hósdagur 7. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LISTASTEVNA
Rúnar Reistrup
Listastevnan, sum í gjár
varð sett fyri triðju ferð, er
enn nýggj og leitar enn eftir
sínum rætta leisti. Við at
skeita at skránni fyri stevn-
uni hómast ábendingar um
at stevnan á summum økj-
um hevur broytt kós í mun
til undanfarnu árini, og á
øðrum økjum ikki.
At tónleikatiltøkini eru
fækkað í tali í mun til í fjør
og fyrrárið, at myndlist
hevur fingið størri pláss, at
stevnan í størri mun enn
fyrr er savnað í Havn, og at
setanin í gjár var einans fyri
innboðin eru nakrar av
sjónligu broytingunum.
Hinvegin er tað, sum
nógv hava hildið átti at
verið broytt, nevniliga at-
gongumerkjaprísurin, hin-
vegin óbroyttur.
Hálv høll
Sum onnur ár eru atgongu-
merkini til Listastevnuna
eisini í ár til keyps fyri prís-
ir, sum kunnu tykjast rætti-
liga høgir.
Brandur Øssursson, sum
seinastu tjúgu árini hevur
staðið á odda fyri Jazzfesti-
valinum, heldur sjálvur, at
tiltøkini eru nakað dýr at
fara til.
- At áseta ein prís fyri
eina konsert er ein spurn-
ingur um filosofi. Í mínum
oyrum ljóðar tað dýrt at
taka
yvir
tveyhundrað
krónur
fyri
"vanligar"
konsertir. Tá vit fyrireikaðu
Jazzfestivalin var tanka-
gongdin altíð tann, at
tónleikurin skuldi út til
fólkið, og øll fólk hava
altso ikki ráð at lata 200
krónur hvør fyri at fara til
konsert. Tí má man avgera
við sær sjálvum, um man
heldur vil taka 200 krónur
og spæla fyri hálvari høll
ella man vil taka 100
krónur og spæla fyri fullari
høll, sigur Brandur Øssurs-
son.
Ikki ov dýrt og tó
Ein annar minst líka roynd-
ur fyriskipari av tónleika-
stevnum, Kristian Blak,
hevur ilt við at kalla 225
krónur fyri atgongumerki
til dømis Aldubáruna fyri
ov nógv.
- Í mun til hvat Aldu-
báran er, so meini eg ikki at
225 krónur fyri eitt at-
gongumerki til teirra kon-
sert er ov nógv. Men vit vita
sum er, at hóast Havnin
telur 15.000 fólk, so er tað
ein bólkur av færri enn
túsund fólkum, sum ganga
aftur til allar konsertirnar.
Og fyri hesi er tað nógv at
skula gjalda yvir 200
krónur fleiri ferðir innan
tvær vikur. Tí haldi eg at
tað átti at borið til at keypt
eitt samlað atgongumerki
til alla Listastevnuna, sum
gjørdi tað møguligt hjá
øllum at fari til fleiri tiltøk,
sigur Kristian Blak
Brúk fyri øðrum
stevnum
Teir báðir royndu fyrireik-
ararnir eru á einum máli
um at tað ikki er til nakran
skaða, at talið á tónleika-
tiltøkum á ársins Lista-
stevnu er minni enn undan-
farin ár.
- Tað er skilligt, at Lista-
stevnan ikki hevur so nógv
tónleikatiltøk. Hon byrjar
jú beint eftir fleiri tónleika-
festivalar hava verið í Før-
oyum ígjøgnum summarið.
Um ein sjónleikastavna lá
beint frammanundan, so
vænti eg eisini, at tað hevði
avmarkað
plássið
hjá
sjónleiki á Listastevnuni,
sigur Brandur Øssursson.
Kristian Blak er heldur
ikki skuffaður av, at tón-
leikurin fær minni pláss á
Listastevnuni í ár í mun til
undanfarnu árini.
- Listastevnan hevur sítt
virði sum ein stevna fyri
fleiri ymiskar listagreinir.
Men hon kann ongantíð
samstundis nøkta tørvin á
tónleikastevnum. Tað, sum
er, er gott, men tað er ikki
nokk. Tann tónleikurin,
sum er á Listastevnuni í ár,
er dygdargóður, men um-
boðar bara ein pinkulítlan
part av tí, sum tónleika-
stevnurnar kunnu bjóða,
sigur Kristian Blak.
Ikki nakar avloysari
Listastevnan byrjaði annars
sum ein ætlað samanrenn-
ing av teimum ymsu tón-
leikafestivalunum í Føroy-
um. Á tíðindafundi hálvt ár
undan fyrstu Listastevnuni
í 2001 varð borið fram, at
stevnan skuldi loysa Jazz-
festivalin og Summartónar
av.
- Vit vóru ov naiv tá at
trúgva, at alt kundi sam-
einast, og tað funnu vit útav
beinanvegin eftir fyrstu
Listastevnuna. Men tað er
eingin trupulleiki, tí tað ber
væl til at lata Listastevnuna
og tónleikafestivalar sam-
eksistera. Tað er gott pláss
fyri bæði Jazzfestivalinum,
Summartónum og G! Festi-
valinum afturat Listastevn-
uni.
Tekur frá hinum
Men eitt er at tónlistarliga
er pláss fyri fleiri festival-
um. Peningaliga vísir tað
seg at standa verri til.
Góðar tríggjar milliónir
krónur hevur Listastevnan
at ráða yvir hvørt ár. Teir
pengarnir
skulu
koma
onkrastaðni frá, og tað eru
stórt sæð frá somu keldum,
sum onnur listarlig tiltøk
skulu fáa pening til sítt
virksemi.
- Tá Listastevnan byrjaði,
varð sagt, at hon skuldi
koma afturat tí, sum longu
var, men tað hevur víst seg
ikki at vera soleiðis í veru-
leikanum. Síðan Lista-
stevnan er komin er tað
vorðið nógv verri at fáa
pening til vega til eitt nú
Summartónar og Jazzfesti-
valin, sigur Kristian Blak.
Tí er tað vorðið nógv
tyngri at skipa fyri øðrum
listarligum tiltøkum restina
av árinum, og tað er spell,
heldur Kristian Blak.
- Tað er galdandi fyri alt
listarligt arbeiði, at tað
nyttar lítið at brenna alt
fýrverkið av nýggjársaftan
og so ikki eiga so mikið
sum eina rakett til restina
av árinum. Tað má man
ansa eftir, tí um vit koma
hartil at vit bara hava
mentunartilboð tvær vikur
um summarið og einki
restina av árinum, so gerast
vit mentunarliga fátækari
enn nakrantíð, sigur Krist-
ian Blak.
Góð ráð til Listastevnuna
Nú Listastevna Føroya er í gongd fyri triðju ferð, hevur hon longu sligið
seg fasta sum Føroya mest stórsligna mentanartiltak. Tað gevur henni
eina stóra ábyrgd mótvegis samlaða føroyska mentunarlívinum, og tí fær
hon her nøkur vegleiðandi orð við á vegnum frá tveimum teimum
royndastu listastevnufyriskiparunum í Føroyum
- Man má avgera við sær sjálvum, um man heldur vil taka
200 krónur og spæla fyri hálvari høll ella man vil taka 100
krónur og spæla fyri fullari høll, sigur Brandur Øssursson
- Tað er galdandi fyri alt listarligt arbeiði, at tað nyttar lítið at
brenna alt fýrverkið av nýggjársaftan og so ikki eiga so mikið
sum eina rakett til restina av árinum, sigur Kristian Blak
6
Nr. 146 - 7. august 2003
Nr. 146 - 7. august 2003
7
Í ár eru 300 ár liðin síð-
ani stóra danska sálma-
skaldið Thomas Kingo
(1634-1703)
doyði.
Hetta verður hátíðar-
hildið á Listastevnu Før-
oya við fløguútgávu,
kirkjusangi, fyrilestri og
framsýning. Tá Lista-
stevna Føroya
2003 verður sett í
Havnar Bio mikudagin
6. august kl. 16:00 verð-
ur nýggj fløga við Petru
Iversen løgd fram. Upp-
tøkur eru gjørdar í yms-
um kirkjum í Føroyum,
har Petra syngur úr
Kingos sálmabók. Heit-
ið á fløguni, sum Tutl
gevur út, er "En Naade
uden Maal".
Hóskvøldið 7. august
klokkan 20:00 heldur
Marjun Bæk prestur
fyrilestur á Landsbóka-
savninum um Kingo.
Samstundis letur Lands-
bókasavnið upp fram-
sýning,
har
gamlar
Kingobøkur og nýggj
frímerki hjá Postverk-
inum, við Kingo sum
myndaevni, verða sýnd
fram. Kingobólkurin úr
Tjørnuvík fer eisini at
syngja við hetta høvið
hóskvøldið.
Tveir
sunnudagar
meðan
Listastevnan er, verður
Kingosangur í trimum
kirkjum kring landið.
Sunnudagin 10. au-
gust kl. 11:00 syngja
systkini Petra og Hans
Iversen í kirkjuni í Bø.
Sama sunnudag kl. 17
syngja tey í kirkjuni í
Kvívík.
Sunnudagin 17. au-
gust kl. 11:00 og 17:00
syngja Niels Midjord,
Petur J. Eliasen og Sím-
un Rasmussen í kirkjuni
við Sjógv. Sama sunnu-
dag kl. 12:00 syngur
Kingobólkurin
úr
Tjørnuvík í kirkjuni í
Hvalvík.
Tað er í samstarvi við
Postverk
Føroya,
at
Listastevna Føroya ger
so nógv burtur úr Kingo
tiltøkum í ár.
Hósdagin letur upp forvitn-
islig framsýning hjá Elisu
Heinesen í Müllers Pakk-
húsi í Havn. Tað er Bý-
ráðið, sum eigur søguligu
pakkhúsini og framsýning-
in er vorðin til í samstarvi
við Listastevnu Føroya.
Klædnasniðgevin. Elisa
Heinesen, sum býr í Lond-
on, men er ættað úr Havn,
fer í Müllers Pakkhúsi at
sýna fram klædnapløgg,
hon hevur sniðgivið og
seymað.
Elisa hevur lestrarárini
lagt seg eftir at gera sjón-
leikarabúnar og sonevnd
costume snið. Umframt at
arbeiða við egnum tilfari,
arbeiðir hon eisini fyri The
Alternative Hair Show við
6 árligum kollektiónum,
har hon bæði sniðgevur og
seymar. Hetta tiltak, sum
nú gongur á 21. ári, virkar
fyri at savna pening til
gransking
innan
blóð-
krabba. Úrslitið verður sýnt
fram í Royal Albert Hall og
ferðast síðani kring knøttin.
Tvær ferðir hevur Elisa
verið við í hesum árliga
tiltaki. Í Müllers Pakkhúsi
fer Elisa at sýna hennara
part av hesi stórbæru fram-
sýningum. Eisini sýnir
Elisa partar av eini verkætl-
an, sum sýnd varð í Las
Vegas í juli í ár. Framsýn-
ingin hjá Elisu Heinesen
letur upp hósdagin klokkan
15.
Kingo 300
Elisa Heinesen
í Müllers Pakkhúsi
Atli S. Petersen,
Sveinur Høgnason og
John Vilhelmsen fóru
úr Føroyum á vatn-
skutara til Dan-
markar týsdagin. Teir
væntaðu at vera í
Hetlandi um trý
tíðina mikunáttina
VATNSKUTARI
Ingrid Bjarnastein
Argir: Seinnapartin týs-
dagin fóru Atli S. Petersen,
Sveinur Høgnason og John
Vilhelmsen
avstað
úr
Føroyum á vatnskutara, og
kósin var sett. Næsta málið
var Danmark.
Um trý tíðina í nátt vænt-
aðust teir at vera í Hetlandi,
og um alt skuldi gingið eftir
ætlan, so skuldu teir verið í
Danmark nú. Men hetta
hava vit ikki fingið staðfest
enn.
Til ber at lesa um vatn-
skutara ferðina á heima-
síðuni www.watercraft.fo
So fóru teir
Nú er klárt at fara. Teir
tríggir Atli S. Petersen,
Sveinur Høgnason og
John Vilhelmsen søgdu
seinnapartin týsdagin
farvæl við familjuna, og
kósin varð sett ímóti
Danmark - við
vatnskutara
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
7
6