddur. Honum
tørvar
dystarvenjing.
Kanska verður hann tøkur
undan returdystinum ímóti
Glasgow Rangers, sum
verður í Parkini seinni í
mánaðinum
–
um
vit
megna at spæla okkum í
triðja innleiðandi umfarið,
segði FCK venjarin, Hans
Backe, á tíðindafundi í
Parkini seinnapartin mána-
dagin.
Skoðsmálið, sum venjar-
in gav nýggja spælaranum,
er, at hann er ein komplett-
ur spælari, sum er loyalur
og stríðist og sum hevur
stórt fótbóltsskil.
– Hetta er eitt sindur
óvanlig
eyðkenni
fyri
brasilskar spælarar, og eg
eri sera fegin um, at tað
hevur eydnast okkum at fáa
hann til FCK, segði Hans
Backe.
Nýggi spælarin verður
sagdur at vera undirhald-
andi at hyggja at, soleiðis
sum Zuma er tað, og sjálvur
er spælarin rættuliga fegin
um at fáa møguleikan í
FCK.
– Eg havi verið fegin um
at vera í Helsingborg, men
nú vóru umstøður ikki at
halda fram har. Eg havi
fylgt við FCK, og eg gleði
meg nógv at spæla í Park-
ini, har tað altíð eru nógvir
áskoðarar, sigur Álvaro
Santon.
Nr. 145 • mikudagur • 6. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrrverandi skotski
landsliðsskiparin,
Gary McAllister,
sigur seg vera fegnan
um, at hann hevur
fingið málsókna
miðvallaran við í
hópin hjá sær
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hálvi føroyingurin, Claus
Bech Jørgensen, sum hev-
ur tey bæði seinastu árini
hevur leikt við Bradford í
næstbestu ensku deildini,
skal komandi árið royna
seg í Coventry.
Fyri bert fáum árum síð-
ani var Coventry mest sum
fastur partur av bestu
ensku deildini, men eftir at
teir fleiri ár á rað høvdu
vunnið seg beint upp um
niðurflytingarstrikuna,
gekk tað at enda galið, og
síðani hevur felagið roynt
trupla leiklutin at umstilla
seg til lívið í næstbestu
deildini,
har
munandi
minni peningur er at vinna.
Málsøkin
Serliga í seinastas kapp-
ingarári fekk Claus Bech
Jørgensen orð á seg sum
ein sera vandamikil harri,
og frá útgangsstøði sínum
á miðvøllinum skeyt hann
ikki færri enn 11 mál fyri
niðurflytingarhótta Brad-
ford.
Júst hesin eginleikin er
helst eisini tann, sum fyrst
og fremst hevur skapt á-
hugan í Coventry, sum
seinnu helvt av seinasta
kappingarári bert vann ein
dyst og í seinastu fimm
dystunum megnaðu teir
bert at skora eitt mál.
Tað er fyrrverandi stór-
leikarin, Gary McAllister,
sum nú er venjari hjá Cov-
entry, og hann dylir ikki
fyri, at hann er fegin um at
hava fingið hálva føroy-
ingin í hópin.
- Vit eru fegin um at
hava fingið sáttmála við
Claus. Hann er ein sera
góður leikari við drúgvum
royndum á hesum støðin-
um. Og so hevur hann eis-
ini nøs fyri, hvar málið
stendur, so eg ivist ikki í, at
hann fer at styrkja um
liðið.
Umframt Claus Bech
Jørgensen hevur Coventry
undan hesum árinum gjørt
sáttmála við tríggjar álops-
leikarar. Dele Adebola,
Graham Barrett og Andy
Morrell verða væntandi
allir tríggir við, tá Coven-
try leygardagin fer á vitjan
hjá Watford í fyrsta dyst-
inum hetta kappingarárið.
Hálvur føroyingur í Coventry
Tað treingist hjá Toda
Hans Backe kann nú velja og vraka millum ikki færri enn fimm álopsleikarar til tey bæði plássini í FCK-álopinum
19
18
Nr. 145 - 6. august 2003
Beint ímóti altjóða
Geneve-sáttmálunum
um krígsførslu hava
amerikansku
hermenninir í Liberia
fingið vissu fyri, at
teir kunnu ikki
rættarsøkjast í øðrum
londum
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen:
Einaferð í heyst skulu
amerikanskir hermenn ætl-
andi setast í land í Liberia,
har teir skulu loysa ta
vesturafrikonsku
friðar-
varðveitandi herdeildina av.
Men munur er á teimum
treytum, sum hermenninir
virka undir.
Gera amerikonsku her-
menninir seg sekar í krígs-
brotsverki ella øðrum brot-
um á altjóða reglur, meðan
teir eru í Liberia, kunnu teir
rættarsøkjast í sjálvum
USA. Amerikanska stjórn-
in hevur júst tryggjað sær,
at hermenninir kunnu ikki
rættarsøkjast í nøkrum øðr-
um landi.
Men serreglur sum hesar
stríða
ímóti
altjóða
Geneve-sáttmálanum um
krígsførslu og ímóti fleiri
øðrum altjóða reglum so
sum reglunum um fólka-
morð og reglunum um pín-
ing. Sambært teimum hava
øll lond skyldu til at rættar-
søkja fólki, sum eru undir
illgruna fyri at vera sek í
krígsbrotsverki ella píning.
Men USA vil ikki geva seg
undir hesar reglur, tá tað
snýr seg um landsins egnu
hermenn.
- Tað er alla æru vert, at
ST roynir at verja fólkið í
Liberia ímóti ágangi, men
samtyktin um sertreytir fyri
teir amerikonsku hermenn-
inar máðar støðið undan
altjóða rætti, sigur Lotte
Leicht, sum er leiðari í
mannarættindafelagsskap-
inum Human Rights Watch.
Eisini í Amnesty Inter-
national harmast tey ser-
treytirnar hjá amerikonsku
hermonnunum.
- Samtyktin gevur teim-
um fulla verju ímóti fólka-
morði, brotsverkum ímóti
mannaættini og krígsbrots-
verkum, sigur Yvonne Ter-
lingen, sum umboðar Am-
nesty International á ST-
høvuðsborgini í New York.
Í
trygdarráðnum
at-
kvøddu Frakland og Týsk-
land blankt. Bretland og
Spania atkvøddu fyri sam-
tyktini um sertreytirnar hjá
amerikonsku hermonnun-
um í Liberia.
Amerikonsku
myndugleikarnir
ávara nú flogfeløgini
um, at ferðafólk
kunnu fjala bumbur í
myndatólum,
fartelefonum og
fløguspælarum
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Myndugleikarnir í USA
fara nú at ávara heimsins
flogfeløg um, at tað kann
vera vandamikið at lata
ferðafólk hava fartelefon,
myndatól ella fløguspælara
við sær umborð á flogfør-
ini.
Sambært sjónvarpinum
CNN er amerikanska løg-
reglan undir einari húsa-
rannsókn komin fram á eitt
myndatól, sum vísti seg
ikki at vera eitt vanligt
myndatól. Inni í myndatól-
inum var eitt ein sokallað
»stun
gun«,
sum
við
stórum elektriskum spenn-
ingi kann gera eitt fólk
fullkomiliga lamið. Tólið
varð funnið í einum húsum,
sum limir í yvirgangsfel-
agsskapinum
al-Qaeda
plagdu at halda til í, sigur
CNN.
Amerikanska løgreglan
heldur, at yvirgangsmenn
kunnu finna upp á at fjala
bumbur í ymsum tólum og
at taka tey við sær umborð
á flogfør, sum teir ætla at
ræna. Tí fara myndugleik-
arnir nú at ávara flogfel-
øgini um vandan.
Vánaligt hálvár
Fyrra hálvár royndist stak illa hjá donsku fiskivinnuni.
Tað sæst í einum yvirliti, sum Fiskivinnustýrið hevur
gjørt.
Yvirlitið vísir, at tað eru serliga ídnaðarskipini, sum
hava fingið lítið burtur úr higartil í ár. Skipini fiskaðu
heili 55 prosent minni enn fyrra hálvár í fjør, og
vinningurin hjá skipunum var 54 prosent minni enn
seks teir fyrstu mánaðarnar í fjør. Hjá skipunum, sum
fiska til matna, gekst heldur frægari, men eisini tey
høvdu afturgongd samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Afturgongdin hjá teimum var 21 prosent.
Formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Thorkild
Førby, sigur, at danska fiskivinnan er komin í sína
ringastu kreppu nakrantíð. Hann gevur óskili á
marknaðunum skyldina av teirri vánaligu gongdini.
Fleiri arbeiðsleys
Arbeiðsloysi er ein støðugt veksandi trupulleiki í
Noregi, og nú vísa tey seinastu tølini, at tann 30. juni
vóru 10.000 fleiri norðmenn arbeiðsleysir enn tann 31.
mars.
Meðal arbeiðsloysi í apríl-ársfjórðingi var 4,7
prosent, og tað er 0,7 prosentstig meiri enn í sama
ársfjórðingi í 2002. Sambært hagstovuni vóru 110.000
norðmenn arbeiðsleysir í apríl-ársfjórðingi, og tað eru
16.000 fleiri enn eitt ár frammanundan. Av teimum
arbeiðstøku monnunum vóru 5,0 prosent arbeiðsleysir,
og hjá kvinnunum var arbeiðsloysið 4,2 prosent.
Norðmenn kunnu kanska ugga seg við, at gongdin í
arbeiðsloysinum er tann sama at kalla allastaðni. Í
Danmark vaks arbeiðsloysið úr 5,0 í 5,2 prosent, í
Svøríki úr 5,2 í 5,4 prosent, og í øllum ES-londunum
vaks arbeiðsloysið úr 7,9 í 8,1 prosent. Í OECD-
londunum er gongdin tann sama. Har var
arbeiðsloysið 7,0 prosent fyri einum ári síðani. Nú er
tað 7,2 prosent.
Iran hevur skjótt
kjarnorkuvápn
Amerikanska blaðið Los Angeles Times vil vera við,
at iranar eru næstan komnir á mál at gera landsins
fyrstu kjarnorkubumbu.
Sambært blaðnum fáa iranar hjálp frá vísindamonn-
um úr Russlandi, Kina, Norðurkorea og Pakistan, sum
standa fyri arbeiðinum at gera ta fyrstu iransku
kjarnorkubumbuna. Blaðið vil vera við, at arbeiðið er
komið so væl áleiðis, at Iran er ein størri kjarnorku-
hóttan, enn grannalandið Irak nakrantíð var.
USA og altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hava
leingi roynt at fáa iransku myndugleikarnar at loyva
óheftum eftirlitsmonnum at kanna landsins kjarnorku-
verkætlan til botns, men til fánýtis. Iranar halda uppá,
at teir ætla bert at nýta kjarnorkuna til orkuendamál.
Vilja hava fornlutir
Myndugleikarnir í Egyptalandi vilja hava fatur á fleiri
fornlutum, sum sambært egyptum eru endaðir
ólógliga í Noregi.
Talan er um 17 fornlutir, og talan er yvirhøvur um
prýðislutir av ymsum slagi. Egyptar siga, at tað var
ólógligt at flyta lutirnar til Noregs, og at egyptiska
stjórnin skjótt fer at venda sær formliga til norsku
stjórnina við kravi um, at lutirnir verða sendir aftur til
Egyptalands.
Fornminnissøvnini í Oslo og Bergen hava nakrar av
teimum egyptisku lutunum, men søvnini skilja ikki
egyptiska kravið. Á savninum í Bergen vísa tey á, at
teir egyptisku lutirnir komu hagar fyri meiri enn
hundrað árum síðani, og bæði í Bergen og Oslo verður
víst á, at fleiri av lutunum komu til Noregs sum gáva
frá egyptiska statinum. Tey halda tað tí vera løgið, at
egyptar nú krevja at fáa lutirnar aftur.
Amerikanskir hermenn fáa
aftur serviðgerð
Myndatól og fartelefonir
kunnu vera bumbur
Altjóða reglur um krígsførslu umfata ikki amerikanskar hermenn.
UTTAN ÚR HEIMI
C
M
Y
K
18