Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-05-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 1995síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 99 — 27. MAI 1995 tíðindablaðið Konsertin í Norðurlandahúsinum 21. mai: Meistarligt avrik Hóast pingvinklæddir fingu Jóhannes Andreasen og Martial Nardeau okkum at gloyma ruskveður og kulda í góðar tveir tímar Hóast Jóhannes ikki hevur búð á klettunum seinastu ár ini, so hava vit kortini av og á hoyrt frálíka klaverleik hansara Hesaferð hevði hann franska floytuspælaran Martial Nardeau, sum eins og Jóhannes býr í Íslandi, við sær ul Føroya Skilji á lagnum, at hetta er fyrstu ferð, at hesir báðir ferðast við heilari konsert skrá. Men hetta hevå tú ikki varhugan av, tá teir leiktu saman, tað kendist, sum høvdu teir ikki gjørt annað í flein ár enn leikt saman Í veruleikanum er bert neyðugt við einum orði, skalt tú ummæla hesa kon sert: >framúrskarandis Konsertin Skráin var fjølbroytt. Hósk andi úrval av nýggjum og kendum tónleiki — frá Carl Reinecke (1824) til Jónas Tómasson ( 1946). Eitt sind ur av léttum úr operuni »Carmen«, nøkur verk í kendum sniði og onkra spennandi nútíðar avbjóð ing til ljóðferini I er at taka nakað ser stakt verk framum, tí øll vórðu framborin við eins stórum hegni og tónlistar ligari dýpd Kortini situr tú og saman ber, tá tú hoyrir verk, tú kennir serstakliga væl frammanundan Sonatan hjá Francis Poulenc fekk meg at gloyma våtasletting, dómarakanning og skatt Minnist meg ikki hava hoyrt hana meira heilskap aða áður. Her var veruliga talan um list í orðsins réttu merking Nýggir tónar Nútíðartónleikur setur stór krøv til tónleikarar. Hvert verk hevur sítt egna mál, og tú skalt, sum tónleikari, liva teg inn í tónleikin, skal hann geva áhoyrarunum eina mynd av hugaheimi skald sins Eisini her fingu vit í Norðurlandahúsinum loyvi at liva okkum fullkomuliga inn í henda loyndarfulla heim av balstýrnum tónum »Kvørkveggjan« hjá Oliver Messiaen smeyg kvikliga millum hugans greinar, og »Grøni kavin« hjá Jónas Tómasson bránaði stillis liga burtur ímillum fingrar nar á hesum báðum snill- ingunum Verkið »Grønur kavi« hevði eg eitt sindur ilt við at seta saman í høvdinum. Sá fyri mær ein giraff á rullu- skoytum á H. C. Andersens Boulevard klokkan tólv Somikið meira undraði tað, at hesir báðir fingu hesa út sølu av niðursettum tóna- hugskotum at kennast sum eina heild. Í mínum huga heimi eitt undranarvert av nk Martial Nardeau Tað var eyðsýnt, at hesin hevur lært floytuspæl í Fraklandi. Tónin var ljósur og sera glaður. Einki við at goyma seg aftan fyri sveiggjandi »vibrato«, og hver tóni stóð púra reinur, til hann fjaraði burtur í rúm inum »Kalais« fyri solofloytu hjá Þorkell Sigurbjørnsson er seinnu árini vorðiðeitt av »upptøkukrøvunum« við tónlistaskúlar í ymsum londum Verkið setir stór krøv til floytulerkaran: Tú skalt ikki bert blása, men eisini syngja og glinta meðan tú leikar. Eisini skalt tú taka floytuna sundur og blása í hana — sum í eina fløsku — alt meðan tú málar rødd son norðanvindsins í rúminum Norðanvendurin sjálvur hoyrdist aftan fyri tjaldið, hetta var Jóhannes, sum sveiggjaði eina plastslangu í myrkrinum Verkið >Kaleis< havi eg hoyrt fleir ferðir, og er hetta eftir mínum tykki eitt hitt hepnasta nýggja verk fyri = solofloytu. Martial Nardeau tulkaði hetta verk við góðari hjálp frá Jó- hannes við plastslanguni so norðanvindurin yvir flagnum á Norðurlanda húsinum eina løtu geys í hverjari sprekku Jóhannes Andreasen Jóhannes hevur í mong ár vend millum fremstu klaverleikarar okkara, og mangan hava vit notuð hansara snildi — bæði sum solistur og saman við yms um tónleikarum Men aldri havi eg hoyrt ann leika betur enn júst nú degnisskapunn er væl kendur, men hesaferð fór hann djúpari, enn eg áður havi hoyrt. Klaverleikarar hava lyndi til at vevja eitt mjørkakent mynstur av tón um út í rúmið, men hesaferð sluppu berandi tónarnir at siga sína søgu í friði. Hver einasti tóni í sjálvari beina grindin: í verkinum sveim aði stillisliga oman fyri sprøkluta mynstrið av tóna rekkjum og »akkordum« Asugin (pedalurin) varð bert nýttur, har hann hevði eina uppgávu — aldri sum hyljing — og samskiftið við floytuna og berandi tónar nar á klaverinum var undr anarvert og merkt av einum neyvleika, sum vit vanliga skulu leita langt út í heim fyri at finna Hóast Jóhannes er still førur maður av lyndi, so merkir hetta á ongan hátt mergjaða og kensluborna leikin klaverið nærum teskar hansara pianissimo, og streingirnir hopa undan, tå fortissimo dukar á nertl arnar Men tá hann reisir seg úr stólinum eftir lokið verk. so sær hann út sum um hann biður áhoyrararnar um fyri- geving fyri at hava órógvað teir? Kanska hugsar hann um onkra ótýðandi lítla villu á vegnum? Martial hevði ilt vid at lokka hann ut undan tjaldinum at visa okkum hvaðani = nordanvindurin kom! — og hví ikki sveiggja plastslanguna úti í ljósinum einaferð? Klaverleikur á hesum staði krevur onga umbering Eftir mínum tykki skuldi Jóhannes loyvt sær sjálvum at nærkast áhoyrarunum meira — uttan mun til skrå, tíð og stað! Fad er stórur munur á stoltleika og gleði efur væl lokið verk, og skuldi onkur tulkað gleði sum stoltleika hendi nnapart kund y um tað! Tónleikur er øll vera bæð í jag upp ving fremjarar I Norðurlandahúsinur Timalærarastørv å Føroya Læraraskúla Hesi tímalærarasiorv eru leyst at seta á Foroya Læraraskúla komandi skúla- år: Danskt (felagslærugrein, lærarautbugvingin) 5-10 vikutimar ítrótt (felagslærugrein, lærarautbugvingin) serliga rútmuítrótt sega (linjugrein, lærara- útbúgvingin) skriving (lærara- útbúgvingin) 7 vikutímar 6 vikutimar 3 vikutimar evning (grundutbugving og linjugrein, læraraut- bugvingin og felagsgrein å pedagog- utbugvingini) umleið 12 vikutimar nåmsfrødi/undirvisingarlæra å bådum utbugvingunum og serlestur å lærarautbugv- ingini 25 vikutimar Hesir timar kunnu veråa byttir millum fleiri timalærarar, og alt eftir fakligum førleika, kann sama fólkið verða sett í meira enn einari lærugrein. Storvini verða lont sambært sáttmála millum Føroya Landsstyri og Magist- arafelag Foroya. Umsóknir við avriti av próvskjólum og meguligum viðmælum v.m. skulu vera Feroya Læraraskúla í hendi í seinasta lagi 15. juni 1995. LÆKNA EXAM. KOSMETOLOGUR Tif. 19118 ADC. neitsøin Låarvegur 14 - Torshavn - Tlf. 15828 - Fax. 15893 A / ARBEIDSHANDSKAR Til øll endamál — bæði á sjógvi og landi LANDSINS STORSTA ÚRVAL frá eingangshandskum til fóðraðar japan-handskar BEINLEIÐIS FRA FRAMLEIÐARA SE OT su