Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 146 - 7. august 2003 Nr. 146 - 7. august 2003 9 Dagblaðið fríggjadagin 23. juli 1948: Stóð at lesa um eina Ólavsøkuframsýning í Havn fyri 55 árum síðan. Tað var listafelagið, ið skipaði fyri hesi framsýning. Frá 25. til 30. juli, báðar dagar íroknaðar verður mynda- framsýning í Havn. Tað er listafelagið, ið stílar fyri. Vit hava frætt um hesi ið luttaka: Ingálvur av Reyni, Frida Rasmussen, Elinborg Lützen, Jóan Petur Meitilberg, Ruth Smith, William Heinesen, Jacob Olsen, Kári Nolsøe, Bent Restorff, Mikines, J. Waagstein, Sigmund Petersen, Eyvind Dalsgaard, Janus Kamban, William Smith, Werland Johansen, Svend Lützen, Bergljót Heinesen og Niels Kruse. Framsýningin verður upplatin kl. 2 komandi sunnu-dag. Hinar dagarnar verður opið frá kl. 11 til 8. Lutirnir eru um 150 í tali. Dimmalætting mikudagin 7. august 1963: Í teginum "Tíðindi innanoyggja"stendur m.a.: Við gudstænastu í Hvalbiar Kirkju, sunnudagin 9. august, innsetur Jákup Joensen varabispur Johs. Follend, prest, í starv sum prestur í Hvalba. Skemtileikurin "Brim og Brúdleyp" sum Havnar Sjón- lekarfelag førdi fram tvær ferðir um ólavsøkuna og síðan hevur leikað 3 ferðir fyri stappandi fullum húsum, verður aftur framførdur fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin komandi Heðin Brú hevur á egnum forlagi givið út skald-søguna "Leikum fagurt" við evni frá føroyskum samfelagslívi. Ferðamannaskipini: Tjaldur kemur á Havnina fyrra-part fríggjadagin og fer avstað aftur kl. 18 til Keyp- mannahavnar. Fríggja-dagin 9. august fer Dronn-ing Alexandrine úr Keyp-mannahavn til Ísland og Føroyar. Hekla kemur mánamorgunin á Havnina á veg norðureftir. Sosialurin leygardagin 27. juli 1963: Brot úr ólavsøkuskránni: Leygardagin 27. juli. kl. 17.00. Fótbóltur. Hafnafjørður - HB Kl 17.00 Kappsvimjing í Gundadalshylinum. Steypakapping millum Neptun, Øster Hurup, Jylland og Havnar Svimjifelag. Ólavsøkuaftan: kl. 11.00. Gudstænasta: Høgni Poulsen prestur prædikar kl. 14.00. Skrúðgonga úr kommunuskúlagarðinum oman Niels Finsensgøtu og inn á Tinghúsvøllin, har Hanus við Høgadalsá løgtingsmaður setur ólavsøkuna. kl. 17.00. Almennur fundur á Háskúlanum. Tummas Jacobsen prestur flytur røðu. kl. 17.30. Fótbóltur. Oldboys KÍ/TB - HB/B36 kl. 19.00. GHM og Sørvágs Tónleikarafelag spæla á Vaglinum. Ólavsøkudagur: Kl. 11.00. Løgtingsmenn, prestar og aðrir embætismenn ganga Skrúðgongu úr løgtinginum í kirkjuna. Jákup Joensen varabispur prædikar kl. 14.15. Havnar Hornorkestur hevur konsert á Tinghúsvøllinum kl. 15.00-20.00. Basarur hjá Franciskanarasystrunum kl. 15.30. Fótbóltur. Hafnafjørður/ Ísafjørður – býliðið kl. 17.30. Hondbóltur. Hafnafjørður/Ísafjørður – landsliðið (menn) Ísafjørður – Kyndil (kvinnur) og KFUM - Læraraskúlin kl. 19.00. Fótbóltur. Prestar og læknar (til frama fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn) Bløðini skrivaðu: NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Seinasta leygardag savaðust hesi, sum fyri 60 árum síðani fóru í skúla í Klaksvík. Tey, sum høvdu sett stevnu hesaferð, vóru 23 í tali. Tað Harrans árið fóru 47 børn í 1. flokk.Av teimum eru 8 farin, fleiri búgva uttanlands, og summum barst frá at koma. 60 ár síðani fyrsta skúladag Aftara rað frá vinstru: Christian Magnus Hansen, Elisabeth (Absalonsen) Ellingsgaard, Sverri Biskopstø, Jóannes Thomsen, Páll Josephsen, Eivind Vitalis, Joen Jacob Jacobsen, Børge Joensen, Gutti Kallsberg og Torleif Petersen Fremra rað frá vinstru: Eyðun Simonsen, Birni Hansen, Beinta (Joensen9 Biskupstø, Josta Fagralíð, Samly Fjallheim Reinert, Sonja Steinberg, Edith Samson Jacobsen og Suni Bjartalíð Sitandi frá vinstru: Jóannes Leivsgarð, Bergur Eliasen, Bjørghild (Eliasen) Lutzen og Maria (Samson) Klein Minningarorð um Jóhannis A. Østerø Tórsdagurin í jóansøkuvikuni var ein vælsignaður dagur. Vágsbygd var flaggskrýdd fyri forsætisráðharra- vitjan. Men tú legði til merkis, at flestu fløggini vóru á hálvari stong. Jóhannis Østerø, mikladalsmaður og vágbingur, var farin stutt undan hálvthundrað ára degi sínum. Sorgarsligin standa okur, tí her muna orð so lítið... Fyrst í 1980 árunum hitti hann konu sína Elin- borg, sumbiargentuna, sum var í Klaksvík og lærdi at gera hár. Tey giftust og búsettust á Skálabeiti í Vági. Hóast hann var handverkari, var hann sjómaður um tað leitið. Døturnar Lív og Mona fingu hann tó at leggjast upp á land. Familjumaður, sum hann var, vildi hann vera heima hjá teimum. Virkin var hann á mongum økjum, fakfelagsmaður og kirkju- maður. Ongastaðni lá hansara partur eftir. Hann var av hesum vælmeinandi fólkaslagi, sum líka- sum ikki dugir at siga nei. Jóhannis sang í fleiri ár við okkum í Kirkjukór- inum Ljómi. Við sínum lívsjáttandi, stillføra hug- burði var hann sera hugnaligur at vera saman við. Øll árini í kirkjuráðnum var samstarvið okkara millum eisini serstakliga gott. Ikki minst tá ið tað eydnaðist okkum at fáa gamla Knud Olsen orglið í Vágs kirkju aftur til heiðurs og æru. Tað gleddi hann almikið. Hann stóð mitt í rokin- um og smíðaði kassar, tá ið orgulpípurnar skuldu pakkast niður og varisliga ballast í serstakan hálm. Í Vágs kirkju er ein doypifuntur. Hann er har, hóast fólk kanska ikki geva sær far um hann. Úr Mikladali er hann komin. Og høgdur er hann úr góðum gróti. Soleiðis var Jóhannis. Ein bygdarmynd er horvin. Ongantíð aftur fer hann við sínum eyðkenda gongulagi og við sínum lítla hundi at ganga Løðhamarsbrekkuna. Sjúka nívdi hann í mong ár. Men nú er hann komin á fríðari fløtur, vinurin hjá okkum øllum. Harrin styrki tykkum, íð eftir sita. Friður veri við minninum um Jóhannis Østerø. Kirkjukórið Ljómur Dagurin 7. august. Donatus, deyður í umleið 380. Drongurin Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging flýddi hann til Arezzo í Italiu. Hann varð prestlærdur og endaði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð hann tikin og hálshøgdur. Johannes L. Jacobsen deyður Sunnudagin 20. juli 2003 andaðist Johannes L. Jacobsen, grannskoðari í Havn, 85 ára gamal. Jo- hannes var av Tvøroyri, sonur Alexandru, f. Han- sen, av Tvøroyri og Hans Jacobsen, vanliga nevnd- ur Hans í Búðunum, ætt- aður úr í Klaksvík. Pápin sigldi við vøru millum bygdir fyri handilin hjá Mortensen á Tvøroyri. Á veg frá Vestmanna til Tvøroyrar gekk hann burtur í 1923. Johannes var tá bert fimm ára gam- al. Í 1937 fór Johannes á keypmansskúla í Keypmannahavn. Hann tók prógv sum siviløko- nom (HD). Hann var nokk fyrsti føroyingur sum fekk hetta prógv. Undir krígnum arbeiddi hann sum bókhaldsstjóri á Berlingske Tidende. Meðan hann búði í Keyp- mannahavn, giftist hann í 1944 við Rigmor Tórs- heim, dóttir Annu, f. Han- sen, og Vilhelm Tórs- heim, byggimeistara, í Havn. Tey fluttu heim aftur til Føroya í 1947. Hann byrjaði beinanvegin ar arbeiða sum sjálv- støðugur vinnurekandi. Hann rak sína egnu grannskoðarafyritøku, til hann legði frá sær umleið 73 ára gamal. Hann var grannskoðari hjá nógvum fyritøkunum og stovnum í Føroyum. Rigmor og Johannes fingu børnini Høgna og Annu, sum bæði búgva í Havn. C M Y K 9 8