Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 146 - 7. august 2003 Nr. 146 - 7. august 2003 5 Jákup Mikkelsen, tingmaður Fólkaflok- sins í Norðoyggjum, heldur, at ivin, sum hevur verið sáddur í sambandi við Norð- oyatunnilin, er ógrundaður, og at talan støðugt hevur verið um tjóðveldis- menn, sum hava sett kílar í verkætlanina NORÐOYATUNNILIN Heini í Skorini Jákup Mikkelsen heldur ongan iva vera um, at ferð kemur á verkætlanina við Norðoyatunnlinum í heyst, og at tann ivi, sum er sádd- ur, í stóran mun er uttan nakrar haldgóðar grund- gevingar. - Sambært ætlanini og teimum upplýsingum, sum fyriliggja, verður farið í gongd við sjálva boringina seinast í hesum árinum, og tað er at fegnast um. Jákup vísir á, at politiski myndugleikin hevur gjørt allar samtyktir og givið P/F Norðoyatunnlinum allar heimildir, og tískil eru allir karmar skaptir til tess at fullføra kostnaðar- og kravmikla arbeiðinum. Tjóðveldismenn forða Nakrar skuldsetingar og hóttanir hava verið at sæð í sambandi við Norðoya- tunnilin, og av hesum hevur ivi staðist um ymisk mál í verkætlanini. Jákup Mikk- elsen vísir á, at í hesum sambandi hava serliga tjóð- veldismenn týggja sær illa. - Við tað at Fólkaflokk- urin umsitir hetta málið, hava tjóðveldismenn við politiskum og taktiskum snildum roynt at sáa iva og finnast at ymsum, uttan at hesar skuldsetingar hava verið grundgivnar, sigur Jákup Mikkelsen. Hann sipar við hesum fyrst til, at SEV stjórin, Klæmint Weihe, ikki fekk loyvi at halda fram, umframt at Heini O. Heinesen fleiri ferðir hevur hótt við sam- gongusliti orsakað av ónøgd síni. - Um nakar vandi er við slíkari verkætlan, so er tað júst hesin framferðarhátt- urin hjá ávísum tjóðveldis- monnum, tí slíkt skaðar samlaðu verkætlanina, heldur Jákup Mikkelsen. Hann vísir eisini á, at talan gerst um eina politiska óstabila støðu, og tað er tað seinasta einum nýtist, tá so stórt arbeiði skal gerast. NCC hildið fram Jákup Mikkelsen vísir eisini á, at NCC, sum stóð fyri arbeiðinum í Vágatunl- inum, eisini skuldi fingið ábyrgdina av arbeiðinum tvørtur um Leirvíksfjørð. - Nógv tíð hevði verið spard, um NCC beinan- vegin varð sett til upp-gáv- una, tí samfelagið missir nevniliga pening fyri hvønn dag, sum fer. Um hetta hevði verið avgreitt, høvdu vit møguliga verið komin longri við verkætlanini í dag, sigur Jákup Mikkel- sen. Hann vísir á, at missurin í tíð kann vera eitt hálvt til eitt ár, og at man í seinasta enda kann missa meiri fyri minni. 30-50 mió. í árligum vinningi Jákup Mikkelsen leggur eisini afturat, at samfelags- ligar metingar og útrokn- ingar vísa ein vinning á 30- 50 mió. krónur, um ein undirsjóvartunnil verður gjørdur. - Munurin á einum undir- sjóvartunnli og ferjusigling er sera stórur. Umframt at siglingin sjálv tvørtur um fjørðin tekur ein hálvan tíma, fer sera nógv tíð at bíða, og er hetta til stórar útreiðslur fyri fyritøkurnar í Norðoyggjum. Jákup Mikkelsen leggur dent á, at framleiðslan má steðga fyrr og tekur longri tíð at koma til meginøkið, umframt at lønarútreiðslur- nar eru nógvar til fólk, sum í arbeiðstíð ferðast ímillum. - Tá er munur á teimum seks minuttunum, tað í framtíðini tekur at koyra úr Leirvík til Klaksvíkar, sigur Jákup Mikkelsen at enda. Tjóðveldismenn forða Jógvan við Keldu, tinglimur Fólkaflok- sins í Norðoyggjum, heldur, at Partafelag- ið Norðoyatunnilin ikki er líka professio- nelt sum P/F Vága- tunnilin var. - Ikki minst orsakað av, at Klæmint Weihe ikki longur er nevndar- formaður, sigur Jógvan við Keldu NORÐOYATUNNILIN Heini í Skorini Jógvan við Keldu var bak- maður fyri uppskotinum um undirsjóvartunnil til Klaksvíkar í 1987, og tá vóru bert 10-20% av ting- manningini fyri uppskot- inum. Í dag er verkætlanin so í gongd, men Jógvan við Keldu hevur ikki bert ljósareyður og bjartskygdar viðmerkingar til arbeiðið higartil. Saknar Klæmint Weihe Jógvan við Keldu harmast um, at sama nevndin ikki slapp at halda á frá P/F Vágatunnlinum. - Ein sera stórur kapasi- tetur varð tikin úr nevndini, tá Klæmint Weihe ikki kundi halda fram sum nevndarformaður. Tað tyk- ist, sum kontinuiteturin ikki er tann sami nú sum í P/F Vágatunnlinum, eru av- gjørdu viðmerkingarnar hjá Jógvan við Keldu. Hann vísir víðari á, at sum næst størsti aktionerur í SEV skuldi Klaksvíkar Kommuna mótmælt av- gerðini hjá umboðsráðnum í SEV ikki at lata áður- nevnda Klæmint Weihe halda á. Hildið fast við NCC Eitt annað atfinningarsamt øki er sambært Jógvan við Keldu avgerðin um, hvør fyritøka skal standa fyri ar- beiðnum. - Eftir mínum tykki skuldi P/F Norðoyatunnilin hildið fast við NCC, sum stóð fyri arbeiðnum við Vágatunnlinum, at taka sær av arbeiðnum. Tað hevði avgjørt verið besta loysnin, sigur tingmaður fólkaflok- sins í Norðoyggjum. Jógvan við Keldu leggur afturat, at hann eisini segði við flokk sín, at arbeiðini ikki skuldi verið bjóðað út aftur. Ov lítil upplýsing Eins og onnur eisini hava víst á, er Jógvan við Keldu ikki nøgdur við vantandi upplýsingarnar til almenn- ingin. - Vegna vantandi upplýs- ingunum frá partafelag- num, standast leysasøgur og gitingar, og so skjótt sum fólkið ikki hevur hoyrt nakað eitt tíðarskeið, fara leysatíðindi í gongd um bæði eitt og annað, heldur Jógvan við Keldu. Fyri at bøtt um upplýs- andi arbeiðið nevnir Jógvan eina heimasíðu ella opnar, upplýsandi fundir við jøvn- um millumbili. Óprofessionelt Samanumtikið heldur Jógvan við Keldu, at talan stutt sagt ikki hevur verið um eins professionell við- urskifti, sum tá Vágatunn- ilin var í gongd. - Ein hevur eina kenslu av, at arbeiði ikki er á sama støði sum tá, tí ymisk viðurskifti liggja á láni. Hetta skuldi P/F Norðoya- tunnilin tikið til eftirtektar, endar Jógvan við Keldu. Ikki nóg professionelt Vilhelm Johanne- sen, tinglimur Javnaðarfloksins í Norðoyggjum, vísir á tørvin at endur- nýggja tunnlarnar til smábygdirnar í Norðoyggjum, um øll skulu fáa gagn av undirsjóvar- tunlinum um Leirvíksfjørð NORÐOYA- TUNNILIN Heini í Skorini - Vinnumálaráðið hevur almannakunngjørt, at verkætlanin skal vera liðug í 2006, og um tað heldur, eri eg ógvuliga fegin og væl nøgdur, sigur Vilhelm Johanne- sen, tingmaður í norð- oyggjum fyri Javnaðar- flokkin. Vilhelm Johannesen vísir víðari á, at týdn- ingarmikið er at geva verkætlanini ta tíð, sum krevst, so almennu íløg- urnar ikki gerast ov høgar. Betra tunnlar til smáu bygdirnar Vilhelm Johannesen vísir tó víðari á eitt hug- skot, sum ikki hevur verið serliga sjónligt higartil, men sum sam- stundis er ein sera kostn- aðarmikil ætlan. Umframt at fáa fast samband millum Norð- oyggjar og Eysturoynna, ynskir Vilhelm Johanne- sen at betra tunnlarnar til smáu bygdirnar norð- an fyri Klaksvíkina. - Tunnlarnir úr Klaks- vík og norður til smá- bygdirnar norðanfyri eru í sera vánaligum standi, og átti hetta ar- beiðið at verið knýtt at stóru verkætlanini um Leirvíksfjørð, sigur Vil- helm Johannesen. Grundgevingarnar eru tær, at bergholini eru gomul, lág og hava bert eina koyribreyt. - Tunnlarnir eru frá 60´unum, og um allar bygdirnar í Norðoyggj- um skulu njóta gott av Norðoyatunnlinum, er neyðugt at betra viður- skiftini til útjaðaran eis- ini, og hetta arbeiðið skuldi verið knýtt at undirsjóvartunnlinum. Um Vilhelm Johanne- sen tekur munnin ov fullan við hesum útsøg- num miðskeiðis í eini verkætlan á umleið 400 mió. krónur umframt at talan í løtuni er um bú- skaparligar niðurgongu- tíðir, skal vera ósagt, men talan verður í øllum førum um stórar og kostnaðarmiklar ætlanir, um ynskir hansara skulu verða gingin á møti. Upplýsingar vanta Vilhelm Johannesen slær fast, at hann higartil er nøgdur við gongdina, og heldur hann ikki or- søk vera fyri atfinning- arsomu røddunum við- víkjandi keypi/ognar- tøku av jørðini í Klaks- vík. Tó heldur hann lítið um upplýsingarviður- skiftini. - Ein atfinning er vantandi upplýsingar til norðoyingar og Føroya fólk, og hetta eigur at betrast ongantíð ov skjótt, heldur Vilhelm Johannesen at enda. Útjaðarin gloymdur Á hesi síðu hava vit spurt teir lands- politikarar í Norðoyggjum, sum enn ikki hava verið nógv frammi við síni hugsan, hvussu teir eru nøgdir við gongdina í tunnilsverkætlanini tvørtur um Leirvíks- fjørð. Fyriuttan Heina O. Heinesen, sum hevur verið í fjølmiðlunum við síni hugsan, viðmerka her Jákup Mikkelsen og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum saman við Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum Vilhelm Johannesen held- ur, at umframt arbeiðið um Leirvíksfjørð skuldi smærru tunnlarnir til smábygdirnar í Norð- oyggjum eisini verið betraðir Jógvan við Keldu heldur ikki, at arbeiðið við Norðoya- tunnilinum er eins professio- nelt, sum tað var, tá Vága- tunnilin var í gerð Jákup Mikkelsen fegnast um, at arbeiðið við Norðoya- tunlinum tykist fara í gongd í næstum, og vísir hann á stóru samfelagsligu ágóðar- nar av hesum Tað skal framkomin útgerð til, tá ein 1.400 km. kaðal skal leggj- ast í Atlantshavi KAÐALSKIP Heri á Rógvi Kaðalskipið Pertinacia, sum vitjaði í Føroyum um viku- skiftið, er bert eitt ára gam- alt. Byggikostnaðurin var umleið 325 mió. kr. Av teimum fór ein stórur part- ur til at keypa framkomna útgerð at leggja kaðalin við. Skipið er 8.000 brutto- tons, og tann 1.400 kilo- metrar langi FarIce kaðalin fyllir í mesta lagi eina lítla helvt av kaðallastini á skip- inum. Í Sosialinum týsdagin var stór frásøgn, men orsakað av tekniskum trupulleikum komu ongar myndir um- borð av skipinum við. Tí- skil prentað vit nakrar í dag. Pertinacia heldur áfram til Seyðisfjarðar til einaferð í september. Lagt varð til brots 26. juni í Skotlandi. Sjálv handanin av kaðal- inum frá veitaranum Pirelli til eigaran verður ikki fyrr enn í november. Sjálvur kaðalin verður grivin niður í Havbotnin – umleið 1,5 metur. Skipið verður stýrt av einari satel- lit skipan, sum altíð heldur skipinum upp á pláss. Nýggi FarIce kaðalin skal eftir ætlan nøkta tørvin á fjarskiftinum við um- heimin hjá føroyingum og íslendingum tey næstu 25 árini. Framkomið skip Hetta er sjálv plógvin, sum gravar kaðalin niður í Hav- botnin. Frá brúnni á skip- inum verður alt stýrt, og eitt videotól er eisini á plógvini Mynd: Heri á Rógvi F.v. Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele, Jón Birgir Jónsson, nevndarformaður fyri FarIce, og Suni Joensen, leiðari fyri FarIce verkætlanina hjá Føroya Tele. Teir eru avmyndaðir kaðaldekkinum á Pertinaciu Mynd: Heri á Rógvi Komandi tólv dagar- nar verða tríggjar milliónir nýttar til mentan á Listastevn- uni LISTASTEVNAN Heri á Rógvi Samlaða fíggjarætlanin fyri Listastastevnuna 2003 er umleið tríggjar millíónir krónur. Hesar tólv dagarnar í august verða sostatt tríggj- ar milliónir nýttar til ment- an – list – meðan Lista- stevnan er. Fíggjarætlanin er á leið tann sama sum tær báðar undanfarnu Listastevnur- nar. Men hvar kemur hesin peningurin frá? Listastevn- an er eitt sjálvstøðugt tiltak, sum í prinsippinum fíggjar seg sjálvt, men tað er Norð- urlandahúsið, ið eigur fíggjarligur ábyrgdina. Umframt Norðurlanda- húsið spýtir eisini Tórs- havnar kommuna og Menta- málaráðið í. Eisini hevur tað eydnast at fáa stuðul frá Nordisk kulturfond aftur í ár. Ymsir føroyskir spons- orar, t.e. føroyskar fyritøkur á ymsan hátt, og atgongu- merkjasøla gera, at tað ber til at skipa fyri Listastevnu Føroya fyri tríggjar milli- ónir. Býtið er soleiðis, at ein triðingur ella ein góð millión er Norðurlendskur stuðul, ein triðingur føroy- skur stuðul og ein triðingur fæst til vega umvegis at- gongumerkjasølu. Stjórin fyri Norðurlanda- húsið, Helga Hjørvar, sigur, at Listastevnan so avgjørt er eitt av teimum størstu til- tøkunum, sum Norður- landahúsið hevur verið partur av. Hon fegnast í sambandi við hesa stevnuna serliga um, at áhugin hjá føroysk- um fyritøkum at stuðla Listastevnuni er vaksin. Eftir í Føroyum Av teimum trimum millión- unum verður nógv nýtt til at gjalda teimum nógvu út- lendsku listafólkunum fyri ómakin, men ein stórur partur av peninginum verð- ur stoyttur í føroyska pen- ingarenslið. Eitt nú fer ein hálv milli- ón til flogferðaseðlar, sum fyri tað nógva verður av- greitt í Føroyum. Eini 200.000 krónur fara til før- oysk gistingarhús, upplýsir Helga Hjørvar. Eisini føroysk listafólk fáa líkinda samsýningar frá Listastevnuni. Eg skilji ikki fólk, tá tað verður sagt, at tað skal vera bíligari, tá tað eru føroysk listafólk. Tey skulu hava somu sømdir sum hini, sig- ur Helga Hjørvar. Men tað er ikki uttan treytir, at Listastevnan rind- ar góðar lønir. Tað skal vera nakað ser- stakt, sigur Helga Hjørvar. Sum dømi kann nevnast, at Listastevnan ikki vildi ganga við til, at Gestir spældu við á ólavsøkukon- sertini. Tað skal eisini sigast, at útlendsku listafólkini oftani eru ógvuliga lagalig við prísum, og tey krevja aloft- ast nógv minni, enn tey høvdu kunna fingið aðra- staðni fyri at standa á palli í Føroyum. Prísir Listastevnan hevur seinnu árini verið nógv kritiserað fyri prísirnar á atgongu- merkjunum. Tað hevur eitt nú verið uppi og vent, at summi tiltøk hava verið illa vitjaði, har atgongumerkja- prísurin hevur verið høgur. Og tað vildi verið ólíka nógv betri við lægri prísum og fleiri fólki. Men Helga Hjørvar held- ur ikki, at prísirnir eru ov høgir. – Tá fólk vilja keypa at- gongumerkir, so kunnu vit eisini vísa yvirfyri okkara stuðlum, at tað er áhuga fyri hesum. Eg haldi, at vit eru ógvuliga afturhaldandi við okkara prísum. Tak eitt nú Ósjónliga sirkusið, sum kostar 550 kr. fyri vaksin í Norra og 250 í Føroyum, sigur Helga Hjørvar, sum vísir á, at eitt stórtfingin ókeypis tiltak verður á nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum. Tríggjar listamilliónir Listastevnan Samlað fíggjarætlan: uml. 3 mió. kr. Norðurlendskur stuðul: uml. 1 mió. kr. Atongumerkjainntøku (mett): uml. 1 mió. kr. Føroyskur stuðul: uml. 1 mió. kr. Tal av útlendskum luttakarum: uml. 100.000 kr. Útreiðslur til flogferðir: uml. 500.000 kr. Útreiðslur til gisting: uml. 200.000 kr. Fakta Helga Hjørvar heldur, at føroysk listafólk skulu fáa góðar samsýningar fyri at vera við á Listastevnuni, men tað er heldur ikki uttan treytir Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4