hósdagur 7. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 146 - 7. august 2003
Nr. 146 - 7. august 2003
3
Tvey íslendsk pør
hava í 14 dagar
ferðast í Føroyum í
húsbilum. Tey bera
føroyingum og
Føroyum tað allar
besta, men enn vantar
tað síðsta, áðrenn
føroyingar kunnu
reypa av Føroyum
sum ferðamannalandi
FERÐAVINNA
Dagfinn Olsen
Á
tjaldingarplássinum
Yviri við Strond í Havn
sótu fyrrapartin mikudagin
fýra væl nøgdir íslendingar,
tvey
pør.
Frammanfyri
húsbilunum, ið nevnast
Bjarmi og Saga Class, sótu
Hólmar Trýggvason, Signý
Guðmundsdóttir, Ragnar
Sigurðbjørnsson og Anna
Stina Þórarinsdóttir.
Tey hava í tvær vikur so
at siga koyrt Føroyar upp
og niður. Heilar 950 kilo-
metar og hava tey teknað
alla leiðina á eitt Føroya-
kort og har er ikki nógv
asfalt eftir, ið ikki er
uppmerkt.
Ólavsøkan sermerkt
Tey hava havt góðar dagar í
Føroyum og upplivdu ólav-
søkuna og hetta var ser-
merkt. Serstakliga miðnátt-
arsangurin
hugtók,
har
gomul sum ung sungu
saman. Og hóast tey ikki
sjálvi fingu sungið við í
stóra felagskórinum, so var
hetta ein ógloymandi upp-
living.
Og at so Ormurin Langi
var kvøðin eftir sangin
gjørdi bert heildaruppliv-
ingina betri, tí hetta er
nakað, ið íslendingar hava
tikið til sín.
Á ferðini hava tey tikið
upp einar 150 minuttir á
sjónband og tiknar eru fleiri
enn 900 myndir við digital-
um myndatóli.
Fryntlig fólk
- Føroyingar eru sum
lítlibeiggjar hjá okkum. Tað
er gaman at ferðast her og
tað merkist, at hetta er
sama fólk, sigur Hólmar.
Føroyingar
eru
stak
vinarligir, meta tey fýra, og
tey hava gist á bryggjum og
aðrastaðni í bilum sínum.
Og lætt er at koma í prát
við fólk og ofta eru tað
menn, sum hava fiskað
undir Íslandi, sum hava hug
at práta og tað halda tey
vera hugaligt.
Føroyingurin er í teirra
eygum fryntligur og eitt
fyrikomandi og tolið fólka-
slag.
- Tað er gaman at hitta
fólk og her er eingin
strongd. Tá vit koma í stóru
bilunum
efir
mangan
smølu vegunum, so bíða
fólk bara. Í Íslandi leggjast
bilførarar beinanvegin á
floytuna, sigur Ragnar.
Ikki 100%
ferðamannaland
Hóast tey eftir góðar dagar
ikki vilja sýnast ótakksom
ella ov næsadjørv, so er eitt
og annað, sum tey við væl-
meintum huga hava siga
um ferðamannalandið Før-
oyar, um tey verða spurd.
- Her er reint og væl um-
gingið í flestu førum. Men
t.d. í Klaksvík var tjalding-
arplássið bert opið ávísar
tíðir og ikki á kvøldi ella í
vikuskiftunum,
og
tað
hjálpti lítið, tá vit sum ferð-
andi komu á kvøldi stund-
andi til vikuskifti, greiða
tey frá.
Á Sandi vanta t.d. við-
urskifti, so ein kann turka
sær klæðir, snórar. Og í
Suðuroynni var bert tjald-
ingarpláss, so tey máttu við
bilum sínum standa á
parkeringsøkinum, men har
var hall á, men annars vóru
góð viðurskifti.
Tjaldingarplássinum
í
Havn bera tey alt gott, tó at
ynskiligt
kanska
hevði
verið við vølli, ikki grúsi,
so betri var at ganga í lætt-
ari fótbúna ella berføttur.
WC-viðurskiftini eru á leið
sum tey skulu, men yvir-
høvur vantar í Føroyum út-
búnaður, so wc'ini í bilun-
um kunnu tømast. Hetta er
heilt vanligt í øðrum lond-
um og er við jøvnum mill-
umbilum at finna. Í Havn
átti kanska eisini at verið
betri møguleikar, tá tað
kemur til vask og turking av
klæðum, meta tey fýra.
Gestsins eygað
Sum heild meta tey, at Før-
oyar sum ferðamannaland
ikki enn er hundrað prosent
á máli, men tey gera vart
við, at hetta er sagt í væl-
meintum orðum, tí tey hava
havt góðar og ógloymandi
dagar í Føroyum.
- Tað er, sum føroyingar
ikki »vilja« (sagt við keip-
um, sum siga gásareygu,
blðm) vera ferðamanna-
land. Tað vantar at gera
íløgur, so ferðavinnan veru-
liga kann menna seg og
geva nakað av sær, meta
íslendsku ferðafólkini.
Annað eru avmerkingar,
skelti. Har er eisini illa statt
í mongum førum og trupult
kann vera at finna fram á
støð, ið eru verd at vitja.
At føroyingar ikki duga
sum tænastuvinnurekandi,
hevur ofta verið at hoyrt.
Og hetta hava íslending-
arnir eisini lagt til merkis,
hóast júst hetta ikki eru
teirra orð. Serliga trupult
er, um vitjandi koma, tá alt
annars ikki er gerndisligt í
Føroyum.
Eisini eru tey fýra í Havn
fleiri ferðir komin í sam-
band við ferðafólk av
ferðamannaskipum,
sum
ikki veruliga hava havt
nakrastaðni at fara. Kanska
ein handil við gávulutum
hevur verið opin, onga-
staðni fæst ein biti til
matna, og ferðamannastov-
ur hava kanska latið upp
seinni á degnum, men slík
ferðafólk hava bert fáar
tímar í landi.
- Heima hyggur ein ikki á
sama hátt, tá ein ferðast.
Tað er øðrvísi, tá ein ferð-
ast í øðrum londum, sigur
Ragnar og minnir harvið á
gløggu eygu gestsins.
Íslendingar eru kendir
fyri at ferðast í egnum
landi. Í Íslandi ferðast tey
fýra nógv og eru einar 50 til
60 nætur í bilinum árliga.
Góðir sendimenn fyri
Føroyar
- Tá vit koma heim aftur
fara vit at greiða frá um
ferðina og vísa myndir og
vit eru góðir sendimenn
fyri Føroyar, tí vit hava havt
eina summarfrítíð, sum vit
seint gloyma.
- Fólk spurdu, hvat vit
ætlaðu at gera 14 dagar, ein
hálvan mánað, í Føroyum.
Men vit hava havt tað gott,
og nú vit eru ávegis heim,
kundu vit hugsað okkum
eina viku afturat, siga tey
fýra væl nøgdu ferðafólk-
ini.
- Hugskotið at ferðast til
Føroya kom, tí onkur teirra
hevur arbeitt saman við
føroyingum í Grindavík.
Og so var tað eisini ætlanin
um at ferðast styttri og
kanska øðrvísi leið, ikki
leggja leiðina út í Europa,
sum so mong gera.
- Í Íslandi eru tey við í
einum húsbilafelagsskapi,
ið telur 700 húsvognar.
- So tá vit koma næstu-
ferð, so eru vit óivað fleiri,
tí slíkt »smittar«, greiða
Ragnar og Hólmar læandi
frá.
Bilarnar, ið tey koyra í,
hava tey sjálvi gjørt til
húsbil. Teir eru frá 1975 og
1982 og hava áður verið
nýttir til onnur endamál,t.d.
rutukoyring. Men nú hava
teir nøvnini Bjarmi og Saga
Class og eru sera snotuligir.
- Vit hava havt sera goðan
túr og tað hevur verið gam-
an. Og vit takka fyri veðrið,
tað hevur verið sól, og bert
mjørki í einar tveir dagar.
Og fólk hava verið sera
fryntlig og blíð, siga tey
fýra, sum væl nøgd fóru av
landinum aftur við Norrønu
í gjár.
Koyrt 950 kilometrar í Føroym í tvær vikur
Ragnar Sigurðbjørnsson,
Anna Stina Þórarinsdóttir,
Signý Guðmundsdóttir og
Hólmar Tryggvason eru væl
nøgd, eftir tvær vikur í
húsbili í Føroyum. Tey hava
lagt 950 kilometrar aftur um
bak og teknað leiðina á kort,
so nógv asfalt er ikki eftir
óteknað á Føroyakortinum
hjá teimum
(Mynd: Maria Olsen)
Húsbilarnir eru
frá 1975 og 82 og
hava áður verið
nýttir til onnur
endamál, men
eru so gjørdir til
húsvogn. Og har
er alt inni, so ein
kann kenna seg
sum heima
(Mynd: Maria Olsen)
Flogfeløgini, sum
reka ferðafolka-
flúgving millum
Føroyar og útheimin,
eru farin at nýta
nýggjar avrokningar-
hættir mótvegis
teimum, sum selja
flogferðaseðlarnar
fyri flogfeløgini.
Nýgja avtalan gevur
minni í part til
ferðaskrivstovurnar
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Flogfeløgini, sum reka
ferðafólkaflutning millum
Føroyar og útheimin, eru
farin at brúka nýggjan
avrokningarhátt mótvegis
teimum ferðaskrivstovum,
sum selja ferðaseðlar til
flogførini.
Eftir nýggjari skipan,
sum kom í gildi tann 1.
august, er álagt ferðaskriv-
stovunum sjálvum at ásetta
avgreiðslugjaldið, sum tik-
ið verður fyri at avgreiða
flogferðaseðlarnar.
Flogfeløgini hava sjálvi
ásett sær eina ómaksløn
upp á kr, 220,- fyri hvønn
ferðaseðil millum Føroyar
og Danmark, og tað hevur
so av sær sjálvum gjørt, at
ferðaskrivstovurnar eisini
hava ásett sama tal, sigur
Dánjal Poulsen, stjóri á
ferðaskrivstovuni
Faroe
Travel.
Hetta talið er kortini so
lágt, at tað ber illa til at liva
av tí, vísir hann á. Hann
vísir til ein kanning, sum
gjørd er av líknandi gjøld-
um í Europa. Hendan kann-
ing vísir, at tað kostar í
meðal kr, 260,- at avgreiða
ein ferðaseil, sigur Dánjal
Poulsen.
Í hendan kostnað heingir
hann alt, sum hevur við
útreiðslur hjá skrivstovuni
at gera yvirhøvur. So sum
húsaleigu, arbeiðsløn, ljós
og hita og ikki minst tele-
fonútreiðslur. Eitt nú hava
feløgini dýrar on-line skip-
anir, har teldusamband alla
tíðina er um allan heim,
soleiðis at til ber at sita í
Føroyum og booka ferða-
seðlar til flogfør millum
Vanuatu og Tonga nær tað
skal vera.
Magni Arge, stjóri á
Atlantsflog, sigur, at fyrr
var mannagongdin tann, at
flogfeløgini lótu ferða-
skrivstovurnar selja ferða-
seðlarnar fyri ein brutto-
prís, og síðan var avroknað
við átta prosentum til skriv-
stovuna.
Í dag verður tað gjørt
soleiðis, at ein nettoprísur
er ásettur, og síðan verður
latið ferðaskrivstovuni til
sjálv at áseta sítt ómaks-
gjald. Hetta avgreiðslugjald
hevur Atlantsflog so ásett
til at vera kr, 220,-.
Flogfelag Føroya er ein
av ferðskrivstovunum, sum
selir ferðaseðlar fyri bæði
Atlantsflog og Maersk Air.
Marita Danielsen á Flog-
felagnum, upplýsir, at har
verða tiknar kr, 220,- í av-
greiðslugjaldi fyri ferða-
seðlar, sum seldir verða
millum Froyar og Dan-
mark. Selir Flogfelagið so
ein ferðaseðil við eitt nú
Maersk Air millum Dan-
mark og London, verða
tiknar kr, 150,- í av-
greiðslugjaldi fyri tann
seðilin.
Keld Mosgaard Christen-
sen, rutustjóri hjá Maersk
Air, váttar, at ymiskir prísir
eru á avgreislugjøldunum
millum Føroyar og Dan-
mark og Danmark og rest-
ina av Europa. Men hann
avvísir púra avgjørdur, at
avtala er gjørd millum flog-
feløgini á Føroyarutuni um
tað.
– Grundarlagið undir
prísinum er kostnaðurin á
ferðaseðlunum,
greiðir
Keld Mosgaard frá. Vit
hava tikið ein mðalprís fyri
allar ferðaseðlar á Føroya-
rutuni. Tað vil siga vanlig-
um ferðaseðlum, APEX-,
vikuskiftis- barnaferðaseðl-
um og hvat nú er, og út frá
tí roknað okkum fram til
hetta talið, sigur hann.
At tað er bíligari at av-
greiða ein ferðaseðil úti í
Europa enn til Føroyar
kemst av ferðaseðlaprísin-
um. Prísurin er lægri aðra-
staðni, og tí verður prosent-
vísa avgjaldið eisini lægri.
Spurdur um tað so ikki
eisini bar til at ferðast bílig-
ari millum Froyar og Dan-
mark, svarar Keld Mos-
gaard Christensen, at tað
eru flogfeløgini ikki einsa-
møll um at gera av. Allir
prísir skulu góðkennast av
Ferðslumálaráðnum,
og
hesir, sum nú eru galdandi,
eru teir, sum Ferðslumála-
ráðið nú hevur góðkent.
Minni til ferðaskrivstovurnar
Formaðurin í
Lndsstýrismálanevnd
ini heldur tað vera
løgið, at ein umbiðin
løgfrøðifrágreiðing
skal viðgera
niðurstøðuna hjá
nevndini heldur enn
avleiðingarnar av tí,
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum
fer at gera við málið
um Jógvan S
JÓGVAN S
Edvard Joensen
Heini O. Heinesen, for-
maður í landsstýrismála-
nevndini undrast á frágreið-
ingina frá Halgiri Winther
Poulsen, advokati, sum
kunngjørd varð í útvarpi og
sjónvarpi týskvøldið.
– Eg haldi tað bæði vera
sera løgið og álvarsligt, at
tað almenna rindar fyri ein
løgfrøðikanning, sum við-
ger ta niðurstøðu, Lands-
stýrismálanevndin er kom-
in til. Mær vitandi skuldi
landsstýrismaðurin kanna,
hvørjar avleiðingar tað fór
at fáa, um hann tekur fyri-
bilsloyvið hjá Jógvani S
aftur ella ikki. Hetta tykir
mær meira sum umbiðið
arbeiði. Serliga tá einki
annað kann leka út, heldur
Heini O. Heinesen.
Hann sigur, at tað ávirkar
kortini ikki hansara støðu í
málinum, tí Landsstýris-
málanevndin hevur viðgjørt
sín part. Nevniliga at svara
eini beinleiðis kæru um
viðgerðina hjá fiskivinnu-
umsitingini.
– Og tað er hetta, nevnd-
in er til. At ansa eftir,
hvussu landsstýrismenninir
røkja sítt arbeiði, vísir
Heini O. Heinsen á.
Hann heldur tað vera
heilt óviðkomandi og púra
óneyðugt at gjalda almenn-
ar pengar fyri at vita, hvat
ein privatur løgfrøðingur
heldur um niðurstøðuna hjá
Landsstýrismálanevndini.
Tað var als iki tað, málið
snúði seg um, vísir Heini O.
Heinesen á.
Tað eydnaðist ikki at fáa
orð á landsstýrismannin við
fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard, áðrenn blaðið
fór til prentingar. Men á
beinleiðis útvarpaðum ting-
fundi fyrrapartin í gjár
segði hann, at niðurstøða
hansara í málinum fer at
verða
kunngjørd
heilt
skjótt.
Løgin frágreiðing
Ferðaskrivstovurnar skulu nú
sjálvar áseta avgreiðslugjald
fyri flogferðaseðlar. Men
skrivstovurnar hava lagt seg
á tað gjaldið, sum
flogfeløgini sjálv hava roknað
seg fram til
Heini O. Heinesen heldur tað vera álvarsligt, at landsstýrismaðurin brúkar almenna pengar
upp á at lata privatar løgfrøðingar kanna, hvat arbeiðið hjá Lnadsstýrismaálanevndini nyttar
C
M
Y
K
3
2