Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 146 - 7. august 2003 Nr. 146 - 7. august 2003 11 Í hesum døgum verður Listastevnan hildin á triðja sinni. Tað er ikki ov nógv sagt, at stevnan árini frammanundan hevur sýnt seg at vera eitt frálíkt tiltak, ein succés. Alt bendir á, at stevnan í ár verður minst líka fjølbroytt, spennandi og hugtakandi sum árini frammanundan. Her eru tiltøk sum Hitt ósjónliga sirkusið hjá Victoriu Chaplin og J.B. Thierrée, írskt drama við Siamsa Tiré, rokktónleikur á hægsta altjóða støði, vinnarin av norðurlendsku tónleikavirðis- lønini, samiska Mari Boine, nicaraguanska Katia Cardinal, rithøvundinm Fay Weldon, opera úr Kgl. Leikhúsinum, Kingo, fullveldis- filmur og aðrir filmar, norsk-paistanska Shabanu Rehmann við stand up-leiki, flamskt drama, føroysk skaldakapping, og mangt mangt annað gott — ikki minst føroyskt listarligt tilfar so sum nýskrivaður tónleikar og føroysk lista- fólk. Listastevnan er eitt genialt hugskot, ið hevur uppiborið dyggan almennan og privatan stuðul eins og stóra undirtøku. Stevnan er eitt stór- fingið tilboð til føroyska áskoðaran — eitt til- boð, sum ikki býðst á hvørjum degi. Her hava fólk eitt einastandandi høvi at ogna sær framúr- skarandi listarligar upplivingar, og vónandi fara heilt nógv at nýta hetta høvið. Men Listastevnan er annað og meira enn eitt hugskot og eitt tyssi av frálíkum og áhuga- verdum listarligum tilboðum á hægsta altjóða støði. Stevnan er samstundis ein avbjóðing til føroyska áskoðaran, til føroysk listafólk og øll, sum arbeiða við mentan og list her á landi. Við listastevnuni kemur altjóða list av álvara á før- oysku føroysku dagskránna. Vit møta listar- ligum upplivingum, sum fara at nema okkara hjørtu og fara at gera okkum bilsin. Føroysk listafólk fara at fáa avbjóðingar og íblástur og kunnu mennast og styrkjast av at møta allari hesi dygdargóðu list uttaneftir. Hinvegin er einki at ivast í, at gestirnir eisini kunnu læra nakað av okkara listafólkum og av okkara lista- og mentanarumhvørvi eins og gestirnir kunnu fáa nýggjan íblástur av landi, fólki og mentan. Vit ynskja øllum útlendskum listafólkum væl- komnum til Føroya og ynskja føroyingum eina góða og ríka listastevnu. DAGSINS MEINING Sosialurin Listastevnan – eitt frálíkt tiltak VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gerhard Lognberg løgtingsmaður Hvar bleiv stoltleikin okkara av? Sjálvsagt meini eg við Teistan. Hetta má næstan at meta sum skemt. Vit fingu eitt spildurnýtt skip í sigling, og vóru við bæði glað og stolt av skipinum, og eru vit eisini tað. Skipið bleiv tikið úr sigling 5. mei, so tað eru sostatt 3 mánaðir farnir, og í skrivandi stund hoyri eg stjóran á Strandfaraskipum Landsins eisini ilskast um, at báturin ikki kemur aftur í aftur. Mín spurningur er til Strandfaraskip Landsins og skipasmiðjuna: Arbeiðir man bara uppá Teistan tá einki annað er at gera? Tí eitt er givið; Hevði arbeitt verið sum vanligt í útvið 4 mánaðir, tá kann nógv arbeiði verða gjørt. Eg sjálvur meti, at hetta sýnir ógvuliga lítla virðing fyri Sandoynni og Skúv- oynni. Vælsignaðir latið verða við at taka skipið úr sigling, áðrenn tað er klárt at byrja arbeiði. Í hesum føri kann ikki bara skyldast uppá verkfallið. Er hetta møguliga ósemj- ur ímillum Strandferðsluna og skipasmiðjuna, hetta sýnist so, hóast at eg veit ikki um so er. Latið hetta ikki henda at tit svínabinda Teistan aftur eitt heilt summar, tí tað sær út sum tað skal verða tradi- tión fyri Teistan. Øll minnast vit byrjanina hjá Teistanum, sum ikki mundi komið í sigling. TÍÐINDASKRIV FRÁ IRIS Tvær ferðir hevur hann verið í Føroyum áður og bergtikið hundraðtals før- oyingar — nú verður hann aftur her. Carsten Sommer- skov — kendi danski men- talvenjarin, ið fær fólk at hugsa positivt. Tann 23. august fáa suð- uroyingar høvi til at uppliva Carsten Sommerskov. Skeiðið verður á Gistingar- húsinum í Øravík leygar- dagin tann 23. august frá kl. 14.00 til 17.00. Í september mánaða verður eisini ein røð av skeiðum við Carsten. Tá verða skeið hildin í Havn, í Runavík og í Klaksvík. Týskvøldið 9. september á Hotel Føroyum í Havn, Mikukvøldið 10. septemb- er í Róðrarneystinum í Runavík og hóskvøldið 11. september í Tekniska Skúla í Klaksvík. Øll kvøldini verða skeiðini hildin frá kl. 19.00 til kl. 22.00. Carsten Sommerskov er ein av kendastu undirvísar- unum innan postivan hugs- unnarhátt, samstarv og samskifti, ið danir eiga. Seinastu 20 árini hevur hann verið ein hin fremsti frálærari innan mentalvenj- ing, og verður brúktur av fleiri donskum vinnulívs- fyritøkum, ið ynskja at fáa glað og positivt hugsandi starvsfólk í øllum liðum. Og hann prógvar ferð eftir ferð, at hansara teorir og virkishættir virka. Og allir stovnar og allar fyritøkur hava tørv fyri starvsfólki, ið hugsa posi- tivt. Menniskju í vøkstri skapa vøkstur, og tí ræður tað um at brúka ta biolog- isku telduna, heilan, á rætt- an hátt, til at stýra eins egna lívi. Tað er hvørki stjórin ella hjúnafelagin, ið stýrir tínum lívi — tað er bert tín egni heili, og tann háttur, tú sjálvur velur at liva, ið ávirka tín egna atburð og gerandisdag. Og Carsten Sommerskov er sannførdur um, at tú kanst læra at hugsa positivt. Á skeiðunum, ið Carsten fer at halda á læraraskúl- anum, fer hann at læra um hesar teknikkir, ið gera teg sjálvan meiri positvan, og harvið betri, bæði sum privatpersón og á arbeiðs- plássinum. Hvør menniskja eigur at taka ábyrgd av sínum egna lívi. Eingin annar ger tað fyri ein. Um tú heldur at tað eru onnur, ið hava skyldina av, at tú ert stressaður, manglar orku og hugsar negativar tankar, so kann tað møguliga vera rætt, - men tað er bert ein, ið kann broyta uppá støðuna. Og tað er tú sjálvur. Skeiðini hjá Carsten Sommerskov vara í 3 tímar og kosta 860,00 kr. + meir- virðisgjald. Við í prísinum fæst eisini bókin: "Surfing på toppen af livet", ið Carsten hevur skrivað, og sum kann brúkast sum eitt amboð til at læra teir teknikkir, ið hann greiðir frá á skeiðunum. Skeiðs- prísurin inniheldur eisini sodavatn/juice og smyrji- breyð í støðginum. Skeiðini skapa stutt sagt: Arbeiðsgleði, trivna og positivitet ! Tað er felagið IRIS í Klaksvík, ið skipar fyri skeiðinum hjá Carsten Sommerskov. Meiri fæst at vita við at hyggja inn á heimasíðuna: www.sommerskov.dk Spurningur til Strandfaraskip Landsins Fyll tangan – Hugsa positivt ! Carsten Sommerskov tórbjørn jacobsen løgtingsmaður Uppreisturin, kærleikin og frælsið, tey trý heilagu orðini, vásaklødd, lukta av sliti og erligheit. Soleiðis vil eg liva, doyggja kann man altíð. Soleiðis sigur skaldið, og tey sum í sínum stilla sinni høvdu væntað, at løgmansrøðan í ár skuldi gerast nakað markamót í politisku søgu Føroya, í so máta, munna longu hava lagt veingirnar inn at kroppinum aftur. Ivaleyst meira sannførd nú enn nakrantíð um, at parlamen- tariska skipanin, Løgtingið, ið tykist at hava átikið sær leiklutin sum mekanikari og pedellur hjá donsku statsmaktini í Føroyum, valla nakrantíð fer at krúpa undan danska skjúrtufald- inum, ið hevur ligið sum ein doyvandi dýna yvir før- oyska samfelagnum í hund- raðir av árum. Sagt verður í løgmans- røðuni, at Landsstýrið mið- víst hevur arbeitt fyri at fáa burtur allar forðingar til tess at røkka málinum í endurskoðaðu tilgongdini um sjálvstýri Føroya fólks. Og meginforðingin skal eftir øllum at døma fáast burtur við eini yvirtøkulóg sum løgmaður og danski forsætisráðharrin eru vorðnir samdir um. Helt annars at Tjóðveldisflokk- urin átti landsstýrismannin í sjálvstýrismálum. Og Fólkatingið skal eisini taka støðu í málinum. Altso, um heimastýrislógin skal tøm- ast ella ikki. Politiska frælsi Føroya stendur ella fellur nú aftur av danskari náði. Og tá ið søguliga sann- royndin er, at einki ríkið letur frá sær ognir við góð- um, tá er tað mangt sum bendir á, at landsstýrið, við serliga virkna leikluti løg- mans, er endað í eini danskari fellu, sum tung verður at sprakla seg leysa úr aftur. Tað eru og verða ongar semjur við danir sum loysa Føroyar úr donskum hafti, og einasti skjøtulin sum settur er á, í so máta, var tá ið Tjóðveldisflokk- urin saðlaði um, á eina meira pragmatiska loysn í loysingarmálinum, eisini fyri at royna loysingartærið í Fólkaflokkinum, tí og bara tí hevur Anfinn Kalls- berg nakrantíð verið løg- maður Føroya, men teir stóðu ikki royndina, boygn- aðu sum ikki einaferð und- an donskum trýsti, og tí sita vit her í eini meira fløktari støðu enn neyðugt og gott er, í frælsismálinum. Ein- asta forðingin, ið skal bein- ast burtur, fyri at vinna málinum er væntandi viljin til frælsið í Fólkaflokkinum og í hinum nú meira ella minni fusioneraða gamla Sjálvstýrinum. Tá hevði so mangt verið øðrvísi. Løgmaður, sum av ein- hvørji orsøk, fáfongd kanska, nú aftur er farin at umtala seg sjálvan í fyrsta persóni, hevur saman við sínum landsstýristeknum á sætta ári riðið á eini bú- skaparligari flóðaldu, sum neyvan eigur sín maka í heimssøguni. Tað verður sagt um politiskar odda- menn, at ein styrki teirra er ongar avgerðir at taka, tí oftast loysa trupulleikarnir seg av sær sjálvum, - við tíðini. Og okkurt bendir á, at stýringin hesi fimm árini meira er eitt produkt av emotionellari dialektikk heldur enn av hygnum og køldum metingum og av- gerðum í hvørjum einstøk- um føri. Lættast er at fara við rákinum, og almennu rakstrarútreiðslurnar fóru sporðandi undan stjórnar- valdinum, við tí mesta av eini milliard hesi árini, harav miðfyristiningin, Normann-leisturin, við eini trídobling. Og nú kom so sannleikans tími. Rákið vendi, og tá sleppur eingin undan at taka hygnar og kaldar avgerðir. Stórar av- gerðir, størri enn tær annars kundu verið, um man hevði verið eitt lítið sindur meira uppá forkant samsvarandi kyninum í marknaðarbú- skapinum. Soleiðis sum støðan er hevur Tjóðveldisflokkurin tvinni meginmál í parla- mentarisku skipanini: Í mestan mun at førka tjóð- ina fram ímóti óskerdum politiskum frælsi og í øðr- um lagi at virka fyri opti- malari vælferð hjá hvørjum einstøkum, harundir at býta virðini soleiðis at samfe- lagið ikki gerst vinskt, at somu rættindi galda fyri øll og at lynt verður áhaldandi undir tjóðarinnar virðir bæði andaliga og tímiliga. Dagsins veruleiki er, at danir hava luta okkum ein part av føroyska samfelag- num út sum eitt heimastýri at stjórna, og tann parturin av røðu løgmans, ið snýr seg um hendan veruleika er nú ikki av leið, vælsaktans tí at landsstýrismenn tjóð- veldisfloksins eiga dastið av honum. Og vit sum eru gemenir tingmenn í hesi samgonguni mega krevja, at eitt veruligt gjøgnumbrot hendir í yvirtøkumálunum áðrenn sólin hevur verið eina ferð um jørðina aftur. Tað áliggur landsstýrinum at prógva, at hesin ógvuliga ivasami leisturin, at loysa í smáum bitum, er farbarur yvirhøvur. Og tað má nógv meira ferð setast á hendan partin av politikkinum um nakar í hesum landinum framhaldandi skal trúgva tí at eitt sjálvstýrislandsstýri megnar meira enn eitt sambands- & javnaðarstýri annars kundi megnað. Bara at hava klára at skorið 366 milliónir av ovuryvirflóð burtur í fimm ár, tað er nú ið so lítið, serliga tá ið mál- ini einaferð vóru so greið. Tá ið staturin Føroyar stóð so sera klárur í sjónarring- inum. Eitt sterkt vinnulív er aðalkjarnin í einhvørjum samfelag. Úr lógvunum á teimum ið har virka koma virðini sum vit ið her sita skula skipa út aftur í sam- felagið, soleiðis at tær solidarisku Føroyar vera eitt gott land at liva í, eisini tá ið skeytið til matrikulin er fluttur heimaftur úr Keypmannahavn. Og løgmaður ásannar at tey ið virka í vinnulívinum líta á framtíðina. Tað hava tey nú altíð gjørt, annars var eingin nakrantíð farin í holt við nakað sum helst á hesum oyggjum. Gævi at politiska valdið leit eins nógv á framtíðina og tærið í fólkinum, sum hevur valt teir, man onkur helst halda. Útbyggingarnar hava verið stórar, stórar verkætlanir eru drignar av lunni, sum eitt nú "NORRØNA" og "SKÁLABERG", men staðfest verður eisini, at tað eru sektorar í vinnuni, ið hava tungar og truplar tíðir. Soleiðis er nú hesin væl- signaði marknaðarbúskap- ur bara, verri og betri tíðir, tí ræður um at taka hædd fyri sveiggjunum í góðari tíð. Onkur loftast ikki í svinginum, men tað gerst ikki við, konkurskvørnin ella totalsaneringar av kreppuraktum vinnum er eisini ein natúrligur partur av hesum sama marknaðar- búskapi, og hetta mega peninga- & fíggingarstovn- arnir eisini rætta seg eftir. Tað er ov bíligt, tykist satt at siga rættiliga ókvalifiser- að tá ið fíggingarstovnarnir, eftir at hava sopið róman í vinnuni í góðu árunum, nú rópa eftir skattaborgarans peningi fyrst ið tað lotar úr hanakjafti. Men her hevur løgmaður lært ikki so lítið av samstarvinum við Tjóð- veldisflokkin hesi seinastu 5 árini. Avgjørdur sigur hann at Landsstýrið roynir at skapa so góðar karmar um vinnuna sum gjørligt, men beinleiðis at stuðla vinnuni kemur ikki upp á tal. Tað má sigast at vera eitt av søgunnar heilt stóru paradoksum, at ein vinstra- hallur flokkur skuldi læra ein sokallaðan superborgar- ligan flokk uppi at sita í marknaðarbúskaparligum regi. Soleiðis er so mangt. Eftir at viðurskiftini inn- an fyri 200 fjórðinga fiski- markið eru so væl skipað sum ongantíð, átti hóttafall ikki at komið á hendan flot- an uttan so at náttúran svíkir heilt. Prísirnir eru lægri enn teir hava verið, kanska meira normalir nú enn onkuntíð, uttan upsa- prísurin har ið flotin bara verður hildin uppi av met- góðum fiskiskapi. Og tá ið tosað verður um skipaðu viðurskiftini á landgrunnin- um, so má politiska skipan- in halda fast, soleiðis at fiskidagaskipanin ikki verður undirgrivin av parta- politiskum rossahandlum, sum hetta nú er farið at líkjast í Jógvan S-málinum, har ið Fólkaflokkurin hevur sitið á kreppufundi í fleiri dagar um eitt fiskiloyvi, ið sambært eini samdari landsstýrismannanevnd er latið ólógliga. Hvat hevur Fólkaflokkurin, av øllum, við hetta málið at gera? Tað hevði ikki verið ov nógv kravt av løgtingsmonnum, at vit aðrir, umboðandi allar aðrar flokkar á tingi, fingu at vita frá landsins leiðara, løgmanni, hvørjar serligar heimildir Fólkaflokkurin, sum heilur flokkur, nú hev- ur tiltuskað sær í útinnandi valdinum í Fiskimálaráð- num? Ella hevur løgmaður sjálvur ein trupulleika í hesum málinum? Í útvarps- tíðindum tosa teir í hesum sambandinum nú um parta- politiskt mutur innansyndis í løgmansflokkinum, vit aðrir sum eru við í sam- gongusamstarvinum krevja í hvussu er av Føroya populerasta manni at hann avsannar at hann hevur havt nakað við hetta málið at gera, deymurin frá málin- um er í hvussu er ógvuliga treystur. Og hann gerst bara treystari tess longri tíðin líður frá eini avgerð hjá ráðharranum sjálvum. Sum bara kann byggja á niður- støðuna hjá løgtingsnevnd- ini, og einki annað. Alivinnan er í svárari kreppu. Kanska meira av metlágum marknaðarprís- um enn ILA-sjúkuni. Bankastjórarnir misbrúka støðuna til at koma sær inn ígjøgnum bakdyrnar framat almennu brúksloyvunum. Men kreppustøður eiga ikki at broyta nøkur meginprin- sipp. Tjóðveldisflokkurin heldur fast um, at aliloyvir, fiskiloyvir og onnur loyvir ið viðvíkja almennum til- feingi, eru og vera verðandi almenn brúksloyvi. Eitt annað mál er útlendskur kapitalur. Tað er rætt at vit hava tvíhildið um, at 2/3 av partapeninginum skuldi vera á føroyskum hondum. Men er tað soleiðis, at ikki er nóg mikil vágafúsur kapitalur í landinum til at reka føroysku alivinnuna, so er flokkurin sinnaður til, at fara inn í eitt politiskt orðaskifti um tann spurn- ingin. Arbeiðsmarknaðarviðurs kifti verða eisini nevnd í løgmansrøðuni. Tjóðveldis- flokkurin, ið undir verkfall- inum í vár tvíhelt um, at politiska skipanin undir ongum umstøðum sanktio- neraði verkfallið, boðaði tó frá, at vit vildu vera við til at skipa karmarnar um ar- beiðsmarknaðin soleiðis sum vit kenna teir frá okk- ara grannalondum. Hetta er framvegis okkara støða, og eg fari inniliga at heita á landsstýrismannin í vinnu- málum um ikki at gera hetta til eitt persóns- & fólkafloksmál soleiðis at alt ikki verður grugga til sum ikki einaferð. Tað er um- ráðandi at allir flokkar á tingið koma til eina semju í hesum málinum. Einskiljingar av almenn- um gøgnum eru aftur uppi og venda í hesi løgmans- røðuni. Tjóðveldisflokkurin er samdur í, at stórir partur av donsku kreppuloysnun- um skula einskiljast. Men tað skal gerast við skili og gjøgnumskygni. Og eitt meginkrav frá okkum er, at eingangsinntøkurnar frá einskiljingunum vera brúktar til at gjalda skuld- ina til danska statskassan aftur við, samstundis sum ríkisveitingin verður mink- að við tí, sum ídag er kapi- talútreiðslurnar av hesi somu skuld. Tvs. ein trið- ingsreduktión av blokkin- um afturat. Verður hetta ikki leisturin, tá tekur Tjóðveldisflokkurin valla undir við teimum, tí tá hava tær bara eina einastu effekt, og tað er, at raksturin av samfelagnum verður dýr- ari. Tað er hent í so lítið síð- ani hendan samgongan sá dagsins ljós. Serliga á sjálvstýrisleið. Sum sama skaldið kvøður: Farnar vøkunætur, ein kvirra, ið smakkar av kólnaðum kaffi, lekur eftir húsasíðun- um. Vindar sveiptir í goml- um sirmi, eisini møguleikin í loyniligum kompressar- um, yvir alla jarðskorpuna runnar av skelvandi lívi. Føroyar eru eitt land við nógvum loyniligum kom- pressarum, og yvir alla jarðskorpuna vaksa runnar av skelvandi lívi. Serliga kreppan og tíðin eftir hana gjørdi hetta alt so sjónskt. Ein tíðarbundin niðurgongd er veruleiki, men ongin grund er til stúran. Soleiðis er lívið nú einaferð hátta í kapitalistisku skipanini, og tíanbetur er lívið so ógvu- liga nógv meira enn bara peningur, keyp og søla. VIÐMERKINGAR Ein kvirra, ið smakkar av kólnaðum kaffi C M Y K 11 10